mikudagur 15. juni 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. juni 2011 · Nr. 68
10
Sosialurin
Lagt til rættis: Árni Joensen
Ein broyting í lógini er, at
fólk skulu hava fylt 20 ár
fyri at keypa sær vápn, og
tey hava ikki loyvi at brúka
vápnið, fyrr enn tey hava
verið á skeiði hjá serligum
skjótilærarum.
Harafturat
áleggur tann nýggja lógin
starvsfólki í heilsuverkinum
og herinum at siga myndug
leikunum frá, um tey koma
fram á onkran, sum eftir
teirra tykki ikki er egnaður
at hava vápn um hendi.
Í Finnlandi er tað rættiliga
vanligt at eiga vápn, og sam
anborið við fólkatalið eru tað
fá lond, sum hava so nógv
vápn. Myndugleikarnir vísa
tó á, at herskyldan ger sítt
til tað stóra vápnatalið, og
harafturat eru veiðimenninir
rættiliga nógvir í tali.
Í november í 2007 skjeyt
ein 18 ára gamal studenta
skúlanæmingur átta fólk í
skúlanum í býnum Jokela
nakað norðan fyri Helsinki.
Aftaná skjeyt hann seg sjálv
an. Minni enn eitt ár seinni
skjeyt ein 22 ára gamal
kokkanæmingur tíggju fólk
í einari skúlastovu í býnum
Kauhajoki,
áðrenn
hann
skjeyt seg sjálvan.
Men tað eru ikki bara
ungfólk í Finnlandi, sum
brúka vápn. Í 2009 skjeyt
ein maður í 50' árunum fýra
starvsfelagar hjá fyrrverandi
unnustu síni í einari handils
miðstøð í Helsinki. Framman
undan hevði hann beint fyri
fyrrverandi unnustuni við
knívi.
Eftir teirri seinastu uppgerð
ini umsitur oljugrunnurin
næstan 3.100 milliardir norsk
ar krónur, og tað hevur við
sær, at grunnurin er vorðin
størri enn tann almenni
oljugrunnurin hjá Sameindu
Arabisku Emiratunum. Tað
hevur amerikanski gransk
ingarbólkurin Monitor Group
roknað seg fram til, skrivar
Dagens Næringsliv.
Abu Dhabi Investment
Authority, sum oljugrunnurin
hjá emiratunum eitur, hevur
gjørt nakrar heldur óhepn
ar íløgur í seinastuni. Sam
stundis er tað almenna har
farið at brúka meiri av olju
pengunum, og tí kann grunn
urin ikki halda tørn ímóti tí
norska longur, sigur gransk
ingarbólkurin.
Norski
fíggjarmálaráð
harrin, Sigbjørn Johnsen, er
sjálvandi fegin um, at norski
oljugrunnurin er vorðin tann
størsti almenni grunnurin í
heiminum, hóast tað ikki er
eitt mál í sjálvum sær, sigur
hann.
– Tess størri grunnurin er,
tess meiri pengar hava vit til
góð endamál á fíggjarlógini.
Norski oljugrunnurin
tann størsti í heiminum
Fyri 15 árum síðani settu norðmenn tær fyrstu krónurnar í tann almenna
Oljugrunnin. Í dag er hann tann størsti almenni grunnurin í heiminum
Finnar herða vápnalógina
Ísurin órógvar
vøruflutning
Hvítusunnudag
fekk
handilin í Kullorsuaq í
Eysturgrønlandi nýggjar
vørur, men tá vóru eisini
meiri enn tveir mánaðir,
síðani handilin fekk vør
ur seinast. Tí vóru fleiri
vørur farnar at ganga
undan.
Hvítusunnuaftan
kom eitt skip hjá Royal
Arctic Line við vørum
til handilin, men tað var
so nógvur ísur á sjónum,
at skipið mátti steðga 30
fjórðingar frá bygdini.
Dagin eftir varð so av
gjørt at seta vørurnar
upp á ísin og at flyta tær
í land eftir ísinum.
Í Tasiilaq, sum eisini
er í Eysturgrønlandi,
er eisini vørutrot, men
gongst sum ætlað kem
ur eitt skip hagar við
vørum tann 26. juni.
Sleppur skipið ikki vegin
fram, verða vørur fluttar
við flogfari úr Íslandi,
sigur KNR.
Til Noregs at
eygleiða hval
Í fleiri ár hava íslend
ingar fingið fremmand
ferðafólk til landið at
hyggja at hvali nær
hendis landi, og í fleiri
bygdum og býum eru
bátar, sum sigla við
hvalaskoðarum.
Nú fara tey á Andøya í
Vesterålen í Noregi undir
tað sama, og gongst sum
ætlað, fáa tey fyrstu
fremmandu ferðafólkini
møguleikan
næsta
ár. Í fyrsta umfari er
ætlanin at kunna serliga
onglendingar, týskarar
og niðurlendingar um,
at teir kunnu koma
til Andøya at eygleiða
hval á sjónum, skrivar
Aftenposten.
Sjúkrarøktar
frøðingar fáa
ikki arbeiði
Tað er als eingin vissa
fyri, at danir, sum fáa
sær
útbúgving
sum
sjúkrarøktarfrøðingar,
fáa nakað arbeiði, tá út
búgvingin er liðug. Fyri
tveimum árum síðani
var tað bara ein av hvørj
um
100
nýútbúnum
sjúkrarøktarfrøðingum,
sum ikki fekk arbeiði,
men nú eru tað ein av
hvørjum 20, sum ikki
fær starv. Tað sama er
galdandi fyri lærarar og
námsfrøðingar.
Tað er heldur einki,
sum bendir á, at tað verð
ur nakað lættari at fáa
arbeiði ta fyrstu tíðina.
Stjórnin og kommun
urnar hava avtalað, at
útreiðslurnar skulu ikki
veksa næsta ár, og tað fer
neyvan at gagna teimum
nýútbúnu, skrivar DR.
Fólk leggja blómur uttan fyri skúlan í Kauhajoki aftan á skottilburðin har í 2008
Mynd: Reuters
Skottilburðir í tveimum skúlum í Finnlandi í 2007 og 2008 fingu
finsku politikararnar at herða vápnalógina. Nú er lógin komin í gildi