fríggjadagur 17. juni 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 17. juni 2011 · Nr. 69
Sosialurin
í barnaeygunum
Hansara kreativu evni
komu honum til góðar, og við
tónlistarligu evnum sínum
avgjørdi hann at syngja
saman við børnunum. Sjálvur
hevði hann ikki ráð at keypa
sær ein guittara, og tí mátti
hann bara læna ein slíkan frá
musikkskúlanum.
Ein summardag í juni
mánaði fyri seks árum síðani,
tók hann guittaran við sær út
í skógina og byrjaði bara at
syngja nakrar av sangunum,
sum honum dámdi.
Fastbúgvandi
Vitalie noyddist ikki at bíða
leingi, fyrrenn tey fyrstu
forvitnu børnini byrjaðu at
koma, fyri at hoyra henda
sjáldsama mannin syngja
oyrafangandi sangir.
At byrja vóru tey 10, men
tað var skjótt at talið tví
faldaðist og at enda vóru tey
farin at nærkast teimum 100.
Tað gekk væl at savna tey
uttandura um summarið,
men um veturin var neyðugt
at leiga ein bygning í bý
num.
Hetta kostaði sjálvandi
pening, sum hann mátti
punga út við. Ein annar veru
leiki var eisini hann, at støðan
hjá fleiri av børnunum var
rættiliga vánalig heima við
hús. Ein teirra í hesi støðuni,
var omanfyri nevndi Denis,
hvørs støða heima var so
vánalig at hann hvørki kundi
ella vildi vera heima við hús.
Denis fekk tí møguleikan
at sova í hølunum hjá kirkjuni.
Og hetta fekk líkasum eyg
uni upp fyri tørvinum á
hesum arbeiðinum. Frá at
Denis var tann einasti, eru
arbeiðið vaksið so mikið at
tey í dag húsa 9 dreingjum
og 6 gentum.
Sohvørt
sum
arbeiðið
gjørdist meiri og meiri vítt
fevnt, gjørdist tørvurin á eini
meiri varandi og betri loysn
eisini veruleiki.
– Eg sá neyðina og vón
loysið í barnaeygunum, og
vildi gera meiri fyri tey. Men
hvat ger ein við fáum midl
um, men við eini stórari
neyð?
Umbygd barr
Tey vóru heppin, og komu í
fyrstu syftu í samband við
umboð fyri Skandinavisku
Barnmissiónina. Og fingu í
øðrum lagi í mars mánaði í
fjør fatur á eini gamlari barr
og matstovu mitt í Cornesti,
og sum í dag er fullkomiliga
umskapað:
Í sjálvari barrini heldur
lítla samkoman sínar fundir.
Í erva húsast skrivstovan
hjá kirkjuni, og í øðrum staði
eru sovirúm, uppihaldsrúm
og køkur til hesi børnini,
hvør uppaling í mangar
mátar hevur verið kaotisk,
tí foreldrini eru flutt uttan
lands, deyð, eru bundin av
rúsevnum ella kanska í
fongsli.
Nú kunnu tey búgva her
við lívd í Vónarhúsinum, her
meðan tey gera miðnáms
skúla sín lidnan, og fara síð
ani út aftur í samfelagið at
forvinna til lívsins uppihald.
– Nógv av børnunum
sum koma her, hava eina
sera ringa bakgrund. Tey
eru illa fyri sosialt, og verða
flutt higar av løgregluni,
ístaðin fyri at enda í einum
ungdómsfongsli – sum fakt
ist heldur ikki finst her í
býnum.
– Okkara land er hart rakt
av altjóða fíggjarkreppuni.
Dreymurin er at vaksa um
arbeiðið, tí eg dugi bara at
síggja, at tørvurin á neyðhjálp
er her – og hann bara veksur,
slær pastor Vitalie fast.
snorri@sosialurin.fo
Moldova
Liggur millum Rumenia og
Ukraina.
Íbúgvaratal: 4,1 mió. Minst 1
mió arbeiðir í øðrum londum.
Landið fekk sjálvstýri í 1991.
Er í dag fátækasta landið
í Europa, við eini miðal
inntøku uppá 1900 dollara um
mánaðin (2005).
Høvuðsstaður: Chisinau við 1
mió íbúgvum.
FAKTA
BØRNINI
Pastor Vitalie hevur eitt serligt hjarta fyri børnunum í býnum Cornesti.
Hesi systkini hava júst fingið vitjan av presti, sum henda dagin hevði gávur
og góðgæti við til teirra. Henda dagin áttu tey einki til døgurða
IKKI SÝRU Í VEGG
Henda kvinnan, Lyudmyla eigur fýra børn, men maður hennara er uttanlands
í arbeiðsørindum. Hann er tó ikki serliga íðin at senda familjuni pening heim,
og tí eru mangan tómlig trog á borðinum. – Hon fortaldi fyri mær, at í dag
átti hon ongan mat at seta fyri børn síni, greiddi pastor Vitalie (høgrumegin)
frá. Meiri verður at frætta um hesa kvinnuna í eini seinni grein
Eingin kann hjálpa
øllum, men øll kunnu
hjálpa einum