Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-15, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juni 2011síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Mikudagur 15. juni 2011 · Nr. 68 Sosialurin Ítróttur Tróndur Arge Tað var eitt satt oddabrak í Vági mánakvøldið, tá argjamenn komu á vitjan. AB hevði undan dystinum vunnið sjey dystir á rað, meðan FC Suðuroy hevði vunnið fimm teir seinastu. Dysturin endaði við javnleiki og tað munnu leikararnir hjá FC Suðuroy verða fegnari um enn argjamenn. Alex Mellemgaard legði argjamenn á odda seint í fyrra hálvleiki. Tað var ikki fyrr enn smáir tjúgu minuttir vóru eftir, at lív kom í FC Suðuroy. Fyrst fekk Mortan úr Hørg reytt kort fyri at sláa AB leikara í búkini í samband við frísparkstøðu til FC Suðuroy. Í eftirfylgjandi støðuni javnaði Súni úr Hørg fyri FC Suðuroy. Sami Súni úr Hørg gjørdi sutt eftir brotsspark, sum Milan Kuljic umsetti til mál. Sjey minuttir fyri tíð javnaði FC Suðuroy við máli frá John Tordar Poulsen og sostatt megnaði FC Suðuroy at skora tvær ferðir við tíggju monnum. TB á uppflytingarpláss Í Sørvági vann TB stórt á 07 Vestur og hevur hálað seg upp á næstfremsta plássið. Teir næstbestu hjá 07 Vestur hava onki stig fingið enn og TB gjørdi eisini skjótt av. Longu tá farið var til hálvleiks var dysturin avgjørdur. Longu aftaná tríggjar minuttir legði Martin Tausen TB á odda. Síðani økti Bárður Dimon, áðrenn Rógvi Joensen tvær ferðir skoraði til hálvleiksstøðuna 4-0. Tá hevði 07 Vestur eisini fingið ein mann útvístan. Í seinna hálvleiki kom bara tað eina málið og tað skoraði Dmitrije Jankovic í evstu løtu. TB liggur nú á næstfremsta plássinum. Erland tryggjaði Skála trý stig Erland Danielsen skoraði einsa­ malla málið í dystinum, tá Skála tók ímóti teimum næstbestu hjá EB/Streymi. Málið kom seint í fyrra hálvleiki. Skála roynur at byggja upp av nýggjum, men í løt­ uni tykist liðið verða eitt sindur frá at kunna berjast um uppflyting. Teir vinna flestu dystirnar móti veik­aru liðnum, men tá mótstøðan er í sterkara endanum, so sum FC Suðuroy og AB, so manglar eitt sindur í. Skála liggur á fimta plássi tíggju stig frá uppflyting. NSÍ í gongd aftur Teir næstbestu hjá NSÍ fingu eina góða byrjan upp á kappingarárið, men so kom stígur í har liðið tapti fýra dystir upp í slag. Nú er vend komin í og NSÍ vann mánakvøldið á næstbesta liðnum hjá HB og somu­leiðis sín næsta dyst upp í slag. Tað var annars HB, ið kom á odda tíðliga í dystinum, tá Páll H. Jacobsen skoraði aftaná átta min­ uttir. Tíggju minuttir seinni javnaði Árni Fredriksberg við brotssparki. Í seinna hálvleiki legði Eddie Mikkelsen NSÍ á odda eftir átta min­uttir og stutt fyri tíð avgjørdi Andrias á Líknagøtu dystin til fyri­ muns fyri NSÍ, sum framvegis ligg­ ur á fjórða plássi. FC Hoyvík undir niðurflytingarstrikuna Tað gongur illa hjá FC Hoyvík, sum við 3-0 tapinum mánakvøldið móti Víkingi er dottið undir niður­ flytingarstrikuna. Víkingur gjørdi skjótt av og legði seg á odda longu eftir tríggjar minuttir við máli frá Bárði Hansen. Tá eitt korter var eftir av fyrra hálvleiki avgjørdi Vík­ingur dystin. Fyrst skoraði Ingi Sørensen til 2-0 og minuttin seinni skoraði Andras Mikkelsen til 3-0. Í seinna hálvleiki kom einki mál, og sigur var ongantíð í vanda. FC Hoy­vík er eftir tapið at finna undir niður­flytingarstrikuni við verri mál­úrtøku enn teir næstbestu hjá HB. trondur@sosialurin.fo 1. deild FC Suðuroy megnaði tvær ferðir at skora við tíggju monnum, og samstundis fáa eitt stig í oddabrakinum móti argjamonnum. TB tók av møguleikanum í Sørvági og hevur nú yvirhálað AB á næstfremsta plássinum. FC Hoyvík liggur nú undir niðurflytingarstrikuni saman við 07 Vestur TB á upp­ flytingarkós FCS - AB 2-2 (0-1) 0-1 Alex Mellemgaard, 37 1-1 Súni úr Hørg, 73 1-2 Milan Kuljic, 75 br 2-2 John T. Poulsen, 83 Skála - EB/S II 1-0 (1-0) 1-0 Erland Danielsen, 43 NSÍ II - HB II 3-1 (1-1) 0-1 Páll H. Jacobsen, 8 1-1 Árni Fredriksberg, 18 2-1 Eddie Mikkelsen, 