hósdagur 20. januar 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 13 - 20. januar 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 13 - 20. januar 2000
Seks mál á
skránni í dag
JOHN JOHANNESSEN
Tvær atkvøðugreiðslur
um fyrispurningar, ein
fyrsta viðgerð, ein onnur
viðgerð, svar upp á fyri-
spurning og framløga.
Hetta er skráin fyri ting-
fundin, sum verður settur
í dag klokkan hálvgum
tvey seinnapartin.
Tær báðar atkvøðu-
greiðslurnar um fyri-
spurningar eru ávíkavist
um fyrispurning frá Ják-
upi Sverra Kass til løg-
mans viðvíkjandi núver-
andi valskipanini.
Fyrsta viðgerðin er av
tingmáli nummar 37/
1999, sum er uppskot til
løgtingslóg um broyting
í løgtingslóg um ferðslu.
Hetta er mál, ið Dan
Reinert Petersen, løg-
tingsmaður, hevur lagt
fyri tingið vegna Javnað-
arflokkin.
Onnur viðgerðin er av
tingmáli nummar 21/199,
sum er uppskot til løg-
tingslóg um broyting í
løgtingslóg um evnisskrá-
ir hjá almennum myndug-
leikum. Hetta er mál, ið
Høgni Hoydal, lands-
stýrismaður, hevur lagt
fyri tingið vegna lands-
stýrið.
Áðrenn framløgurnar
skal Helena Dam á
Neystabø,
landsstýris-
kvinna, svara uppá fyri-
spurning frá Finni Helms-
dal, løgtingsmanni, um
fyribyrging móti tubbaks-
nýtslu.
Fáa koyrikort-
ið fyrr aftur
JOHN JOHANNESSEN
Javnaðarflokkur heldur,
at tey, sum vegna rús-
drekkakoyring hava mist
koyrikortið í 3 ár ella
meira, skulu hava møgu-
leika at fáa koyrikortið
aftur, um tey hava yvir-
hildið eina eftiransaða
viðgerð móti rúsdrekka-
misnýtslu.
Tískil hevur Javnaðar-
flokkurin lagt fyri tingið
uppskot til løgtingslóg
um broyting í løgtingslóg
um ferðslu. Uppskotið
kemur til fyrstu viðgerðar
á tingfundinum í dag.
Javnaðarflokkurin vísir
í viðmerkingunum til
uppskotið á, at vónin er,
at viðgerð í staðin fyri
fangahús og afturútvegan
av koyrikortinum við á-
vísum treytum skal hava
við sær færri endurtøkur
av rúsdrekkakoyring hjá
sama bilførara. Tí hevur
flokkurin lagt fram upp-
skot um at broyta stykki
2 í grein 59e í ferðslulóg-
ini, so hon verður soljóð-
andi:
»Er koyrirætturin frá-
dømdur vegna rúsdrekka-
ella
promillukoyring,
kann spurningurin um at
fáa
koyrirættin
aftur
leggjast fyri dómstólar-
nar, tá helvtin av frádøm-
ingartíðini - tó í minsta
lagi eitt ár - er fráliðið.
Um koyrirætturin í so-
vorðnum førum er frá-
dømdur fyri allar tíðir,
kann spurningurin um at
fáa koyrirættin aftur í
fyrsta lagi leggjast fyri
dómstólarnar, tá ið 5 ár
av frádømingartíðini eru
fráliðin.
Koyrirætturin
kann einans fáast aftur,
um viðkomandi í minst 1
ár frammanundan, at mál-
ið verður lagt fyri rættin,
hevur yvirhildið eina
eftiransandi viðgerð fyri
rúsdrekkamisnýtslu.«
Úr Løg-
tinginum
Stór krøv til full-
veldisætlanina
Høgni Hoydal sigur ongan iva vera um, at størsta grundgevingin
ímóti fullveldisætlanini er óskilið á almanna- og heilsuøkinum
JOHN JOHANNESSEN
– Eg eri púra samdur við
atfinningunum hjá Mið-
flokkinum um, at størsta
grundgevingin ímóti full-
veldisætlanini er stóra óskil-
ið, ið hevur verið á al-
manna- og heilsuøkinum
seinastu tíðina.
