Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. januar 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 19 - 29. januar 2004 Nr. 19 - 29. januar 2004 11 Jóanes K. Andreasen Hvussu ber tað til at slíkur kleyvarskapur kann fyri- koma á tykkara skipum, at sleipitrossarnir slitna? Fyrst slitnar í Nólsoyarfirði við einum áttamannafari og síðan við Norrønu, er tað ongin, ið fær eina álvarliga átalu ella nøs. Hetta er vánaligur sjó- manskapur so tað rungar eftir í, man følir seg ótrygg- an við støðuna. Undirritaði er ikki ser- kønur á økinum, men held- ur at slíkt ikki má henda aftur, so eg spyrji, hvat ætla tit at gera fyri at betra hetta? Eg haldi ikki, at tit skulu lata hetta fara aftur við borðinum, og hvat sigur tryggingin til slíkan kleyv- arskapi? Hevði hon goldið um tað stóðst skaði av hes- um? Annars alt rós til Vaktar og Bjargingartænastuna, men slíkir feilir máa ikki koma fyri. Róð hevur verið framundir at neyðugt er við einum orða- skifti um støðu okkara til ES. Eitt orðaskifti um støðu Føroya til ES hevði verið gagnligt bæði fyri at lýsa støðu flokkana og eisini fyri at mana tær mest vanligu myturnar og ræðumyndirnar í jørðina. Føroyingar hava í dag tann fyrimun, at vit kunnu velja at fáa okkum eitt ES pass uttan limaskap. Hjá teimum, ið starvast ella ferðast nógv uttanlands er hetta ein lætti. Óansæð hvat man annars meinar um ríkisfelagsskapin, so er hetta ein fyrimunur við ríkisfelagskapinum. Ein annar fyrimunur við okkara núverandi støðu er, at vit hava ein relativt stabilan valuta, ið fylgir rættiliga væl evrini, har hann fyrr plagdi at hanga uppií týska markinum. Hvat vildi hent, um Danmark fekk evruna? Vit høvdu ikki kunnað sitið eftir við ongum gjaldoyra, so evran hevði blivið til okkara gjaldoyra. Hetta hevur Føroya Landstýri eisini fingið greiðar ábendingar um. Hví skuldu vit valutamessiga verið verri fyri enn onnur oyggjasamfeløg við tilknýti til EU lond sum til dømis sponsku oyggjarnar vestan fyri Afrika við fríhandilsstatus? Tað er ikki so galið at kunna fáa teir fyrimunir, ið ES pass og ES valuta viðførir, uttan at noyðast at gerast mikro- skopiskur limur í ES. Tað er ein frammihjárættur, ið vit bert hava vegna okkara ríkisrættarligu støðu. Okkara størsti marknaður er ES, og okkara núverandi gjaldoyra svingar við ES allíkavæl. Tað er umráðandi at vit ikki geva avkall uppá teir fyrimunir, vit hóast alt hava í ríkis- felagsskapinum, tí annars verður tað skjótt ein sjálvupp- fyllandi profeti, at ríkisfelagsskapurin einki nyttar. ES grundlógin verður sæð sum ein stór hóttan, og verður hetta argumentið nýtt fyri einari uppgerð við Danmark, fyri at Føroyar ikki skulu enda í ES av sær sjálvum, um Danmark frásigur sær vald til Bruxelles. Viðvíkjandi ES grundlógini kunnu vit taka tað rættiliga róligt, tí hesar samráðingar vóru úrslitaleysar, tí at ES limalondini kundu ikki semjast um eina slíka. Um ES í framíðini kemur til eitt punkt, har semja er um eina slíka grundlóg, so kunnu vit vera viss í, at hon verður av teimum mest generellu av slíkum, har lægsti felagsnevnari dikterar. Trupulleikin er ikki størri enn so, at vit í Føroyum til ta tíð kunnu snikka eina føroyska