hósdagur 20. januar 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 13 - 20. januar 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 13 - 20. januar 2000
JÁKUP MØRK
Sum kunnugt hava spari-
ætlanir viðført, at Marinu-
støðin, sum í fleiri ár hevur
ligið við Hoyvíksvegin, skal
flyta alt virksemið niðan í
Mjørkadal, har Flyvestation
Torshavn í fleiri ár hevur
hildið til.
Dúgliga hevur verið gitt
um, hvat bygningurin við
Hoyvíksvegin skal nýtast til
eftir hetta, og fyri stuttum
hoyrdist so, at Politistøðin
skuldi
flyta
úr
Jónas
Broncks gøtu niðan á Hoy-
víksveg.
Hava hugt
Jens Severinsen, varafúti,
sigur við Sosialin, at hetta
er í hvussu so er ikki eitt
mál, sum støða verður tikin
JÁKUP MØRK
Tað hevur nevnliga verið
soleiðis, at fyrr var bert
loyvt at seta bilarnar við
vinstru vegøksl á strekk-
inum frá Káta Horninum og
oman móti kioskini á Vagl-
inum.
Í løtuni er henda reglan
tó ikki galdandi, tí løgreglan
hevur sýtt fyri at ansa eftir
parkeringsviðurskiftunum á
økjunum, við tað at básar-
nir, sum bilarnir kunnu set-
ast á, ikki eru nóg væl merk-
tir.
Hetta hevur havt við sær,
at alt vegastrekki í dag verð-
ur nýtt til langtíðarparkering
Frí parkering í Miðbýnum
Seinastu tíðina hevur rættuligt óskil valda, tá um ræður parkeringsviðurskiftini í gongugøtuni
Nýggj politistøð
Føroysku politimyndugleikarnir hava
kannað, um Marinustøðin kann nýtast
sum politigarður í framtíðini
til her og nú.
Hann váttar tó, at poli-
timyndugleikin í Føroyum,
saman við byggideildini hjá
ríkispolitinum, hevur verið
og hugt at Marinustøðini,
soleiðis at greiða kann fáast
á, um karmarnir har eru
hóskandi til eina nýggja po-
litistøð.
Sum sagt er einki avgjørt
hesum viðvíkjandi, og Jens
Severinsen legði afturat, at
ein avgerð hesum viðvíkj-
andi liggur nakað væl fram-
mi í tíðini.
Um hólmurin í Hoyvíks-
tjørn til ta tíð skal hýsa
fangunum, sigur søgan tó
einki um.
Enn er ikki avgreitt, hvørjum endamálið Marinustøðin við Hoyvíksvegin skal tæna í framtíðini, men møguliga verður
talan um nýggjan politigarð
Mynd: Álvur Haraldsen
Sum tað sæst á myndini, so standa bilar fram við báðum vegøkslum á gongugøtuni. Tað hevur viðført ónøgd frá
fleiri handilsfólkum í Miðbýnum, at Býráðið enn ikki hevur avgreitt málið viðvíkjandi parkeringsøkjunum.
Mynd: Álvur Haraldsen
hjá teimum, sum starvast í
miðbýnum, og er hetta til
miklan ampa hjá handlunum
á staðnum.
Við tað at básarnir nú verða
nýttir til langtíðarparkering
hjá teimum, sum dagliga
starvast í Miðbýnum, ber ikki
til hjá viðskiftafólkum at seta
bilarnar frá sær.
Jólatrøll
Tummas Hanus Dam, sum
er ein teirra, sum rekur
handil í miðbýnum, sigur
við Sosialin, at hetta millum
annað merkist, tá vørur
skulu latast handlunum.
Í dag er tað soleiðis, at
tað er so at siga ógjørligt at
seta bilarnar, sum koma við
vørunum, nærhendis hand-
linum, og tískil er einasta
loysnin at seta bilin mitt á
vegin, meðan vørurnar so
verða ripaðar inn í handilin.
Sjálvur
var
Tummas
Hanus á býráðnum í summ-
ar, har hann heitti á teknisku
nevnd um at avgreiða hetta
mál. Hann nevndi tá onga
dagfesting sum evstamark
fyri hesum, men kortini
hevði hann vóna, at hetta fór
at verða gjørt í farna ári-
num, so talan ikki gjørdist
um jólatrøll.
Hann fekk tá at vita, at
gongd var á málinum, men
at teir ikki kundu lova hon-
um, at hetta fór at verða
avgreitt til jóla.
Í dag er tað sjón fyri søgn,
at talan gjørdist um eitt jóla-
trøll, sjálvur heldur Tumm-
as Hanus, at tað er við at
vera skomm, at málið hevur
verið so leingi í nevnd, uttan
at nakað ítøkjuligt er hent.
Hann leggur eisini aftur-
at, at eftir hansara tykki er
støðan hjá løgregluni væl
skillig, tí tað er sjálvsagt ein
keðiligur lutur, um teir skul-
u skriva bøtur til fólk, sum
ikki vita av, at parkering
ikki er loyvd fram við vin-
stru vegøksl.