Høgni Hoydal sigur, at
samgongan hevur noterað
sær atfinningarnar, Mið-
flokkurin kom við á seinasta
kaffifundinum millum Mið-
flokkin og samgonguna í
politisku prosesessini í full-
veldismálinum. Hesin fund-
urin varð hildin týsdagin.
Sambært útvarpstíðind-
unum á middegi mikudagin,
hevur Miðflokkurin gjørt
greitt fyri landsstýrinum, at
hann ikki kann góðtaka ta
framferð, landsstýrið hevur
víst í pensjónsmálinum og
viðvíkjandi sparingunum
innan heilsuverkið. Somu-
leiðis hevur Miðflokkurin
gjørt vart við, at hesin poli-
tikkur kann vera til bága fyri
fullveldisætlanini.
Má ikki henda
– Vit mugu staðfesta, at
slíkt, sum nú er farið fram,
ikki má henda. Skulu vit
taka ábyrgd fyri sjálv-
bjargnum Føroyum, mugu
vit eisini vísa ábyrgd.
Høgni Hoydal ásannar, at
óskilið við nýggju pen-
sjónslógini og rokið á
Landssjúkrahúsinum
er
ógvuliga óheppi. Men hann
lovar, at landsstýrið nú fer
at leggja seg eftir at fáa skil
á hesi viðurskifti, somuleið-
is sum landsstýrið skal
tryggja sær, at slíkt ikki
hendir aftur.
– Hóast eg eri púra
samdur við, at handfaringin
hevur verið skeiv í hesum
málinum, eri eg ikki samdur
við teimum, ið siga full-
veldisætlanina vera orsøk-
ina til trupulleikarnar.
Landsstýrismaðurin
í
sjálvstýrismálum
greiðir
frá, at politiska endamálið
allatíðina var at hækka pen-
sjónina og at veita sjúkra-
húsunum betri kor. Tað,
sum eftir hansara tykkið er
galið, er umsitingarliga
handfaringin av málunum.
Hørð krøv
– Vit mugu ásanna, at krøv-
ini til hetta landsstýrið eru
harðari enn krøvini hava
verið til onnur landsstýri.
Vit hava sett okkum sjálv-
bjargni sum mál, og tí má
landsstýrið syrgja fyri, at vit
Høgni Hoydal er samdur við Miðflokkinum í, at óskilið
á almanna- og heilsumálastýrinum ikki er gott fyri
fullveldisætlanina
eru før fyri at gerast sjálv-
bjargin, sigur Høgni Hoy-
dal.
Kannar ikki málið
Hóast grundgevingarnar hjá Jákupi Mørkøre um, at hann bert gjørdi sína
skyldu, tá hann segði starvsfólkunum upp, ætlar løgmaður sær ikki at kanna,
um uppsøgnin av sjúkrahússtjóranum var grundað
JOHN JOHANNESSEN
Løgmaður hevur ongar ætl-
anir um at kanna, um upp-
søgnin av sjúkrahússtjóra-
num var grundað. Hann vís-
ir á, at tað er landsstýris-
kvinnan, ið eigur málið, og
hann fer ikki at gera nakað
við tað, fyrr enn talan er
vorðin um ein konkreta
kæru.
Jákup Mørkøre hevur fyri
fjølmiðlunum og í skrivi til
Almanna- og Heilsumála-
stýrið gjørt greitt, at hann
góðtekur ikki uppsøgnina.
Hann gjørdi bara sína
skyldu og hevði einki annað
val, enn at siga fólkum upp,
tá hann ikki slapp at søkja
um meirjáttan og skuldi
spara tríggjar milliónir
krónur.
Somuleiðis hevur Bjørn á
Heygum, advokatur, sagt, at
málið sær út, sum at lands-
stýriskvinnan vaskar hend-
urnar og turkar skittin upp í
Jákup Mørkøre, fyri at
sleppa undan politiskum
roki.