grundlóg, ella hvat man vil kalla hana, saman. Stórabretland hevur til dømis onga skrivaða grundlóg, men ikki kann sigast, at landið er fallið í grús av tí grund. Vit eiga at diskutera ES, tí at vit noyðast at laga okkum til tey krøv ES, sum størsti marknaður setir okkum. Hetta eru praktiskir spurningar, ið eiga at verða adresseraðir leypandi. Tær meira studentikosu "hvat nú um" diskussi- ónirnar skullu sjálvandi eisini umrøðast á rætta stað til røttu tíð, men vit skulu ikki loypa framav og gera eitt so týdningarmikið mál sum ES til ræðuherferð hjá einstøk- um flokkum við at mála tann grábeinta óneyðuga nógv uppá veggin. Meirilutin av føroyingum eru ímóti ES limaskapi. Hví skuldu vit meldað okkum inn í ein felagsskap, har vit onga ávirkan fáa, tá vit nú fáa nøkur av frammihjá- rættindunum gjøgnum ríkisfelagsskapin, uttan at verða limir? DAGSINS MEINING Sosialurin Føroyar og ES VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Dorthe Gyldenkærne Velbastaður Er Dimmalætting vorðin millumhandlari í sølu av konufólki og sex? Tað er ikki einum hvørj- um fyri, at fáa ókeypis lýs- ing frá okkara gulu upp- afturprentaða á forsíðuni á Dimmalætting - og ikki at gloyma við eini lítlari, stillisligari viðmerking um, at lýsingin fer ikki at verða tikin uppaftur. "Sum tað er synd í lýsar- anum," sigur Dimmalætt- ing, "hann má avgjørt fáa okkurt afturfyri, vit kunnu ikki loyva okkum annað! Besta lýsingaplássið í blað- num - mitt á forsíðini - heilt ókeypis - tað er tað minsta, vit kunnu bjóða honum afturfyri!! Kanska áttu vit at sagt honum, at vit eisini fara at lýsa fyri einari lítlari sexy heimasíðu í morgin - heilt diskret á forsíðini - og sjálvandi ókeypis fyri lýsaran!" Hergeir Nielsen Føroya land varð blakað út í stjórnarloysi fyri skjótt 2 mánaðum síðan. Teymarnir vóru skryktir úr hondunum á røttu við- komandi, og samfelagið hevur rikið fyri vág og vind síðani. Búskaparligu avleiðing- arnar koma nú undan kavi, og vit frætta um dagligar kostnaðarmetingar á hund- raðtals mió.kr skeivu megin á fíggjarlógini. Vit fingu eitt óvanligt løgtingval grundað á per- sónlig viðurskifti, og tykj- ast fara at fáa eina líka so óvanliga samgongu grund- aða á somu persónligu viðurskifti. Vit hoyra heimastýris- flokkarnir siga seg fara at víðka fagra nýggja heima- stýrið við enn einum flokki, og vit hava hoyrt um eina borgarliga javnaðarstjórn, sum er um at koma í eygað. Á Norðatlantsmótinum eru menn í fullum álvara í ferð við at skipa seg í ein- um heilt serligum konglo- morati av høgra-, vinstra-, frælsis- og sambands- politikki, har eingin veit frá øðrum at siga. Vit eru føroyingar ser- støk tjóð - ja, so serstøk, at tá aðrir lótu lív í fræls- stríðum, reistu vit eitt Kongaminni. Kongaríkið okkara skipar seg nú undir einari felags ES- grundlóg, og vit føroyingar verða meira dreivaðir enn nakr- antíð. Danski forsætismálaráð- harrin er longu vorðin partur av samráðingunum. Hann segði á tíðindafundi, týsdagin 27. januar, at allar avgerðir Føroyum við- víkjandi skuldu takast við støðið í donsku grundlógini og innan fyri danska rík- isfelagsskapin, sum jú endar innan fyri ES fyrsta dagin. Hetta merkir, at teir tríggir nýggju