Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-15, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juni 2011síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Mikudagur 15. juni 2011 · Nr. 68 Sosialurin Ítróttur p á hangandi hár seinasta royndin, ið endar í mál­ inum, kolldømt fyri rangstøðu. 07 Vestur hevði møguleikar at vinna seg í finaluna, men teir fingu ov seint hol á. Símun bangin Annar av nýggju venjarinum hjá ÍF, Símun Eliasen, viðgekk eftir dystin at hann var bangin seinastu løt­ una. – Ja, tað stóð nógv á í endanum og eina løtu var eg eitt sindur bangin fyri at vit mistu alt á gólvið, sigur ein fegin Símun Eliasen eftir dystin og leggur afturat: - Eg hoyrdi onkran rópa, at tað var rangstøða í seinastu støðuni og var tí skjótur at hyggja yvir á hjálpardómaran, – Tað vísur seg, at vit byrja at slappa av, eftir at vit hava fingið mál og vit missa samstundis eis­ini Bartal Eliasen. Tað merkist í verju­ part­inum, sigur Símun Eliasen víð­ ari. Sostatt er greitt, at ÍF verður aftur at síggja í steypafinaluni á Summar Festivalinum í ár. Seinast tapti liðið 1-0 fyri EB/Streymi. Mót­støðan í ár verður aftur EB/ Streymur og so er spurningurin um ÍF hesa ferð megnar at koppa steypa­liðnum úr sundalagnum. 07 Vestur miðvallarin er ikki í iva um, at talan er um brotsspark í fyrra hálvleiki, tá hann fer um­ koll í ÍF brotsteiginum. – Tað er 100% brotsspark, tí eg verið skumpaður í ryggin, sigur ein frustreraður Jovan Panic í sekundinum eftir at dysturin er liðugur. Pulsurin er framvegis høgur, tá Sosialurin tosar við hann á vøllinum. Hann vísur við bæði hondum og kroppi hvussu hann bleiv skumpaður umkoll, men hann er eisini skjótur at ynskja ÍF til lukku. – Eg tími ikki at tosa um dómaran, eg vil bara ynskja ÍF til lukku við finaluplássinum og góða eydnu. Hetta var ein javnur og góður dystur, restina fáa vit ikki gjørt nakað við, sigur Jovan Panic, meðan hann tekur í hond­ ina á spælarum hjá ÍF. Seinasti dysturin hjá Tór-Ingari Hetta var seinasti dysturin hjá liðskiparinum á hesum sinni. Hann flytir í næstum við familj­ uni til USA at ganga á bíbliu­ skúla. – Tað er rætt, eg flyti fyribils til USA til umleið novembur. Trívast vit og serliga børnini, so er ætlanin at halda fram at búgva har, sigur ein troyttur Tór-Ingar eftir dystin. Hann er heldur ikki í iva um, at talan er um brotsspark, tá Jovan Panic fer umkoll. – Eg rann beint yvirav og sá tað klárt, har var brotsspark. Jovan verður skumpaður í rygg­ in. Eg veit ikki hví dómarin ikki dømur brotsspark har, sigur Tór- Ingar Akselsen. Tað var umreppi, at Tór-Ingar og hansara liðfelagir komu í finaluna, men Tór-Ingar fang­ aði skjótt, at talan var um rang­ støðu. – Ja, eg sá tað rættuliga skjótt. Eg var noyddur at spæla longri afturi á vøllinum orsaka av skað­um á liðnum, so mátti bara standa har og hyggja meðan hinir royndu at skjóta mál. Hetta var ein jøvn hálvfinala, eisini tann fyrra í Fuglafirði, sigur Tór- Ingar at enda. trondur@sosialurin.fo Jovan Panic: 100% brots­ spark 07 Vestur - ÍF 2-1 (0-0) ÍF vann fyrru hálvfinaluna 1-0 Dómari: Dagfinn Forná 0-1: Nenad Saric, 88. 1-1: Tamba Yarjah, 90. 2-1: Clayton Soares, 93. 07 Vestur: Kristian Joensen - Sjúrður Ellefsen(Tórstein Heinason, 85), Tehé Aristide, Jón Nielsen, Rógvi E. Nielsen(Jens Erik Rasmussen, 40) - Eli Falkvard Nielsen(Holgar Durhuus, 78), Badara Diedhiou, Jovan- Radinovic Panic - Tamba Yarjah, Clayton Soares, Tór-Ingar Akselsen ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen, Uni R. Petersen, Bartal Eliasen, Jan Ellingsgaard - Karl Løkin, Fritleif í Lambanum - Dánjal á Lakjuni, Bogi Løkin, Høgni Zachariasen - Nenad Saric kristian tehé jón sjúrður rógvi eli jovan tamba badara tór-ingar clayton nenad høgni dánjal bogi fritleif karl jan áki bartal uni jákup Eg var noyddur at spæla longri afturi á vøllinum orsaka av skað­um á liðnum, so mátti bara standa har og hyggja meðan hinir royndu at skjóta mál, sigur Tór-Ingar Akselsen Mynd: Álvur Haraldsen