fríggjadagur 17. juni 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 17. juni 2011 · Nr. 69
Sosialurin
Kjak
Andsagnir og bláoygni
– aftursvar til Sjúrð Skaale
Uni Arge
Skrivaði í kronikk í Sosial
inum fríggjadagin 3. juni
undir heitinum "Grundlóg til
nútíðina ella gamalt heima
stýri," at Sjúrður Skaale
í roynd og veru mælir til,
at føroyingar, tá teir skulu
samtykkja egna stjórnar
skipan, skulu av húsum at
velja
heimastýrislógina.
Skrivaði eisini, at hetta má
vera mest bakstrembandi
sjálvstýrisátakið í Føroyum
nakrantíð.
Hetta skrivaði eg, tí Sjúrð
ur sjálvur hevur nevnt í
bløðunum, at heimastýris-
lógin í 63 ár er vorðin legitim,
hóast fólkið ongantíð hev
ur samtykt hana, og at
tey, sum annars myndaðu
ein meiriluta fyri loysing
í 1946, eru deyð. Farvæl,
tit deyðu, hatta var tað,
sigur Sjúrður Skaale. Nú er
heimastýrislógin galdandi,
og hana skulu vit so velja
sum legitima.
Spyrji bara, hvat maðurin
ætlar. Vil hann fastfrysta
Føroyar í status quo, ella
vil hann flyta Føroyar inn í
eina framtíð við nógv størri
virkisføri,
enn
avoldaða
heimastýrislógin gevur? Vil
hann ganga frá fatanini um,
at føroyingar frá upphavi eru
sjálvstøðugt fólk, ið av egnum
vilja hevur tolt samstarv við
onnur lond? Fái ikki sam
anhang
í
grundgevingar
hansara, og tí spyrji eg.
Fólksins vald
Sjúrður setir í sínum aftur
svari til mín fleiri punkt upp,
ið tykjast greið. Skjótt er tó at
síggja, at tey eru andsagnir,
ið á ongan hátt hanga sam
an. Hann proklamerar í
fyrsta punkti, at Føroyar
virða teir sáttmálar, ið eru
galdandi. Við hetta meinast,
at vit skulu taka undir við
donsku
grundlógini
og
heimastýrislógini, sum før
oyingar annars aldrin hava
samtykt á fólkaatkvøðu.
Hann
sigur
í
næsta
punkti, at Føroya fólk hev
ur fullan rætt at siga upp
hesar
sáttmálar.
Jú,
tað
kunnu føroyingar saktans
samtykkja fyri sær sjálvum,
men trýr nakar í fullum
álvara, at hetta hevur nakran
týdning, tá betongjuristarnir
í
danska
løgmálaráðnum
fara at proklamera, at før
oyingar
hava
brúkt
sín
sjálvsavgerðarrætt
til
at
samtykkja grundlógina og
heimastýrislógina?
Sjúrður sigur í triðja
punkti, at ongin lóg skal
setast í gildi fyri Føroyar utt
an okkara samtykki. Hetta
er tann størsta andsøgnin
í hansara argumentatión. Í
fyrsta punkti hevur hann
sagt,
at
grundlógin
og
heimastýrislógin longu eru
í gildi. Hvussu kunnu tær
vera legitimt evsta vald í
Føroyum, tá ongin lóg kann
setast í gildi uttan fólksins
samtykki, og fólkið ikki hev
ur samtykt grundlógina ella
heimastýrislógina?
Eisini nevnir Sjúrður í
fjórða punkti, at alt vald
er hjá Føroya fólki. Ja, latið
okkum fara upp á allar
trappusteinar og kunngera
hetta, tá vit í egnari stjórnar
skipan hava staðfest ta 160
ára gomlu donsku grund
lógina sum evstu lóg í Før
oyum og ta 63 ára gomlu
heimastýrislógina
sum
hægri lóg enn okkara egnu
stjórnarskipan. Tá er ov seint
at standa á trappusteinum
og rópa.
Í
fimta
punkti
sigur
Sjúrður, at vit hava fullan
rætt at skipa Føroyar sum
sjálvstøðugt
ríki.
Fínasta
slag.
Betongjuristarnir
í
danska løgmálaráðnum, ið
lesa
donsku
grundlógina
sum rættina, ið Føroyar ikki
kunnu fara útum, og sum
tí brúka hana sum eina
ófrælsislóg ímóti Føroyum,
eru líkaglaðir við hetta, tá
føroyingar hava valt donsku
grundlógina sum sína evstu
lóg.
Sjálvræði landsins
Samanumtikið er Sjúrður
Skaale støðuleysur og blá
oygdur í síni argumentatión,
og henda leið hansara er
óforsvarlig. Eri fullgreiður
um, at orðaskiftið um hesi
viðurskifti
kann
tykjast
formalistiskt, men veruleikin
er, at rættarfatanin í Dan
mark av viðurskiftunum við
Føroyar er antipragmatisk og
fundamentalistisk, eins og
løgfrøðingarnir Kári á Rógvi
og Bárður Larsen hava víst
á.
