mikudagur 15. juni 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 15. juni 2011 · Nr. 68
Sosialurin
Sundalagsstevna
sína brúgv
250 metrar av
brúgv og gøtu
Vilmund Jacobsen
Seinasta leygardag vóru einir
15 mans savnaðir við nýggju
brúnna niðast við ósan í Hósvík.
Dagurin byrjaði við, at menninir
løgdu seinastu hond á brúnna og
tað arbeiði, sum her er gjørt, men
teir lótu ikki dagin fara aftur um
við ongum, nú arbeiðið er undir
landi.
Sum dagurin leið grillaðu teir
og leskaðu sær á okkurt svalandi
í góða veðrinum, sum var hendan
dagin. Kvøldið var seint, áðrenn
seinastu menninir fóru til hús.
Tríggjar fyritøkur í økinum,
Thor, Krás og Renovent og SMS í
Havn stuðlaðu við at lata ymiskt
til dagin og kvøldið.
Martin Sømark sigur, at hetta
gjørdist ein sera hugnaligur dag
ur og eitt hugnaligt kvøld.
– Hýrurin á monnum var
góður, nú vit endiliga kundu siga,
at verkætlanin, sum vit hava
brent so nógv fyri, er fullførd.
Eldri kvinnur
Martin Sømark sigur, at sjálv
brúgvin liggur um 23 metrar til
longdar, og síðan eru gøtur báðu
megin brúnna, sum tilsamans eru
einar 230 metrar langar.
– Hetta merkir, at samlaða
verkætlanin snýr um gøtur og
brúgv á einar 250 metrar til
samans. Ljós eru allan vegin eftir
gøtuni og brúnni.
Martin veit at siga, at komandi
leygardag klokkan 12, tá sunda
lagsstevna er í Hósvík, verða
snórar kliptir, sum lata gøtuna
og brúnna alment upp.
– Tá koma tríggjar eldri ella
gamlar konur oman á økið og
fara at klippa snórar í sambandi
við almennu upplatingina.
Martin Sømark sigur, at hetta
eru konur, sum gjøgnum árini
hava gingið nógv, og tí eru tær
peikaðar út til at klippa snórar.
Fólk eru glað
– Eg haldi, at nú brúgvin er bygd
sum sambindingarliður dygst
við sjóvarmálan, er Hósvíkin
vorðin nógv størri. Nú fáa fólk
veruliga ”ágóðan” av bygdini,
tí nú kann gangast allan vegin
fram við sjóvarmálanum, sam
stundis sum tú sært niðan á
bygdina. Áður kundi tú ganga
oman í kappróðrarneystið – ella
oman í bátahylin, men tú kundi
ikki ganga allan vegin fram við
sjóvarmálanum og njóta náttúr
una, sum har er, eins og tú ikki á
sama hátt sást bygdina úr hesum
sjónarhorni. Vit vænta, at nógv
fólk fara at leita sær oman og
fara at njóta henda túrin, sum
tíðin gongur.
Martin Sømark sigur, at hann
er ógvuliga fegin um at hugskotið,
sum hann fekk longu, tá hann og
familjan fluttu til bygdar í 1996,
nú er veruleiki.
– Okkara børn eru nú 18, 15
og 8 ára gomul, so tað verða ikki
tey, sum verða koyrd gjøgnum
bygdina, eftir gøtuni og eftir
brúnni í barnavogni, men nú
verður tað helst sum abbi, at tú
fert at gera onkran slíkan túrin, tá
tann tíðin kemur, sigur ein fegin,
Martin Sømark, brosandi.
vilmund@sosialurin.fo
Brúgvin, sum nú er bindilið um ánna og ósan í Hósvík, er
umleið 23 metrar long. Haraftat eru gøturnar báðu megin
brúnna umleið 230 metrar langar. Leygardagin á middegi
fara tríggjar eldri konur í Hósvík at klippa snórar
Leygardagin á middegi
koma tríggjar eldri ella
gamlar konur oman á økið
og fara at klippa snórar
í sambandi við almennu
upplatingina
– Nú fáa fólk veruliga ”ágóðan” av bygdini, tí nú kunnu fólk ganga allan vegin fram við
sjóvarmálanum og síggja niðan á bygdina úr einum øðrum sjónarhorni, sigur Martin Sømark
Mynd: Jens Kristian Vang
Tað tók sína tíð, men nú er hon liðug – brúgvin,
sum bindir saman økini báðu megin ánna og
ósan, og gøturnar báðu megin eru eisini lidnar
Mynd: Jens Kristian Vang
Martin Sømark hevur verið ein
rættiligur primus motorur at
binda niðara part av Hósvíkini
saman, so gangast kann av
økinum við kappróðrarneystið
og heilt yvir í bátahylin
Nógv beinasemi
Martin sigur, at ein stórur partur
av arbeiðnum er gjørt sjálvboðið,
og eisini eydnaðist teimum at læna
maskinur í økinum, so stólparnir
kundu trýstast langt niður í lendið.
Stólparnir undir brúnni standa
nevniliga niðri á umleið tveimum
metrum. Onkur minni dumpari
fekst eisini til láns, so sigast má, at
fólk og arbeiðstakarar hava verið
ógvuliga beinasom, eins og fleiri
av teimum, sum sótu í arbeiðs
bólkinum, hava brúkt nógva tíð
upp á hesa verkætlan. Av arbeiðs
takarum, eru tað serliga Sunleif
Olsen í Hósvík og Arcticon, sum
hava hjálpt væl til við at læna
maskinur. SEV hevur sum nevnt
eisini latið pelarnar, eins og el
felagið eisini hevur latið tilfar frá
tunnilsverkætlanini
niðan
fyri
Norðskálatunnilin ókeypis. Her er
bara goldið fyri koyring.
– Tað, sum nú er eftir at gera,
er, at stólparnir, sum standa niður
í ánna, mugu klaðast við kopari, tí
um vetrarnar er frost, og ofta rekur
nógvur ísur oman gjøgnum ánna.
Ikki kostnaðarmikið
Martin sigur, at Sunda kommuna
hevur verið beinasom og hevur
hjálpt væl til at borið ætlanina, men
við tað, at nógv sjálvboðið arbeiðið
eisini liggur aftanfyri, er hetta ikki
nøkur kostnaðarmikil verkætlan í
peningi.
– Eg vil siga, at hetta hevur tikið
sína tíð frá tí, at ætlanin búnaðist í
1996, til endalig umsókn varð send
Sunda kommunu í apríl í 2009, men
nú er arbeiðið so gott sum liðugt,
og eg haldi, at fólk eru sera fegin
um tað, sum er gjørt, sigur Martin
Sømark, ið veruliga hevur verið
primus motorur fyri verkætlanini
at binda økini báðu megin ánna og
ósan í Hósvík saman.
vilmund@sosialurin.fo