Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-17, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juni 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. juni 2011 · Nr. 69 18 Sosialurin – Eg sá neyðina MOLDOVA – Tja, eg veit ikki. Eg byrjaði bara at syngja fyri børnum úti í skóginum, og síðani vant tað bara meiri og meiri uppá seg. Og hygg bara nú, hvussu stórur tørvurin er – nú hava vit 15 børn búgvandi í okkara lívd, sigur pastor Vitalie. Hann er prestur í eini lítlari samkomu í býnum Cornesti, har norðuri í Moldova og verður væl stuðlaður av Skandinavisku Barnamissiónini. – Her ynski eg at gera eitt arbeiði fyri Gud. Barna­ missiónin Skandinaviska Barna­ missi­ónin varð stovnað av Sigvard Wallenberg, har ein í fyrstu syftu hugsaði um at arbeiða á Filipsoyggjunum. Ar­ beiðið er síðani víðkað til eisini at umfata Ukraina, Zambia og Moldova. Í Føroyum finst eisini ein deild av Skandi­navisku Barna­ missi­ónini, hvørs leið­ ari er Ella Niclasen, tlf. 213407. Hildið verður í Evensens Pakkhúsi. Í Moldova stuðlar Barnamissiónin pastor Vitalie, sum hev­ur ábyrgd av lítl­ari sam­ komu, og at geva fleiri børnum bæði mat, innivist og umsorgan. Greinarøð um Moldova Seinastu tíðina hava fleiri greinar um Mol­ dova staðið í blaðnum. Talan er um eina greinarøð í fleiri pørt­um: 6. juni: Um 14 ára gamla Maarin sum hev­ ur ábyrgd av 4 systkjum sínum 8. juni: Um kvinnur og menn sum pakka klæð­ir til Ukraina og Mol­dova 10. juni: Um Eyð­ gerð og hennara drúgva arbeiði hjá Barna­missi­ ónini Í dag: Um pastor Vi­tal­ie í Moldova sum brennir fyri lands­monn­ um sínum Næstu ferð: Um Karo­linu Nattestad og henn­ara arbeiði í Barna­ missi­ón­ini Um familjuna hjá Lyud­mylu sum ikki eigur til dagsins uppihald Og at enda um, hvussu arbeiðið í Før­oy­um verð­ ur skipað undir leiðslu av Ellu Niclasen og hjálp­ar­ fólkum hennara. Orð/myndir: Snorri Brend 4. partur: – Nú mást tú ikki blíva kløkk­ ur, tá vit koyra oman til hesi húsini. Hetta er ein av familj­ unum, sum eru eina ringast fyri, greiðir Vitalie frá. Hann er ovurfegin, nú hann setir seg við róðrið í hvít­litta bussinum. Hann fekk bussin fyri fáum døgum síð­ani, – so fáum, at enn er bú­merki hjá Skandinavisku Barna­missiónini ikki fest á bussin. Hóast hetta hava fólk longu vant seg við unga prest­in við tí hvíta bussinum. Tey vita, at tá hann kemur á gátt, so er tað altíð við tí góða: Tað kann vera eitt gott orð í rættari tíð; tað kann vera eitt plagg til eina illa klæddan; tað kann vera við mati til eina svanga familju; ella tað kann vera við ungum fólkum, ið vilja gera ein góðan gerning fyri húsfólkið. Í dag er uppgávan ein heilt onnur – ella rættari sagt: Ein samantvinnan av øllum hesum uppgávunum. Henda familjan er so mikið illa fyri, at tey hava brúk fyri allari hjálp. Og taka eisini fegin ímóti allari hugsandi hjálp. Støðan er tann álvarsama, at pápin er deyður. Tann elsti sonurin í húsinum, Denis, fór til Ruslands at finna sær arbeiði, soleiðis at hann kundi senda pening heim til mamm­una og yngru systkin síni. Av tí at eingin peningur kom hagani, royndi mamman at gera tað sama, men henni hava børnini einki hoyrt frá tann seinasta mánaðin. Eins og greitt varð frá her í Sosialinum 6. juni var tað tí tann elsti av teimum eftirverandi – 14 ára gamli Maarin – sum var hann ið skuldi taka sær av øllum. Men Vitalie er fult greiður yvir, at hetta er ein alt ov stór ábyrgd at leggja á ein tannáring, og tí hevur hann skipað soleiðis fyri at fólk úr kirkju hansara gera reint her og geva teimum mat hvønn einasta dag. – Ja, tú sært, at hetta er støð­an bert hjá hesi einu familj­uni. Men tað eru nógv­ ar familjur sum eru í somu støðu sum hesi. Hetta er bara ein av mongum familjum í neyð, slær hann fast. – Eingin kann hjálpa øll­ um, men øll kunnu hjálpa einum. Tað royna vit at gera, hóast vit vita, at tað finnast nógv onnur sum eru í somu støðu sum hesi. Ella hava tað uppaftur verri. Sangur í skóginum Pastor Vitalie dugir ikki rætti­liga at siga, hví hann fekk – ella hví hann hevur – so stórt hjarta fyri børnunum í býnum Cornesti, sum liggur 80 kilometrar norðan fyri høvuðsstaðin, Chisinau. Ein orsøk kann vera, at hann er vaksin upp í stórari familju, har pápi hansara var foreldraleysur. Men tá hann hugsar seg væl um, finnur hann onga aðra orsøk enn hana, at Gud legði eina neyð fyri hesum børnum í sítt hjarta. Hann er heldur ikki ætt­ að­ur úr Cornesti, men úr einum býi nakað væl hagani. Tað var tó meðan hann gekk á prestaskúlanum, at hann gav Gudi tað lyfti um at gera nakað fyri hann, tá út­ búgvingin var liðug. Eg hugsaði um at fara til Georgien, Aserbadjan ella Rusland at arbeiða, men Gud vísti mær ístaðin á støðuna hjá børnunum í Cornesti. Her ynskti eg at verða, men tann stóri spurningurin var: Hvussu í víðu verð byrjar ein fremmandur í býnum eitt arbeiði millum børnini her? GØTUBØRN Eitt av arbeiðunum hjá lítlu samkomuni hjá pastor Vitalie er millum børn, ið búgva lutvíst á gøtuni ella undir vánaligum sosialum korum. Tey møtast regluliga á einum niðurlagdum fótbóltsvølli til spæl og undirhald eina góða løtu