hósdagur 29. januar 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 19 • hósdagur • 29. januar 2004 • 78. árg.
Vit síggja tey um
allan býin, skeltini hjá
bilverkstaðnum Bil-
skrokk í Slættanes-
gøtu í Havn. Í 1990
stovnaði Brynleif B.
Askildsen Bilskrokk,
sum er ein serverk-
staður fyri upprætt-
ing og lakkering
BILVERKSTAÐUR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Um vit hyggja at gongdini
tey seinastu 30- 40 árini ber
til at staðfesta at av øllum
teimum persónum, sum
hava lært til bilmekanikara,
eru tað sera fáir sum halda
fram í hesum starvi. Hvat
orsøkin er til tess, eru tað
nokk ymiskar meiningar
um.
Ein av teimum sum fór í
læru sum bilmekanikari við
tí fyri eyga at stovna sín
egna bilverkstað, er 33 ára
gamli
havnarmaðurin
Brynleif B. Askildsen.
Hann hevur altíð havt
stóran áhuga fyri bilum og
fór sum 15 ára gamal í læru
hjá Bilfríðkan í 1986. Hann
bleiv beinanvegin bitin av
fakinum og dámdi arbeiði
sera væl.
Tað var alla tíðina ein
dreymur at fara víðari við
egnum bilverkstaði og stutt
eftir lokna útbúgving, byrj-
aði hann sum sjálvstøð-
ugur.
Byrjaði í garaguni
Bilskrokk var stovnað í
1990 har Brynleif sjálvur er
stjóri og eigari. Byrjað var í
eini garagu í Leivsgøtu við
smærri skaðum, eftir fáum
árum mentist virksemi á
bilverkstaðnum, og tørvur
var á størri plássi.
Í november 2002 var flutt
inn í størri og rúmligari
bygning í Slættanesgøtu 9
har Bilskrokk nú heldur til.
Bygningurin hevur stór høli
við sproytikabinu og betri
møguleikar at hjálpa við-
skiftafólki við bilskaðum
sum t.d. lakkering, trygg-
ingarskaðum, buglum, rusti
og mongum øðrum.
Stórir sum smáir skaðar
verða afturgjørdir. Er talan
um størri skaðar og bilurin
t.d. er vorðin skeivur,
verður upprættingarbonk-
urin brúktur. Í løtuni starv-
ast 6 fólk hjá Bilskrokk.
Peugeot
víðkar
í Kina
Peugeot og kinesiski
samstar vsfelagin
Dongfeng víðka fram-
leiðsluna í Kina og
hava gjørt ein íløgu
uppá 600 milliónir
evrur
í
kinesiska
marknaðin.
Fyrsta
kvartal í ár kemur
fyrsti kinesiskt fram-
leiddi
Peugeot
á
kinesiska marknaðin.
Bilurin verður gjørdur
við støði í Peugeot
307
Kelda: Motor Magasinet
RAV4
facelift
Toyota RAV4 árgang
2004 er komin í eini
nýggjari dagførdari
útgávu við t.d. nýggj-
um forlyktum og køl-
aragittari, eins og bil-
urin er smartari innan.
RAV4 er tann best
umtókti
SUV
í
Evropa
Kelda: Motor Magasinet
‘
Sótfiltur til
dieselbilar
Týsku myndugleikar-
nir vilja nú hava at
allir dieselbilar, eisini
lastbilar, skulu hava
sótfiltur, og tað skal
helst
verða
langt
áðrenn EuroV um-
hvør visreglur nar
koma í gildi í 2010
Kelda: Motor Magasinet
Brynleif B. Askildsen:
Altíð droymt um
egnan bilverkstað
Starvsfólkini hjá Bilskrokk, f.v. Jógvan Kári í Giljum, lakkerari, Pætur Hentze, verkstaðsleiðari,
Suni Johannesen, plátusmiður, Brynleif Askildsen, stjóri, og Høgni Sigurðsson, plátusmiður.
