hósdagur 29. januar 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 19 - 29. januar 2004
Nr. 19 - 29. januar 2004
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Jógvan við Keldu
60 ár
30. januar fyllir góði vinmaður mín,
Jógvan við Keldu, seksti ár. Vit hava
kenst frá heilt ungum av og komu eisini
at arbeiða saman á skrivstovuni hjá Pf J.
F. Kjølbro í nøkur ár. Hann sló seg tó
ikki til tols við at halda áfram við bert at
arbeiða fyri onnur, men stílaði eftir at
fara undir egið virki ella fyritøku. Hetta
fór hann eisini undir á ungum aldri við
góðum móti og stórum hegni og áræði
og byrjaði við at umboða fleiri útlendsk-
ar fyritøkur, sum millum annað seldu
skrivstovu- og handilsinnbúgv. Væl varð
hann móttikin kring oyggjarnar, og
vørurnar vórðu vælumtóktar. Seinni fór
hann so eisini undir heilsøluvirksemi við
matvørum og kolonialvørum og hevði í
mong ár fleiri fólk í arbeiði. Eitt skifti
seldi hann eisini bæði persónbilar og
lastbilar.
Saman við øðrum framtakshugaðum
monnum í Klaksvík var hann eisini við
til at fyrireika og fremja tær fyrstu sølu-
stevnurnar her í býnum. So sigast kann,
at hann hevur lognu frá ungum av verið
virkin og havt slóðbrótandi evnir og
hevur gingið á odda við at royna nakað
nýtt, býi okkara, landi og fólki at gagni.
Kommunalpolitikkur og landspolitikkur
hevur eisini frá ungum av havt hansara
stóra áhuga, og hevur hann sitið í býráð-
num í fimm setur tilsamans. 16 ár hevur
hann verið borgarstjóri okkara, og eg
haldi ikki, at eg taki ov dýran til, tá eg
sigi, at hann uttan iva man vera tann
borgarstjóri, sum hevur megnað at
umboða bý okkara eina best bæði
innanlands eins væl og uttanlands. Og
ikki at gloyma, at tað var hann, sum fyri
20 árum síðani kom við hesum slóðbrót-
andi hugskotinum at gera undirsjóvar-
tunnil um Leirvíksfjørð. Hesa ætlan helt
hann eisini fast við, sjálvt um mong róku
hann á spott fyri hetta "øra projektið",
sum tikið varð til. Tvey valskeið hevur
hann sitið á Føroya Løgtingi og
umboðað Fólkaflokkin, har hann hevur
verið ein litríkur politikari.
Innan mentanarlívið og tónleikalívið
hevur hann eisini gingið á odda, og
saman við øðrum góðum kreftum fekk
hann sett á stovn Klaksvíkar Musikk-
skúla, sum hevur havt ein ómetaliga
stóran týdning og uppalt eina mongd av
tónleikarum upp ígjøgnum tíðirnar.
Innan samkomuna í Betesda, ið hevur
verið andaliga heim hansara frá barns-
beini av, hevur hann ígjøgnum fimti ár
havt ein sera týðandi og virknan leiklut,
har hann sum heilt ungur byrjaði at
spæla upp á urgu í sunnudagsskúlanum.
Síðani mentist hetta bara við tíðini, til
hann byrjaði at hjálpa til við at taka sær
av sangkórinum, sum hann nú hevur
verið leiðari av í umleið fýrati ár. Í øll
hesi mongu ár hevur hann verið fastur
urguspælari í Betesda.
Aftanfyri ein úrmæling stendur altíð
ein góð kona. Hann fann Betty úti á Toft-
um, meðan hann arbeiddi í eini fyritøku
í Runavík. Hon er úr góðum bergi brotin
og hevur verið manni sínum ein dyggur
stuðul ígjøgnum lívið.
Góði Jógvan!
– Judith og eg ynskja tær hjartaliga til
lukku á 60 ára føðingardegnum og mong
góð ár framyvir við Harrans ríku signing
við tøkk fyri gott vinarlag í hálvthundrað
ár.
Mikkjal á Bergi
12. januar 2004 tók
Rúni Klein Joensen í
Syðrugøtu við sum
dagligur leiðari á
Shellstøðini í Gøtu-
dali
Rúni er 29 ára gamal, sonur
Oluffu, f. Pedersen, og
Martin Klein Joensen í
Syðrugøtu.
Hann er útbúgvin graf-
iskur prentari og lærdi á
Estra í Gøtu.
