Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. januar 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Dan Nielsen verður býráðsformað- ur á Tvøroyri til Páll Vang kemur fyri seg aftur Dan býráðsfor- maður á Tvøroyri Nú hevur Dan Nielsen tik- ið við sum býráðsfor- maður á Tvøroyri. Og tað starvið skal hann røkja til valdi býráðsformaðurin, Páll, Vang kemur aftur. Tað var á fundi mána- dagin, at Tvøroyrar Bý- ráð umskipaði seg. Sam- tykt varð, at næsti maður á samgongulistanum tók sæti í býráðnum fyri Páll Vang. Tað er Finnleif Guttesen, sum sostatt nú er komin í Tvøroyrar Býráð. Samstundis tekur vara- býráðsformaðurin, Dan Nielsen, við sum býráðs- formaður. Finnleif Gutte- sen tekur nú sæti í teimum nevndum, sum Dan Niel- sen hevur verið í. Talan er um teknisku nevnd, ment- amálanevnd, vinnunevnd, brunanevnd og ferðslu- nevnd, og tær skipa seg nú av nýggjum. Dan Nielsen arbeiðis í Føroya Banka, men hað- ani fer hann í farloyvi frá 1. februar fyri verða bý- ráðsformaður fulla tíð. Alt hetta er ein avleið- ing av, at valdi býráðs- formaðurin, Páll Vang bleiv brádliga illa sjúkur á jólum: Hann er í viðgerð á donskum sjúkrahúsi og útlit eru til, at tað gongur nakað av tíð, áðrenn hann verður arbeiðsførur aftur. –Áki– Uppsagnirnar skulu nú takast aftur ÁKI BERTHOLDSEN – Eg kann veita vissu fyri, at uppsagnirnar á Suðuroyar Sjúkrahúsi verða tiknar aft- ur. Sigur Hergeir Nielsen, løgtingsmaður úr Suður- oynni. Hann er einsamallur suð- uroyingur í samgonguni. Og vit hava spurt hann, um hann ætlar at gera nakað fyri at hjálpa Suðuroyar Sjúkrahúsi burturúr teim- um trupulleikum, tað er komið í, eftir at tað ikki fekk nokk av peningi til at varð- veita raksturin á sama støði sum í fjør. Fyribils avleiðingarnar eru í stuttum, at fýra størv eru niðurløgd. Harðast er fysioterapiin rakt, har øll tann ambulanta viðgerðin verður niðurløgd. Í fjør gingu 263 fólk til ambulanta viðgerð. Somuleiðis er ein tekn- ikari uppsagdur og sostatt er ongin at gera tól aftur, sum fara aftaná vanliga ar- beiðstíð. Harumframt eru eisini aðrar sparingar framdar. Og harafturat er eitt fólk sagt upp í leiðbeiningini og 1/2 í køkini. Verða tiknar aftur Hergeir Nielsen sigur, at síðani tað kom fram, at tað bleiv neyðugt við sparing- um á Suðuroyar Sjúkrahúsi, hevur hann arbeitt av kraft saman við samgongan fyri at finna eina loysn. Og hann sigur, at sam- gongan skilir, at tær spar- ingarnar, sum eru settar í verk, bera ikki til. Og tí kann hann siga útfrá síni bestu sannføring, at tað verða ongar uppsagnir á Suðuroyar Sjúkrahúsi í ár – Tær uppsagnir, sum longu eru sendar, verða tí- skil eisini tiknar aftur. – Tí tað kann ikki góð- takast, at so nógv fólk skulu svíða, bara tí at tað er neyð- ugt at spara nakrar hundr- aðtúsund krónur, sum tað nú er talan um. Í øllum førum kann hann longu veita vissu fyri, at fysioterapiin og tekniska deild verða ikki skerd, tí tað gongur beinleiðis útyvir tænasturnar til sjúklingin. – Tað kemur ikki uppá tal at tann ambulanta fysiotera- piin verður niðurløgf og at tekniska deild skal skerjast so at ongin skal vera at gera tól aftur aftaná arbeiðstíð. Royna at útvega pen- ing Løgtingsmaðurin sigur, at í løtuni verður arbeitt við at útvega pening til at rakst- urin á Suðuroyar Sjúkrahúsi kann halda fram óbroyttur í ár. Men enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvar pen- ingurin skal finnast. Tó vísir hann á, at tá ið fíggjarkarmarnir uppruna- liga