fríggjadagur 17. juni 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. juni 2011 · Nr. 69
16
Sosialurin
Hósdagin 16. juni fylti Karl
Wolles í Havn 70 ár. Karl er
havnarmaður. Hann vaks
upp sum næstyngstur av
teimum fýra børnunum hjá
Signhild, f. Jensen, úr Havn,
og Johan Wolles av Trølla
nesi.
Karl hevur altíð havt
stóran áhuga fyri bilum.
Eftir barnaskúlan fór hann
sum 15 ára gamal í læru á
bilverkstaðnum hjá Sverra
Djurhuus í Rættará. Tá hann
varð útlærdur, arbeiddi hann
eina tíð á bilverkstaðnum
hjá Hans Johs. Clementsen í
Lucas Debesargøtu, ið eisini
hevði serviceverkstað fyri
Volkswagen, sum Farodane
umboðaði.
Eftir tað fekk hann starv
hjá bilfyritøkuni P/F Vilhelm
Nielsen, sum hevði stóran
bilverkstað og umboð fyri
bilmerkini Opel, Vauxhall og
Bedford. Í hesum starvi kom
Karl at ferðast nógv kring
landið, við tað at hann vera
sendur út á bygdirnar at
gera eftirlit og umvælingar
av bilum. Karl var eisini
tvær ferðir í Grønlandi og
arbeiddi, í Christianshaab
og á Syðra Streymfirði, har
hann arbeiddi upp á bilar á
basanum hjá amerikanar
unum.
Í 1970 fekk Karl starv
sum bilmekanikari á nýggju
Shellstøðini á Frælsinum,
sum Gunnar Poulsen átti og
rak tey fyrstu árini. Eftir at
hava arbeitt umleið trý ár
á Shellstøðini, byrjaði Karl
við egnum verkstaði heima
hjá sær sjálvum í Stoffalág,
har hann hevði nógv at gera
og hevði nógvar trúfastar
kundar, sum hann hevur
røktað bilarnar hjá í mong
ár.
Eftir 10 ár sum sjálvstøð
ugur fekk Karl starv sum
sýnsmaður hjá Bileftirlit
inum. Har arbeiddi hann,
til hann gavst fyri umleið
10 árum síðan, tá hevði
hann arbeitt har í 14 ár. Eitt
skifti avloysti hann sum
húsavørður á Maskinskúl
anum. Karl hevur verið í bil
branchuni í yvir 50 ár og verið
við í øllum teimum broyt
ingum, sum eru farnar fram
hesi árini, bæði hvat bilunum
sjálvum og verkstøðunum
viðvíkur.
Karl er giftur Elsu, f.
Sivertsen, úr Klaksvík. Tey
eiga trý børn: Jóhann, Else
beth Mariu og Signhild.
Karl Wolles 70 ár
Hvítusunnudag
andaðist
Jákup Sune Jacobsen, fyrr
verandi býráðslimur í Havn,
88 ára gamal.
Hann varð borin til gravar
úr Havnar kirkju í gjár, har
Sonja Klein, prestur, hevði
jarðarferðina. Við loyvi frá
presti prenta vit brot úr
jarðarferðartalu hennara:
»Vit eru samlaði hesa
løtuna her í Havnar Kirkju
at fylgja Jákup Suna til
hansara seinasta hvíldarstað.
Eitt farvæl, sum nú setir
punktum fyri eitt langt og
ríkt lív - og eitt heilt serligt
menniskja. - Ein lívssøga, sum
byrjaði her í Havnini í 1922, og
endaði seinasta sunnudag –
hvítusunnudag – sum eisini
var ein av okkara vakrastu
summardøgunum.
Jákup
Sune var javnaðarmaður,
og alla sína tíð var hann
ógvuliga tilvitaður um sosialu
umstøðurnar í samfelagnum,
og hjarta hansara bankaði
fyri teimum veiku og smáu
í samfelagnum. Børn høvdu
eitt stórt pláss í hjarta hans
ara. Og tað hevði stóran týdn
ing fyri hann, at tað ikki varð
gjørdur mismunur millum
børn.
Longu
tíðliga
merkti
hann álvaran í lívinum. Og
hann
gjørdist
tilvitaður
um at tala søk teirra veiku.