Árni Silvurstein vantar á myndini
Mynd: Jens Kristian Vang
Brynleif B.Askildsen
framman fyri Bilskrokk í
Slættanesgøtu
Mynd: Jens Kristian Vang
Bilskrokk er
ein nútímans
lakkerings- og
upprættingar
verkstaður
við góðum
arbeiðsumstø
ðum
Mynd: Jens
Kristian Vang
15
14
Nr. 19 - 29. januar 2004
Felagið hjá fiski-
skipum og útróðrar-
bátum, Føroya
Ráfiskaseljarafelag,
afturvísir ivasama
samanbering av
fiskaprísum og vísir á
at tað vanliga loysir
seg at landa í
fremmandari havn
FISKIVINNA
Búi Tyril
tyril@PRnewsMedia.com
Ein søga í fjølmiðlunum
um at tað loysir seg ikki at
selja fisk uttanlands hevur
fingið tað annars so tigandi
felagið hjá fiskiskipunum
og útróðrarbátunum, Før-
oya Ráfiskaseljarafelag, at
tríva í pennin við skørpum
afturvísingum av tilfarin-
um, sum stavaði frá sam-
skiparanum í Føroya Rá-
fiskakeyparafelag, Agnar
Jensen.
Samstundis sum Ráfiska-
seljarafelagið hevur skrivað
bræv til Føroya Ráfiska-
keyparafelag við rættleið-
ingum í málinum, sendir
felagið út eitt tíðindaskriv
har funnist verður at út-
spælinum frá keyparafel-
agnum fyrr í vikuni, og har
ein røð av týðandi tættum
við atliti til hagtøl í tilfarin-
um verða eftirlýstir.
Á tí veiðandi síðuni av
fiskivinnuni undrast fleiri á
framferðina hjá Føroya Rá-
fiskakeyparafelag sum, utt-
an at hoyra seg fyri hjá
teimum ið varða av fiski-
skipunum, almannakunn-
gjørdi eina samanbering av
avreiðingarprísum í Føroy-
um og aðrastaðni.
Tann provokerandi sam-
anberingin hjá keyparafel-
agnum undir yvirskriftini
»Tað lønar seg illa at útflyta
heilan fisk« verður soleiðis
víst aftur sum skeiv, í og við
at grundleggjandi faktorar
eru hildnir uttan fyri mynd-
ina. Til dømis stendur ikki
eitt orð um at ein stórur
partur av tí toskinum ið fer
av landinum er sokallaður
‘Ryggja toskur’ sum er
minni kvalitativur og bílig-
ari enn annar toskur ið
verður avreiddur í Føro-
yum. Tað sama ger seg
galdandi við upsa: fiska-
virkini í Føroyum vilja ofta
ikki taka ímóti upsa tí tey
hava ikki ta neyðugu fram-
leiðslu orkuna, og hetta er
serliga galdandi fyri tann
smáa upsan ið so at siga
altíð má av landinum.
Tjena uttanlands
»Samanberingin hjá Rá-
fiskakeyparafelagnum sig-
ur tíverri einki um ta sann-
roynd at tey føroysku virk-
ini eru ikki sinnað at keypa
tann tosk ið føroysk skip
veiða á Íslandsrygginum,«
ljóðar millum annað í tíð-
indaskrivinum frá seljara-
felagnum. »Hvat gerst við
hendan tosk?« verður síð-
ani spurt.
»Ei heldur verður sagt
eitt orð um at okkara fiska-
virkir í veruleikanum hava
ongan áhuga í ávísum upsa-
støddum, hóast hesar væl
kunnu umboða stórar partar
av veiðuni hjá serliga par-
trolarunum; og tað sama
ger seg galdandi fyri ávísar
hýsustøddir. Ein annar tátt-
ur sum dettur niður ímillum
er tann royndi lutur at tey
føroysku
fiskavirkini
megna ikki yvirhøvur at
geva nóg mikið fyri flatfisk
og rud.«
Seljarafelagið vísir á at
prísgongdin hevur verið
ójøvn millum teir ymisku
høvuðsbólkarnar av fiski-
skipum; at tað hevur gingið
afturá við prísunum hjá
teimum ið hava landað í
Føroyum. Síðani kemur ein
hvøss
konstatering
um
lemmatrolararnar, nevni-
liga at teir tjena betur – og
selja uttanlands.
»Um hugt verður at mið-
al avreiðingarprísum í 2003
í mun til 2002, so er sum
heild talan um príslækking-
ar fyri allar bólkar uttan
ein, nevniliga teir lemma-
trolarar ið royna á djúpum
vatni.«
»Talan er um ein greiðan
mun á gongdini í miðal
avreiðingarprísum
hjá
lemmatrolarum og hinum
bólkunum av fiskiskipum;
tá tosa vit um verulig tøl
bygd á avrokningar fyri alt
árið.«
»Sum einasti bólkur,
hava
lemmatrolararnir
landað so at siga alla sína
veiðu beinleiðis í útlendsk-
ari havn.«
Aftan á kritikkin bjóðar
seljarafelagið tó keypara-
felagnum í breitt samstarv
og leggur upp til samskifti
um fiskivinnuligar spurn-
ingar.