At enda sigur Tummas
Hanus, at tað sigur eitt sind-
ur um áhugan hjá býráðnum
fyri miðbýnum, at málið
skal taka somikið langa tíð.
Í veruleikanum er talan bert
um einar fimm parkerings-
básar, umframt eina møgu-
liga reglugerð um av- og
áskipan av vørum.
Ein loysn er á veg
Leivur Hansen, borgar-
stjóri, greiddi í gjár frá, at
orsøkin til parkeringsóskilið
í miðbýnum er, at fyri hálv-
um øðrum síðani varð her-
verk framt á blómukassar-
nar, sum fram til tá høvdu
syrgt fyri, at parkeringsbás-
arnir vóru væl merktir.
Leivur greiðir annars frá,
at málið er í løtuni er í tekn-
isku nevnd, og at tað nú
fyriliggja greiðar ætlanir
um, hvussu parkerings- og
ferðsluviðurskifti
skulu
skipast í framtíðini.
Spurdur um hálvt annað
ár ikki er rættuliga lang tíð,
tá talan er um eitt somikið
lítið mál, sigur Leivur, at
orsøkirnar til hetta eru fleiri.
Tá blómukassarnir í sínari
tíð vórðu tiknir burtur, var
ætlanin upprunaliga at um-
væla hesar. Seinni varð av-
gjørt, at nýggir blómukassar
skuldu setast upp, men ó-
semja var um, hvussu skap-
ið á hesum skuldi verða.
Leivur legði afturat, at
hóast tað kann tykjast, at alt
ov long tíð er liðin, so metir
hann tað hava størri týdning
at nýta langa tíð til at finna
eina loysn, sum allir partar
kunnu góðtaka, heldur enn
at skunda sær at loysa mál-
ið, við tí úrsliti at talan verð-
ur um eina vánaliga loysn.
Leivur vísti okkum ann-
ars til teknisku deild á bý-
ráðnum, fyri at vita nærri
um málið, men tá blaðið fór
til prentingar í gjár, hevði
ikki eydnast okku at fáa fat-
ur á nøkrum haðani.
Seinasti kaffifundurin
Í gjár vóru seinastu kaffifundirnir í Tinganesi við ávíkavist Javnaðarflokkin
og Sambandsflokkin, áðrenn fullveldismálið fer í uttanlandsnevndina
JOHN JOHANNESSEN
Sokallaða politiska prosess-
in í fullveldismálinum er nú
av. Fyrradagin vóru seinastu
fundirnir við ávikavist Mið-
flokkin og samgonguum-
boðini í uttanlandsnevndini
og í gjár vóru seinastu fund-
irnir við ávikavist Javnað-
arflokkin og Sambands-
flokkin.
Áhugaverdasti fundurin í
gjár var uttan iva fundurin
við Javnaðarflokkin. Hesin
hevur nevniliga fyri stuttum
meldað út, at hann nú skilir
sjónarmiðini hjá landsstýri-
num somuleiðis, sum lands-
stýrið skilir sjónarmið Javn-
aðarfloksins. Hinvegin hev-
ur Sambandsflokkurin gjørt
greitt, at hann einki hevur
fingið burturúr kaffifundun-
um, og at hann framvegis
hvørki skilir ella tekur undir
við fullveldisætlan lands-
stýrisins.
Javanaðarflokkurin varð á
fundinum í gjár kunnaður
um innihaldið í uppritinum
til samráðingaruppleggið,
men formaður floksins, Jó-
annes Eidesgaard, hevur
ongar viðmerkingar til fjøl-
miðlarnar um uppritið.
Heldur ikki vil hann siga,
um flokkurin hevur givið
landsstýrinum nakrar við-
merkingar um uppritið ella,
um flokkurin tekur undir
við innihaldinum í upprit-
inum.
Einasta viðmerkingin frá
Jóannesi Eidesgaard er, at
Javnaðarflokkurin nú bíðar
eftir fundarboðum frá uttan-
landsnevndini, har breiða
semjan skal finnast um eitt
samráðingarupplegg
til
donsku stjórnina um ríkis-
rættarligu støðu Føroya.
Høgni Hoydal, lands-
stýrismaður í sjálvstýris-
málum og varaløgmaður,
sigur seg vera væl nøgdan
við seinasta kaffifundin.
Hann sigur, at høvuðsmálini
í uppritinum til samráðing-
aruppleggið vórðu gjøgn-
umgingin, og at tosað var
leyst yvir borðið um ymisku
málini og sjónarmiðini.
Landsstýrismaðurin vil tó
ikki siga nakað um, hvussu
nær Landsstýrið og Javnað-
arflokkurin eru í málinum
um ríkisrættarligu støðuna.
Hann vil ikki heingja Javn-
aðarflokkin upp á nakað.
– Politisku høvuðsmálni
hava allatíðina verið greið.
Vit skulu gerast sjálvbjarg-
in. Trupulleikarnir, ið hava
skilt okkum, hava verið
tekniskir og juridiskir. Men
politiska prosessin hevur
staðfest, hvar ósemjurnar
eru, sigur Høgni Hoydal og
vísir á, at tað í seinasta enda
verða allir flokkar á tingi og
allir føroyingar við valrætti,
ið koma at avgera lagnuna
hjá fullveldisætlanini.