Seinastu fýra árini hevur
hann arbeitt sum sølu-
maður, fyrst hjá Eysturoyar
Heilsølu og síðani hjá
Kjølbro Heilsølu.
Hann hevur stóran áhuga
fyri ítrótti, serliga fótbólti.
Hann hevur verið mál-
maður hjá GÍ, og á fyrstu
deildunum hjá bæði ÍF og
NSÍ.
Eisini hevur hann spælt
borðtennis og var í nøkur ár
næstformaður í hondbólts-
felagnum, Tjaldur.
Rúni hevur stóran áhuga
fyri kríatúrum, serliga ross-
um – eisini seyði og seyða-
hundum
Hann
er
giftur
við
Beintu, f. Hansen, av
Glyvrum, tey eiga tveir
synir: Martin, 4 ár, og
Ábraham, ið er átta mán-
aðir.
Rúni tekur nýggja starvið
sum eina spennandi av-
bjóðing. Støðin er ein so-
nevnd Select-støð. Hetta
eru nýmótans støðir, ið
leggja dent á at veita
kundunum bestu tænastu
og eitt stórt úrval, m.a.
nýbakað breyð og pylsur.
Støðin er serliga kend fyri
sínar væl smakkandi hot-
dog, sum fólk koma lang-
vegis frá til at keypa.
Rúni sigur, at tað skal
verða ein uppliving hjá
kundunum at koma inn á
støðina í Gøtudali.
Rúni Klein Joensen:
Nýggjur leiðari á Shellstøðini í Gøtudali
Mogens Tilsted
Christensen
Sognepræst i Nordstrømø,
Præstegården i Hvalvík
Først og fremmest vil jeg
sige tak til alle i Nord-
strømø for den helt enorme
kærlige og forstående mod-
tagelse, som min kone og
jeg har oplevet, siden vi
kom herop i juli 2003. Det
har varmet i vore - ind
imellem forblæste og for-
frosne - hjerter. Jeg har nu
været præst på Færøerne i
et halvt år.
Det er blevet til 19 barne-
dåb, 1 bryllup, 6 begravel-
ser og 39 gudstjenester, 4
plejehjemsgudstjenester
foruden flere husbesøg
rundt om i sognene, 2 und-
ervisningsseminarer, åbn-
inger af 5 missionbede-
uger, 3 foredrag, 2 offici-
elle juletræstændinger samt
en del attestudskrivninger
og kontrabogføring. Det
blev desværre nødvendigt
for mig at sige nej til 2 af
møder i efteråret, hvor jeg
stod alene med hele om-
rådet i et par måneder på
grund af travlhed og opslidt
stemme midt i travlheden.
Ved den sidste juletræs-
tænding, hvor det var et
forrygende
snevejr
var
stemmen også færdig, så
dem af de mange frem-
mødte, der sad på bagerste
række inde ved kaffebordet
ikke kunne høre, hvad
præsten sagde. Men det gik
jo alligevel. Juletræslyset
blev tændt, og julemanden
kom i brandbil og det blev
jul få uger senere.
Jeg fik en "ild-dåb" som
dansk præst til Nord-
strømø, hvor vi er 3 præster
på et tidspunkt, hvor strejk-
en lige var ophørt. Ferie og
studieorlov bevirkede, at
jeg i august måned stod
alene med alle sognene
med de 8 kirker og med
alt, hvad der skete af kirke-
lige arrangementer i de
sogne, der ellers er be-
regnet til 3 præster. Denne
"ild-dåb" blev også med-
virkende til, at jeg ikke
havde ret mange pusterum
til at forberede næste guds-
tjeneste
eller
kirkelige
handling.
Da jeg så i oktober stod
alene igen med 7 kirker på
grund af en kollegas syg-
dom, så var jeg "varmet op"
til opgaven.
I kirkebetjeningen er der
ca. 60 navne ved alle
kirkerne, der arbejder på
forskellige tider, nogle hver
anden måned, og andre
hver 14. dag og igen nogle
skifter hver 3. måned. Og
disse navne skulle man så
prøve at lære at huske. Det
skete da også, at jeg kom til
at kalde organisten i en af
kirkerne for det navn, som
organisten hed i en anden
kirke en enkelt gang. En
klokker, der hedder Tumm-
as er blevet kaldt Petur, som
hans bror hedder. Broderen
er også klokker men i
andre måneder. Og sådan
har der været lidt at holde
styr på i de forskellige
kirker, der ikke helt har
samme skikke. Det skal
forstås således, at man
nogle steder synger tros-
bekendelsen og andre sted-
er synger den apostolske
velsignelser, men præsten
læser dem andre steder
igen. Det skal lige ind på
lystavlen, og det kommer
det ikke fra den ene dag til
den anden.
