fríggjadagur 17. juni 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. juni 2011 · Nr. 69
20
Sosialurin
Kjak
Tey ungu skulu hava
»allan pakkan«!
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Kappingin á framtíðar al
tjóða marknaðinum verður
ikki um olju og makrel, men
um útbúgvið fólk.
“Vit mugu tryggja okkum,
at tey fáa sær allan pakkan.
Vit mugu tryggja okkum at
tey finna makan í Føroyum,
fáa børn í Føroyum, keypa
hús/íbúð í Føroyum. Hetta
eru vit noydd til at gera, fyri
at Føroyar skulu hava eina
framtíð. Tað er heilt einfalt.
Um ung ikki búseta seg í Før
oyum, so veksur fólkatalið
ikki”, skrivar Teitur Vágadal
um halguna.
Hetta er søtur tónleikur í
mínum oyrum. Tí fleiri ferðir
havi eg víst á, at fjarlestur
og útbúgvingartilboð einsa
møll ikki venda óhepnu frá
flytingargongdini. Tey ungu
mugu hava “allan pakkan”,
sum Teitur vísir á.
Føroyar og høvuðsstaðurin
hava brúk fyri fólki við góðum
útbúgvingum í arbeiðnum
at flyta landið fram til at
gerast eitt vitanarsamfelag.
Tað hevur verið okkara
høvuðsboðskapur í áravís.
Tað er ein stór avbjóðing at
tryggja, at føroyingar við
góðari útbúgving koma heim
til Føroya at liva og arbeiða.
Men í løtuni tapa Føroyar
kappingina, tí bert 4 av 10 les
andi føroyingum koma heim
aftur til Føroya eftir loknan
lestur.
Men vit eru sum áður
pínliga varug við, at høv
uðsstaðurin er í harðari
kapping við høvuðsstaðir og
stórbýir suðuri á europeiska
meginlandinum. Tí brúka
vit nógvar pengar og leggja
stóra orku í at gera Tórshavn
til tann góða og savnandi
høvuðsstaðin við støðugt
sterkari atdráttarmegi. Sikt
ið er, at fólk við útbúgving,
ambitiónum og framtíðar
dreymum skulu velja Tórs
havn fram um aðrar býir.
Vit eru samd um og hava
í kanningum fingið staðfest,
at
fremstu
fortreytirnar
fyri trivnaði í framtíðini eru
búskaparvøkstur og fólka
vøkstur.
Framskrivingar
vísa í ringasta føri eina stóra
afturgongd í fólkatalinum.
Hesi gongd mugu vit venda
og vit halda okkum vita,
hvussu vit tryggja vøkstur
og trivnað í framtíðini.
Týdningarmesta tilfeingið
í framtíðini er útbúgvið og
skapandi fólk, og tí skal høv
uðsstaðurin á øllum økjum
gerast so attraktivur sum
gjørligt. Øll eiga høvuðs
staðin og hann eigur at ganga
á odda í menningini til frama
fyri øll. Landið fer bara væl
av, at tað gongst høvuðs
staðnum væl.
Tá vit ímynda okkum ein
høvuðsstað sum miðstøð fyri
lærdómi og vinnumenning,
gransking og mentan, so er
tað ikki meira ein visjón enn
so, at vit langtsíðan eru farin
undir at leggja lunnar undir
ta menning, sum skal til fyri
at skapa fortreytirnar. Vit eru
eisini komin rættiliga langt
veruliga við at kanna, hvat
krevst fyri, at fólk støðast og
hvat krevst fyri, at útbúgvið
fólk flytir heimaftur eftir
lokna útbúgving og royndir
uttanlands.
Vit vita, hvat krevst fyri at
hava ein sterkan mentanar
pall við tónlist, myndlist og
aðrari list og eru í fullari ferð
í gongd við at skapa neyðugar
fortreytir og umhvørvi. Vit
byggja og menna sum aldri
áður fyri at skapa pallar, har
skapanargleðin fær rúmd.
Vit gera tað sama innan
ítrótt. Vit royna av øllum alvi
at hjúkla um tey, sum velja at
búgva her.
Tað er ikki av tilvild, at
fleiri tungumál hoyrast í
havnargøtum,
vit
ynskja
hetta margfeldið og vit eru
púra samd um, at eitt opið
samfelag við tolsemi skapar
eitt umhvørvi, sum er merkt
av trygd, frælsi og trivnaði,
sum náttúrliga dregur fólk
til sín.
Tí eru vit í holt við at
skapa ein væl skipaðan høv
uðsstað og ein býarplan, har
fjølbroytt tilboð, spennandi
arkitekturur, ein livandi býur
og ein kókandi mentanar
pallur er ein heilt nátúrligur
partur av framtíðini. Vit
gera alternativ byggiøki til
privat sum vinnu. Vit royna
av øllum alvi at fáa burtur
allar bíðilistar í sambandi við
ansing. Vit royna av øllum
alvi at fáa skipað skúla
viðurskifti á øllum økjum,
vit hava ávirkan á. Vit fremja
umhvørvislig stórarbeiði. So
her er ikki bara talan um
visjónir, men um ítøkilig
arbeiði.
Vit gera regluligar nøgd
semis- og tørvskanningar.