Høgni Hoydal roknar við,
at politska prosessin, sum
nú er liðug, fer at gera tað
lættari hjá uttanlandsnevnd-
ini at viðgera málið. Men
hann leggur dent á, at lands-
stýrið ikki fer at blanda seg
upp í arbeiðið hjá uttan-
landsnevndini. Hon skal
sleppa at viðgera málið,
sum hon vil og so leingi,
sum hon vil. Landsstýrið
skal bara allatíðina standa
til taks at svara spurnigum,
sigur hann.
Í sambandi við nevndar-
fund í Føroya Læknafelag
var eisini aktuella støðan
í føroyska heilsuverkinum
til umrøðu.
Læknafelagið harmast
um tann ótryggleika, sum
bygnaðar- og fíggjartrup-
ulleikarnir í heilsuverki-
num hava við sær fyri
sjúklingar og starvsfólk.
Læknafelagið metir, at so
sum struktururin er í før-
oyska heilsuverkinum í
løtuni, er fíggjarkarmurin
ikki nóg víður til at reka
heilsuverk
á
norður-
lendskum støði.
Vit harmast um tað álit-
isbrot, sum er íkomið mill-
um politiska-/umsitingar-
liga myndugleikan og Ser-
læknafelagið. Í tráð við
mál felagsins er Lækna-
felagið til reiðar at veg-
leiða og annars luttaka í
einum konstruktivum dia-
logi við avvarðandi mynd-
ugleikar um føroyska
heilsuverkið
N. Petur Nielsen,
formaður
Læknafelag Føroya
ynskir konstruk-
tivan dialog
Landsstýrið og Javnaðarflokkurin skilja eftir opið tos yvir borðið nú hvønn annan
Mynd: Jonhard Hammer
Barnafrá-
drátt til barn-
ið er 18 ár
Kristian Magnussen, løgtingsmað-
ur, fer í dag at leggja uppskot fyri
tingið um broyting í løgtingslóg
um áseting av skatti, soleiðis, at
foreldur fáa barnafrádrátt, til
barnið er 18 ár
JOHN JOHANNESSEN
Sum er, verður barnafrá-
dráttur veittur foreldum
ella uppihaldarum til
barnið er 16 ár. Hesin
skattafrádráttur
verður
veittur fyri hvørr barnið,
ið ikki er fylt sekstan ár í
byrjani av tí álmanakka-
ári, sum skattur er ásettur
fyri.
Uppskotið, sum Kristi-
an Magnussen vegna
Javnaðarflokkin leggur
fram, leggur upp til, at
hesin stuðul verður veittur
til barnið er 18 ár.
Grundgevingarnar hjá
Kristiani Magnussen fyri
hesum eru, at ungdómurin
í dag gongur munandi
longri í skúla og býr tíksil
longri heima. Kristian
Magnussen vísir á, at ‚i
dag er fólkaskúlalógin
broytt soleiðis, at vit hava
9 ára kravda skúlagongd,
og skipanin við útbúgv-
ingarstuðli er broytt til, at
ung undir 18 ár frá 1. aug-
ust ár 2000 ikki longur fáa
útbúgvingarstuðul, uttan
mun til hvørjum stigi
skúlagongdin er á. Frá
miðnámsstigi verður tó
møguligt at fáa avmark-
aðan stuðul til skjalprógv-
aðar skúlatilfarðsútreiðsl-
ur Ávís tíðarskeið í sjeyti,
áttati og nítiárunum hevur
t.d. borið til hjá ungdómi
undir 18 ár at fingið lestr-
arstuðul, eisini meðan tey
gingu í fólkaskúlanum.
Sum orsøk til ikki longur
at veita lesandi á mið-
námsstigi lestrarstuðul í
nýggju lógini, ið kom í
gildi á sumri 1999, varð
sagt, at foreldur hava
skyldu at forsyrgja børn-
um sínum til hesi fylla 18
ár.
Kristian
Magnussen
heldur sostætt, at nýggja
útbúgvingarskipanin fer
at økja um uppihaldsút-
reiðslurnar hjá foreldrum
at 16 og 17 ára gomlum,
sum ganga í skúla.
– Sum er, hava foreldur
skyldu at forsyrgja børn-
um sínum, til hesi gerast
18 ár, og eigur barnafrá-
drátturin í skattinum tí
eisini at vera galdandi, til
børnini gerast 18, og tá
skulu forsyrgja sær sjálv-
um,
sigur
Kristian
Magnussen
Tingmaðurin vísir á, at
allir flokkar á tingi nýta
eitthvørt høvi, ið býðst, at
sannføra veljaran um, at
flokkar teirra raðfesta
trivnaðin hjá familjunum
ovarlaga. Nýggja lógin
um útbúgvingarstuðul ger
umstøðurnar hjá nógvum
foreldrum verri, og heldur
hann hetta neyvan vera í
tráð við støðu flokkanna
um at betra um trivnaðin
og møguleikarnar hjá før-
oysku familjunum.