Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juni 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 15. juni 2011 · Nr. 68 Sosialurin arbeiði, hon gjørdi fyri Amnesty International. Vit gloyma ikki hennara undurfullu og eggjandi brøv, hon sendi okkum, tá okkara lív var sera hart her í Suðurafrika. Men mest av øllum vilja vit altíð minnast ta undurfullu tíðina, vit vóru saman fyrst í Onglandi og síðan í Suðurafrika. Mín samhugi fer til hennara familju í Danmark og Føroyum og til allar teir vinur kring heimin, sum hon hevði. Tað var eitt forrættur hjá okkum at hava kent hana. Okkara lív var ríkað av hesum kennskapi. Má hennara vakra og kæra sál hvíla í friði.« Vitjan í Føroyum Lorraine segði annars altíð við Anette, at “einaferð fari eg at koma at vitja tykkum”. Hetta gjørdist veruleiki í juli 2004, tá Lorraine kortini skuldi til Bretlands at vitja beiggja sín. Við tí nýggja ferðasambandinum millum Føroyar og London lá væl fyri at koma higar. Hon var her 4. til 8.juli Vitjanin eydnaðist sera væl, og øll vóru fegin um, at henda vitjan veruliga varð komin í lag, hóast tað var harmiligt, at tað ikki eydnaðist Anette at uppliva hetta. Um Lorraine kann sigast, at hon er einastandandi og hevur eina sjáldsama karismu. Harafturat var hon eisini sera vitandi. Hon hevði ein slíkan lívsjáttandi hugburð, sum ein sjáldan møtir. Hóast hon hevur havt tað sera trupult, var ikki farri av beiskleika at merkja á henni. Nú ráddi bert um at koma víðari. Sjálvandi skulu vit læra av søguni, men frammanfyri eru ikki færri trupulleikar í Suðurafrika enn teir, sum vóru. Her er eitt ovurstórt fá­ tækra­dømi og arbeiðsloysi. Krimi­ nali­teturin er ovurhonds stórur. Fólk, sum eru hampiliga væl fyri, liva innigird fyri at tryggja seg móti ráni og stuldri. Týsdagin, 6. juli, var skipað fyri tíðindafundi á skrivstovuni hjá Fiski­mannafelagnum. Høvuðsboðskapurin hjá Lor­ raine var, at hóast vit í Føroyum eru “smá og fá”, so vil eisini tað, sum vit gera her á landi, gera mun úti í heimi. At arbeiða fyri Amnesty International er so ein møguleiki, har hvør einstakur persónliga kann gera ein innsats fyri tey menniskju, sum eru verri fyri enn vit sjálvi. Lorraine var eisini við á lima­ fundi hjá AI, har hon hitti millum onnur fyrrverandi formenn sum Halgir W. Poulsen og Maud Heine­ sen. Tá útbúgving verður ein hóttan Eg hevði eina longri samrøðu við Lorraine í FF-blaðnum, og skal her takast okkurt burturúr henni. Lorraine møtti Frank, tá ið hon var byrjað sína útbúgving. Tey giftust og fingu tvær døtur. Eftir at seinna dóttirin var fødd, varð Frank handtikin. Hann var virkin limur í Unity Movement of South Africa, sum einki hevði við ANC at gera. Frank var ein sera eldhugaður persónur. Hann stríddist fyri betri útbúgvingarmøguleikum fyri tey littu og svørtu og eisini fyri rættvísari býti av jørðini. Hetta var alt mett sum ein hóttan móti stjórnini, og henda rørslan mátti tí berjast niður. Rættarmálið vardi í eitt ár, og hesa tíðina frættist einki frá honum. Lorraine visti ikki, um maðurin var livandi ella deyður. Tað var so, at undir avhoyringum á politi­støðini kundi alt henda við píning og torturi. Tað vóru nógvir fangar, sum ikki komu livandi frá hesum. Sakin endaði við, at Frank