heima- stýrisflokkarnir koma at binda okkum innan fyri danskan ríkisrætt fyri tíð og ævir, og koma so eisini at enda alt tjóðaskaparstríð á hesum klettum. Ikki kemur í kór, tað ið sjálvt vil fara í flór, er gamalt sagt, og sjálvandi endar so eisini Merkið millum ulpurnar í forkirkj- uni og annar dúkur har inni, ið steinur brestur fyri manna tungu. Soleiðis ílatin verður tann serliga føroyska kirkj- an hjá teirri serstøku før- oysku tjóðini. Ramliga varð tikið til orðanna, tá Megineinkjan lat sínar túsund røddir kvøða: "Meðan sárini bløða, klekir ørnabøga, svørð til svangan fund." Hugsið tykkum nú væl um - tit í Fólkaflokkinum, tí nú rekur á kíkin. Høggið ikki sár í sár, men vendið hin kjálkan til, og latum okkum taka upp annan tátt til gagns fyri land og fólk í komandi tíð- um. Latið ikki brunnið tvøst vera tykkara merkið, men leitið aftur til røturnar í tí radikala sjálvstýrinum, og søkið onnur hægri virði enn bert at selja grýn á tingi. Sleipitrossarnir slitna næstan dag um dag Meðan sárini bløða, klekir ørnabøga, svørð til svangan fund Ikki eiti á - sum Dimmalætting er blíð VIÐMERKINGAR Viðmerkingar til Jógvan Jacobsen, formaður í Unga Tjólveldið Niels Kári Nielsen Sambandsmaður Formaðurin í Unga Tjóð- veldinum heldur, at tað lík- ist ongum, at Føroyar ikki longu hava fingið staðfest fullveldið. Ein fólkatkvøða eigur at verða, sigur hann. Um ein hyggur eitt sindur aftureftir, virkar hetta und- arligt at hoyra í 2004, tí líka frá tí, at Tjóðveldisflokk- urin kom í landsstýrið í 1998, var annaðhvørt orð- ið, ið ein hoyrdi " Fólkaat- kvøða um fullveldistil- gongdina skal vera". Fleiri ferðir var hetta at hoyra, og at enda kom so fráboðanin um, at nú skuldi tað verða, men hvat hendir!!?? Ein meingingakanning varð gjørd, og so varð fráboð- anin um atkvøðu tikin aftur. So er spurningurin!!! Hví gjørdu loysingar- flokkarnir tað? Jú, svarið er einfalt, teir vóru bangnir fyri fólksins vilja; tað var eyðsýnt, at Tjóðveldisflokkurin rædd- ist fólksins dóm og valdi at stinga høvdið í sandin. Áðrenn løgtingsvalið í 2002, tók formaður Tjóð- veldisfloksins høvdið úr aftur sandinum og segði, at úrslitið av løgtingsvalinum var at sammeta við eina fólkaatkvøðu um loysing ella samband. Sigast má, at Tjóðveldis- menn skifta meining, sum aðrir skifta hosur, tí eftir at Sambandsflokkurin hevði vunnið valið í 2002, segði formaður Tjóðveldisflok- sins, at valið kundi als ikki sammetast við eina fólkaat- kvøðu. Tað er gott at hava støðufesti!! Men loysingarflokkarnir valdu at halda krampatak um valdið, hóast fólkið hevði talað. Miðflokkurin varð boðin við í samgong- una við gyltum lyftum; m. a. varð eitt nýtt aðalráð gjørt, bert til æru fyri teir; hetta hevur kostað fleiri milliónir skattakrónur. Alt hetta fyri at halda fullveldisskútuni upp ímóti vindinum frá fólksins talu, men gleðin var stokkut. Tað eru mong sum harm- ast um, at fólkaatkvøðan á sinni ikki varð hildin sum ætlað, tí so kundi fólkið havt talað, og øll kundu sæð, at tá ið avtornar, vil ein stórur meiriluti av Før- oyingum verða verandi í Ríkisfelagskapinum við Danmark og Grønland. Vit kunnu takka nøkrum ræðuskítum í sokallaðu loysingarflokkunum fyri, at