Órættvís handfaring
Løgmaður hevur ongar við-
merkingar til, um hann
heldur uppsøgnina vera
grundaða ella ikki. Hann
sigur tó, at hann, sum løg-
maður, ikki kundi liva við,
at starvsfólkini á Lands-
sjúkrahúsinum vórðu hand-
farin soleiðis av sjúkrahús-
leiðaranum, sum tey vórðu.
Hann vísir á, at uppsagnir-
nar vóru í stríði við almenna
uppsagnarpolitikkin.
Løgmaður stendur tískil
fast við, at hann ikki góðtók
atburðin hjá sjúkrahúsleið-
aranum, men hann vil ikki
siga, um uppsøgnin av Ják-
upi Mørkøre var rætta úr-
slitið av málinum.
– Eg kenni ikki allar smá-
lutirnar í málinum, og kann
tí ikki gera viðmerkingar til
tað, sigur løgmaður.
Tó er greitt, at uppsøgnin
av
sjúkrahúsleiðaranum
kom stutt eftir, at løgmaður
fyri
internetsosialinum
hevði meldað út, at nú kundi
hann ikki góðtaka støðuna
á Landssjúkrahúsinum, og
tí mátti okkurt henda.
Stór avbjóðing
Í málinum um sparingarnar
á Landssjúkrahúsinum og
um uppsøgnina av Jákupi
Mørkøre, sjúkrahúsleiðara,
hevur fleiri ferðir verið víst
á truplu støðu hansara at fáa
Landssjúkrahúsið at virka
við ov lágari játtan.
Spurningurin til løgmans
er tískil, um vánaligu korini
hjá almennum stjórum í
Føroyum ikki gera, at áhug-
in fyri slíkum størvum mill-
um væl skikkað fólk fellur,
og at tað tískil verða minni
skikkað fólk, ið ikki fáa
starv privatu vinnuni, ið
søkja leiðandi størv innan
almennu umsitingina.
Anfinn Kallsberg ásann-
ar, at tað er ógvuliga trupult
at virka, sum almennur
stjóri og embætismaður í
Føroyum. Nógvar lógir,
reglugerðir og strammar
játtanarskipanir eru at halda
seg til.
– Tað krevur sín mann at
vera almennur stjóri, men
júst hetta ger starvið til eina
stóra avbjóðing, sigur løg-
maður og sipar til, at áhugin
tískil ikki er so lítil kortini.
Løgmaður ætlar sær ikki at kanna, um uppsøgnin av
sjúkrahússleiðaranum var grundað
JÁKUP BOGI JOENSEN
Leygarkvøldið verður skip-
að fyri stórum tiltaki í Bad-
mintonhøllini í Havn. James
Olsen Band fer at spæla til
konsert og dans. James Ol-
sen hevur seinastu tíðina
verið í Danmark, og har
hevur hann spælt við nógv-
um kendum tónleikabólk-
um.
Aftrat sær leygarkvøldið
hevur James nakrar av teim-
um heilt garvaðu tónleikar-
unum í føroyskum høpi.
Ólavur Øster á guitarinum,
Pauli Magnussen á bass,
Jógvan Olsen á ljómborð,
og aftan fyri trummurnar fer
James Olsen Band í Badmin-
tonhøllini leygarkvøldið
Leygarkvøldið fara James Olsen
Band á pall í Badmintonhøllini í
Havn
Brandur Jacobsen at sita.
Sangin fer James sjálvur at
taka sær av.
Hetta er fyrsta tiltaki av
sínum slagi í ár, og vóna
fyrireikaranir, at nógv fólk
fara at leita sær niðan í Bad-
mintonhøllina leygarkvøld-
ið.
Dyrnar lata upp klokkan
23 og kostnaðurin er einans
100 krónur.
Fríggjakvøldið
spæla
James Olsen Band í Kagg-
anum í Havn.
