hósdagur 20. januar 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 13 - 20. januar 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 13 - 20. januar 2000
EYÐUN KLAKSTEIN
Fyrsti danin í rumdini kann
gerast ein føroyingur.
Gloym alt um Robinson-
ferðina til eina oynna oyggj,
har gerandisligt stríð og
grátur er undirhaldið.
Danska sjónvarpsrásin
TV2 tilrættaleggur í løtuni
eina nýskapandi sendirøð,
har endamálið við sending-
unum er at finna fram til
fyrsta danan, sum verður
sendur út í rúmdina.
Føroyski produsarin Per
Zachariasen er settur sum
produsari av nýggja flagg-
skipinum hjá TV2, og før-
oyingar fáa eisini møguleik-
an at verða við.
- Eg havi alla tíðina lagt
dent á, at kappingin skal
umfata alt danska konga-
ríkið, og tí skulu føroyingar
og
grønlendingar
hava
møguleikan at verða við,
sigur Per Zachariasen.
Einferð í mai ella juni
mánaði verða 5000 at-
gongumerki til sendingar-
nar settar til sølu, og hetta
er í grundini fyrsti parturin
av kappingini, tí tey, sum
fáa hendur á einum av at-
gongumerkjunum, sleppa
við í kappingina.
Bara 5000 við
TV2 ætlar at gera nýtslu av
internetinum í sambandi við
sendingarnar, og internetið
skal eftir øllum at døma
eisini tryggja, at føroyingar
hava møguleikan at koma
við í kappingina.
Tey 5000 hepnu, sum fáa
fatur á einum atgongu-
merki, verða býtt út á tær
10 sendingarnar, sum verða
sendar í heyst. Í teimum
sendingunum skulu fólkini
ígjøgnum ymsar royndir, og
í hvørjari sending verður ein
vinnari funnin.
Teir 10 vinnararnir sleppa
við í eitt finaluumfar, har
tey skulu til USA til enda-
ligu royndirnar. Tær verða
helst gjørdar á Alabama
Space Camp, men enn er
hesin partur av sendingini
ikki endaliga komin upp á
pláss.
Til endans verður funnið
fram til tann persónin, sum
skal á ferðina 100 kilo-
Føroyingar fáa møguleikan
at vinna rúmdarferð
Danska sjónvarpsrásin TV2 fer at bjóða fólki við í eina kapping um at gerast fyrsti danin í rúmdini.
Føroyingar fáa eisini møguleika at verða við í sendingunum, sum føroyski Per Zachariasen framleiðir
metrar upp í loft og út í
vektloysi sum fyrsti borg-
arin í danska kongaríkinum
nakrantíð.
Per Zachariasen
hevur ábyrgdina
Men sjálvt um fyrsti danin
í rúmdini verður grønlend-
ari, føroyingur ella dani, er
føroyski leikluturin í milli-
ónaprojektinum sentralur.
Per Zachariasen er pro-
dusari og hevur sostatt
ábyrgdina av sjálvari send-
ingini. Saman við honum
arbeiðir ein fíggjarligur
leiðari, og teir skulu syrgja
fyri, at klárt er at senda 6.
oktober í ár.
- Í løtuni sita vit í einum
lítlum bólki og leggja send-
ingarnar til rættis. Hetta er
eitt nýskapandi konsept, og
tað eru longu fleiri lond,
sum hava tryggjað sær rætt-
in til at keypa konseptið frá
okkum, sigur Per Zacharia-
sen.
Tað er vanligt, at sjón-
varpssendingar gerast veru-
lig søluvøra, um tær eydnast
væl í einum landi. Tey, sum
koma við einum nýggjum
hugskoti til eina sjónvarps-
sending, eiga eisini rættind-
ini til tað, og tað ber til at
vinna pengar burtur úr at
selja hesi rættindi.
Tað er TV2, sum hevur
biðið Per Zachariasen fram-
leiða “Den store mission”,
sum sendingarnar fara at
verða róptar, og við avrik-
unum hjá føroyska produs-
aranum í huga er tað neyvan
løgið, at TV2 valdi hann.
