mikudagur 15. juni 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. juni 2011 · Nr. 68
14
Sosialurin
Kjak
Gloymið ikki motorin!
Kári á Rógvi
løgtingsmaður og formaður
í Sjálvstýrisflokkinum
Nú valskeiðið fer at halla, er
høvi bæði at líta afturá og
leggja ætlanir frameftir. Fyri
meg hevur stuðulin um alt
landið havt stóran týdning,
ikki minst úr Eysturoynni.
Farna
vikuskifti
var
Fjarðafestivalur
hildin.
Hetta er dømið um ótrúliga
ágrýtnið og fyritaksemið í
Eysturoynni. Gamli spurn
ingur plagdi at vera, hví ‘illi
maður skuldi eiga øll tey góðu
løgini?’ Tey ‘Har Inni’ svara:
‘góðu løgini skulu setast til
tann góða boðskapin!’
Men ikki bert veruligir
tónar eru góðir í Kelduni;
samkoman hevur eisini sligið
góða tónan ann í vinnuspurn
ingum. Eyðvitað er altíð ringt
hjá tí ríka halda seg á smala
vegnum, men onkursvegna er
gott at tosa ítøkiliga um, hvat
skal leggjast í boðskapin um
hvønn dag í lívi og levnaði at
batna. At savna vinnulísvfólk
at tosa um lívsvirði og góðan
atburð er bert at fegnast um,
vónandi kunnu eisini aðrar
kirkjur taka upp tann sið.
Hetta ágrýtni hjá eystur
oyingum er eyðsýnt á so
mongum økjum, aling, fiski
skapur, fiskavirking, og ikki
minst
mangar
avleiddar
vinnur merkja hesa oynna.
Eysturoyggin kann saktans
kalla seg motorin ella í øllum
førum ein av høvuðsmot
orunum í føroyska búskap
inum.
Sum
maskinmenn
flest eru eysturoyingar eitt
sindur tigandi og álvarsamir,
leggja seg ikki ov nógv út í
prátið, men hava vísdómsorð
á munnu, tá ið teir taka til
máls.
Fyri meg sum ungan ting
mann hevur verið áhuga
vert at sæð, at gott hundr
að eysturoyingar hava valt
meg, eg lá á odda hjá Sjálv
stýrisflokkinum í fleiri enn
10 bygdum, men hesir hava
ikki kravt nógv meira enn
miðvísan sjálvstýrispolitikk
við denti á framburð og
sosial-liberala stevnu. Eyst
uroyingar hava tikið eina
mest undir við Føroyum
sum einum valdømi, og eyst
uroyingar
eru
sterkastu
stuðlar undir miðvísum út
búgvingarpolitikki. Kambs
dalur eigur at gerast minst
líka so spennandi campus
sum hinir deplarnir í Klaks
vík, Tórshavn, Vestmanna
og í Hovi/Porkeri. Harav
átti Kambsdalur serliga at
víst seg sum grund- og eftir
útbúgvingardepil fyri vinnu
tegndan
skúlaskap.
Teir
mongu nýggju skúlabygn
ingarnir kring Skálafjørðin
verða upplagt tengdir at slík
um depli.
Gloymið ikki
minsta blettin
Yrkjarin biður okkum líta yvir
Føroyalandið og ikki gloyma
minsta blettin. Tey virknastu
økini verða ofta gloymd, men
Eysturoygin tykist mestum
ov tolin; høvuðsvegur okk
ara frá brúnni um Streymin
og allavegin norð í tunnils
munnan við Lorvíksfjørð,
alt ov smalur og trupul; hví
kemur ongin tunnil undir
Tangafjørð?; og hví verður
ikki
satsað
stórt
uppá
útbúgving í tilknýti til høv
uðsvinnuna?
Men eru tey tolin, so
eru tey eisini miðvís. Sera
áhugavert var tá ið Eystur
oyar vinnulívsfelag skipaði
fyri kunning um Estland;
verður rætt atborðið, so
kunnu vit vinna á Estlandi
bæði so og so, men fyrsta
stigið er at avlesa taktikkin
hjá teimum.
Stórar avbjóðingar standa
fyri framman, skútan Føroyar
skal stýrast millum boðar
og sker, men vit mugu ikki
gloyma motorarnar ið dríva
skútuna.
Ivasami sam
felagsandi
bankana
Bjørt Samuelsen
tingkvinna
Herfyri stongdi BankNordik
fleiri deildir, teirra millum
bankan í Sandoynni, sum nú
einans hevur opið tann eina
vikudagin. Sethúsaeigarar
og -byggjarar, vinnulív og
aðrir kundar í oynni, mugu
laga seg til tørv bankans,
heldur enn øvut.
