Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-15, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juni 2011síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. juni 2011 · Nr. 68 38 Sosialurin Ítróttur Uni Holm Johannesen Tey sungu fyri lívinum í Sunda­ lagnum í gjár. Fótbóltssólin hevur hug at kaga fram við Margáir. Dimmu skýggini hava annars sett sín týðiliga dám á fótbólts­ himm­alin við Margáir seinastu vikurnar. Føroysku miðlarnir hava brúkt nógva orku og teigapláss um størsta – og fyrsta almenna – fíggjar­svikið í føroyskum fótbólt. Ábyrgdarmaðurin av besta mans­ liðnum, Heðin Askham, hevur sett kósina. Hann gjørdi beinan­vegin greitt, tá gølan tók seg upp, at hann hugsar bara um sína upp­gávu. At vinna fótbóltsdystir. Tað hevur hilnast so mikið væl, at sunda­ lagsmenn hava virknan leiklut í stríðnum um føroya­meistara­heitið, umframt at spæla steypa­finaluna á Summar­festival­inum. Toftamenn í sonnum málhýri Fimm mál vóru skotin við Marg­ áir í gjár. Toftamenn stóðu fyri fýra av teimum. Tað er kortini EB/ Streymur, sum spælir á størsta fót­ bóltspallinum á Summar­festival­ inum. Tað er fimta árið upp í slag, at sundalagsmenn spæla steypa­ finaluna. Jóhan Dávur Højgaard og Jóhan Petur Poulsen vóru óhepnir og stýrdi bóltin framvið sínum egna málverja í gjár. Bæði sjálvmálini fingu avgerandi týdning, tí sunda­ lagsmenn vunnu 3-2. Ibrahima Camara, Egil á Bø og Eli Simonsen skutu hini málini, sum komu fyri steðgin. Camara var nær við Toftamenn royndu at svara aftur eftir hvíldina. Tað var ikki fyrr enn í tíðini, dómarin hevði lagt afturat, at B68 settu René Tórgarð undir trýst. Stig-Roar Søbstad var nær við, tá hann smekkaði til, men málverjin var knappur og tveitti seg eftir bóltinum. Minuttin seinni fekk Ibrahima Camara upplagdan møguleika, tá dómarin bríkslaði fyri frísparki í brotsteiginum. Tá hevði René Tórgarð havt bóltin í føvninginum ov leingi. Camara slapp at royna seg, men bólturin tók í manngarðin. Eingin finala uttan EB/Streym EB/Streymur hevur mest sum grógvið seg fast í steypafinaluna. Hetta er fimta árið upp í slag, at sundalagsmenn manna annað lið­ ið í avgerandi dystinum um løg­ manssteypið. EB/Streymur hevur vunnið tríggjar ferðir áður – í 2007, 2008 og 2010. Úrtøkan er framvegis nøktandi í Sundalagnum, hóast umsitingin er undir stórum trýsti. Hýrurin er í øllum førum góður kring vøllin. uni@sosialurin.fo Løgmanssteypið Tað hevur brotið upp í bæði borð seinastu vikurnar, men Heðin Askham heldur framvegis fast um stýrisvølin á fótbóltsskútuni í Sundalagnum. Tað hevur eydnast besta mansliðnum at skava eina rúgvu av stigum saman, umframt at vinna seg í steypafinaluna, hóast ógvusligu orrusturnar EB/Streymur - B68 3-2 (3-2) Fyrra hálvfinalan endaði 0-0 Dómari: Eiler Rasmussen 1-0: Jóhan Dávur Højgaard, sjálvmál, 2. 1-1: Ibrahima Camara, 20. 2-1: Egil á Bø, 24. 2-2: Eli Simonsen, 26. 3-2: Jóhan Petur Poulsen, sjálvmál, 41. EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Alex José dos Santos – Arnar Dam (Leif Niclasen, 81.), Sorin Anghel, Pauli G. Hansen, Bárður Olsen (Pætur Dam Jacobsen, 67.), Hans Pauli Samuelsen (Brian Olsen, 90.) - Arnbjørn Hansen Gult kort: Gert Hansen og Pætur Dam Jacobsen B68: Tórður Thomsen – Jónleif Højgaard (Dánjal Pauli Højgaard, 84.), Ndende Adama Gueye, Jóhan Dávur Højgaard (Dion Splidt, 84.), Niclas Fríðrikur Joensen – Eli Simonsen, André Olsen, Remi Langgaard, Kristian Anthon Andreassen (Stig Roar Søbstad, 81.) - Ibrahima Camara, Jónleif Højgaard Gult kort: Ndende Adama Guéye rené egil marni gert alex sorin bárður arnar pauli hans p arnbjørn ibrahima andré kristian a eli remi nedende niclas jónleif jóhan d jóan p tórður Heðin Askham heldur fast um stýrisvølin Enn einaferð Toftamenn kundu klára seg við javnleiki, men »steypaliðið« úr Sundalagnum, EB/Streymur, hóraði undan og tryggjaði sær enn eitt finalupláss Myndir: Sofus Johannesen