»Eg vil sum formaður í
Ráfiskaseljarafelagnum
bjóða nevndini í Ráfiska-
keyparafelagnum at sam-
skifta við okkum tá talan er
um at viðgera hvat sum
loysir seg fyri skip og virk-
ir,« skrivar Árni Joensen
vegna Føroya Ráfiskaselj-
arafelag.
»Tað liggur í áhuganum
hjá øllum pørtum í fiski-
vinnuni at royna at fáa mest
møguligt burtur úr tí rávøru
hetta landið eigur; kunnu
vit í felag koma fram til
betri hættir og prísir í
opnari og erligari kapping,
so tænir tað øllum samfel-
agnum.«
Annars hava Ráfiskaselj-
arafelagið og Ráfiskakeyp-
arafelagið góðar royndir av
sínámillum samstarvi, so
sum Kassamiðstøðin. Fel-
ags áhugamálini, sum ikki
minst liggja í einari heilsu-
góðari føroyskari fiski-
vinnu, hava hóast alt eina
størri tyngd enn kappingin.
Hetta framgongur eisini av
einum nýggjum initiativi
feløgini hava tikið í sam-
starvi við Fiskamarknað
Føroya við tí fyri eyga at
byggja ein altjóða fiska-
marknað.
Eru huldumenn ikki
vinir við Fiskavirking
so eru teir í øðini um
at við lóg verða
noyddir at bjóða
burturvístan fisk
fram á uppboðssølu
og gjalda dýrt fyri tað
áðrenn teir sleppa at
útflyta fiskin
FISKAPRÍSIR
Búi Tyril
tyril@PRnewsMedia.com
Fleiri eygleiðarar innan
fiskivinnuna vilja vera við,
at eitt de facto monopol hjá
teimum báðu stóru al-
mennu aktørunum í vinn-
uni, Føroya Fiskavirking og
Føroya Fiskasøla, hevur
verið við til at skapa eina
óhepna støðu fyri fiskiskip
og nógvar smærri fiskaút-
flytarar.
Uttan mun til um Fiska-
virking og Fiskasølan verða
mettar sum væl virkandi og
væl riknar fyritøkur, so
uppliva óheftir fiskaútflyt-
arar so væl sum eigarar av
fiskiskipum, at prísmekan-
isman á Fiskamarknað Før-
oya er vorðin ógvuliga stat-
isk og ikki longur virkar,
sum hon gjørdi fyri nøkrum
árum síðani. Orsøkirnar til
hetta verða lutvíst adresser-
aðar til trýstið frá teimum
báðum »stóru«, men enn
meira til tann tvingsil, sum
við lóg noyðir so nógvan
fisk um uppboðssøluna.
Trupulleikin er, at eingin
torir at leggja kristið navn
til og tala Rom ímóti. Men
eftirsum nógv av tí vit
hoyra vísir seg at ekkóa
ymsastaðni í fiskivinnuni,
valdu vit á hesum sinni at
lata
nakrar
huldumenn
sleppa fram at mikrofonini.
– Fiskamarknaðurin virk-
aði sera væl tey fyrstu árini,
og tá blómaði alt í vinnuni
við dynamikki í prísunum
og nógvum smáum aktør-
um, staðfesti ein fiskaút-
flytari, sum samstundis
ræddist fyri at seta seg í
óheppið ljós í mun hægri
maktir.
– Nú er tað mesta kódn-
að, og hetta er hent so hvørt
sum effektirnar av tí lógar-
liga tvingslinum hava gjørt
seg galdandi; sum er gevur
skipanin einans rúmd fyri
sera fáum aktørum við stór-
ari fíggjarligari orku. Í
praksis er ein stór kapping-
aravlaging farin fram við
hjálp av skattgjaldarans
pengum.
Landing hjá Fiskamarknað Føroya, Toftir
Foto: Maria Olsen / PRnewsMedia.com
Fiskiskip afturvísa samanbering
av avreiðingaprísum
Vilja tiðna frystar fiskaprísir
framhald á síðu 18
C
M
Y
K
14