mikudagur 15. juni 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 15. juni 2011 · Nr. 68
Sosialurin
Kunngjørt verður fyri ætt vinum og kenningum,
at kæri maður, pápi, verpápi og abbi okkara
Jákup Sune Jacobsen
Tórshavn
andaðist á Lágargarði hvítusunnudag, 88 ára gamal.
Bønarhald verður á Lágargarði mikudagin kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju
hósdagin kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Birgit, Martin Pauli, Edel Maria og Bogi
Tey, sum vilja minnast Jákup Suna, kunnu lata Lágargarði eina
gávu, konta í peningastovnunum.
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu,
tá okkara kæri
Solberg Henriksen
andaðist og varð jarðaður.
Ein serstøk tøkk til starvsfólkið á B8 og á Sýnuni,
fyri at tit vóru so væl um hann, tíðina hann var har.
Ein hjartans tøkk til tykkum, sum á ymiskan hátt
hjálptu til í sambandi við jarðarferðina og við
ervinum. Tøkk fyri blómur og kransar.
Og tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Karl og Pól Sigmund
TØKK
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu,
tá kæra kona, mamma, vermamma, omma,
langomma og systir okkara
Semary Petersen
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til Ann Dahl Hansen, prest, fyri góð og
troystarrík orð. Ein hjartans tøkk til til tykkum
øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til í samband
við jarðarferðina. Takk fyri blómur, kransar,
heilsanir og tær peningagávur, sum latnar eru
Krabbameinsfelaginum. Og takk til tykkum øll, sum
fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunar vegna
Sverri, Amanda, Johanna, Jóhannus og Maud
TØKK
Niels og eg komu at kenn
ast í 1974, tá vit báðir
komu at ganga í 8. flokki í
spildurnýggja Eysturskúlan
um, sum tá bert 1. byggistig
var liðugt. Vit blivu vinir
beinavegin, og helt tað til
hansara seinasta dag 20. jan
uar 2011.
Eg fann mær arbeiði á
14. September, og ikki gekk
long tíð, til Niels eisini fekk
arbeiði har. Okkara arbeiði
var at leggja í, sum tað æt. Tá
var prentútgerðin ikki sum
í dag; tá vóru einans 4 síður
prentaðar fyrst, og so tær
næstu 4 síðurnar, og so fram
vegis, alt eftir hvussu stórt
blaðið skuldi verða. Tá vit
gjørdu hetta arbeiði, hendi
tað seg ógvuliga ofta, at vit
máttu bíða til klárt var. Tá
vit so høvdu lagt tær fyrstu
4 síðurnar í tær næstu 4, so
var aftur bíða eftir teimum
næstu 4. Av tí sama bíðaðu
vit ógvuliga ofta. Tá nýttu
vit ofta høvi til at fara niðan
á hondboltsvøllin, sum tá var
har sum svimjuhøllin er í dag,
fyri at sparka fótbólt saman
við fleiri øðrum. Tá vóru
altíð nógv fólk á hondbólts
vøllinum. Vit gjørdu okkara
egnu metingar eftir nær klárt
var at arbeiða aftur. Tá vóru
ongar fartelefonir, og tískil
komu vit sum oftast oman í
Vágsbotn aftur, har 14. Sep
tember helt til, og arbeiði var
ikki klárt, og so aftur at bíða.
Men so viðhvørt vóru vit ov
seinir; tá fingu vit skeld frá
tí, sum skuldi pakka blaðið, tí
nú bíðaði hann eftir okkum,
men tá plagdi okkara góði
prentari, sum var Tórur Poul
sen, sáli úr Nólsoy, at forsvara
okkum; hann var góður við
okkum, og vit við hann.
Hann andaðist fyrst í áttati
árunum, og vóru Niels og eg
úti í Nólsoy til jarðarferðina.
Vit sparkaðu eisini ofta í
Vágsbotni, og tá kom fyri, at
bólturin fór út á vágna. Tá
var bara eitt at gera, og tað
var at taka/lána ein bát sum
lá har við árum. Tað høvdu
vit tað øgiliga stuttligt við,
at rógva aftur og fram, eisini
róðu vit viðhvørt heilt út á
molan. Einaferð meðan vit
rógva, kemur róp frá einum
politisti, um at koma til lands
beinavegin. Tað vísti seg, at
onkur hevði meldað okkum,
men tá politisturin hoyrdi
okkara frágreiðing um bóltin,
so flenti hann bara, og bað
okkum ikki at gera tað aftur.
Tað lovaðu vit, men hildu
tað ikki ordiliga. Viðhvørt tá
vit sparkaðu í Vágsbotni fór
bolturin ofta upp á altanina
hjá Føroya Fiskimannafelag,
sum tá, eins og í dag, er á sama
staði, har 14. tá var í neðra.