Tá ein banki letur aft
ur,
so
signalerar
hetta
tað mótsatta av vón um
vøkstur. At fleiri arbeiðs
pláss
hvørva
nú
stórt
arbeiðsloysi er, strikar ikki
júst undir samfelagssinni.
Arbeiðspláss, sum bankin
neyvan hevði nakað tap av.
Bankarnir
hava
sum
sentralir aktørar í sam
felagsbúskapinum
eina
ovurstóra moralska skyldu
at samvirka til samfelags
liga menning og trivnað í
Føroyum. Júst tí bankarnir
eru mondulurin í okkara
búskapi, ger tað almenna
alt, sum gerast kann, at
lofta bankunum, tá hesir
koma í óføri. Tí er tað
einki minni enn rætt og
rímiligt at vænta av pen
ingastovnunum,
at
teir
hugsa longri enn til bara
egnan fíggjarligan fyrimun,
tá teir velja, hvagar pening
urin til rakstur, umsiting og
menning skal streyma.
Tá bankarnir steingja
deild í einari oyggj, sum er
avskorin frá meginøkinum,
so gevur tað (kanska) pluss
í rokniarki bankans, men
minus í roknistykkinum
fyri menning og trivnaði í
landinum.
Tá bankarnir gjørdu av
at flyta teirra elektronisku
skipanir
til
Danmarkar,
so gav hetta pluss í rokni
stykki bankans. Men, tað
avveitir bæði vitan og pen
ing úr føroysku vinnuni og
samfelagskervinum.
Og tá bankarnir sum
dømi órímiliga leingi lótu
rentuna fyri 1. veðhaldi
liggja á 5,8%, og harvið ikki
fylgdu rentulækkingunum
í grannalondunum. Tá gav
hetta
bankunum
stórt
pluss í rokniarkinum, men
metstórt minus í vælvilj
anum hjá sperdum sethúsa
eigarum.
Tá
bankarnir
hækka
tænastugjøldini, men seta
rentuna fyri lønarkontuna
til 0, so tað reelt kostar at
hava lønarkontuna, sum vit
við lóg eru tvungin at hava
í føroyskum peningastovni.
So gevur tað pluss í rokni
stykki bankans, men kost
ar dýrt í trúfesti hjá við
skiftafólkunum.
Okkum tørvar bankar,
sum ikki gera sær dælt av
væntandi
kapping.
Tað
stendur á í løtuni, at hava
hetta álit á bankunum. Tað
er trúfesti frá kundunum,
sum ger, at BankNordik nú
hevur ráð at keypa danskar
bankar í stórum. Men, so
hvørt, sum ónøgdin við
bankarnar økist, minkar
trúskapurin, tí sjálvandi
vilja vit hava sama frælsi
sum bankin, at koyra okk
ara pengar har, tað loysir
seg best.
Tað er ein átrokandi
politiskur
spurningur,
hvussu vit útvega borgar
unum hetta frælsið.
ØLL hava rætt til sína
kynsligu orientering
Landsnevndin hjá Unga Tjóðveldinum
Unga Tjóðveldið hevur altíð
havt mannarættindi sum
eitt aðalmál og fegnast um
at LGBT Føroyar er komið á
stovn í Føroyum at virka fyri
størri rúmd fyri samkynd,
tvíkynd og transpersónar.
Kynslig
orientering
er
ógvuliga fjølbroytt og ein
partur av samleika hins
einstaka. Uttan mun til
orienteringina hjá tí einstaka,
er tað at ein mannarættur at
kunna vera tryggur og opin
kring sín samleika.
Unga Tjóðveldið tekur
sjálvsagt undir við áskoðan
LGBTs hvørjum kynsligari
orientering viðvíkir og vit
vóna at LGBT Føroyar fer at
virka til týdningarmikið kjak
kring hesi mannarættindi.
Vit eru altíð at heita á, tá
LGBT tørvar hjálp og vilja
meira enn fegin vera við til at
stimbra tolsemi og opinleika
Føroya fólks – øll eiga at
kenna seg væl í heimlandi
sínum.
Við hesum ynskja vit úr
Unga
Tjóðveldinum
enn
einaferð hjartaliga til lukku
við stovnsetingini av LGBT
Føroyum við vón um einum
støðugt
mennandi
kjaki
hesum viðvíkjandi.