mikudagur 15. juni 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 15. juni 2011 · Nr. 68
Sosialurin
Lorem Ipsum
Okkurt lorem ipsum blabla undir tekstur
Leirvík s18
Á bygd er gott at vera
Okkurt lorem ipsum blabla undir tekstur
Viðareiði s20
»Nú fær
tórsvøllur
altjóða dám«
Jákup á Stongum
Arkitektur
Yvirskriftin er tikin av bak
síðuni á Dimmu 07.06.2011
Undir yvirskriftini er
mynd og undir myndini
stendur skrivað: ”Soleiðis
skal tað síggja út í fram
tíðini, tá ið man kemur
gangandi niðan við viðar
lundini framvið hvíldar
heiminum Neina og skal
til Tórsvøll. Eftir ætlan
skulu Bridgehúsið og hinir
bygningarnir
framvið
Gundadalsvegnum takast
niður, og ístaðin verður
eitt opið pláss, sum skal
virka sum inngongdin til
Tórsvøll.”
Og sum skrivað stendur,
sæst á myndini eitt stórt
svart asfalterað forpláss,
helst ætlað til parkering,
og í baksýni stendur ein av
hesum her ófantaliga tungu,
modernaðu kubistisku og
fólkaskýggjandi kassunum,
og tekur ímóti, í skríggjandi
andsøgn til túrin niðan úr
Havnini, framvið Neinu og
viðarlundini.
Á forsíðuni er onnur
mynd. Myrk og døpur við
somu svørtu asfalteraðu
forgrund. Alt uppbygt fyri
at pallseta fýra risamastrar
í 15 milliónaklassanum inn í
heilaða templið Tórsvøll, har
er alljóst meðan gluggarnir í
smáu havnarhúsunum lýsa
sum eygu á útistongdum
revum.
Bert lúsin útlendsk er...
og tað er hon so tíbetur.
Hetta kundi Havnin, við
sínum fólki, gjørt betur!
Einaferð varð vøllurin á
Eiði valdur til vakrasta stað
til fótbólt og Svangaskarð
stendur lítið aftanfyri. Runt
landið finnur tú vøll um
vøll, liggjandi natúrvakurt
og innbjóðandi. Í stórari
andsøgn til nýggja Tórsvøll,
er tað langa ljósa føroyska
summarnáttin sum myndar
spælið.
Í Havn liggur ovari
vøllur í Gundadali vakrast.
Verandi Tórsvøllur spilti
spælið. Tilvildarliga lagdur,
og rundanum helt tilvildin
fram. Bygdur úr papp
mashe, kann hann lætt
rívast niður, ongin grund er
til at skera hann út í papp.
Geri Ovara vøll í Gunda
dali um til Tórsvøll. Her eru
HB- og B36-húsið. Byggi
FSF-hús ímillum og byggi
nýtt fólkavinarligt áskoð
araskýli hinumegin. Lati
hendan tykkara altjóða
leikvøll lata seg upp oman
móti Havnini har forplássið
er verðandi Tórsvøllur og
Niðari vøllur- sum venj
ingarvøllir- skrýddir í grøn
um og í grønum bundnir
saman við Neinu og viðar
lundini.
Saktans klára tit at
byggja Listasavnið út í hesi
gráu grønsonu eisini.
Høllin á Nabb er ein av
fáum byggivarðum í Havn,
ikki byggilistarliga men í
staðseting. Sanniliga hevði
hon eisini verið glað fyri
at verandi Tórsvøllur varð
friðarlig grønsona, umgird
av ”double upp” Gunda
dalshøll og speglvendari
fimishøll!
Skilji hvør ið skilja vil.
Men í síðsta enda byggja
tit
havnarmenn
lands
stadion til okkum bygda
menn. Onki rokni eg við at
tit leita tykkum út á bygd
eftir arkitektum, men skal
Havnin verða eitt kraft
sentur fyri at fáa vælút
búgvið fólk heim aftur á
klettarnar, so gerið nyttu
av teimum sum tit longu
hava!
Eitt er heilt vist: bygda
fólk letur seg ikki lokka
av Dinosaurum, hvørki tí
fyrsta ella tí síðsta. Og um
bygdarfólk ikki tíma at vitja
tykkum. Hvør skal so?
Kristindómur og kirkja
í stjórnarskipanini
Svar til Hergeir Staksberg
Sjúrður Skaale
Hergeir Staksberg er mis
nøgdur við tað, sum uppskot
ið til stjórnarskipan sigur
um trúarfrælsi. Hann tekur
í grein um dagarnar fleiri
viðkomandi spurningar upp
og sigur, at tey, sum vara av
uppskotinum, "skylda bæði
mær og Føroya fólki eina
frágreiðing", sum hann tekur
til.
Eg skal her svara fyri
meg.
Fyrsta stykkið í greinini
heldur Hergeir vera í lagi.
Har stendur, at "Øll eiga rætt
at trúgva og útinna sína
trúgv".
