mikudagur 15. juni 2011síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
47
Mikudagur 15. juni 2011 · Nr. 68
Sosialurin
Móttøka
Í sambandi við at John P. Danielsen fer úr starvinum sum deildarstjóri
fyri fyrisitingina hjá SEV og Bogi Bendtsen tekur við, bjóðar Elfelagið
SEV til almenna móttøku á høvuðsskrivstovu okkara á Landavegi 92,
Tórshavn, fríggjadagin 17. juni 2011 frá kl. 15:00-17:00.
Umsjónarmaður/húsavørður
til Meginskúlan á Sandi
Meginskúlin á Sandi
Fjølbroytt og áhugavert starv
sum Umsjónarmaður/húsavørður
á Meginskúlanum á Sandi er
leyst at søkja.
Starvið
Tú kemur at hava ábyrgd av
skúlanum og svimjihylinum.
Arbeiðið fevnir um alt vanligt
umsjónararbeiði.
Starvið verður sett frá 1. august
2011 ella eftir nærri avtalu.
Talan er um eitt heiltíðarstarv,
har tað kann verða neyðugt at
arbeiða nakrar tímar um vikuna
uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
Umsøkjarin
Vit síggja fyri okkum, at tú hevur
handverkaraútbúgving ella aðra
viðkomandi útbúgving ella
royndir, hevur góð samstarvsevni
og ert ágrýtin og nærlagdur.
Lønin verður sett eftir nærri
avtalu.
Umsókn
Umsókn við upplýsingum um
útbúgving og royndir verður at
senda til:
Sjúrður Nolsøe
Dalsvegur 18
235 Dalur
skjótast til ber og í seinasta lagi
23. juni 2011.
Hevur tú spurningar ella ivamál
ert tú vælkomin at seta teg
í samband við Sjúrð Nolsøe á
telefon 361403 ella 265271.
Allar umsóknir og fyrispurningar
verða viðgjørdar í trúnaði.
www.autoservice.fo