vórðu lætnir teimum ymsu aðalstýrinum í sam- bandið við fíggjarlógina fyri í ár, fekk almanna og heilsumálastýrið 115 milli- ónir eyka. – Og tað er í hesum 115 milliónunum, at tað má bera til at finna tær fáu hundr- aðtúsund krónurnar, sum skulu til fyri at varðveita trygdina og tænastuna á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sigur Hergeir Nielsen. Men hann leggur afturat, at tað er ikki loyvt at flyta pening ímillum ymisk rakstrarstøð, so eyðvitað skal løgtingið eisini upp í málið. Hann veit ikki, nær málið verður loyst. Men tað verður í næstu framtíð og í øllum førum verður tað áðr- enn uppsagnirnar, sum eru settar í verk, koma í gildið. – Men tað er harmiligt, at fólk skulu liva í óvissu hesa tíðina, leggur hann afturat. Visti onki Annars skilir Hergeir Niel- sen ikki rættiliga, hví Suð- uroyar Sjúkrahús er komið í hesa støðuna. –Tá ið landsstýrið legði uppskotið til fíggjarætlan fram, varð víst á, at starvs- fólkatalið á Suðuroyar Sjúkrahúsið bleiv varðveitt. – Og so seint sum eina viku, áðrenn fíggjarnevndin skrivaði álitið til fíggjarlóg- ina, fekk eg at vita, at tað fekk ongar avleiðingar fyri Suðuroyar Sjúkrahús. – Ei heldur fingu vit nakra sum helst ábending aðrastaðni frá um, at hetta fór at føra sparingar við sær. – Eg fekk eisini at vita frá Helenu Dam á Neysta- bø, at sjúkrahúsið fekk fult endurgjald fyri lønarhækk- ingarnar. Hann vísir samstundis á, at av teimum trimum sjúkrahúsinum var tað Suð- uroyar Sjúkrahús, sum fekk tað størstu hækkingina. Óvguliga óheppið Hergeir Nielsen sigur, at tað er ógvuliga óheppið fyri tingræðið, at tað ikki ber til at líta á teir upplýsingar, sum landsstýrið leggur fyri tingið. Og hann ætlar sær nú at kanna, hvar í skipanini tað er, at tað haltar og hvar í brekini eru, so at tað verður bøtt um hetta til eina aðru ferð. – Nú skal Suðuroyar Sjúkrahús hava meiri pening, tí samgongan skilir, at sparitiltøkini, sum eru sett í verk, bera als ikki til, sigur Hergeir Nielsen – Niðurlegging kemur ikki upp á tal. Antin hava vit eitt sjúkrahús, sum er á sama støði sum í dag, ella hava vit onki, sigur Hergeir Nielsen Í tíðindasendingini kl. 18.30 í gjárkvøldið bar útvarpið tey tíðindi, at ætlanin er at siga tveim- um fysioterapeutum á Suðuroyar Sjúkrahúsi upp. Tað undrar okkum sum fakfelag at frætta slíkt gjøgnum fjølmiðlarnar, tí eftir § 18 í sáttmálanum millum Fíggjarmálastýri og Føroyskar Fysiotera- peutar stendur greitt, at ætlaðar uppsagnir skulu fráboðast Føroyskum Fysioterapeutum skriv- liga, soleiðis at felagið og setanarmyndugleikin (tygum) kunnu royna at sleppa undan ætlaðu upp- sagnunum. Hetta kunnu vit bara staðfesta, at tygum ikki hava gjørt í hesum føri. Hetta er brot á sáttmálan, sum vit ikki óátalað kunnu lata fara aftur við borðinum. Vit skulu tí við hesum harðliga átala ta framferð, ið hevur verið nýtt í hes- um máli, við vón um, at slíkt ikki endurtekur seg. Føroyskir Fysiotera- peutar mótmæla við hes- um fráboðaðu uppsagnu- num av fysioterapeutum á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tórshavn 15. januar 2000 Føroyskir Fysioterapeutar Fyrioterapeutar mótmæla upp- sagnum á Tvøroyri 3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 13 - 20. januar 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Niclas Johannesen Yngd: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Eitt gott íkast Ferðavinnan kastar hundrað milliónir krón- ur av sær um summarið. Tað vísir kanning- in, sum