Báðar ommurnar gjørdust
tíðliga einkjur, og tað hevði
stóran týdning fyri hann, at
livikorini hjá einkjum blivu
betraðar. Allar hesar upp
livingar, hann hevði tíðliga
í lívinum, lærdu hann at
taka ábyrgd. Og hetta hevði
ivaleyst eisini við sær, at
hann altíð síðani var sakligur
og álítandi í øllum verki. Tá ið
hann var 10 ára gamal mátti
mamma hansara fara av
landinum á Ríkissjúkrahúsið
at fáa viðgerð. Hann fór tá
til mammubeiggjan Petur
Mohr Dam at vera á Tvøroyri
og har at ganga í skúla. Og
Petur Mohr Dam fekk stóran
týdning fyri hann, og hann
hevði altíð ómetaliga stóra
virðing fyri mammubeiggja
sínum. Seinni gjørdist pápi
hansara álvarsliga sjúkur.
Eisini hann mátti fara á
Ríkissjúkrahúsið at fáa sær
heilsubót, men hetta var
síðsta skipið til Danmarkar
áðrenn kríggið, og hann
slapp ikki heimaftur fyrr
enn í 1945.
Jákup Sune fekk tí longu
um 17 ára gamal ábyrgdina
fyri familjuni heima – mamm
uni og teimum báðum yngru
sysktunum. Hann arbeiddi
um dagin í Landshandlinum
og
blandaði
máling
um
kvøldarnar, sum varð seld í
málingahandlinum hjá páp
anum, Mikk málara.
Jákup Sune gekk í real
skúla. Hann hevði góð evni at
læra, og dreymur hansara var
at lesa víðari, men tíðirnar
tá vóru soleiðis, tað bar
ikki til. Starv hansara kom
síðan at vera á Gjaldstovuni
á skattadeildini, har hann
arbeiddi, til hann fór frá fyri
aldur.
Jákup Sune var álitisfólk
og fekk tí eisini álitisstørv.
Hann
sat
í
býránum
í
árunum frá 1972 til 1984.
Jákup Sune var handaliga
sera dugnaligur og eisini
nærlagdur. Og honum dámdi
væl at putla við ymiskt. Hann
var ógvuliga arbeiðssamur
og altíð í gongd við okkurt.
Honum dámdi væl, tá vinir
og familja spurdu hann um
okkurt handaligt, og altíð
var hann til reiðar at hjálpa.
Hóast tíðirnar mangan vóru
ringar og korini smá bæði í
barnaárunum og ungdóms
árunum við, so vaks Jákup
Sune upp í einum heimi, har
hjartarúmið var stórt, og nógv
fólk vitjaðu inn á gólvið har.
Og soleiðis helt tað fram við
at vera, tá ið Birgit og Jákup
Sune giftust, og búsettust í
Dr. Jacobsensgøtu. Og heimið
hevði ómetaliga stóran týdn
ing fyri Jákup Sune, hann
var so ótrúliga góður við
familjuna, sum hann bara
vildi gera alt tað besta fyri
og taka sær væl av.
Hann
hevur
stuðlað
børnum sínum væl upp á
allar mátar og í øllum. Hann
hevði tað stóru gleði at fáa
átta abbabørn, sum hann
var so ógvuliga góður við og
glaður fyri. Tá ið Birgit fyri
fýra árum gjørdist avlamin,
passaði
hann
hana
væl
og tók sær av heiminum,
hóast hann ongantíð fyrr
hevði tikið sær av húsliga
arbeiðnum. Tað gjørdi hann,
líka til hann sjálvur gjørdist
sjúkur.
Seinastu tvey árini hevur
heilsan bilað og serliga hetta
seinasta árið. Hesar tveir teir
seinastu mánaðirnar hevur
hann búð á Lágargarði. Har
hevði hann tað gott og var
glaður fyri at vera har. Og
nú hevur hann lagt frá sær
mettur av døgum. Fyri at
taka aftur í aftur, so hevði
tað stóran týdning fyri hann,
at børnini fingu ein góðan og
tryggan barndóm, og tað var
við m.a. at biðja faðir vár við
teimum áðrenn tey løgdust
at sova, ella at tað var við
hesi bønini, tey løgdu seg til
hvíldar.«
Jákup
Sune
Jacobsen
var giftur við Birgit, (fødd
Djurhuus) í Havn. Tey áttu
børnini Martin Paula, Edel
Mariu og Boga.
Jákup Sune Jacobsen deyður
F. 27. august 1922 D. 12. juni 2011
Nøvn