Íslendska diddú í
Norðurlandahúsinum
Leygardagin 22. januar 2000 kl. 16.00 fer íslendska Sigrún Hjálmtýsdóttir, ella Diddú, sum hon
verður nevnd á Íslandi, at hava konsert í Norðurlandahúsinum. Við sær á ferðini til Føroyar
hevur Sigrún Ónnu Guðný Guðmundsdóttir, sum spælir á klaver
Eitt sindur um tær báðar:
Sigrún
Hjálmtýsdóttir,
Diddú byrjaði sína sang-
karrieru í tí kenda og væl
umtókta bólkinum Spæli-
bólkur Tjóðarinnar, á Ís-
landi. Hon var næmingur á
Tónlistaskúlanum í Reykja-
vík, fór síðani til London á
Guildhall School of Music
& Drama, hiðani hon tók
prógv sum solosangari og
sangpedagogur. Síðani fór
Sigrún til Italien, har hon
luttók í sangkappingum og
vann virðislønir. Somuleiðis
hevur hon havt nógvar
konsertir bæði á Íslandi og
í øðrum londum og hevur
eisini sungið solo saman við
Sinfóniuhljómsveit Íslands,
Íslendsku hljómsveitinni,
Kamarsveit Reykjavíkur.
Sinfóniuhljómsveit Norður-
lands og saman við orkestr-
um
uttanlands.
Sigrún
Hjálmtýsdóttir hevur eisini
havt leiklutir á filmi og hev-
ur eisini verið við í send-
ingum í sjónvarpi. Hon hev-
ur sungið við í fleiri opera-
um, ikki bara á Íslendsku
Óperunni og í Tjóðleikhús-
inum, men eisini í Noregi
og Svøríki. Fyri stuttum
hevur hon havt konsertir í
London, Finnlandi, Baltik-
um, Japan og í Italien. Í
1996 fekk Sigrún Hjálmtýs-
dóttir íslendska »Riddara-
kross Hinnar Íslendsku
Fálkaorðu« fyri arbeiði sítt.
Sigrún hevði eisini ein av
høvuðsleiklutunum í ope-
rettuni Flogmúsini, sum var
í Norðurlandahúsinum í mai
1999.
Nakrar fløgur við sangum
hjá Sigrún eru givnar út.
Tann nýggjasta »Klassík«
kom út í fjør vár.
Anna Guðný Guðmunds-
dóttir er útbúgvin frá Tón-
listaskúlanum í Reykjavík
og á Guildhall School of
Music & Drama í London.
Hennara útbúgving hevur
verið innan kamartónleik og
at spæla undir hjá sangar-
um. Anna Guðný hevur ar-
beitt á Íslandi tey síðstu 16
árini. Sum solistur hevur
hon spælt í Simfoníu-
hljómsveit og hevur spælt
verk eftir Mozart, Beethov-
en og Mendelsohn umframt
í Des Canyons aus Étoles
og
Turangalia
eftir
Messiaen undir leiðslu af
Paul
Zukofsky.
Anna
Guðný hevur spælt á nógv-
um kamarkonsertum á Ís-
landi og í útlandinum og á
nógvum
fløgum. Anna
Guðný arbeiðir nú sum
free-lance tónleikari hjá
Sinfóníuhljómsveit Íslands
og undirvísir á Guðný ar-
beiðir nú sum free-lance
tónleikari hjá Sinfóníu-
hljómsveit Íslands og und-
irvísir á Tónlistarskúlanum
í Reykjavík.
Sigrún og Anna Guðný
hava havt eitt gott samstarv,
síðani tær vóru á skúla í
London og hava hildið kon-
sertir á Íslandi og aðrastaðni
eitt nú í London, Tokyo og
U.S.A.
Á konsertini leygardagin
verða bæði íslendskir sang-
ir/løg og klassiskir sangir/
løg at hoyra.
Sigrún og Anna Guðný
hava havt eitt gott sam-
starv, síðani tær vóru á
skúla í London og hava
hildið konsertir á Íslandi
og aðrastaðni eitt nú í
London, Tokyo og U.S.A.
Á konsertini leygardagin
verða bæði íslendskir
sangir/løg og klassiskir
sangir/løg at hoyra.