Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. januar 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 13 - 20. januar 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 13 - 20. januar 2000 Rætting til grein um Strandferðsluna SVEINUR TRÓNDARSON Í greinini um Strandfara- skip Landsins í blaðnum í gjár, varð sagt, at tann eini maðurin á myndini var Helgi Nielsen, rokn- skaparleiðari. Hetta er skeivt, tí talan var um Hera Joensen, sum hevur ferðafólka- flutningin um hendi. Eg fari at biðja teir báð- ar bera yvir við mistakin- um. Byggir snikkaravirkið í Dali SVEINUR TRÓNDARSON Um ein mánað ella so kem- ur fyrsta veruliga arbeiðs- plássið í Dali, tí tá letur havnarmaðurin Bødvar Poulsen, upp nýggjan snikkaraverkstað í bygdini. Tað er so at siga tann øv- ugta verð, at ein havnar- maður soleiðis flytir út á bygd, tí tað mest vanliga er, at í meira lagið flytir til Havnar. Men hjá teimum, sum tosað um bygdamenning, er tað kortini stuttligt at hoyra, og ikki verður tað verri tá snikkarin sjálvur sigur ors- økina verða: – Tað kann fyri so vítt verða líkamikið um eg geri trappurnar í kjallaranum í Havn, ella um eg geri tær í Dali. Øll familjan flytir Tað er Bødvar Poulsen, snikkari, vit tosa um, og saman við konu og tveim- um smábørnum selir hann húsini í Havn, keypir sam- starvsfelagan út og flytir til Dals at búgva. Hann sigur: – Børnunum dámar so einastandandi væl í Dali, og sama er við okkum báðum, og tí hava vit valt at stinga í sekkin og flyta suður um Skopunarfjørð. Bødvar rekur sjálvur ann- ar Snikkarakjallaran, sum heldur til í sethúsum hans- ara í Norðasta Horni. Har hava teir hildið til í eini trý ár, og hesa tíðina hevur hann fingið nógvar góðar kundar. Teir takast næstan bara við at gera trappur, og av – Lívgar um virksemi í bygdini SVEINUR TRÓNDARSON Kommunan er ikki tann størsta í landinum - 160 fólk íalt, og í báðum skúlunum tilsamans ganga færri enn tíggju børn. Synd er at siga, at tað hev- ur verið stórvegis virksemi í kommununi til nú, og tí er ikki so løgið at skilja, at bygdaráðssformaðurin í Dali frøðist yvir, at lív kem- ur í. – Tað er ótrúliga hugaligt at síggja, at virkið fólk flytir til bygdar. Tað hevur ikki verið nakað virkið í komm- ununi áður, og tí er tað serl- iga stuttligt at síggja. Eyðvør frøðist, sum vera mann, um, at hetta er tað beint øvugta av tí sum vit siga er vanliga gongdin í landinum. – Vit merkja tað serliga væl her suðuri, tí tá tey ungu eru liðug við barna- og framhaldsskúlan, flyta tey av oynni, og tað eru tey fægstu, sum koma aftur til bygdina. Tí er hetta serliga hugaligt, sigur Eyðvør Dam. Fyri stuttum avgjørdu politikkarar at gera okkurt serligt fyri at stimbra fólki at flyta aftur í útjaðaran, men síðani er ikki so nógv hent á tí økinum. Hetta er nakað, sum ber á somu orsøk heldur hann onga forðing vera yvirhøvur fyri at flyta virksemi til Dals. – Í grundini kann tað gera tað sama hvar tú ert, tá tú gert trappur. Flutningurin skal sjálvsagt leggjast aft- urat, men tí tekur Strand- ferðslan sær av, sigur hann og leggur afturat, at frástøð- an til Havnar har størsti marknaðurin er, er ikki so stór. Bátur siglur fleiri ferðir um dagin, og skal hann til Havnar at taka mát, so kann hann vera í Havn klokkan hálvgun átta, so tað er eing- in forðing sum so Betri útgangasstøði Nú Bødvar flytir virksemi til Dals, er hann sum sagt farin undir at byggja nýggj- an virkisbygning. Grundøkið er liðugt plan- erað, og í hesi vikuni fer hann suðuraftur at seta formarnar upp. – Eg skal gera alt arbeiði sjálvur so at siga, og tí verð- ur kostnaðurin ikki tann øg- iligi tá virkið er liðugt. Onk- ustaðni millum 400 og 500 túsund krónur, sigur Bødv- ar. Og tað er ikki illa sloppið tá