fríggjadagur 17. juni 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. juni 2011 · Nr. 69
10
Sosialurin
Áki Bertholdsen
Næsta ár fáa føroyskir sjúk
lingar, sum noyðast til Dan
markar í serviðgerð, eitt
spuldurnýtt sjúklingahotell
at vera á mitt í Keypmanna
havn.
Tað ætlar landsstýrismað
urin í heilsumálum, John Jo
hannessen.
Umstøðurnar
á
sjúk
lingarhotellinum Tórshavn
í Keypmannahavn eru alt
annað enn góðar.
Men tá ið nýggja hotellið
stendur klárt, verður tað
eitt risa framstig fyri teir
sjúklingar,
sum
noyðast
til Danmarkar at leita sær
heilsubót.
John Johannessen sigur,
at hann hevur tosað við
politisku flokkarnar um mál
ið. Undirtøkan hevur verið so
mikið góð, at á Ólavsøku fær
hann at leggja uppskot fyri
Løgtingið um at játta pening
til ætlanina.
Yvirkomuligur prísur
Hann dugir ikki at siga, hvus
su nógv, hetta fer at kosta.
- Vit eru ikki heilt liðug at
samráðast um prís, men tað
ber longu nú til at staðfesta,
at príslegan avgjørt verður á
einum stigi, sum kann góð
takast.
Men
ein
avgerðandi
spurningur í hesum sam
bandi er, hvussu tað verður
at sleppa burtur úr sáttmála
num um Hotell Tórshavn,
sum nú er.
- Vit hava sáttmála við
Hotell Tórshavn fram til 2020
og siga vit sáttmálan upp
nú, kunnu vit koma undir
endurgjald.
Hvussu stórt eitt møgu
ligt endurgjaldskrav verður,
veit hann ikki, tí enn hava
tey ikki tosað so neyvt við
tey, sum eiga hølið, har Hotell
Tórshavn nú er.
Men annars er at kalla
bara at flyta útreiðslurnar til
Hotell Tórshavn yvir á nýgg
ja hotellið, so fíggjarliga er
ikki talan um nakra tunga
byrðu.
- Umframt útreiðslurnar
til sjálvt hotellið, brúka vit
nógvar pengar upp á at leiga
íbúðir í býnum til sjúklingar,
sum eru í langtíðarviðgerð,
og húski teirra, sigur lands
stýrismaðurin.
Tá
ið
nýggja
hotellið
væntandi verður veruleiki,
slepst undan teimum út
reiðslunum.
- Hóast tað ikki ber til
at siga, hvussu stórar út
reiðslurnar
til
nýggja
hotellið verður, verða tær
í
øllum
førum
rættiliga
yvirkomuligar, sigur John
Johannessen.
Sjálvur ivast ikki eina løtu
í, at vit eiga at taka av hesum
møguleikanum.
- Tað er ikki ofta, at
vit fáa møguleikan at út
vega eitt spildurnýtt, ný
mótans
sjúklingahotell
í
Keypmannahavn, sum er
bygt til endamálið og sum
harafturat er líka nær við
Ríkissjúkrahúsið, sum hotell
ið, vit nú hava, staðfestir
hann.
Tað, sum talan er, at eitt
danskt felag er sinnað at
byggja ein bygning, sum
Heilsumálaráðið síðani leigar
til sjúklingahotell.
Frá grundini
John Johannessen sigur, at
tann heilt stóri fyrimunurin
við bygninginum er, at før
oyskir myndugleikar vera
við frá fyrsta degi, so at húsið
verður innrættað, soleiðis
sum vit sjálvi vilja hava, at
okkara sjúklingahotell skal
verða innrættað.
Í hesum sambandi hev
ur
landsstýrismaðurin
havt ein ráðgevandi bólk
við umboðum frá Heilsu
málaráðnum,
Landsverki,
Landssjúkrahúsinum, sjúk
lingarráðnum og visitatións
Risa framstig
fyri føroyskar
sjúklingar
NÝTT SJÚKLINGAHOTELL eftir ætlan fáa sjúklingar,
sum fara til Danmarkar í viðgerð, nú eitt spildurnýtt
sjúklingahotell, har umstøðurnar verða ljósár
frammanfyri Hotell Tórshavn, sum nú er
Á nýggja sjúklinga
hotellinum verða
umstøðurnar ljósár
frammanfyri umstøður
nar, sum nú eru á Hotell
Tórshavn
Tað er ikki ofta, vit
fáa eitt tilboð, sum hetta
Í nýggja sjúklingahotel
linum, sum ætlanin er at
útvega í Keypmannahavn,
er pláss fyri 95 fólkum.
Í sjúklingahotellinum,
sum er nú, er pláss fyri
101 fólkum.
-
Men
tað
verður
himmal-víður munur á,
at umstøðurnar verða
betri á nýggja hotellinum,
sigur John Johannessen.
Í hotellinum, sum nú
er, eru fleiri fólk á sama
kamari, fólk verða flutt
ímillum kømur og um
støðurnar
yvirhøvur
eru sera vánalig. Lyftir
nar virka illa, tað er tór
ført at sleppa inn og
út í koyristóli, har er
kalt, nógvur larmur og
seinasta plágan eru skor
dýr av ymsum slagi.
Tað er heldur onki
loyndarmál, at økið hevur
verið herjað av innbrotum
og tað hevur Hotell Tórs
havn eisini merkt.
- Ónøgdin við umstøð
urnar er sera stór, leggur
hann afturat.
Í tí nýggja hotellinum
eru 57 kømur. Fleiri av
teimum
eru
einmans
kømur, sum eisini kunnu
kunnu gerast til tveyman
nakømur. Har eru eisini
tveymanna-kømur,
um
framt kømur til rørslu
tarnað og størri og smærri
íbúðir til húski, tá ið talan
er um langtíðarviðgerð.
Harafturat er rúm at
hava andakt í og í kjallar
anum eru rúm til ítriv av
ymsum slagi og nýggja
hotellinum verður eisini
eitt viðgerðarrúm.
Á horninum beint við
er handil.
Tað hevur leingi ver
ið hugsað um at bøta um
umstøðurnar hjá føroysk
um sjúklingum í Keyp
manna-havn.
Einaferð varð talan um
at keypa eitt niðurlagt
røktarheim, men ein bólk
ur, sum kannaði málið,
mælti frá og mælti heldur
til at byggja nýtt.
John
Johannessen
sigur, at hóast vit flyta
fleiri og fleiir sjúklingar
aðrastaðni, verður Ríkis
sjúkrahúsið
okkara
høvuðs sjúkrahús uttan
lands í nógv ár aftur
at og tískil er avgjørt
grundarlag fyri einum
sjúklingahotelli í Keyp
mannahavn, sigur John
Johannessen.
95 fólk
Á kortinum sæst, hvussu nýggja hotellið liggur afturímóti Hotel Tórshavn,
sum nú er í Tåsingegade. Tað er stutt ímillum, men av nýggja hotellinum er
lættari at sleppa á Ríkissjúkrahúsið, sum er niðast vinstrumegin