Per Zachariasen var við
til uppfinna stóru floks-
veitsluna, sum eisini hevur
verið send í føroyskum
sjónvarpi. Hesar sendingar
eru tær best eydnaðu undir-
haldssendingarnar hjá TV2
nakrantíð.
Stýra nýggja TV2-
flaggskipinum
Per Zachariasen framleiddi
30 av hesum sendingum,
áðrenn hann nú skifti til
nýggja flaggskipið hjá TV2.
- Hetta er fyrstu ferð, at
eg havi havt so góða tíð at
leggja eina sending til rætt-
is. Eg komi at arbeiða við
“Den store mission” so at
siga fulla tíð fram til okt-
ober mánaða, tá vit fara
undir at senda sjálvar send-
ingar, sigur hann.
- TV2 satsar nógv uppá
hesar sendingarnar, og vit
vóna sjálvsagt, at tær fara
at eydnast væl.
Í sambandi við fyrireik-
ingararbeiðið til “Den store
mission” vóru Per Zacharia-
sen og eitt av fólkunum hjá
TV2 í USA og fylgdu upp-
skjótingini av Discovery í
fjør.
Men tað verður ikki við
nøkrum slíkum kendum
rúmdarfari, at fyrsti danin
verður sendur út í rúmdina
við.
TV2 fer at samstarva við
eitt privat amerikanskt fel-
ag, sum saman við verk-
frøðingum hjá NASA hevur
gjørt eitt rúmdarflogfar.
Vinnarin av kappingini hjá
TV2 verður sendur 100
kilometrar upp í loft við
hesum flogfari, og hann
sleppur at uppliva vektloysi
í nakrar minuttir, áðrenn
leiðin aftur verður løgd
heim.
Fyrsti danin í rúmdini
sleppur hvørki upp á mán-
an ella í ringrás kring jørð-
ina, men hann kemur út í
rúmdina, men ferðin, sum
fer at taka tríggjar tímar, fer
at gera viðkomandi til fyrsta
danska borgaran í rúmdini.
Og kanska hann verður
føroyingur.
Per Zachariasen skal
framleiða nýskapandi
sendirøðina hjá danska
TV2. Partur av fyrireik-
ingararbeiðnum gekk
fyri seg í USA, har hann
fylgdi útskjótinigini av
rúmdarferjuni Discovery
Tekning:
Óli Petersen
Mangla 820.000 krónur
Tilsamans tørvaði Suðuroy-
ar Sjúkrahús 1,5 millión fyri
at kunna varðveita virksem-
ið á sama støði sum í fjør.
Og tá ið hesar 680.000
krónurnar eru spardar, eru
sostatt 820.000 krónur eftir
at finna, fyri ar sleppa und-
an enn fleiri uppsagnum.
Men landsstýrismaðurin
hevur sett sær fyri at søkja
løgtingið um loyvi til at
flyta 600.000 krónur frá
rakstrinum á Suðuroyar
Sjúkrahúsi, til lønir.
Og
Helena
Dam
á
Neystabø hevur biðið um-
sjónarmannin um at bíða
við uppsagnum á seingja-
deildini og í ljósmóðurskip-
anini, til tað er avgreitt.
Men eftir eru so fram-
vegis 220.000 krónur, sum
skulu sparast, um onki ann-
að hendir.
ÁKI BERTHOLDSEN
– Hvørt einasta starvs-
fólk, sum verður sagt upp á
Suðuroyar Sjúkrahúsi er eitt
starvsfólk ov nógv. Tí
sjúkrahúsið hevur ikki fleiri
fólk enn allarhægst neyð-
ugt.
Bogi Djurhuus, yvirlækni
á Suðuroyar Sjúkrahúsi sig-
ur, at leiðslan tí hevur gjørt,
hvat hon kundi, fyri at finna
konstruktiv uppskot so at
sleppast kundi undan spar-
ingum á Suðuroyar Sjúkra-
húsi
Og ein loysn, sum leiðsl-
an á Suðuroyar Sjúkrahúsi
mælti til, hevði ikki kostað
landskassanum eina krónu.
