Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juni 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. juni 2011 · Nr. 68 12 Sosialurin Tað gingu bert fimm ár, tá var stovnað ein føroysk deild av AI. Tann sum gekk undan var Roland Thom­sen, ein dani, sum tá búði í Føroyum. Føroyska deildin vann sær sjálv­støðuga umboðan í altjóða AI. Hon gjørdist eisini skjótt uppá seg ein tann størsta deildin í altjóða AI. Føroyingur koppaði blóðugan kong Hjá føroyingum kann tað annars hava áhuga, at tann fremsti slóð­arin fyri einum tí fyrsta altjóða manna­ rættindafelagsskapin í heiminum var ein havnarmaður, sum enntá er uppvaksin í grannalagnum hjá føroysku deildini av AI, nevniliga í Bajanstovu beint frammanfyri núverandi Cafe Natúr. Hetta er Daniel J. Danielsen, 1871- 1916, vanliga kallaður Dollin. Hann skapti fortreytirnar fyri stovnanina av Congo Reform Association í 1904. Stutt sagt kann sigast, at hesin felagsskapur í 1908 koppaði belgiska kongin Leopold 2. sum ein blóðugan einaræðisharra í Congo. Tað er skrivað ein forkunnug bók um hansara avrik. Hetta er annars eitt gott dømi um, at føroyingar saktans kunnu gera mun úti í heimi. Anette skrivaði fleiri túsund brøv Tað vóru eldsálir, sum fingu AI í Før­oyum at virka so væl, og sum settu serlig spor eftir seg til dagin í dag. Ein av hesum var Anette Wang, sum doyði 20. juli 2002, 90 ára gom­ ul. Anette var donsk, fødd og upp­ vaksin í Helsingør. Foreldrini vóru Alma og Erik Faber. Pápin var lækni, og í 1897-98 var hann lækni í Havn. Anette var fødd í 1911 saman við eini tvíburasystir, Birgitte. Pápin doyði rættiliga ungur, tá Anette var 18 ára gomul. Hon fór at læra til farmaceut, og aftaná tað fór hon fyrst at arbeiða á apoteki og síðan á heilivágsfyritøkuni Novo Nordisk. Í 1945 fær Anette arbeiði á Tjaldurs Apotek, har hon arbeiddi, til hon legði frá sær fyri aldur. Í Føroyum kemur Anette at kenna Knút Wang. Tey giftast í 1947, og í 1949 taka tey Sverra til sín. Við hesum giftarmáli kemur Anette beint inn í føroyskan politikk. Knút var jú ein kendur og hvassorðaður blaðstjóri á Dagblaðnum, umframt at hann eisini var tingmaður. Sálin í Amnesty International Tað, sum Anette serliga er kend fyri, er hennara arbeiði fyri Am­ nesty International í Føroyum. Hon kundi rættiliga øsa seg um órættvísi í heiminum, og her var ein ítøkiligur møguleiki at gera nakað við tað. Anette var við til at stovna føroysku deildina. Hon var sera virkin í hesum arbeiði inntil nøkur fá ár, áðrenn hon doyði. Nógv av hesum árunum var hon eisini formaður. Tað er eingin ivi um, at Anette eigur stóran part av heiðrinum fyri, at føroyska deildin í mun til fólkatalið hevur hægsta limatal av øllum deildum. Eitt av hennara virkisøkjum var at skriva ”urgent actions”, skundbrøv, ið skuldu skrivast til stjórnir um ávísar fangar. Av slíkum brøvum hevur Anette skrivað í túsundavís (millum 4 og 5.000) á síni gomlu skrivimaskinu, so tað er eingin ivi um, at hon hevur gjørt sín part at geva bølmennunum úti í heimi ringa samvitsku. Tað verður eisini í dag viðurkent, at úrslit spyrjast burtur úr slíkum arbeiði. Í 1992 byrjaði Føroya Blaðmanna­ felag at býta út ”ársins