varð dømdur seks ára fongsulsrevsing. Revsingina sat hann á kendu fanga­ oynni Robbin Island umleið ein tíma sigling frá Cape Town. Burtursæð frá tí, at fangarnir skuldu liva heilt avbyrgdir frá rest­ ina av samfelagnum, so gjørdist tilveran nakað meira skipað tá. Tað var møguligt hjá Lorraine at vitja mannin hálvan tíma hvønn mánað. Men vitjanin gekk soleiðis fyri seg, at 10 fangar og teirra konur sótu hvør megin eitt borð við glasi ímillum, har tey undir eftirliti kundu tosa saman í telefon. Men so hvørt, sum tíðin gekk, komu vitj­ andi og fangavørðar at kennast, og tey fingu eitt slag av virðing fyri hvørjum øðrum. Tá gjørdist eitt sindur lagaligari við handhevingini av reglunum hjá teimum vitjandi. Familjurnar hjá fangunum fingu ongan fíggjarligan stuðul. Tað lá fyri hjá Lorraine at vitja mannin, tí hon hevði arbeiði og inntøku. Tað lætti eisini um, at hon búði í Cape Town. Onnur, sum ikki vóru so væl fyri, høvdu ongan møguleika at vitja síni avvarðandi á oynni. Á oynni høvdu fangarnar ymisk arbeiði. Men teir fingu eisini møguleika at útbúgva seg gjøgnum brævskeið frá lærdum háskúlum. Samstundis kundu teir skúla hvønn annan um, hvussu teir skuldu skipa samfelagið, tá ið apartheid eina ferð mátti fella. Aftaná at vera latnir leysir var tað trupult hjá nógvum at laga seg til ta familju, sum teir ikki høvdu samband við í so langa tíð. Børnini fingu veruliga ein heilt fremmandan mann inn í húsið. Tá kundi skapa trupulleikar, tá hesin knappliga helt seg hava nakað at siga! Tað hugtakandi við Lorraine var, at hóast alt, sum hon hevði upplivað, so var ikki farri av beisk­ leika í henni, og hon endaði sam­ røðuna við hesum orðum: I have had a very good life, I have been a very happy person.” Hetta er ein søga, sum váttar, at eitt slíkt arbeiði, sum tað hjá Amnesty, loysir seg. Hetta kann bert eggja teimum yngru at halda áfram, har tey eldru hava slept. Tað tykist eisini, sum at AI í dag hevur eldsálir, sum eru til dystin fúsar. Tað eru fleiri aðrar frásagnir um tann týdning, sum Føroya Deild hevur havt fyri samvitskufangar. Maud Heinesen hevði ein spanskan fanga frá Franco-tíðini, sum hon eisini gjørdist vinur við. Tíverri doyði hann av bilvanlukku stutt eftir, at hann var latin leysur og júst var blivin giftur. Men sambandið til Føroyar hevur konan Maria José, sum giftist aftur, hildið heilt fram til nútíðina. Eitt dømi er eisini um ein før­ oyskan Amnestylim, sum í Grikka­ landi hevði hitt ein mann, sum væl visti um Føroyar. Hann hevði sitið fastur undir einaræðinum, sum var. Fyrsta bræv hann fekk í fongslinum var úr Føroyum! Tað hevði hann ikki gloymt. Óli Jacobsen olijacobsen@olivant.fo Komandi partur Í komandi Miðviku verður 21. og fyribils seinasti partur í teirri væl umtóktu røðini um Kristian Djurhuus, fyrrverandi løgmann Her er Anette í góðum selskapi, nevniliga allar floksformenninar, mitt í 1980-unum. Hon hevur handað teimum føroysku týðingina av heimsyvirlýsingini hjá ST um mannarættindi. Formenninir eru f.v. Tordur Niclassen, Atli Dam, Signar á Brúnni, Hilmar Kass, Adolf Hansen, Pauli Ellefsen og Jógvan Sundstein. Anna Maria Persson, táverandi forkvinna í AI, Føroya deild, Lorraine og Jette Hoydal, nevndarlimur. Lynn, dóttir Lorraine, við soninum Luke.