fríggjadagur 17. juni 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 17. juni 2011 · Nr. 69
Sosialurin
nevndina, Hotel Tórshavn og
sendistovuni í Keypmanna
havn.
- Tilmælið er heilt greitt,
at hetta er ein verkætlan, vit
eiga at fara undir, sigur John
Johannessen.
- Taka vit ikki av tilboð
num nakað skjótt, verður ein
íbúðarblokkur bygdur ístað
in og so verða vit verandi í
hotellinum, vit nú hava, fram
til 2020.
Nýggja hotellið er í trý
kantinum ímillum Omøgade,
Æbeløgade
og
Venøgade,
heilt stutt frá Tåsingegade,
har Hotell Tórshavn nú er.
- Men frá nýggja hotelli
num
verður
skjótari
og
einfaldari at ferðast inn á
Ríkissjúkrahúsið.
Sostatt verður nýggja,
føroyska
sjúklingahotellið
bygt saman við grønlendska
sjúklinghotellinum, sum er í
gerð.
- Í veruleikanum vóru tað
grønlendingar, sum vístu
okkum á hendan møguleik
an, sigur landsstýrismaðurin
í heilsumálum.
Hann leggur afturat, at
ætlanin er at samstarva við
grønlendska sjúklingahotelli
um ymsar hentleikar, so at
bæði hotellini kunnu fáa ein
fíggjarligan fyrimun burtur
úr tí.
John Johannessen leggur
afturat, at taka vit av hesum
tilboðnum, fáa vit skapt før
oyskum sjúklingum í Keyp
mannahavn,
og
húskjum
teirra, umstøður, sum eru
ljósár framman fyri tað, sum
tey hava á Hotell Tórshavn.
aki@sosialurin.fo
Her er ein fyribils skitsa av nýggja sjúklingahotellinum, ætlanin er at úvega í
Keypmannahavn og sum verður eitt risa framstig fyri tey, sum noyðast uttanlands
at fáa sær heilsubót. Sjúklingahotellið er tann bygningurin, sum eitur ”mulig
patienthjem”, beint yvirav grønledska sjúklingahotellinum. Á Horninum er handil
Her sæst sjúklingahotellið úr einum øðrum sjónarhorni. Hotellið er langi, grái
bygningurin ovast vinstrumegin. Beint yvirav er grønlendska sjuklingahotelli,
sum er bygt í vinkul og ímillum er hugnaligur garður. Taka vit ikki av
tilboðnum skjótt verða íbúðir bygdar ístaðin fyri sjúklingahotell
Virðiligar umstøður
Hotell ella íbúðir
Formula | Stiðjagøta 11 | Postboks 1078 | FO-110 Tórshavn | Tel (+298) 344000 | www.formula.fo
Hjá Formula uppliva vit í løtuni ein stóran
eftirspurning frá virkjum innan detailøkið
(retail). Fyri at tryggja menningina innan
hetta økið, sóknast vit eftir einum dugna-
ligum starvsfólki.
Starvsøkið fevnir breitt og inniber bæði forriting
og brúkarahjálp umframt klárgering og verkseting
av software og hardware til detailhandlar.
Servitan um detailhandil er ikki altavgerandi, men
vit vænta, at tú ert forvitin og skjótt kemur eftir
hesum.
Tú fært ein gerandisdag við nógvum avbjóðingum
og “bóltum í luftini”, sum skulu loysast í samstarvi
við dugnaligum starvsfelagum. Tú kemur fyri tað
mesta at arbeiða við Microsoft Dynamics NAV og
øðrum forritum, sum eru tengd at tí.
Vit vænta, at tú hevur HH og ert teldufrøðingur,
hevur royndir við ella áhuga fyri roknskapi, handli
og at seta saman tekniskar loysnir. Tú dugir at
arbeiða málrættað bæði sjálvstøðugt og í toymi.
Vit bjóða eitt spennandi arbeiðsumhvørvi, har vit
arbeiða tvørtur um fakmørk, og har fakligu
avbjóðingarnar eru í hásæti og saman við tínum
nýggju starvsfeløgum gongur tú eini spennandi
yrkisleið á Formula á møti.
Góðir møguleikar eru fyri persónligari menning, og
vit leggja stóran dent á eftirútbúgving, ið gevur
altjóða góðkenningar innan økið. Vit bjóða eina
kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum
og útbúgving.
Umsókn við prógvum skal sendast til Henrik
Jensen á teldupostadressu hje@formula.fo.
Eru spurningar til starvið, ert tú vælkomin at senda
ein teldupost til áðurnevndu teldupostadressu.
Umsóknarfreistin er:
Hósdagin 30. juni 2011
©2011 | 1xpetur.com
Stutt um Formula: Okkara aðalmál er at viðvirka til at okkara viðskiftafólk fáa økt kappingarføri. Virksemið hjá Formula er skipað í vitanareindir
har góðskan verður tryggjað umvegis altjóða góðkenningar. Á Formula starvast 70 starvsfólk, og vit hava hølir í Tórshavn, Runavík og Keypmanna-
havn. Formula er eitt fíggjarliga trygt virki við eini eginfígging á 60% og einum gjaldførislutfalli á 355. Á Formula eftirmeta vit áhaldandi okkara
virksemi, bæði umvegis kundanøgdsemiskanningum og búskaparligum úrslitum.
Microsoft
Dynamics NAV
ráðgevi til detailøkið