Vit
kunnu
ikki
gera
donsku rættarfatanina til
okkara, bara tí stívrendir
danskir juristar og Lars
Løkke
Rasmussen
krevja
hetta. Vit eiga tvørturímóti
at halda fast við okkara egnu
definitión av viðurskiftunum,
sum er, at vit av siðvenju
hava samstarvað við onnur
lond, men at onki kann
sløkkja sjálvræði landsins.
Júst hetta um sjálvræðið
hevur fyrr staðið í stjórnar
skipanaruppskotinum. Hví
er tað burtur?
Sjúrður Skaale og hinir í
stjórnarskipanarnevndini,
ið taka undir við hansara
sjónarmiðum, hava skyldu
til at siga okkum, um vit
samtykkja donsku grund
lógina og heimastýrislóg
ina, tá vit skulu atkvøða
um stjórnarskipanina. Teir
hava eisini skyldu til at siga
okkum, um ein proklamatión
kemur úr Danmark um, at
Føroya fólk hevur givið seg
undir donsku ríkiseindina,
tá stjórnarskipanin er sam
tykt.
Um hetta er støðan, eigur
stjórnarskipanin
ikki
at
verða samtykt, tó at restin av
henni er væl gjørt arbeiði.
Vinnu
politikkur
Johan Dahl
landsstýrismaður
Í ársfrágreiðingini hjá Før
oya
Arbeiðsgevarafelag
verða
viðgjørd
ymisk
vinnupolitisk viðurskiftir.
Lat meg beinanvegin gera
greitt, at eg taki fult undir
við sjónarmiðum Arbeiðs
gevarafelagsins, at vinnu
mál liggja ov spjadd, og at
tað hevði verið lættari at
stungið út vinnupolitisku
kósina, var hetta ikki so.
Vinnupolitikkurin í síni
tíð og vinnugreinapolitikk
irnir eru gjørdir í forstáilsi
við partarnar í vinnuni, og
kanska høvdu generellu
vinnupolitikkurin
og
vinnugreinapolitikkirnir
ikki verið so nógv øðrvísi,
vórðu teir eindurskoðaðir,
ikki tí, tað er skilagott
at endurskoða tey ymsu
viðurskiftini við jøvnum
millumbili.
Sum sagt, so hevur ver
ið gott samstarv millum
vinnuna og tað almenna,
tá tað snýr seg um at leggja
karmarnar fyri vinnuligum
virksemi til rættis. Kanska
tað er hesum báðir partar
skulu arbeiða meira við.
Ásannast skal tó, at tað er
fyri neyðini at formulera
vinnugreinapolitikk innan
fiskivinnu og herundir mat
vøruframleiðslu.
Eg haldi ikki, at eg sigi
ov nógv, tá sagt verður,
at tað er ein breið fatan
millum politikarar, at nú
skulu vinnumálini savnast
og skipast betur. Kanska
vinnan eisini kundi gingið
saman um at skipa seg
betur, soleiðis at vinnu
sjónarmiðini á sjónum og á
landi vóru betur samskipað,
eins og tey fyrr vóru. Eins
og
bureaukratiið
kann
vaksa, og tað kann ganga
afturá innan almennu um
sitingina, sama kann henda
innan vinnuligu organisa
tiónirnar, verður ikki ansað
eftir har eins og við viljan
um at samstarva.
Nakað verður eisini gjørt
burtur úr gjøldum, ið áløgd
eru vinnuni, og mælt verður
til, at hesi verða brúkt til at
menna vinnuna, heldur enn
bara at fara í landskassan.
Tað eru bert nakrir heilt
fáir
mánaðir
síðan,
at
fundir vóru við Vinnuhúsið
um hesi viðurskiftir, og tá
var ynskt, at skuldu gjøld
áleggjast, skuldi hetta vera
skattur, og at onki skuldi
verða ásett um at menna
vinnu við hesum gjøldum.
Men nú skal hetta ikki
skiljast sum eitt álop frá
mínari síðu, men bert at
vísa á, at tað er sera um
ráðandi, at sjónarmiðini eru
konsistent og ikki skifta alt
ov ofta, tí tá verður ikki lætt
at skapa stabilar karmar.
Samanumtikið eri eg
glaður fyri, at Arbeiðsgev
arafelagið tekur hesi týð
andi viðurskifti upp, og
mín partur skal ikki liggja
eftir, tá tað snýr seg um
at orða vinnupolitikk og
vinnugreinapolitikk
og
at skapa góðar og stabilar
karmar fyri vinnuna.