hugsað verður um, at virkisbygningurin 160 fer- metrar til støddar. Tískil eru fíggjarligu um- støðurnar at reka virkið í Dali, nakað væl betri enn tær eru, eitt nú í høvuðs- staðnum, har tað er dýrt at keypa sær grundøki. Heimurin tódnar Hóast tað fyri mong kann tykjast djarvt at flyta út á bygd, so óttast Bødvar ikki á nakran hátt fyri nøkrum í tí sambandi. – Vit kenna okkum ótrú- liga væl í Dali, tá vit hugsa um, at tøknin er sera fram- komin, so er so lætt at sam- starva við umheimin, sigur Bødvar. Hann vísir á, at tað er so lætt at samskifta við onnur, til dømis um internetið, so tað fer ikki at bila. Tá snikkaravirkið í Dali fer undir virksemi um mán- aðarskiftið februar marts, byrjar hann ikki á berum - minni enn so. – Eg havi ein rættiliga stóran ordra liggjandi, sum eg skal undir um tað mundi, og eg ætli mær at gera alt suðuri í Dali. Eydnast tað ikki, so byrji eg í Havn og flyti tá tað er klárt í Dali, sigur Bødvar. Bødvar Poulsen, sum í løtuni rekur Snikkarakjallaran í Norðasta Horni, flytir, um ein mánað ella so, til Dals og ikki nóg mikið við tí har hann fer at reka snikkaravirkið víðari. Í løtuni er hann í holt við at byggja virkis- bygningin, sum eftir ætlan skal takast í nýtslu um mánaðarskiftið februar marts tað borðið, men Eyðvør heldur, at júst henda flyt- ingin vísir, at tað kann gera tað sama, hvat politikarar gera og siga, tí flytir fólk ikki til útjaðaran av egnum ávum, so er líkamikið hvat politikarar siga og gera. Eyðvør Dam, bygdaráðformaður, er í sjeynda himli yvir, at eitt virkið flytir til kommununa. – Hetta er fyrsta virkið í kommununi og tað er stuttligt at fólk flyta til Dals úr høvuðsstaðarøkinum, sigur hon Um ein mánað ella so flytir Bødvar Poulsen, snikkari, við familju til Dals, har hann letur upp nýtt snikkaravirki Mynd: Álvur Haraldsen Ein skandala Ragnar á top 30 Føroyskan tónleik til út- flutnings. Hetta hava vit hoyrt við jøvnum millum- bilum seinastu árini. Og ofta hevur verið vónað og bíðað eftir føroyska gjøgn- umbrotinum. Tað gongur støðugt rætta vegin, kann staðfestast. Fyri fyrstu ferð er tað eydnast einum føroyskum sangara at koma á ein al- mennan útlendskan hitt- lista. Talan er um Ragnar Jacobsen, Ragnar í Vík, sum við countryfløguni »The silence of a falling star« er komin á The Eu- ropean Independet Labels Country Top 30. European Media Services (EMS) setir listan saman. Í januar er Ragnar komin við á eina fløgu, sum nevn- ist Country Hotdisc. Hetta er sølufremjandi tiltak, sum Ragnar Jacobsen, Ragnar í Vík, er við countryfløguni »The silence of a falling star« komin á The European Independet Labels Country Top 30 bretin Stuart Cameron stendur fyri. Fløgan fer eftir ávísari skipan til øll út- varpsfólk, sum spæla country og hon verður dag- førd hvønn mánað. Í januarfløguni syngur Ragnar »Alone and Forsa- ken«, í februar »Did you miss me« og í mars verður uppaftur ein sangur hjá Ragnar við á Country Hot- disc fløgunum. Ronnie Nielsen tók upp og legði til rættis fløguna hjá Ragnar Jacobsen, Ragnar í Vík Oddvør Johansen hevur verið í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlanda- ráðsins. Men nú verður hetta helst av ongum, tí týðarin verður ikki liðugur at týða bókina innan ásettu tíð. Formaðurin í Ritøvundafelagnum metir hetta at vera eina skandalu fyri føroyskar høvundar. Bókin verður í uppskoti næsta ár DAGFINN OLSEN – Sum formaður í Rithøv- undafelag Føroya má eg siga, at hetta er ein skan- dala. Eg haldi at týðarin, Erik Skyum Nielsen, hevur sett føroyskar rithøvundar í eina keðiliga støðu, sigur Gunnar Hoydal til tíðindini um, at Oddvør Johansen ikki kemur uppá tal til Bók- mentavirðisløn Norður- landaráðsins, tí týðarin ikki hevur klárað at halda tað