mikudagur 15. juni 2011síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
45
Mikudagur 15. juni 2011 · Nr. 68
Sosialurin
Les meira á www.banknordik.fo/starv
HR-mennari
til Starvsfólkadeildina
BankNordik sóknast eftir fólki til at skipa og menna
HR-økið í bankanum. Starvsfólkadeildin hevur yvirskipaðu
ábyrgdina av, at neyðugir førleikar eru til staðar í
samtakinum. Hetta skal tryggja, at fyritøkan framhaldandi
kann rekast á einum tryggum, handilsligum grundarlagi.
Arbeiðsøki
Í BankNordik er Human Resources eitt strategiskt arbeiðsøki, ið skal stuðla
undir menningina av samtakinum. Tí arbeiðir BankNordik miðvíst við
at menna starvsfólkini og at gera tey uppaftur dugnaligari. Hetta verður
gjørt við at fremja og máta HR-menningarætlanir og at seta í verk ein
HR-politikk, sum skal knýta saman handilslig mál og virkisførleika.
BankNordik leggur stóran dent á HR-økið og vil áhaldandi varðveita og draga
tey bestu starvsfólkini at sær. Bankin arbeiðir støðugt við at skapa hóskandi
arbeiðsavbjóðingar og eitt arbeiðsumhvørvi, har starvsfólk trívast og
støðast. Í tøttum samstarvi við hini starvsfólkini á deildini skalt tú vera
við til at fremja hetta í verki.
Í starvinum sum HR-mennari skalt tú millum annað vera við til at skipa
og luttaka í verkætlanum, standa fyri starvssetanum og gera nøgdsemis-
kanningar. Tú fert at arbeiða í einum altjóða samtaki, sum hevur virksemi
í fleiri ymsum londum, og hetta krevur tí, at umsøkjarin er stinnur í
føroyskum og donskum máli.
Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum altjóða umhvørvi, har virkis-
mentanin er grundað á okkara kjarnuvirðir, sum eru dugnasemi, eldhugi og
framsøkni. Starvið gevur møguleika fyri fakligari og persónligari menning.
Førleikakrøv
Vit vænta, at tú hevur hóskandi útbúgving og hollar royndir at arbeiða við
fólki. Tú skalt hava góð samskipanarevnir og lætt við at samskifta við fólk.
Umsókn
Umsóknarfreistin er 23. juni. Send tína umsókn við CV og avritum av
viðkomandi skjølum til BankNordik, Húsagøta 3, Postboks 3048, FO-110
Tórshavn, ella til starvsfolk@banknordik.fo. Fleiri upplýsingar um starvið
fáast við at venda sær til Turið F. Arge, starvsfólkaleiðara, á +298 230 678
ella á tfa@banknordik.fo. Umsóknin skal merkjast „HR-mennari“.
NÝTT!
ANGUS XT
XTrA TjúkkUr – XTrA SAfTArmikil
ANGUS BúffUr