Vit síggja t.d., at ofta fleiri
enn 10% av teimum vitjandi
á heimasíðu kommununar
hava bústað í Danmark og
aðrastaðni. Kanna vit nærri,
hvørjum hesi sóknast eftir, so
liggja bústaðarmøguleikar,
størv, barnaansing og ferðslu
viðurskifti ovast.
10% kunnu vera fleiri
hundrað ella túsundtals um
mánaðin og tað vísir okkum,
at tað eru fólk uttanlands, ið
hava áhuga fyri og regluliga
kanna viðurskiftini í høvuðs
staðnum, møguliga við ætl
anum at flyta higar.
Uppskriftin
er
púra
greið. Havnin skal hava ein
munandi búskaparvøkstur,
sum verður grundarlag und
ir fólkavøkstrinum. Tí skal
vinnulívið hava bestu kor. Vit
skulu satsa uppá gransking
og mentan. Tí skulu vit skapa
teir karmar, sum eru neyðugir
fyri, at hesi fólk trívast. Tað
er ikki meira innviklað enn
tað. Vit kanna, hvat tørvurin
er, og vit gera okkara besta at
nøkta tørvin.
Tí eiga vit als ikki at góð
taka, at fólkatalið stendur í
stað – kappingin á framtíðar
altjóða marknaðinum verður
ikki um olju og makrel, men
um útbúgvið fólk. Tí er
stóri dreymur okkara, at t.d.
granskarar uttanlands fara
at leita sær hendavegin at
luttaka í skúlaskapi, gransk
ing og vinnumenning. Tí í
kjalarvørrrinum á hesum
blóma stuðulstænasturnar,
sum skapa lív millum vitjandi
og búgvandi.
Í tilgongdini til visjónina
hava vit samstarvað við
vinnulív, arbeiðsmarknað og
vitanarstovnar í samfelag
num. Hetta neyva samstarv
verður eins neyðugt, nú vit
fara undir at avgera, hvussu
vit føra visjónina út í lívið.
Tað er gott at hava visjónir
og at seta sær nøkur mál
at arbeiða fram ímóti. Men
visjónin er bara yvirlýsingin
um ætlaninar. Í okkara føri
kunnu vit tó fegnast um, at
fleiri av okkara átøkum eru í
tráð við visjónina.
Vit 13 í býráðnum eru ikki
samd um, hvussu vit skulu
røkka øllum málum, men
vit eru samd um at røkka
teimum. Og ongantíð áður
hava vit verið so samd. Vit
vilja, at Havnin skal tæna
øllum landsins borgarum í
sínum avgerandi leikluti at
ganga á odda í menningini.
Harra Løg
maður, størri
ábyrgdarloysi
hava vit ongan
tíð sæð fyrr
Jákup Mikkelsen
løgtingsmaður
Politiska støðan er sera
vandamikil og merkt av
ábyrgdarloysi. Vit hava eitt
landsstýri, sum hevur latið
seg bundið hendur aftur
um bak og letur Tjóðveldi
alt vald upp í hendurnar.
Samtíðis sigur Tjóðveldi
at teir eru ikki partur av
nakrari samgongu.
Við øðrum orðum -
Tjóðveldi
hevur
valdið
uttan at hava nakra ábyrgd.
Harra
Løgmaður,
størri
ábyrgdarloysi
hava
vit
ongantið sæð fyrr.
Hvussu í allari víðu verð
kunnu Sambandsflokkurin
og Javnaðarflokkurin fram
haldandi sita úti i Tinga
nesi og so bara lata Høgna
Hoydal og Torbjørn Jacob
sen stýra landinum uttan
nakra sum helst ábyrgd.
Hvussu kann Sambands
flokkurin framhaldandi liva
við einum løgmanni sum á
tingsins røðarapalli, segði
at fyri honum var tað lika
mikið hvat fyri politikkur
var førdur, bara hann fekk
atkvøðurnar.
Hvussu kann Sambands
flokkurin liva við einum
fiskimálaráðharra
sum
niðurgjørdi alla útróðrar
stættina og bað teir bara
fara til Noregs at arbeiða.
Býtið av makrelinum er
farið fullkomiliga av kós
og nú talan er um at lata
fleiri stór útlendsk skip
við útlendskari manning
sleppa framat at fiska
makrel
eru
Tjóðveldi,
Javnaðarflokkurin,
Sam
bandsflokkurin og Fram
sókn í ferð við at offra
týdningarmikil
føroysk
arbeiðspláss til frama fyri
lítið løntum kinesarum og
russum. Er tað ikki hesir
flokkar, sum hava sagt seg
verja vanliga arbeiðaran í
Føroyum?
Friðingarnar fyri línu
innan 3 ella 1,5 fj. úr landi,
er eisini ein ætlan sum er
høpisleys. Hetta uppskot
vildi tikið grundarlagi fyri
línuútróðri í Føroyum uttan
at endamálið at friða ung
fiskin var rokkið. Tíbetur
sær út til at hesi uppskot
ikki koma aftur fyri tingið,
ti tað er ivasamt um tey
lúka krøvini sum eru til
lógaruppskot. Men vandin
er sjálvandi at Johan Dahl
einsamallur, kann fremja
hesar friðingar í kunngerð,
men vónandi kemur tað
ikki so langt.
Eitt er vist og tað er at
Tjóðveldis gislatøkan úti
i Tinganesi má steðgast,
hendurnar hjá Kaj Leo
mugu loysast, so hann fær
útskriva val áðrenn fleiri
vanlukkur henda.