mikudagur 15. juni 2011síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
Mikudagur 15. juni 2011 · Nr. 68
Sosialurin
Ítróttur
Tróndur Arge
B36 var bara ein lítlan minutt frá
at fáa øll trý stigini í Fuglafirði
leygardagin, men í evstu løtu spilti
Bartal Eliasen B36 ballið. B36 kom
á odda í fyrra hálvleiki við máli frá
ongum minni enn John Hansen.
22-ára gamli stríðsmaðurin á mið
vøllinum hjá B36 hevur seinastu
tvey árini spælt á Argjum. Hann
hevur fingið rós fyri síni avrik á vøll
inum higartil í ár og nú eydnaðist
tað honum eisini at skjóta mál.
Nýggir venjarar hjá ÍF eru
Símun Eliasen og Rúni Nolsøe.
Símun Eliasen segði í samrøðu við
3.Hálvleik eftir dystin, at teir hava
arbeitt nógv við málskjótingini
og tí framrættaða spælinum. Teir
royndu millum annað at spæla við
Høgna Zachariasen, sum annars
hevur verið miðverji í ár, í álopnum.
Útjavnandi málið hjá ÍF kom ikki
fyrr enn seint í dystinum, tá Bartal
Eliasen skoraði fyri ÍF, sum nú
liggur undir niðurflytingrstrikuni.
Avbjóðarar spældu javnt
Vinnarin av eystanstevnu dystinum
millum NSÍ og EB/Streymi kom at
liggja væl fyri til at bjóða B36 av
um gullið. Tí var tað kanska ikki
so undarligt, at tá saman um kom,
so endaði tað við javnleiki. Dagsins
eystanstevnu-leikari
gjørdist
Klæmint Olsen, sum skoraði bæði
málini fyri heimaliðið. Klæmint
Olsen hevur skotið níggju mál í
landskappingini og tað er meir enn
nakar annar.
Klæmint legði NSÍ á odda tá
seinni hálvleikur var sjey minuttir
gamal. Løtu seinni hevði ein annar
málslúkur ein gyltan møguleika
at javna fyri gestirnar, tá dómarin
bríkslaði fyri brotssparki. Arnbjørn
Hansen, sum skoraði móti Estlandi
í landsdystinum á Svangaskarði,
brendi. Tá tjúgu minuttir vóru eftir
av dystinum, javnaði Hans Pauli
Samuelsen fyri gestirnar. Bara
fýra minuttir seinni legði innskifti
Alex dos Santos EB/Streym á odda.
Klæmint Olsen bjargaði eitt sindur
av eystanstevnuni við máli sjey
minuttir fyri tíð. Í løtuni skorar
Klæmint eitt mál fyri hvørjar 85
minuttir hann er á vøllinum, sam
bært tølum hjá faroesoccer.com.
HB nærkast kreppu
Fleiri vilja verða við, at HB longu
er í kreppu, meðan onnur enn geva
teimum ein møguleika at rætta upp
á støðuna áðrenn summarferian
kemur. Ein av bjargingarætlaninum
var at fáa fult í trimum uppgerðum
móti KÍ og B68 í Gundadali og B71 á
Sandi. Hevði HB megnað at fylt tí
ætlanini, so vóru teir ájavnt NSÍ á
fjórða plássi og helst hevði kreppu
tosið verið minni enn tað er í dag. Tí
enn eina ferð megnaði HB ikki at fáa
fult í Gundadali, tá B68 var á vitjan
leygardagin. HB var greitt omaná
í fyrra hálvleiki og var á odda við
tveimum. Men í seinna hálvleiki
missa FM vinnarnir frá í fjør takið
og B68 javnar. Sjey minuttir fyri tíð
leggur Rógvi Poulsen HB á odda,
men alíkavæl megna teir ikki at
halda fast um leiðsluna og tríggjar
minuttir fyri tíð er brotsspark til
B68, sum Andre Olsen skorar uppá.