hann hevur lovað. Gunnar Hoydal veit ikki, um hetta fær nakrar avleið- ingar, men málið verður tik- ið upp á fundi í Rithøvunda- felagnum. Í føroysku nevndini, ið innstillar til Bókmentavirð- isløn Norðurlandaráðsins, sita Turið Sigurðardóttir, Jógvan Isaksen og Ebba Hentze. Á einari vánaligari tele- fonlinju fingu vit tó stutta viðmerking frá Jógvani Isaksen í Keypmannahavn, ið segði, at tey í nevndini langt síðani høvdu fyrireik- að seg og enntá høvdu ferðaseðlar og rúm á gist- ingarhúsi til reiðar. Men Jógvan kundi bert staðfesta, at týðarin hevði ikki megn- að sína uppgávu. Ebba Hentze staðfestir, at týðarin hevur átikið sær eina uppgávu, hann ikki megnaði, og at hann ikki boðaði frá hesum í góðari tíð. Hon hevur tó í faxi fing- ið at vita, at bókin hjá Odd- vør ístaðin verður í uppskoti til virðislønina komandi ár. Týdd Tað var í desember í fjør, at tað kom fram, at Oddvør Johansen var í uppskoti til virðislønina hjá Norður- landaráðnum fyri bókina »Í morgin er aftur ein dagur«. Men hetta verður nú av ongum, tí týðarin ikki hevur megnað at gera týðingina, áðrenn tíðarfreistina. Oddvør gav fyrstu bók sína út fyri 17 árum síðani. Tað var bókin »Lívsins summar«, ið er týdd til svenskt og danskt. Oddvør hevur fingið M.A. Jacob- sens virðisløn og Barna- bókavirðisløn Tórshavnar Býráðs. Bókmentavirðisløn Norð- urlandaráðsins er 350.000 krónur, umframt stóra heið- urin. Um eina góða viku verður gjørt av, hvør fær virðislønina, ið verður latin 6. mars. Oddvør hevur verið í upp- skoti millum tólv høvundar úr hinum Norðurlondum. Hini ellivu, sum eru í uppskoti til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina næsta ár, eru úr øllum Norð- urlondum.Yrkjarin Henrik Nordbrandt fyri yrkinga- savnið »Drømmebroer«, sum kom út í fjør, og høv- undurin Thomas Boberg fyri essaysavnið »Americ- as. Rejseminder«, sum er komið í ár. Báðir eru úr Danmark. Úr Finlandi eru høvundurin Paavo Rintala og yrkjarin Peter Sandelin í uppskoti fyri ávikavist skaldsøguna »Faustus« og yrkingasavnið »Tysnader, ljus«. Skaldsøgan er frá 1996 og yrkingasavnið frá í fjør. Íslendingurin Guð- bergur Bergsson er í upp- skoti fyri skaldsøgurnar »Faðir og móðir og dul- magn bernskunnar« og »Eins og steinn sem hafið fágar«. Kristín Ómarsdótt- ir, somuleiðis úr Íslandi, er í uppskoti fyri skaldsøguna »Elskan mín ég dey«, sum kom út í 1997.Tveir norð- menn eru í uppskoti. Teir eru Frode Grytten og Georg Johannesen fyri ávikavist skaldsøguna »Bikube- song«, sum er komin í ár og yrkingasavnið »Ars vi- vendi«, sum somuleiðis er komið í ár. Úr Svøríki eru eisini tvey í uppskoti, Katarina Frostenson fyri yrkingasavnið »Korallen« og Beate Grimsrud fyr skaldsøguna »Jag smyger forbi en yxa«. Báðar bøk- urnar eru komnar í ár. Grønlendingurin Jørgen Fleischer er í uppskoti fyri »Seeredaaq og de andre«, sum er eitt frábrigdi av upp- runaútgávuni »Seeredaaq allalu«. Kim Larsen við í nýggjum filmi DAGFINN OLSEN Kim Larsen er í Føroyum, eins og í Danmark, fólka- ogn. Hann er ikki óroynd- ur í filmheiminum. Í átta- tiárunum skrivaði og leik- aði hann í filminum »Midt om natten«. Nú skal hann aftur royna seg. Klaus Riffbjerg hevur lokkað Kim Larsen at leika við í einum nýggjum filmi, ið eisini hevur tón- leik við. Talan er um film hjá ungum og óroyndum leik- stjóra, ið ger sín fyrsta film. Tað er Dariuz Z. Stei- ness, ið ætlar at gera film, ið nevnist »Charlie Butter- fly«. Filmurin skal takast upp í Polen. Tað var í desember í fjør, at tað kom fram, at Oddvør Johansen var í uppskoti til virðislønina hjá Norðurlanda- ráðnum Eg haldi at týðarin, Erik Skyum Nielsen, hevur sett før- oyskar rithøvundar í eina keðiliga støðu, sigur Gunnar Hoydal, formaður í Rithøvundafelag Føroya