53 3-1 Andrias á Líknagøtu, 81 Vík. II - FCH 3-0 (3-0) 1-0 Bárður Hansen, 3 2-0 Ingi Sørensen, 31 3-0 Andras Mikkelsen, 32 07V II - TB 0-5 (0-4) 0-1 Martin Tausen, 3 0-2 Bárður Dimon, 29 0-3 Rógvi Joensen, 34 br 0-4 Rógvi Joensen, 44 0-5 Dmitrije Jankovic, 91 Føroyska 1. Deild menn nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 FC Suðuroy 13 10 3 0 43 14 29 33 2 TB 12 9 2 1 38 12 26 29 3 AB 12 9 1 2 37 13 24 28 4 NSÍ 12 7 0 5 29 22 7 21 5 Skála 12 6 1 5 18 17 1 19 6 EB/Streymur 13 5 0 8 26 31 -5 15 7 Víkingur 12 3 3 6 21 23 -2 12 8 HB 12 3 1 8 15 30 -15 10 9 FC Hoyvík 12 3 1 8 17 33 -16 10 10 07 Vestur 12 0 0 12 8 57 -49 0 Savnsmynd: Álvur Haraldsen Tróndur Arge Formaðurin hjá ÍF, Ólavur Larsen, váttar, at ÍF er í sam­ ráð­ingum við Øssur Dalbúð. Fram­herjin spældi í fjør við ÍF og hevur verið nógv sakn­ aður í ár. Eisini váttar Ólavur Larsen, at ÍF roynur at fáa eina leiguavtalu Vejle, so U-21 lands­ liðsleikarin, Bogi R. Petersen, kann koma heim til ÍF at fáa nakrar fyrstaliðsdystir í bein­ ini. Somuleiðis kemur Kaj Enni­garð aftur til landið, men við­víkjandi honum er einki av­ greitt enn. B71 skal styrkjast Tað hevur leingi verið greitt, at B71 fer at styrkja seg, tað hava teir meldað greitt út. Nøkur av nøvninum, sum er upp á tal eru Gudmund Nielsen, Rasmus Nielsen, Símin Hansen og Andrzej Stretowicz. Bakary Bojang er komin til landið og var og hugdi í Gøtu. Tveir leikarar, ið møguliga eru á veg úr felagnum eru Ebbe Kristin Thomsen og Joseph Bassene. Tann seinni býr í Gøtu og sigst verða áhugaður at spæla fyri okkurt av feløgnum í nær­umhvørinum. Hann spældi ein góðan dyst á miðvøllinum hjá B71 mánadagin móti Víkingi. Enn ein Cieslewicz til B36? Fyri kortum var Atli Danielsen settur í samband við B36. Søg­ an sigur, at hann var ávegis HB, síðani B36 og nú hevur KÍ eis­ini blanda seg uppí. Atli Danielsen sigur við Norðlýsið, at hann komandi vikuskiftið tekur eina avgerð um hann fer til B36 ella KÍ. Eitt annað navn, ið eisini er sett í samband við B36 er Adrian Cieslewicz, sum er yngri beiggin hjá Lukasz Cieslewicz. Adrian spælur í løtuni við Wrex­ham, sum er í fimtbestu deild­ini í B36. Lava heim at hjálpa Andreas Lava Olsen hevur síðani 2009 spælt í Danmark. Hann kom heim í fjør, men tað bleiv bara til ein dyst. Tað frættist at ætlanin er, at hann skal koma aftur til Víking og hjálpa til í einar sjey dystir í summar. HB málmaður til KÍ? Tað hevur eisini ljóðað, at Marcin Dawid ikki er nøgdur við tilverðina á bonkinum hjá HB. Millum annað skulu KÍ verða áhugaðir í at knýta hann at hópinum hja sær. Tað hevur eisini ljóðað, at HB hevur kannað sær venjara úr Dan­ mark um gongin hjá felag­num ikki vendur. 07 Vestur skal finna avloysara Tór-Ingar Akselsen hevur boð­að frá, at hann flytir av landinum og tí verður helst neyðugt hjá felagnum at finna ein avloysara fyri hann. Tór- Ingar váttar eisini fyri Sosial­ inum, at felagið helst arbeiðir við at finna ein avloysara. EB/Streymur, NSÍ og B68 Tað er tey trý liðini, ið ikki eru nevnd higartil. Støðan í EB/ Streymi er ógreið. Leiðslan sigur at alt er í ordan, men tað sam­svarar ikki heilt við tað sum leikarar hava sagt við eitt nú Dimmalætting. Okkurt tutl hevur verið um, at millum ann­að HB hevur spurt seg fyri um onkrar leikarar. Eisini sigst, at EB/Streymur hevur verið áhugað í at knýta fyrrvernadi B36 málmannin, Jóan Paula Dahl Jakobsen, at felagnum, men at B36 ikki er sinna at geva spæli­loyvið frá sær fyri minni enn hægst møguligan prís, sum er áleið 55.000,- krónur. B68 hevur fyrr verið eftir einum styrki til verjpartin, so tað sannlíkt at teir hava eyg­ uni opin, men har skal havast í huga, at Jann Ingi Petersen verður tøkur so skjótt flytingar­ vindeygað opnar aftur. trondur@sosialurin.fo Leysasøgur Fótbóltur Tað er ikki bara í útlondinum, at tað eru nógvar leysasøgur um feløg, sum ætla at styrkja seg til eftir summarsteðgin. Tað er eisini støðan í Føroyar. Vit hava her samlað nakrar av teimum Atli Danielsen