hetta enn ikki er endaliga staðfest! At rokna allar veljarar hjá fyrrverandi samgong- uni sum fullveldisfólk burt- urav, er ein bíligur og veru- leikafjarur máti at síggja tingini uppá. Eitt annað sum virkar løgið er, at samstundis sum samgongan hevur stríðst fyri at skræða 48.000 menniskju burtur úr einum størri ríki, so hava teir sagt við kommunurnar, at tær skulu leggja saman, tí størri eindir klára seg nógv betri, hvar er logikkurin??? Í 1998, tá fyrrverandi samgonga kom til, áttu allar kreftir at verið settar inn á at lekja tey sár, sum samfelagið hevði fingið undir kreppuni. Tá skuldu allar tær veldigu inntøkur- nar, ið blivu sprændar inn í landið av okkara fiskiríki- dømi, verðið brúktar til at vunnið inn aftur alt tað forsømda; tá áttu tit at kom- ið við 123 røktarheims- plássum (sum framvegis bert eru á pappírinum). Vóru tá pengar til yvirs, kundi man farið at hugt uppá, um málsøki skuldu yvirtakast, ella um ríkis- rættarliga støðan skuldi broytast, ikki fyrr!! Listin av forsømilsum er so langur, at tað er ógjørligt at skriva alt her, men full- veldissamgongan valdi ístaðin at brúka mestu orkuna uppá at stríðast við danir (og við seg sjálvar), og nú aftaná 6 gullár, eru bert nøkur ting ávegis, meðan tey flestu enn eru á skriviborðinum. Tað má sigast at vera óført við øllum teimum 520 almennu størvunum í um- sitingini, sum teir hava sett afturat hesi árini.. Vónandi kemur framtíðin at lýsa bjartari yvir okkara vakra Føroya land. To be continued… Karsten Hansen Útvarpið sigur Føroya fólki, at tað fara at resta 300 milliónir krónur í rakstri á fíggjarlógini í 2004 og í minsta lagi 450 mió. krónur- um avdráttir landskassans verða rokn- aðir við. Hetta er fyri tað fyrsta skeivt og ósatt, sum eg hervið skal leggja prógv fyri: Framskrivingar hjá Fíggjarmálaráðnum vísa, at í mun til 2003, so verða inntøkurnar minni við: 134.576 mió. krónum Útreiðslurnar - um onki verður gjørt - kunnu í mun til 2003 metast til at gerast hægri við: 101.200 mió. krónum. Tilsamans gevur hetta: 235.776 mió. krónur. Her er altso ikki talan um 300 milliónir, sum Útvarp- ið sigur seg hava tøl fyri. Avdráttir eru annað mál Avdráttir av lánum skulu ikki roknast við, tá talan er um úrslit landskassans. Gjørdu vit tað, so skuldu vit eisini ført lánini sum inntøku. Um vit bara draga av- dráttir frá á rakstrinum, hvussu hevði so úrslitið sæð út í 2003? Tá guldu vit ein eyka avdrátt uppá 500 mió. kr. - og merkir tað, at fíggjarlógin hevði hall uppá hálva milliard? Sjálvandi ikki! Men um vit taka útvarpið uppá orðið og rokna av- dráttir upp í, so eru avdrátt- irnir í 2004 uppá 77 mió. krónur. Leggja vit hetta afturat teimum 235 milliónunum, sum beinar framrokningar siga, so verður talan um 312 milliónir. Her er altso als ikki talan um 450 milliónir við av- dráttum, sum Útvarpið sigur. Her má bæði sparast og takast inn Tí kann eg bara staðfesta, at Útvarpið ber beinleiðis rong tíðindi - og úrslitið av slíkum kann bert gerast, at politikarar blaka ábyrgdina frá sær, og at fólk og vinna kunnu gerast afturhaldin og óttafull. Eg skal gjarna leggja eitt fíggjarlógaruppskot fyri tingið, ið vísir á, hvussu vit halda skil á búskapinum, nú