Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-15, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juni 2011síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. juni 2011 · Nr. 68 34 Sosialurin Ítróttur Tróndur Arge – Sørvágur Í einum brotparti av einum sekundi er 07 Vestur í finaluni. Eftir at hava verið aftanfyri 1-0 í dystinum og 2-0 samanlagt, er brádliga vend komin í. Fyrst hevur Tamba skorað og løtu seinni skorar Clayton Soares, so nú skal 07 Vestur bara hava eitt mál afturat. Eftir hornaspark í vinstru síðu endar bólturin hjá Jón Nielsen, sum roynur seg við skoti. Bólturin brestur í vøllin og hevur kós við síðunar av málinum, men við eitt kemur Badara og tveitur seg við handaru stong og stútar bóltin í mál. Í einum brotparti av einum sekundi eru vágafólk í eini dreymaverð. 07 Vestur er í steypafiunaluni eftir ein fantastiskan endaspurt. Men í høgraborði stendur hjálpardómarin við flagginum á lofti – rangstøða. Við eitt brestur dreymurin fyri 07 Vestur viðhaldsfólkini og leikar­ ar­nir, meðan fuglfirðingar fáa ein møguleika at hevna finalu­tapinum frá í fjør. Jøvn byrjan Bæði liðini eru varin frá byrjan og til tíðir sæst eisini at talan er nummar átta og níggju í landskappingini. Sum hálvleikurin gongur kemur meiri lív í og bæði liðini hava stórar møguleikar. Millum annað skjýtur Bogi Løkin á tvørstongina fyri ÍF, meðan Tehe Aristide stútar oman­fyri úr stuttari fjarstøðu eftir horna. Avgerandi avgerðir Uppgávan fer ongantíð at verða løtt fyri dómaran, tá so nógv stendur upp á spæl. Í fyrra hálvleiki er tvær støður, har 07 Vestur kenna seg snýttar. Fyrra støðan er tá 07 Vestur miðvallarin, Jovan Panic, verður sendur avstað í vinstru. Hart kroystur við einum manni í rygg­inum ferð Jovan Panic um­koll í brotsteiginum. Dómarin er iva­ leysur og sigur at einki brotsspark er. Tað eru 07 Vestur leikararnir og við­haldsfólkini ikki samd í. – Tað er 100% brotsspark, tí eg verið skumpaður í ryggin, sigur ein frustreraður Jovan Panic, sum var millum teir bestu hjá 07 Vestur. – Eg rann beint yvirav og sá tað klárt, har var brotsspark. Jovan verður skumpaður í ryggin. Eg veit ikki hví dómarin ikki dømir brotsspark har, sigur Tór-Ingar Akselsen. Løtu seinni er aftur boð eftir ÍF verjuni og hesa ferð er tað Clayton Soares, ið er leysur móti málinum, tá Bartal Eliasen steðgar honum ólógligt uttanfyri brotsteigin. Dóm­arin velur í hesum førinum at geva gult kort. Tað er aftur til stóra ónøgd fyri leikarar og viðhaldsfólk hjá 07 Vestur. – Sum eg síggi tað, so er hin miðverjin hjá teimum komin upp á síðuna á Clayton, so gula kortið kann sikkurt verjast sigur Tó-Ingar men leggur afturat: – Men tað er eisini greitt, at um Bartal ikki gjørdi frí­spark, so var Clayton leysur móti málinum. 07 Vestur tekur ikki av Tað merkir dystin í seinna hálvleiki, at tað er ÍF, sum samanlagt er á odda. Teir hava sum so ikki fyri neyðuni at skapa nakað, meðan tað heldur er 07 Vestur, ið trýstur og hevur skund. Saman við Jovan Panic, so er tað serliga Badara, ið er skaparin á 07 Vestur liðnum. Verri gongur hjá Tamba á hinum kant­ inum og spælið skiftur eisini síðu við Badara, sum skiftist at spæla á vinstra og høgra kanti. Miðskeiðis í seinna hálvleiki fær Tór-Ingar ein risa møguleika at leggja 07 Vestur á odda, tá Badara rekur seg leysan í vinstru og leggur bóltin hart inn­ fyri. – Eg náddi ikki at reagera og bólturin rakti skinnabeini og fór við síðuna av, sigur ein troyttur Tór- Ingar og leggur aftur at: - Eg vist at bólturin fór at koma innfyri, men innleggið var ov hart til mín. ÍF heldur seg hava vunnið Tveir minuttir fyri tíð fær innskifti Chris Moumaife fatur á bóltinum í vinstru síðu. Hann rekur framvið fleiri og meddar til. Kristian Joensen í málinum hjá 07 Vestur hálv­bjargar og Nenad Saric er fyrstu á og leggur ÍF á odda 1-0 - og 2-0 samanlagt. Gleðin er stór mill­ um ÍF viðhaldsfólkini, sum ikki eru í iva um, at finaluplássið er tryggjað. 07 Vestur, sum ikki hevur skor­aði í 178 minuttir, plus tað leysa, í hálv­finluni skal nú hava trý mál um teir skulu í finaluna. 07 Vestur svarar aftur Minuttin eftir málið fær Bartal Eliasen sítt seinna gula kort fyri at drála. Hann hevur fyrr í dystinum fingið eitt gult kort og hevur nú trý gul kort í steypakappingini. Tað merkir, at hann hevði verið leikbannaður í finaluni, um hann ikki fekk sær tað seinna gula í hesum dystinum. Nú situr hann yvir í landskappingardystinum móti B71 í staðin og er tøkur til final­una. Men nú gongur skjótt og 07 Vestur sendur alt fólki fram. Tvær ferðir er nær við og tað endar við, at Tamba kemur at standa væl fyri í brotsteiginum og skorar. Lítla løtu seinni er aftur vandi á ferð. Badara sendir fríspark innfyri úr høgru og har er Clayton hægstur. Nú manglar 07 Vestur bara eitt mál fyri at koma í finaluna. Tíverri fyri 07 Vestur verður ÍF í finaluna upp Løgmanssteypið Tað er bókstavliga dramatikkur til seinasta bríksl, tá fuglfirðingar vinna sær rættin til annað av steypafinalu-atgongumerkjunum á Summar Festivalinum. Tað kundi eins væl verið 07 Vestur, ið fór við atgongumerkinum, men teir takað ikki av møguleikanum, umframt at teir kenna seg snýttar fyri brotsspark ...Men dómarin bríkslar fyri rangstøðu, og fuglfirðingar eru aftur í steypafinaluni – upp á hangandi hár Mynd: Álvur Haraldsen Badara stútar »dreyma­ málið« í kassan í evstu løtu... Mynd: Álvur Haraldsen