Ferðaráð Føroya bað gransking- ardepilin á Bornholm gera. Hetta fyrsta útgreinaða úrslitið í kanningini er stak á- hugavert, hóast vit enn ikki kenna úrslitið til fulnar. Tá kanningarúrslitið vísir, at ferðavinnan kastar hundrað milliónir krónur av sær, so er heilt greitt, at hon kastar upp aftur meiri av sær. Eftir tíðindaskrivinum at døma, virkar ikki sum at flutningsfeløgini eru við í uppgerðini, og bæði føroysku skipafeløgini og føroyska flogfelagið leggja nakað væl eftir seg eisini. Harafturat koma óivað smærri inntøkur her og har, sum neyvan eru við í uppgerðini. Bæði hetta greinaða úrslitið og tað, sum kom fram úr kanningini fyri einum tveimum mánaðum síðani, gevur Ferðaráðnum og ferðavinnuni nakað at arbeiða við. Vit hava nú vissu fyri, at tey stívliga 20.000 ferða- fólkini á sumri geva eitt búskaparligt íkast, sum er oman fyri hundrað milliónir krónur. Harafturat vita vit nú, hvør serliga vitjar Føroyar og hvørji áhugamál tey hava. Hetta skuldi givið ferðavinnuni møguleikar fyri at ýta neyvari av, og leggja ta kós, sum í longdini skuldi givið mest av sær. Sjálvandi skulu vit royna at fáa fleiri ferðafólk til landið - og eisini skulu vit royna at fáa tey at koma fyrr og seinri á ári - men vit mugu fyrst og fremst kunna skapa fleiri og betri tilboð. V. ø. o. skulu vit hugsa um dygdina bæði í tænastum og tilboðum. Hóast ferðafólk sum heild eru nøgd, er enn nógv sum haltar og kundi verið betri. Nú skal nýggjur stjóri setast fyri Ferðaráð Føroya. Undanfarnu stjórar hava fingið stovnin at koyra rættiliga væl og harafturat eru fleiri átøk gjørd. T. d. seinasta kanningin hjá granskingardeplinumá Bornholm, marknaðarkanningin, skipanin við kunning- arstovunum, tí føroyska ferðafaldaranum og onnur tiltøk við. Hetta skuldi givið tí komandi leiðaranum eitt gott støði at arbeitt víðari á. Men tá hetta er sagt, so má Vinnumála- stýrið eisini syrgja fyri, at skipanin við Ferða- ráðnum verður í samljóð við ta nýggju stýrisskipanarlógina. Út frá einum leik- manna sjónarmiði tykist sum um, at lóg og reglur um Ferðaráðið við einum stýri, sum hevur rættiliga stórt vald - eisini yvir stjóra- num - ikki er í samljóð við stýrisskipanina. Men tað eiga løgfrøðingar at meta um. Og koma teir til somu niðurstøðu, so má skipanin broytast til eitt ráðgevandi ráð. Enn er Ferðavinnan í eini uppbyggingartíð, men nú er prógvað, at hon kastar nakað av sær, so nú má hon fáa ein tjans at menna seg upp aftur meiri. Sámal og Jóhannes konsert í Havn og Runavík EIRIKUR LINDENSKOV Kunningarstovan í Eysturoy boðar frá, at Konsertfelagið skipar fyri konsert við Sám- al Petersen og Jóhannes Andreassen verður í bý- ráðshøllini í Runavík kvøld klokkan 20:30. Sunnudagin klokkan 16 verður seinna konsertin við teimum báðum í Lærara- skúlahøllini í Havn. Á skránni á konsertunum eru verk frá barokktíðini, m. a. eftir Bach og Händel. Sámal Petersen, sum er 35 ára gamal, hevur gingið á musikkskúla í Wien í Eysturíki og Odense. Hann hevur undirvíst í violin síð- ani 1995 - og undirvísir hann eftir kendu Susuki skipanini. Sámal er konsert- meistari hjá Føroya Sym- foniorkestri og spælir við vælkenda kamarorkestri- num, Aldubáruni. Jóhannes Andreassen hevur eisini gingið á mus- ikkskúla í Wien í Eysturríki. Eisini hevur hann lisið í London. Í eitt trý ára skeið hevði Jóannes um hendi klaverfylgispæl við musikk- skúlan í Kópavági í Íslandi. Hann hevur við jøvnum millumbilum síðani 1986 undirvíst í klaverspæli í