inntøkurnar minka. Á fíggjarlógaruppskotin- um, sum eg legði fyri tingið í oktober í fjør, varð skotið upp bæði at spara og at fáa nýggjar inntøkur til lands- kassan, soleiðis, at upp- skotið vísti eitt samlað yvirskot. Hetta uppskot og tey neyðugu tiltøkini duttu øll burtur, tá løgmaður skriv- aði út nýval. Tí er tað burturvið bara at framskriva útreiðslur og inntøkur, tí sjálvandi skulu tiltøk gerast til tess at halda skil á fíggjarlógini. Um vit bara høvdu framskrivað alt síðani 1998, so hevði langt síðani verið galið. Eg vóni, at Útvarpið fer at rætta síni mistøk. Annars verður hetta bert brúkt hjá politskum flokkum til at góðtaka stórt hall á fíggj- arlógini. Atli Hansen Í grein í bløðunum aftan á valið royndi eg at vísa á nakað, sum nógv sam- bandsfólk hugsaðu, nevniliga orsøkina til tað vanlukkuliga úrslitið av valinum fyri Sambands- flokkin. Hetta er fallið Eilif Samuelsen fyri bróstið og ger hann seg tí til láturverja fyri fráfar- andi formann m.a. við at leggja eftir mær við ó- sannindum. Nei, Eilif Samuelsen. Eg hevði ongan leiklut í tí, sum gekk fyri seg á landsfundinum fyri 3 árum síðan við "at gera mítt ítasta at framprovo- kera formansskiftið og velja ein formann móti sínum vilja". Eg var ikki á landsfundi og hevði einki við uppskotið til formann at gera. Tvørtur- ímóti, so ávaraði eg á heystfundinum áðrenn nevnda landsfund limir í Unga Sambandinum ímóti at skjóta Lisbeth L. Petersen upp, tí tað var eingin loysn. Og um tað so eisini var móti henn- ara vilja, so hevði tað slettis onga meining. At leggja meg undir at hava havt henda leiklut er væl tað Eilif Samuelsen hevur í kvittanum tá íð hann tosar um at vaska skitin klæðir alment. Tað sum Eilif Samuel- sen helst hugsar um gekk fyri seg fyri 6-7 árum síðan, tá eg brúkti mín demokratiska rætt sum limur í Sambandsflokk- inum at vera við til at skjóta eitt annað valevni enn verandi formann upp. Men tað er ein heilt onnur søga - um vantandi demokrati m.a. Veljarnir koma ikki á landsfund Um man vil í tal við tey 7507, sum stuðlaðu Sam- bandsflokkin til valið, nyttar einki at fara á landsfund til eftirmeting- ar. Har koma veljarnir ikki. Har koma - eins og í øðrum flokkum - ein kjarna upp á 50 - 100 fólk. Men man má við- ganga, at tað er her, at tær strategisku avgerð- irnar fyri flokkin verða tiknar. Nei, vil man í samband við veljarafjøldina, so má man nýta fjølmiðlarnar. Og taka tær avleiðingar tað hevur við sær. Tað var tað eg gjørdi í nevndu grein og at eg var á góðari leið hava óteljandi heilsur frá sambandsfólki sannført meg um. Og tað man eisini vera trýstið frá hesari fjøld, sum hevur ført tær stóru broytingarnar í sam- bandspolitikkinum við sær. Tí tað sum ikki kundi takast upp á tung- una fyri afturlatnum hurðum í sambandsrúm- inum í 1996 er í dag almennur sambandspoli- tikkur. Og so er bert eftir at ynskja, at tær kreftir, sum hava gjørt hesar broyt- ingar møguligar eisini koma at mynda flokkin framyvir. Tað eiga allar eftirmetingar av valinum at leiða fram til. Fólkaatkvøðan hjá Fullveldissamgonguni Kann Útvarpið koyra búskapin á bláman? Viðmerking til Eilif Samuelsen - eisini ein fyrrverandi Minnið farið at bila C M Y K 11 10