Tey
sparitiltøk,
sum
landsstýrismaðurin í al-
manna og heilsumálum
hevur sett í verk, føra eina
sparing uppá 680.000 krón-
ur við sær.
Eitt nú skal tann ambu-
lanta fysioterapiin halda
uppat. Tvey fólk skulu sig-
ast upp og tað sparir
200.000 krónur.
Eitt hálvt fólk skal sparast
í køkini, og tað er ein spar-
ing uppá 150.000 krónur.
Landsstýrismaðurin vil
ikki spara meiri í køkini fyri
ikki at missa mattænastuna
til pensjónistar.
Í leiðbeiningini skal eitt
fólk sigast upp, og tað sparir
80.000 í ár, tí talan er um
hálvt ára uppsagnartíð.
Og at enda skal ein tekn-
ikari sigast upp. Sparing:
200.000 krónur.
Landsstýrismaðurin ger
eisini greitt, at laboratoriu-
tænastuni á Vági skal varð-
veitast.
Skuldi einki kosta
Tað er tá ið tær álvarsamu
støðurnar taka seg upp, at
alt skal virka sum tað eigur,
Men ganga tól á Suðuroyar
Sjúkrahúsi fyri aftaná van-
liga arbeiðstíð, er ongin at
gera tey aftur, og vil illa til,
kann tað fáa álvarsligar av-
leiðingar
Hel-
ena
Fyri at sleppa undan uppsagnum, mælti leiðslan á Suðuroyar Sjúkrahúsi til
eina loysn, sum ikki hevði kostað landskassanum nakað
Eingin
trygd
aftan á
klokkan
fýra
ÁKI BERTHOLDSEN
–Tær sparingar, sum nú
verða gjørdar á Suðuroyar
Sjúkrahúsi, kunnu í ringasta
føri kosta mannalív.
Bogi Djurhuus, yvirlækni
á Suðuroyar Sjúkrahúsi,
sigur, at nú tað er avgjørt at
siga einum teknikara á
sjúkrahúsinum upp, missa
tey ein stóran part av trygd-
ini tey hava.
– Nú teknikarin verður
sagdur upp, fer tað ikki
longur at bera til at hava
vaktarskipan á teknisku
deild.
–Og tað vil aftur siga, at ,
at aftaná vanliga arbeiðstíð,
er ongin teknikari á vakt á
– Gongur eitt tól fyri aftaná klokkan
fýra um dagin, í vikuskiftinum, ella
ein heilidag, er ongin at gera tey aft-
ur. Í ringasta føri kann hetta kosta
mannalív, sigur Bogi Djurhuus, yvir-
lækni
sjúkrahúsinum.
– Sostatt hava vit onga
trygdarskipan á sjúkrahús-
inum aftaná klokkan fýra
um dagin.
Bogi Djurhuus sigur, at
hetta er ein ómetaliga keð-
ilig støða.
Tí hetta ber í sær, at gong-
ur eitt tól fyri aftaná klokk-
an fýra um dagin, í viku-
skiftunum, ella ein heilidag,
er ongin at gera tað aftur.
Hann skoytir uppí, at á
sjúkrahúsinum eru nógv
ymisk tól. Og í allarflestu
førum er talan framkomin
tól, sum tað krevst servitan
til at arbeiða uppá, eitt nú
røntgentól, narkosutól, lab-
oratoriutgerð, elektroniska
samskiftið við landssjúkra-
húsi í sambandi við hjarta-
sjúklingar o.s.fr..
Yvirlæknin sigur, at van-
liga virkar alt, sum tað skal
og sum oftast bilar tað einki,
um umvælingar bíða til
næsta, vanliga arbeiðsdag.
– Men tað er, tá ið tær
álvarsamu støðurnar taka
seg upp, at alt skal virka,
sum tað eigur.
