mikudagur 15. juni 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. juni 2011 · Nr. 68
22
Sosialurin
Sundalagsstevna
Vilmund Jacobsen
Martin Sømark og kona hansara,
Elna, eru bæði tilflytarar í Hósvík.
Hann er úr Skálavík, og hon er úr
Fuglafirði. Tað var rein tilvild, at
tey valdu at búseta seg í Hósvík í
1996. Tey ætlaðu sær ikki at búgva
í Havn, men vildu seta seg niður,
har tað ikki var so langt at koyra
til Havnar. Um hetta mundið vóru
sethús til sølu í Hósvík, og hjúnini
gjørdu av at keypa sær eini hús og
seta seg niður í bygdini.
Okkurt vantaði
– Tá vit keyptu hús í Hósvík, høvdu
vit fingið næsta barnið, og eg helt,
at her vantaði nakað í bygdini. Tað
var eitt sindur keðiligt at ganga
við barnavogni í bygdini. Her eru
nakrir vegir, og tú kanst ganga
oman og niðan. Hinvegin eru flestu
síðuvegis ”blindir” vegir, so bert
sleps aftur sama veg, sum tú komst
– og so kanst tú velja næsta blinda
veg at ganga eftir.
Martin helt, at ein brúgv átti
at verið um ósan niðast í Hósvík,
har áin rennur oman, og eisini
áttu gøtur at verið hvørju megin
við, soleiðis at fólk kundi gingið
ein
veruligan
rundtúr.
Hann
byrjaði einsamallur at spæla sær
við henda tankan. Árini gingu, og
Martin Sømark gjørdist partur
av bygdarlívinum við at fara upp
í nevndir, og eitt skifti sat hann
eisini í gomlu Hósvíkar kommunu
sum bygdaráðslimur.
– Børnini vuksu, og tankin
um brúnna við gøtum gjørdist
meiri kámur. Men so ein dagin
í september í 2008 kom tankin
framaftur. Nú skuldi tað verða, at eg
virkuliga fór at gera meiri við hetta.
Eg gekk og spákaði í góðveðrinum
hendan dagin og dugdi aftur at
ímynda mær, hvussu væl tað hevði
komið við á slíkum túrum, um
bygdin varð bundin saman dygst
við sjóvarmálan.
Martin, sum plagdi at vera
treiskur, tá hann setti sær nakað
fyri, valdi sær nú nakrar persónar
at ringja til. Hetta vóru fólk við
ymiskum førleikum til timbur,
el
og
annars
við
fakligari
vitan.
Onkur
hevði
eisini
kommunupolitiska ávirkan í
økinum.
– Hetta vóru fólk, sum eg helt
kundu geva hugskotinum og
ætlanini eitt íkast, tí nú skuldi
tað verða, tó at míni børn ikki
longur høvdu brúk fyri at sita í
barnavogni.
Martin vísir á, at øll søgdu ikki
ja til at koma upp í arbeiðsbólkin,
men tá avtornaði varð bólkurin
mannaður við 12 fólkum.
Nógv at loysa
– Tveir ymiskir festarar sótu á
jørðini hvørju megin ánna, og
hesar máttu vit sjálvandi hava við
upp á ætlanina, eins og tekningar
skuldu gerast av brúgvini og
gøtunum hvørju megin. Men alt
hetta var ikki bara sum at siga tað,
tí slík mál skulu eisini viðgerast í
friðingar-og yvirfriðingarnevndini,
tá kommunan hevur talað. Jógvan
Wagstein, sum hevur teknað fyri
kommununa, teknaði okkum økið
upp, so myndugleikar fingu eitt
innlit í, hvussu økið fór at síggja
út.
Martin sigur, at áðrenn tey
gjørdu av at leggja málið fyri Sunda
kommunu, vóru øll loyvi fingin upp
á pláss, og kommunan tók eisini
undir við ætlanini.
– Meðan ætlanin var í gongd,
vóru ymiskir møguleikar upp á
tal, hvussu brúgvin skuldi gerast.
Hugsað varð eitt nú um jarn ella
stál, men tað vísti seg, at ein slík
verkætlan hevði komið at kostað
rættiliga nógv. Úrslitið gjørdist, at
vit valdu at venda okkum til SEV um
at brúka gamlar elpelar sum stólpar
undir brúnni og til beinagrindina
annars. Alt fundamentið og øll
beinagrindin til brúnna er tískil úr
gomlum elpelum.
Hósvík hevur nú fingið s
Tað hevur tikið sína tíð at fáa eina brúgv um ánna og ósan í Hósvík, so gangandi er av økinum,
har kappróðrarneystið er – og heilt yvir í bátahylin. Nú er hetta ein veruleiki og ein av teimum,
sum er fegnastur um hesa verkætlan, er primus motorurin sjálvur, Martin Sømark
Meðan ætlanin var í gongd, vóru ymiskir
møguleikar upp á tal, hvussu brúgvin skuldi
gerast. Hugsað varð eitt nú um jarn ella stál,
men tað vísti seg, at ein slík verkætlan hevði
komið at kostað rættiliga nógv
MARTIN SØMARK
Úrslitið
gjørdist, at vit
valdu at venda
okkum til SEV
um at brúka
gamlar elpelar
sum stólpar
undir brúnni
og til beina
grindina annars
MARTIN SØMARK