Men alligevel. Jeg har
mødt en 4-500 mennesker
personligt, og jeg kan vel
huske navnene på de 100
nu. Men alle ansigterne står
lysende klar fra første gang.
Men giv præsten lidt tid til
at få alle disse mange
færøske navne sat fast inde
i præstens hoved.
Der kommer jo hele tiden
nye navne til. Og den "ung-
dommelige" præst bliver
altså 60 år næste gang.
Men jeg har været meget
glad og taknemmelig for
den modtagelse, jeg har
mødt. Og jeg er jo gammel
nok til at vide, at ingen kan
blive venner med alle.
Derfor takker vi de både
de flere hundrede, der har
støttet både mig og min
hustru, når vi ikke altid har
forstået
sproget
-
og
kollegerne, der har været
med til, at det er lykkedes
for den nye præst
En kolossal opbakning,
som vi slet ikke havde
forventet.
Som tidligere forretn-
ingsmand kan jeg ikke lade
være med at tælle "util-
fredse kunder" på fingrene.
Det er nemt gjort, der var
kun 3, der har brokket sig.
Men der bor jo 3700 i
sognene. Og af dem har
over 100 henvendt sig
personligt, pr. mail eller pr
telefon for at sige tak og
erklære tilfredshed med, at
Nordstrømø endelig fik en
ordentlig præst. For den
sidste præst, de havde var
de i hvert fald ikke tilfredse
med, siger de.
Min kone og jeg længes
nu efter at komme til
Danmark for at besøge vore
3 børn og 3 børnebørn, 5
søskende og mange venner.
Og der er jo heldigvis
noget, der hedder ferie og
studieorlov også for den
nye præst.
Der kærligste hilsner og
tak for den kolossale store
opbakning til præsten og
hans kone.
VIÐMERKINGAR
At være dansk præst på Færøerne!
Mynd: Jonhard Hammer
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
29. januar. Valerius. Var síðst í triðju øld biskupur í Trier
í Týsklandi.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum
at kæra kona, mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Petra Ingigarð Sørensen
fødd Petersen,Tórshavn
andaðist á Lágargarði fríggjadagin 23. januar,
76 ára gomul.
Kistan fer frá Lágargarði hóskvøldið kl. 17.00
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
fríggjadagin kl. 14.
Fyri tey avvarðandi
Amandus
Tey ið vilja minnast Ingigarð við blómum ella kransi kunnu ístaðin
lata Lágargarði eina gávu.
Kunngjørt verður at okkara elskaða mamma, kona,
dóttir og systir
Elin Andersen
Ålborg
ættað av Argjum, andaðist mánadagin 26. januar
39 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Dall kirkju
fríggjadagin kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Metta
Mikudagin 28. januar fóru
tvíburðarnir Bergur og
Bogi Godtfred um tey hálvt
hundrað. Teir eru báðir
kendir frá fjølmiðla- og
samskiftisheiminum.
Teir eru ættaðir úr Vági.
Foreldrini eru Mia og
Andrew Godtfred. Børnini
hjá teimum eru Andrew,
sum búði í Havnini og and-
aðist í 1999, Gunnvør, sum
býr í Næstved og so Bergur
og Bogi. Eftir realskúlan
arbeiddu teir m.a. á skriv-
stovu í Keypmannahavn, og
fyrst í sjeyti árunum fluttu
foreldrini og tvíburðarnir
til Havnar og búsettust í
Jóannes Paturssonargøtu.
Bergur og Bogi fóru í
Hoydalar at ganga í stu-
dentaskúla í 1972. Bogi
leyk samfelagsligt/málsligt
studentsprógv í Hoydølum
í 1975. Ynskið hjá Bergi
var at ganga á máls-
ligu/musisku greinina. So-
vorðið bar ikki til í Føroy-
um fyri tredivu árum síð-
ani. Tí flutti Bergur eftir
fyrsta árið í Hoydølum til
Danmarkar, har hann í
1975 leyk studentsprógv
frá Birkerød Statsskole.
Longu meðan hann gekk
í Hoydølum hevði Bogi hug
at fáaast við journalistik.
Tað kom til sjóndar við, at
hann hjálpti til á Tíðinda-
blaðnum, sum Árni Absa-
lonsen og Finnbogi Ísakson
góvu út. Við students-
próvnum í hondini fór Bogi
beina leið til Århus, har
hann í 1980 leyk prógv frá
Journalistháskúlanum.