Musikkskúla Føroya. Eins og Sámal spælir Jóhannes eisini við Aldubáruni. Báðir hava teir eisini havt fleiri framførslur uttanlands og verða roknaðir sum tveir av okkara dugnaligastu tón- leikarum. Jyllands-Posturin rullaði í Føroyum EIRIKUR LINDENSKOV Í síðstu viku sást bilur hjá Jyllands-Posten rulla kring oyggjarnar. Tað vóru teir báðir, myndamaðurin Mort- en Fauerby, og blaðmaðurin Lars Bo Kirk, sum vóru komnir til Føroya eftir »posi- tivum søgum«, sum teir mál- bóru seg. Lars Bo Kirk kenn- ir væl Føroyar, tí hann hevur ættarbond hendanvegin. Omman er úr Oyndarfirði, dóttir Jústines Eidesgaard úr Oyndarfirði. Jyllands-Posturin hevur havt eina rullandi redaktión, JP Explorer, sum hevur koyrt kring heimin. Hetta gav teimum hugskotið at senda eina líknandi redak- tión á ferð í Danmark – sum aftur gav hesum báðum starvsfeløgunum hugskotið at »rulla« til Føroya eftir »øðrvísi« søgum. — Vit settu okkum tvinn- ar treytir, áðrenn vit fóru: Vit skuldu ikki tosa við serfrøð- ingar og ikki við politikarar. Hetta var tað einasta, sum lá fast, greiðir Lars Bo Kirk frá yvir ein kaffimunn, tá hann vitjaði í blaðhúsinum á Argj- um fríggjadagin. – Vit vóru troyttir av øll- um teimum negativu søgu- num, sum vit hava hoyrt úr Føroyum seinastu árini. Tá eg sjálvur havi verið her fyrr og kenni landið, so fekk eg hugskotið til hesa ferðina, sigur hann. Talan var um eina »dis- countferð«, greiða teir frá. Teir nógvu pengarnir vórðu ikki settir av til túrin. Teir hava ein gamlan vørubil, har teir fáa sovið - hóast teir fleiri nætur flýddu inn á sjómans- heimið, tí tað var so kalt at sova í bilinum, siga teir. Teir hava útgerð við, so teir fáa latið tilfarið til blað- ið beinleiðis frá bilinum. Við eini farteldu, eini fartelefon og einum digitalum mynda- tóli fáa teir sent myndir og tekst beinleiðis til blaðhúsið í Jyllandi. Teir vóru væl nøgdir við førningin, teir fingu við sær. Tá teir vitjaðu á Sosialinum høvdu teir júst verið í Gása- dali, har teir høvdu fylgt postmanninum - og skriva á- hugaverda søgu um tað. Annars høvdu teir vitjað á Margarinfabrikkini í Havn, har teir hittu ungdómin, á politistøðini í Havn, har teir m. a. hava hitt ein dana, ið sum hálvur føroyingur hev- ur funnið sær starv í Føroy- um. Tá teir fóru higani løgdu teir til brots inn á Skála- fjørðin til føroyskan dans, sum var at lesa og síggja í Jyllands-Postinum mána- dagin. Til bar eisini at hoyra dansin á heimasíðuni hjá Jyllands-Postinum mána- dagin. Morten Fauerby og Lars Bo Kirk. Aftanfyri síggjast rullandi redaktiónirnar hjá Sosialinum og Jyllandspostinum Jens Kristian Vang Sámal Petersen og Jó- hannes Andreasen hava konsert í Runavík í kvøld og í Havn sunnudagin Ford Fiesta 1,8 Diesel '91 101.000 49.000,- Ford Escort 1,6i CLX '95 85.000 84.000,- Ford Escort 1,6i CLX '95 45.000 89.000,- Ford Escort 1,6i CLX '95 48.000 89.000,- Ford Escort 1,8D '95 123.000 99.000,- Ford Escort 1,8D 3 H. '95 44.000 99.000,- Ford Escort XR3i '87 153.000 25.000,- Citröen 1,6i ZX 5 H. '91 - 59.000,- Ford Fiesta 1,25i '96 13.000 83.000,- Ford Fiesta 1,3i '96 28.000 83.000,- Ford Escort 1,4i CLX '95 20.000 64.000,- Ford Fiesta 1,25i '96 36.000 89.000,- Ford Mondeo 1,8i '93 180.000 90.000,- Ford Escort 1,6i '97 62.000 94.000,- Ford Fiesta 1,8D '97 35.000 94.000,- Merki: Skrás.: Km.: Prísur: Sosialurin - 311820 Bjóðar røttu brúktbila- loysnina til rætta prísin. Goymslan er á tremur við hágóðskubilum til nógv niðursettar prísir www.wenzel.fo