rós”. Anetta var tann sjálvskrivaði móttakarin av hesum heiðuri, og síðan hevur blaðmannafelagið ikki kunnað komið í tankar um nakran annan, sum er verdur henda prís. Valdi Føroyar Knút doyði í 1976, bert 57 ára gamal. Men Anette valdi at vera verandi í Føroyum. Her hevði hon sínar vinir, og tað var ikki minst Amnesty arbeiðið, sum bant hana til Føroyar. Hon búði heima hjá sær sjálvari til tað seinasta. Hetta var tað hon vildi. Her fekk hon ofta vitjan av sínum vinum, sum hon hevði nógvar av. Til tað seinasta brendi hon fyri rættvísi og østi seg um skilaloysi, sum er bæði her og har. Søgan um Lorraine Ein góð søga bæði um Anettu og AI er tann um Lorraine Britten úr Suðurafrika. Hennara samband við Føroyar kom í lag á tann hátt, at føroyska deildin av Amnesty International hevði fingið sakina hjá manni hennara Frank Anthony at arbeiða við. Tað var Anette Wang sum fekk hetta mál. Tað mest ítøkiliga, hon kundi gera í fyrsta umfari, var at hava samband við konuna hjá hesum samvitskufanganum, sum sat á tí kendu fangaoynni Robbin Island, har Mandela eisini sat. Eitt tað fyrsta, Anette gjørdi, var at skriva til hennara, samstundis sum hon eisini sendi okkurt tinganest til børn hennara. Lorraine hevur greitt frá, hvussu stóran týdning júst eitt slíkt bræv hevði, tí nú kendi hon, at tey vóru ikki gloymd av umheiminum. Hon mátti tó fyrst klóra sær í nakkanum, tí sendaralandið Faroe Islands segði henni púrt einki, og hon mátti enntá fáa fatur í eini sjóneyku fyri at síggja tann á kortinum lítla og fjarskotna blettin, haðani brævið var komið. Hetta gjørdist so byrjanin til eitt lívlangt samband við Anette Wang. Hetta samskifti var fyrst og fremst við brævaskifti og við telefonsamrøðum. Tær høvdu eisini høvi at hittast tvær ferðir. Fyrru ferð í Onglandi í 1980, tá Lorraine vitjaði beiggja sín har, og seinnu ferð nøkur ár seinni, tá Anette fór til Suðurafrika at vitja Lorraine og hennara familju. Seinni hava Amnesty fólk eisini vitjað Lorraine, og hava verið stak væl móttikin. Tað havi eg eisini sjálvur roynt. Tá ið Annetta doyði boðaði eg Lorraine frá hesum, og hon skrivaði í svari: »Hetta gjørdist ein merkiligur dagur. Tá eg vaknaði í morgun, kom eg at hugsa um Anette og hennara føðingardag í september. Eg hugsaði um eg skuldi ringja til hana í morgun ella í kvøld fyri at minnast føðingardagin. Hugsa tær til, hvussu skakað eg varð, tá eg seinni um dagin fekk títt bræv við boðunum um, at hon var deyð! Eg var sera sorgarfull. Síðstu ferð eg tosaði við hana í telefon, var ein dagin beint aftaná døgurða. Hon var sera fegin um at tosa við meg, men eg skilti eisini, at hon var sera móð vegna hennara høga aldur. Vit vilja ongantíð gloyma tað Amnesty International hevur sett Føroyar á heimskortið Tann 28. mai vóru liðin 50 ár síðan fyrsta stig varð tikið til at seta á stovn Amnesty International, sum øll hesi árini hevur stríðst fyri mannarættindum um allan heimin. Her eiga Føroyar eisini sín leiklut Miðvikan Her situr Lorraine við skriviborðið hjá Anettu, har hon skrivaði síni fleiri túsund brøv, eisini til Lorraine. Robbin Island, kenda fangaoyggin við Cape Town, har Lorraine vitjaði mannin