Meðan hann lærdi og eitt
sindur aftaná arbeiddi hann
sum freelance journalistur
hjá DR TV, har hann eitt nú
saman við Preben Heide,
sum var kendur í Føroyum,
var á Landet Rundt redak-
tiónini, sum tað tá kallaðist.
Fyrst í áttati árunum fór
Bogi at arbeiða í Útvarpi
Føroya, har hann var við til
at leggja lunnar undir
nýggjar aktuellar send-
ingar. Seinni flutti Bogi í
Sjónvarp Føroya, har hann
framvegis er millum teir
hollastu tíðindamenninar.
Bogi er giftur við Ásu
Isaksen, sum er ættað úr
Klaksvík. Hon er yngsta
barnið hjá Ester og Jens So-
fusi Isaksen.
Bergur tók læraraprógv
frá Tønder Semenarium í
1979. 1978–/1979 var hann
lærari á Tinglev Kommu-
nale Ungdoms-– og Musik-
skole, frá 1979 í Frederiks-
værk Folke–- og Ungdoms-
skole og eitt skifti eisini í
musikkskúlanum–. Hann
las sálarfrøði á DLH frá
1985-–1990.
Skúlaárið
1993–/94 var Bergur lærari
á Viðareiði, og síðani í
1994 hevur hann arbeitt á
Adventistaskúlanum,
á
Handilsskúlanum og Tek-
niska Skúla í Havn. Bergur
hevur skipað fyri hópum av
skeiðum í eitt nú leiðslu og
samskifti.
Bergur er giftur við Turið
Dam. Hon er yngsta barnið
hjá Kitty og Hans Hilmari
Dam í Havn.
Bergur og Bogi 50 ár
Kjeld Thomsen
f. 22. november 1938
d. 26. januar 2004
Mánamorgunin 26. januar andaðist Kjeld Thomsen í
Havn, 65 ára gamal.
Kjeld hevði sín seinasta arbeiðsdag sum telgrafistur
31. desember 2003 og skuldi nú til njóta tilveruna sum
pensionistur, tá hann brádliga gjørdist álvarsliga súkur.
Kjeld var sonur, Elisabeth, f. Joensen, úr Havn, og
Edvin Thomsen, ættaður úr Nólsoy.
Hann var føddur á Amager 22. november 1938.
Foreldrini búðu í Danmark tá. Pápin sigldi við
donskum skipi. Í apríl 1939 fluttu tey til Føroyar.
Eftir at hava gingið í barnaskúla og realskúla fór
Kjeld í læru í Sjóvinnubankanum í 1955, og í 1958 fór
hann til Danmarkar, har hann tók telegrafistprógv í
1959.
Eftir tað sigldi hann sum telegrafistur við donskum
farmaskipum í umleið tvey ár. Í 1961 kom hann heim
aftur og fór sum telegrafistur við trolaranum Kallsevni
ein ísfiskatúr undir Íslandi.
Í 1962 fór Kjeld til Grønlands, hann fekk starv á
Prins Christians Sund veður- og radiostøðini. Har
arbeiddi hann so til 1965, tá hann fekk starv á
telestøðini Godthåb Radio í Nuuk. Hann var við til at
stovna føroyingafelagið í Nuuk og sat í nevndini har í
nógv ár.
Í 1974 flutti familjan heim aftur til Føroya at búgva,
og fyrstu tíðina arbeiddi Kjeld sum fotosetari á
prentsmiðjuni hjá Sosialinum í Sjúrðargøtu. Hann var
eisini fyritaksstjóri á blaðnum eitt skifti.
1. februar 1976 varð Kjeld settur í starv sum tele-
grafistur á Telegrafstøðini hjá "Det Store Nordiske
Telegrafselskab" við Tinghúsvegin í Havn. Seinni
yvirtók Telefonverkið støðina, sum nú hoyrir undir
Føroya Tele.
Kjeld var eisini verið virkin í tónleikalívinum í
Havnini, har hann hevur spælt trompet og kornet.
Eisini hevur hann telvað nógv og er limur í Havnar
Telvingarfelag.
Hann giftist í Grønlandi í 1965 við Poulu, f.
Højgaard, av Toftum, tey fingu børnini Bjarka og
Maluna, og ommu- og abbabørnini Sáru og Ragnar.
Tvíburðarnir Bergur og Bogi Godtfred
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
13
12