mikudagur 15. juni 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. juni 2011 · Nr. 68
16
Sosialurin
Kjak
Útbúgving steðgar fráflyting
Teitur Vágadal
sjúkrarøktarfrøðislesandi og valevni Sjálvstýrisfloksins
Føroyar uppliva fráflyting.
Tað er eingin loyna. Men
eitt hava vit lyndi til at
gloyma. Øll lond uppliva eina
fráflyting. Spurningurin, er
bara, hvussu stór fráflytingin
er. Flestu lond hava ikki so
stóra fráflyting, men Føroyar
hava eina stóra fráflyting.
Hvat er so annaðleiðis við
Føroyum, kunnu vit spyrja?
Er tað tí at føroyingar eru
nakrir ómentaðir holubúgv
ar, sum ikki hava nakað at
bjóða
nýmotans
altjóða
gjørdum mentaðum fólki? Eg
haldi ikki at hatta er trupul
leikin. Eg skal enntá vera so
óføroyskur, og siga at eg veit,
hvat trupulleikin er!
Hyggja vit eftir fólkatal
inum í Føroyum og serliga
aldursbýtinum, hvussu mong
vit eru, síggja vit eitt ræðandi
mynstur. Men eitt mynstur,
sum heilt einfalt fortelur
okkum, hvar trupulleikin er.
Nøkur fá tøl:
Sí talvu 1
Útfrá hesari talvu síggja
vit greitt, hvussu býtið er í
fólkatalinum. Ein árgangur
liggur á umleið 700-800 fólk.
Og í Føroyum hava vit eisini
eitt gott burðartal, altso talið
fyri føðingar fyri hvørja
kvinnu í burðardyggum aldri.
Tað er at gleðast um.
Men vit kenna øll til tað
famøsu kreppuna í 90inum.
Tað er nú skjótt 20 ár síðani,
so hví skulu vit áhaldandi
hoyra um hana?
Nøkur fá tøl aftrat:
Sí talvu 2
Somu árgangir, men heilt
onnur tøl. Hvør árgangur
er minkaður nógv, við heilt
fáum undantøkum, ja faktiskt
bert einum undantakið. Hvat
er hent, kann spyrjast?
Fráflytingin var stór, men
síðan tá hava Føroyar, jú havt
góðar tíðir. So hví eru tølini
framvegis skeiv?
Als var ikki stovnað fyrr
enn í 90unum, so har gluppu
nøkur
fólk.
Nógv,
sum
gjørdust arbeiðsleys, høvdu
næstan einki annað val enn
at fara til Danmarkar og til
eina betri skipan og betri
umstøður. Tað er nátturligt.
Breyð og tak yvur høvdið eru
lívsneyðug.
Men nú hava vit Als, og
hava havt Als leingi. Men
tølini eru framvegis ikki
broyt til tað betra. Tað tykist
bara at ganga niður eftir
bakka.
Hví takið eg so bara
tey ungu? Vit síggja hetta
mynstri bara hjá teimum
ungu. Vit síggja ikki sama
mynstur í øðrum aldurs
bólkum. Vit síggja tað sama
mynstri ár undan árið, sjálvt
um tíðirnar vóru góðar.
Hví útbúgving?
Tí at útbúgving steðgar ung
dómi at fara av landinum.
Ungdómur fer av landinum,
tí at í útlondum kann hann
útbúgva seg.
Í 90unum fóru nógv av
landinum at útbúgva seg, tí
at tey høvdu einki annað val.
Vinnan megnaði ikki at bjóða
teimum nakað. Landið hevði
onga útbúgving at bjóða
teimum. So har var bara eitt
at gera, at stinga í posa og
sekk, og leita aðrar leiðir.
Vit hava fingið nøkur
av teimum heim aftur, men
slettis ikki øll. Hví? Tí at tey
gera tað sama sum øll onnur.
Finna sær ein maka, fáa børn,
keypa hús/íbúð, tey fáa sær
allan pakkan og festa røtur.
Sum vit øll onnur.
Hvat skulu vit so gera? Vit
mugu halda teimum aftur
so leingi, sum møguligt. Vit
mugu tryggja okkum at tey
fáa sær allan pakkan. Vit
mugu tryggja okkum at tey
finna makan í Føroyum,
fáa børn í Føroyum, keypa
hús/íbúð í Føroyum. Hetta
eru vit noydd til at gera,
fyri at Føroyar skulu hava
eina framtíð. Tað er heilt
einfalt. Um ung ikki búseta
seg í Føroyum, so veksur
fólkatalið ikki.
Fólkavøksturin í Føroyum
er í minking.
Í 2010 var fólkavøksturin
heili 6 fólk! Ì 1987 var hann
633!