Hans á Lag er komin við aftur
fyri at styrkja verjupartin, Vagnur
M. Mortensen er tøkur aftur og
Andrew av Fløtum spælur ein heilan
dyst. HB byrjar so smátt at renna
undan í umberingum. Seinastu tveir
dystirnir undan summarsteðginum
eru móti EB/Streymi og B36. B68
hevur hinvegin leitað sær vekk frá
niðurflytingarstríðnum og hevur
ikki tapt í fimm dystum.
Jóhan Nielsen effektin
Høvdu klaksvíkingar hug at flúgva
høgt eftir sigrarnir móti HB og ÍF,
so blivu teir settir orduliga upp
á pláss leygarkvøldið. 07 Vestur
kom norð við níggjum venjara, har
fleiri leikarar høvdu víst ónøgt við
venjaraskiftið, umframt at liðið er
í steypakappingini. So hetta var av
álvara dagurin, har KÍ skuldi slíta
seg leyst frá øllum sum eitur niður
flytingartos, men so væl spælir
klaverið bara ikki.
Fyrst legði Jovan Panic 07 Vestur
á odda tíðliga í seinna hálvleiki.
Tjúgu minuttir fyri tíð javnaði
Henry Heinesen fyri KÍ, men bara
sjey minuttir fyri tíð tryggjaði Tór-
Ingar Akselsen 07 Vestur og Jóhan
Nielsen ein týdningarmiklan sigur.
Umframt at hetta var fyrsti sigurin
hjá Jóhan Nielsen í nýggja starv
inum, so merkir sigurin eisini, at
07 Vestur nú er røttumegin niður
flytingarstrikuna.
Víkingur mundi mist
Tá seinni hálvleikur var ein minutt
gamal var Víkingur á odda 3-0 og
ongin var í iva – Víkingur vinnur
stórsigur og B71 hevur einki at gera í
bestudeildini. 46 minuttir seinni var
umreppi, at B71 málmaðurin, Símun
Rógvi Hansen, stútaði bóltin í mál
til 3-3 og B71 hevði prógvað at teir
hava nakað at gera í bestudeildini!
Víkingur byrjaði væl og longu
eftir níggju minuttir legði Finnur
Justinusen Víking á odda. Góðar
tíggju minuttir seinni økti sami
Finnur Justinusen til 2-0. Restina
av fyrra hálvleiki høvdu bæði liðini
góðar møguleikar. Nærmast kom
B71, tá bólturin brast í tvørstongina.
Seinni hálvleikur var bara ein
minut gamal, tá Søvi Vatnhamar
økti til 3-0. Eftir hetta kom B71 fyri
seg og um miðjan seinna hálvleiki
minkaði Thomas Hans Rubeksen
um munin við brotssparki. Tjúgu
minuttir fyri tíð kom spenningur í,
tá Bojan Zivic skoraði eftir horna.
Í tíðini, sum dómarin hevði lagt
afturat fekk B71 aftur horna og
hevði Símun Rógvi fingið meiri ferð
á stútarin hjá sær, so hevði B71 væl
kunna fingið eitt minniligt stig við
sær heim úr Gøtu.
trondur@sosialurin.fo
Vikingur bjóðar B36 av
Vodafonedeildin Oddaliðið úr Havn misti sigurin í evstu løtu í Fuglafirði. Í Runavík endaði
javnt millum avbjóðarnir, NSÍ og EB/Streym. Tí gjørdist Víkingur einsamalt lið í ovaru hálvu
at vinna í hesum umfarinum, sum eisini bjóðaði upp á ein 07 Vestur sigur í Klaksvík
Rangstøða?
B36 leikararnir og sikkurt flest allir fuglfirðingar við, hildu talan vera um rangstøðu, tá Bartal Eliasen javnaði fyri ÍF í evstu løtu. Málskjúttin sjálvur var ikki rangstaddur,
men viðleikarar hjá honum, ið vóru rangstaddir, tóktust eisini fara eftir bóltinum í støðuni, eins og linjudómarin yvaist og hevði flaggið hálvavegna uppi
Mynd: Álvur Haraldsen
Fyrrverandi B71 leikarin, Símin Hansen, og Víkingur vunnu tepurt á sandoyingum
Mynd: Álvur Haraldsen