Men hann er sera mis
nøgdur við annað stykki,
sum sigur, at "Kristnitrúnni
kunnu verða veittar serligar
sømdir, tó uttan at gera seg
inn á aðrar fatanir.”
Hergeir heldur, at hetta
er at geva kristindóminum
serstatus - og at tað í sjálvum
sær ER at gera seg inn á aðrar
fatanir.
Og so spyr hann, "hví
kristindómurin verður rað
festur hægri enn alt annað
í eini paragraff, sum skal
tryggja okkum, at alt er á
jøvnum føti."
Hergeir hevur rætt. Her
verður gjørdur munur á.
Men tað haldi eg vera í
lagi. Tí tað er ikki soleiðis,
at kristindómurin púra til
vildarliga
verður
valdur
burturúr, soleiðis sum Her
geir vil gera tað til, tá hann
samanber tað við at geva
"fólki við gummiskóm, bláum
kovboybuksum og einum
kambi í reyvalummanum"
serligar sømdir.
Føroyar hanga ikki í leysari
luft. Vit standa á einum
mentanarligum grundvølli
- og hesum grundvølli er
kristindómurin partur av.
Hann hevur í øldir verið tann
avgerandi fatanarkringurin í
Føroyum - bæði hjá kristnum
og heidnum.
Tað sæst t.d. aftur í
okkara álmanakka. Vit hava
øll - bæði kristin og ateistar
- júst hildið frí, tí tað var
hvítusunna. Vit halda eisini
øll somul bæði jól og páskir
og sunnudag. Og tað byggir
alt á kristindómin. Vit kundu
sagt, at okkara álmanakki
gevur kristindóminum "ser
sømdir".
Í okkara dagligu talu
tosa vit um, at »tað er sum
Dávid móti Goliath«, »hann
hevur eitt Jobs tol« ella at
»tað er sum at kasta perlur
fyri svín" og mangt, mangt
annað. Eisini tað byggir
á kristindómin. Vit hava
kristni í skúlanum - ikki tí
tað skal prædikast, men tí
børnini skulu læra um ein
part av upphavinum til okk
ara mentan.
Bæði tilvitað og ótilvit
að byggir okkara samfelag
á kristindómin - og at tað
endurspeglast
í
stjórnar
skipani, er eftir mínum tykki
bæði náttúrligt og neyðugt.
Fólkakirkjan
Hergeir er eisini ónøgdur
við triðja stykki í hesi grein
ini, har tað stendur, at
“Fólkakirkjan eigur lut eftir
gomlum siði.”
Hann spyr m.a. "hvønn lut
og hvønn sið er talan um", og
um endamálið er at tryggja,
at "mann ongantíð kann
loysa kirkju frá stati".
Her eri eg samdur við
Hergeiri! Hóast orðingin er
opin og gevur góða rúmd fyri
tulkingum, so er hon óneyð
ug.
Eg havi tí, við hesum
grundgevingum, skotið upp,
at greinin verður strikað:
"Spurningurin
um,
hvørja støðu fólkakirkjan
skal hava í samfelagnum, er
sera stórur og prinsipiellur.
Í Svøríki hava tey valt at
skilja sundur kirkju og stat,
og hesin spurningur verður
nógv umrøddur í øllum
vesturheiminum. Í Føroyum
er spurningurin ikki minst
viðkomandi orsakað av, at ein
stórur partur av trúarlívinum
fer fram aðrastaðni enn
í fólkakirkjuni. Tað snýr
seg sostatt ikki bara um
sekularisering ella ikki - tað
snýr seg eisini um, hvørt vit
í
stjórnarskipanini
skulu
áseta, at ein kirkja skal takast
fram um aðrar.
Tað stendur greitt, at
kristnitrúnni kunnu verða
veittar serligar sømdir. Og
tað er heilt natúrligt, tá vit
hava í huga okkara søgu og
mentan. Men í stk. 3 fara vit
víðari og taka eina kirkju
fram um aðrar. Millum hesu
bæði er ein prinsipiellur
munur.
Vit eiga eisini at hava í
huga, at fyri tað, um tað ikki
stendur í stjórnarskipanini,
at so skal vera, so er eingin
forðing fyri, at fólkakirkjan
eisini í framtíðini fer at
eiga lut eftir gomlum siði.
Stendur tað ikki, KANN tað
vera so. Stendur tað, SKAL
tað vera so."
Eg kann leggja afturat, at
ein av teimum lutum, sum
fólkakirkjan eftir mínum
tykki IKKI skal eiga "eftir
gomlum siði", er tann primera
skrásetingin av børnum.
Tað hevði verið løgið fyri
meg, um eg skuldi í salin
hjá Jehova vitnum at skrá
sett mítt barn. Og eg veit,
at summir ateistar og frí
kirkjufólk ikki halda tað
vera rætt, at ein kirkja, sum
tey ikki hoyra til, skal hava
hetta um hendi. Hetta átti -
sum fleiri prestar eisini hava
víst á - at verið ein uppgáva
hjá fólkayvirlitinum.