Bjóða vit ungum útbúgv
ing, so bjóða vit teimum eisini
eina framtíð í Føroyum. Hava
ung eina framtíð í Føroyum,
so hevur Føroyar eisini eina
framtíð.
Fróðskaparsetur
Føroya
Í fjør byrjaðu 213 nýggj les
andi. Í ár verður tað ikki
líka nógv, tíanverri. Játtanin
er hækkað tey seinastu
árini, men har restar nógv
í. Føroyar hava forsømt
útbúgving í alt ov mong
ár, men eru í ferð við at fáa
eyguni upp fyri útbúgving.
Hetta er at gleðast um, men
vit mugu ikki sova í tím
anum hesuferð. Vantandi
fólkavøkstur, vísur at áhugin
ella møguleikin fyri at vera í
Føroyum er ikki nóg væl til
staðar.
Sjálvstýrisflokkurin hev
ur seinastu árini víst á henda
lívsneyðuga tørv, og fara vit
áhaldandi at vísa á útúgving.
Útbúgving er støðug, ungfólk
vilja
altíð
útbúgva
seg,
spurningurin er bara hvar.
Sjálvstýrisflokkurin hev
ur eisini havt fleiri lógar
uppskot,
til
frama
fyri
útbúgving, men eru tey tían
verri ikki tikin till eftirtektar
og hevur kjakið heldur ikki
verið til staðar í Løgtingin
um.
Játtanin til Setri skal
hækkast enn meira, hjálpin
til lesandi skal gerast enn
betur, stuðulin má økjast
meira, so tey ikki søkja sær
aðrar leiðir. Har, sum maturin
smakkar best fara flest.
Tískil eru vit noydd til at
hugsa um tey ungu. Hugsa
vit ikki um tey, so gloyma
vit tey, og so stinga tey av til
Danmarkar ella aðra staðni.
WIFI Hot
spots til allar
Føroyar er eitt
politisk mál!
Levi Mørk
valevni fyri allar Føroyar
Javnaðarflokkurin
Eitt av mínum hjartamálum
í býráðnum í Havn er at
betra um KT- tænastur til
borgaran, við at seta so
kallað
WIFI-
hotspottir
upp í høvuðsstaðnum, tað
gongur framá við tí ætl
anini og eitt nú er komi frítt
tráðleyst internet býar
bókasavninum.
Har
ung
dómar, vitjandi, ferðandi
og onnur gleðast um hesa
tænastu.
Samtykt er eisini í bý
ráðnum í Tórshavn, at
nýggju bussarnar skulu
hava hesa skipan áðrenn 1.
sep. 2011. Somuleiðis verður
arbeitt við, at henda skipan
skal vera í øllum bygningum
hjá Tórshavnar kommunu,
til frama fyri eina góða
tænastu til borgaran.
Tráðleyst internet, er
eisini eitt av mínum
høvuðsmálum til
løgtingsvalið
– Um onkur skuldi ivast,
so verður hetta eisini eitt
av mínum hjartamálum til
komandi løgtingsval, har
endamálið í fyrsta umfarið
er, at fáa tráðleyst internet
til allar almennir bygningar
hjá landinum, har tað er
átrokandi.
Her hugsi eg um; skúlar,
studentaskúlar,
strand
faraskipini, sjúkrahúsini og
bygdaleiðir hjá landinum.
Eitt nú er henda skipan
ymsa staðir sum nú er,
á læraraskúlanum og á
Landssjúkrahúsinum,
og
tað er frálíkt. Men, enn er
langur vegur á mál.
Vit skulu eisini endur
skoða
lógirnar
hesum
viðvíkjandi,
soleiðis
at
internet tænastan verður
meira frí til frama fyri
allar føroyingar, vitjandi,
ferðandi og onnur. Eisini
skal takast hædd fyri
í lógunum, hvat er ein
tænasta og ikki, við
atliti tað almenna og tað
privata.
Tað besta hevði verið
um allar Føroyar vóru ein
hotspottur, men tað er nokk
ein langur vegur.
Um allar Føroyar bleiv
ein fríur hotspottur, er
einki at ivast í, at tað hevði
verið eitt gott íkast til tað
føroyska samfelagið.
Um vit vilja vísa áræði
og hugsa um nýggjar vinnu
møguleikar, so er tráðleyst
internet um alt landið ein
góð íløga til okkum øll.
Eg ivist heldur ikki í, um
vit vilja og tora frá polit
iskari síðu, fer tráðleyst
internet til allar Føroyar,
at geva okkum føroyingum
stórar inntøkur langt inn i
framtíðina.
Harvið verður ræðu
myndin sum vit eru hótt
av, blivið til eina fólka
menning.
Talva 1
Talva 2