Tá plagdi vit at ringja uppá
til FF fyri at biða onkran um
at blaka okkum boltin niður
aftur til okkum, sum oftast
var tað Olaf Johansen sáli og
aðrir, sum komu útá altanina,
og blakaðu boltin niður til
okkara. Um ongin var í FF
húsinum, máttu vit gevast.
Dagin eftir lá bolturin aftur
inni í 14. Jú tíðin í Vágsbotni
var ógloymandi; tá eg eri í
Vágsbotni, plagi eg at hyggja
upp á altanina hjá FF og
hugsa um hesar løtur.
Seinni fór Niels í læru til
prentara á 14., og kom tað at
verða hansara yrki. Einaferð,
Niels og eg høvdu verið á
Norðoyarstevnu,
steðgaði
bilurin upp á Kjalnesi í Kolla
firði. Har var onki annað at
gera, enn at fara til gongu. Tá
vit so koma til Langasand,
havi eg hug at ganga upp um
frá Oyrareingir, men Niels,
sum var í tufflum, var ikki
við uppá tað. So stóðu vit
har rúkandi ósamdir. Endin
var, at vit fóru hvønn sín veg,
Niels segði fyri mær aftaná,
at hann gekk næstan niðan
í grótbrotið í Hunsarabotni,
áðrenn ein bilur steðgaði og
bjóðaði honum við. Tað var
Ingi Vardum sáli sum koyrdi
bilin. Eina aðru ferð fóru
vit á Yamaha knallertini hjá
Niels líka til Runavíkar. Tá
var tað eftir oyggjavegnum.
Tá vit komu til tunnillin við
Norðskála, steðgaði Niels, og
vit báðir tóku eina brølapu
upp úr lumanum. Tá flentu
vit eftir hvørjum øðrum, tí
tað var ikki avtalað áðrenn.
Komnir til Runavíkar fóru
vit á Sjómansheimið, at fáa
okkum kaffi, og fyri at ringja
til mammurnar hjá okkum,
aftaná fóru vit allan vegin
heimaftur.
Niels
bleiv
forlovaður
longu sum 17 ella 18 áragamal
við Eyrith, og var hon honum
ein góð kona. Tey høvdu
silvurbrúdleypsdag fyri 2-3
árum síðani. Eg minnist sera
væl, tá Niels fyrstu ferð fór
inná Toftir at heilsa upp á
verforeldrini. Niels dámdi
væl at hava fólk rundan um
seg, sum prestur so beinrakið
segði, so tað var so upplagt,
at hann ikki fór einsamallur
inn á Toftir. Nei vit fóru
einir 4 við honum í bili, tað
flentu vit ofta eftir seinni,
at Yovonna, vermóðir, ikki
visti hvør Niels var, og helt
ein annan av okkum verða
Niels.
Um hesa tíðina í fjør
bleiv staðfest, at Niels hevði
krabba, eitt má sigast um
Niels, hann hevði ótrúliga
gott mót at berjast ímóti
sjúkuni, men so við og við
gekk bara ein veg. Niels og
eg fylgdu Eiriki Rasmussen
til gravar í august í fjør. Frá
kirkjuni koyrdu vit í bili út
á Velbastaðvegin, og fóru
vit tá eina rundferð í kirkju
garðinum, áðrenn líkfylgið
kom. Vit vóru á grøvini hjá
foreldrunum
hjá
Nielsi,
mamma hansara doyði eitt ár
áðrenn Niels. Eisini vóru vit
við grøvina hjá pápa mínum,
og hjá Marjun, systur konu
mína. Vit royndu at finna
gravirnar hjá pápabeiggj
unum hjá Niels, men tað
eydnaðist ikki, tí áðrenn vit
vistu av, kom líkfylgið niðan
gjøgnum kirkjugarðin. Vit
bíðaðu longri uppi og eyg
leiddu fylgið niðan gjøgnum
kirkjugarðin, tá segði Niels
við meg: »Heldur tú, at so
nógv fólk koma at fylgja
mær?« Tá skemtaðu vit okk
um, at tú ætlaði at reisa teg
upp, fyri at hyggja eftir, hvør
var í kirkjuni. Annars vóru
Niels og Eirik stórir Liver
pool fjepparir, báðir vóru
teir í Liverpool at hyggja
eftir tykkara stóra liði; Eirik
í december í 2009, og Niels
miðskeiðis á sumri í 2010,
við allari familju sínari. Har
vóru tit so heppin at sleppa á
eina café eftir dystin saman
við
fleiri
av
Liverpool
leikarunum. Har slapp Ronny
at handa Steven Gerrard
steypið sum besti maður í tí
dystinum. Tað vart tú errin
av, tá tú vísti mær myndir av
Gerrard og Ronny.
Góði Niels hvíl í friði. Til
Eyrith og børnini og abba
børnini,
beiggjarnar
við
familju: Orð eru fátøk, men
Jesus pápi verður hjá tykk
um, tit hava mist ein góðan
mann, pápa, abba og bróðir.
Kári
Minningarorð um
Niels á Krákusteini
Nøvn