Og hann spyr, hvør av-
leiðingin verður um ein álv-
arslig støða tekur seg upp,
uttanfyri vanliga arbeiðstíð,
og eitt tól gongur fyri.
– Tá fáa vit onki gjørt, og
tað kann verða ein galin
endi.
Og vil heilt illa til, kann
tað kosta mannalív, leggur
hann afturat.
Slept upp á fjall
Bogi Djurhuus harmast eis-
ini um, at tað nú er avgjørt
at leggja tað ambulantu
fysioterapiina niður.
Hetta rakar ikki bara tey,
sum eru sjúk, ella hava brek,
sum vit skrivaðu týsdagin.
– Hetta rakar eisini nógv
av teimum, sum verða løgd
undir skurð á sjúkrahúsin-
um, og tað kann vera alt,
frá fólki, sum hava brotið
beinið, til fólk, sum hava
skorið seg illa í hondina.
Tað rakar eisini fólk, sum
hava brúk fyri fysioterapi
eftir medisinska viðgerð.
–Nógv av teimum fáa
brúk fyri fysioterapi eftir at
tey eru útskrivað fyri at fáa
førleikan aftur.
– Men nú ber ikki longur
til at geva teimum tað á
sjúkrahúsinum. Nú mugu
vit vísa teimum til tær priv-
atu viðgerðarstovurnar.
– Og har skulu tey sjálvi
gjalda helvtina av tí, sum
viðgerðn kostar og so rindar
sjúkrakassin hina helvtina.
– Men fyri tað fyrsta er
tað ikki vist, at teir privatu
fysioterapeutarnir raðfesta
sjúklingarnar á sama hátt,
sum læknarnir vildu raðfest
teir.
Og tað er eisini ivasamt,
um teir báðir privatu fysio-
terapeutarnir, sum ikki ar-
beiða meiri enn hálva tíð,
ella gott tað, fáa tikið ímóti
stórt fleiri fólkum, enn teir
longu nú hava, sigur Bogi
Djurhuus.
Og
Helena
Dam
á
Neystabø segði fyri Sosial-
inum legardagin, at hon fór
at royna at finna meiri pen-
ing til Suðuroyar Sjúkrahús
sum árið líður, hon fekk tó
ikki lovað nakað.
Skuldi onki kosta
Ístaðin fyri hesar spariætl-
anirnar, mælti leiðslan á
Suðuroyar Sjúkrahúsi til
eina loysn, sum ikki hevði
ført øktar útreiðslur við sær
fyri landskassan.
Tey trý sjúkrahúsini hava
fingið eina felags játtan upp
á 3,9 milliónir til tól og út-
gerð.
Leiðslan á Suðuroyar
Sjúkrahúsi vísir á, at seinast
í fjør, fekk Landssjúkrahús-
ið eina eykajáttan uppá 5,1
millión til tól og útgerð.
Tí helt leiðslan á Suður-
oyar Sjúkrahúsi, at felags-
játtanin uppá 3,9 milliónir í
ár toldi at verða skerd nak-
að. Skotið varð tí upp, at
Suðuroyar Sjúkrahús fekk
eina millión av teirri játt-
anini til lønir, og at 500.000
krónur annars blivu fluttar
frá rakstrinum til lønir.
Sostatt kundi tann 1,5
milliónin útvegast, sum
manglaði í fyri at sleppa
undan sparingum á Suður-
oyar Sjúkrahúsi- uttan at
økja útreiðslurnar hjá lands-
kassanum og uttan at fara
út um karmarnar hjá heilsu-
verkinum.
Men hetta uppskotið vann
ikki frama í almanna og
heilsumálastýrinum, og tí-
skil vórðu sparingarnar sett-
ar í verk - og møguliga
verða enn fleiri sparingar
settar í verk seinni í ár.
Helana Dam á Neystabø
vildi ikki taka undir við
einum uppskotið, sum ikki
hevði kostað eina krónu