mikudagur 15. juni 2011síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. juni 2011 · Nr. 68
46
Sosialurin
Hósdagin 16. juni
Grýturættur / Rivjasteik
Fríggjadagin 17. juni
Ovnstoktur laksur
/ Hakkibúffur / Rullusteik
Leygardagin 18. juni
Svínakamb
Mánadagin 20. juni
Knettir / Fiskafrikadellur / Bankikjøt
Týsdagin 21. juni
Pylsurættur / Nakkafilét
Mikudagin 22. juni
Stoktur fiskur / Kjøtfrikadellur
Sosialurin 341800
Frelsunarherurin er eitt margfalt og sermerkt kristi trúarsamfelag, sum vísir umsorgan fyri øllum menniskjanum gjøgnum slagorðið “suppa”,
“sápa” og “frelsa”. Umframt samkomuarbeiðið og fyribyrgjandi barna- og ungdómsarbeiðið, arbeiðir Frelsunarherurin m.a. við tiltøkum fyri
at minka um fátækradømi, frítíðarvirksemi millum eldri, rúsumsorgan, arbeiðsávísing (Fretex), barna- og familjuvernd, familjusamanføring,
fongsulsarbeiði, barnagarðar, rættvísan handil og neyðhjálp. Frelsunarherurin arbeiðir í fleiri enn 120 londum.
Starvsfólk til Herberg Frelsunarhersins
Frelsunarherurin søkir
Herbergið verður rikið av Frelsunarherinum, ið er ein altjóða felagsskapur, sum hevur sítt grundstøði í bíbliuni. Frelsunarherurin
er eitt margfalt og sermerkt trúarsamfelag, sum hevur umsorgan fyri øllum menniskjanum, og hevur tí altíð latið gleði og sosiala
arbeiðið gingið hond í hond.
Fyrisitingarliga hoyrir Herbergið undir Frelsesarmeens Rusomsorg i Noreg, men er tó skipað sum sjálvstøðug eind, við egnum
føroyskum stýri. Herbergið hevur døgnvakt. Normeringin 5,75 ársverk.
Kunning um starvið:
Talan er um tvey fulltíðarstørv, skiftandi vaktir.
Arbeiðsuppgávur:
At virka fyri umsorg, sosialisering og menning av
okkara búfólkum og vitjandi fólkum, í mun til teirra
tørv og trupulleikar.
Útbúgving og royndir:
Vit vænta at tygum hava námsfrøðiliga, heilsufrøði-
liga ella sosialfakliga útbúgving.
Tað er ein fyrimunur um tygum hava royndir frá
líknandi starvi og koyrikort.
Vit søkja:
Ein persón, ið er sterkur fakliga og er áhugaður
í framhaldandi at menna síni fakligu evnir, tolir
broytingar, hevur góð samstarvsevnir, hugflog og
ikki minst, at tú brennir fyri at arbeiða við rúsmis-
brúkarum. Tann sum verður settur í starvið, má
arbeiða samsvarandi kristnu sjónarmiðini hjá
Frelsunarherinum.
Vit bjóða:
•
Spennandi og avbjóðandi starv.
•
Løn sambært sáttmála hjá Pedagogfelagnum
Um tygum hava spurningar:
Kunnu tygum ringja dagliga leiðarin,
Súsonnu Martinsdóttir tlf. 288522, ella
Knut Haugsvær tlf. +47 48891227.
Umsóknarfreistin er 20. juni 2011
Umsókn saman við hjáløgdum próvskjølum,
viðmæli og C.V skal sendast til:
Herbergið Frelsunarhersins
Dalavegur 1
100 Tórshavn
Ella á e-post: susanna@frelsunarherurin.fo