fríggjadagur 17. juni 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. juni 2011 · Nr. 69
12
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Tá fuglfirðingar mikukvøldið
skuldu fara at fáast við for
toyningar í sambandi við
kappróður, var eftir hvat
skilst ikki møguligt at fáa
alibát til hjálpar. Sagt varð, at
trupulleikar vóru við onkrari
nót, sum var farin á hol, og tí
var báturin ikki tøkur.
Í gjár ljóðaði annars, at
fleiri túsund laksar vóru
slopnir úr nótini, men hesi
tíðindi hevur Sosialurin ikki
fingið váttað, ei heldur av
sannað.
Vit hava í morgun ringt
til Havsbrún í Fuglafirði,
men har kann Odd Eliasen
á fóðurdeildini, sum veit um
hetta at siga, ikki røkkast
fyrr enn eitt sindur seinni í
morgun.
Vit hava eisini ringt til
Bakkafrost, sum keypir alt
virksemið
hjá
Havsbrún,
men har var stjórin, Regin
Jacobsen, á fundi.
Ikki tað stóra
Alt bendir tó á, at talan er
ikki um tær heilt stóru nøgd
irnar av laksi, sum kunnu
vera farnar úr alinótini á
Fuglafirði.
Á Havnarskrivstovuni í
Fuglafirði, sigur Ólavur Han
sen, sum er á vakt í morgun,
at teir løgdu ikki til merkis
nakað serligt virksemi á
Fuglafirði í gjár í mun til ein
vanligan dag.
Honum var eisini komið
fyri oyruni, at laksur var
sloppin úr nót, men hann
helt ikki, at talan kundi vera
um tær nøgdir, sum søgur
hava gingið um.
Løtu eftir, at Sosialurin
hevði tosað við Ólav í morg
un, ringdi hann aftur. Hann
hevði tá verið so beinasamur
at spyrja alarar, sum hann
hevði hitt á bryggjuni, um
sannleiksvirði
møguliga
mistum laksi.
- Tey søgdu, at har er einki
mist, og at talan tí helst er um
misskiljingar, sigur Ólavur
Hansen á Havnaskrivstovuni
í Fuglafirði.
Fiskaðu dúgliga
Í gjár var tó størri virksemi
við bryggjukantin og í fjøru
ni kring um í Fuglafirði enn
vanligt. Væl av fólki stóð við
tráðu, og líkt var til, at tey
væntaðu sær onkran laks
upp úr sjónum.
Fólk, sum Sosialurin hev
ur tosað við, og sum eisini
vóru við tráðu í Fuglafirði
í gjárkvøldið, siga, at onkur
hevði fingið laks við tráðu, og
at laksar vóru at síggja, sum
kastaðu sær oman á sjónum.
Vilmund Jacobsen
Eins og rækjuævintýrið hjá
føroyingum tódnaði, tá um
støðurnar hjá okkara rækju
flota broyttust, helt virksem
ið á rækjuvirkinum á Oyri
eisini uppat. Gamla felagið
á Oyri, sum rak rækju-og
skeljavirksemi,
var
O.C.
Joensen, har eitt nú Edmund
Joensen í fleri ár var ein av
profilunum og eigarunum.
Í
nýggjari
tíð
seldu
tey, sum áttu meirilutan í
O.C.Joensen, meirilutan av
virkseminum til Thor í Hós
vík, sum síðan hevur rikið
tað virksemið, ið eftir var,
víðari.
Framvegis skeljar
Hóast
eingin
rækjufram
leiðsla hevur verið á Oyri
longu í fleiri ár, hevur skelja
virksemið, sum er vertíðar
virksemi, hildið fram.
Skeljabáturin Norðheim
er framvegis virkin, tá ver
tíðin er, og har hava nakrir
mans sín fasta kjans.
Uppi á landi er framvegis
skeljavirksemi um veturin,
har nøkur fólk eru í arbeiði
í vertíðini, men nú verður
ein partur av hesum arbeiði
gjørdur uttanlands.
Myndamaðurin hjá okk
um tók hesa myndina, tá
Sosialurin vitjaði á Oyri næst
seinasta hósdag.
vilmund@sosialurin.fo
Uppi á landi er fram
vegis skeljavirksemi, har
nøkur fólk eru í arbeiði í
vertíðini, men nú verður
ein partur av hesum ar
beiði gjørdur uttanlands
Í gjár var størri virk
semi við bryggjukantin
og í fjøruni kring um í
Fuglafirði enn vanligt.
Væl av fólki stóð við
tráðu, og líkt var til, at
tey væntaðu sær onkran
laks upp úr sjónum
Skeljarnar eftir á Oyri
Tað var tann tíð, tá nógv rækju-og skeljavirksemi var á Oyri,
men í dag eru bara skeljarnar eftir. Hetta er vertíðarvinna, og nú
liggur skeljabáturin Norðheim og bíðar eftir næstu vertíð
Norðheim liggur í løtuni,
nú vertíðin til skeljaveiði
er av. Tá heystið kemur,
verður lagt til brots aftur
Mynd: Jens Kristian Vang
Ógreiða
um laks á
Fuglafirði
Í gjár ljóðaði, at fleiri túsund laksar vóru slopnir
úr eini nót á Fuglafirði, men ivasamt er, um
hald er í hesum tíðindum. Tað fekk Sosialurin
ikki váttað, áðrenn prentstart fyrrapartin