fríggjadagur 17. juni 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 17. juni 2011 · Nr. 69
Sosialurin
Sethús ella røktarheim?
Bergtóra Høgnadóttir
Tvinnir eru kostirnir hjá eldri
føroyingum: vilt tú verða
verðandi í egnum sethúsum
ella fara á røktarheim? Hóast
hesin er veruleikin, halda vit
áfram at byggja enn fleiri
røktarheimpláss og stuðla
einamest slíkari bygging.
Gleðist um at útnorður
ráðstevnan um framtíðar
eldrabústaðir hevur fingið
rúmd í miðlunum. Fyrilest
rarnir vóru framúr.
Tað er tó undrunarvert,
hvussu ymiskt oyruni hoyra
tað, sum sagt verður á einari
slíkari ráðstevnu. Eg fari at
nema við nakað av tí, sum
eg ikki haldi hevur fingið
umrøðu.
Harmiligt met
Eitt sum situr frammaliga
í huga mínum er hagtølini,
sum vístu, at í Føroyum
búgva flest fólk yvir 65 ár á
stovni (institution) saman
borið við hini norðurlondini.
Tølini vóru frá 2008. Haldi
hetta er eitt sera keðiligt
met at hava. Tá eg so havi í
huga, at vit hóast hesa stað
festing byggja 136 nýggj
røktarheimspláss, so undrist
eg stórliga. Hóast vit í fleiri
ár hava vitað, at tørvur er á
fjølbroyttum eldrabústøðum,
so hevur landið stórt sæð
bert verið við til at fíggja
røktarheimspláss – og fram
vegis er tað soleiðis.
Meðan vit áttu norður
lendska metið: flest eldri
fólk á stovni, áttu íslendingar
metið: mest heimahjálp. Sagt
var, at ein hópur var gjørdur
til tess at fáa fólk at vera
sum longst í egnum heimi
og útseta hetta við at koma
á røktarheim sum longst.
Lætt er at rokna, at dýrasta
loysnin uttan samanbering
er
røktarheimspláss.
Hjá
okkum verður latið 700.000
kr í stuðuli til hvørt røktar
heimspláss, sum verður bygt.
Harumframt rindar landið
eina hálva millión um árið
í rakstri fyri hvørt røktar
heimspláss hjá okkum.
Veit væl, at í summum økj
um er tørvur á røktarheims
plássum stórur. Men er vist,
at øll búplássini sum verða
bygd frá 2009 – 2013 eru
alneyðug? Ber til at fyri
byrgja, at fólk koma á røktar
heim við at hjálpa teimum
at vera í egnum heimi sum
longst? Fyribyrgjandi vitj
anir,
stuðul,
heimahjálp,
heimarøkt, mat, klædnavask,
fimleik, fysioterapi, alarm,
umlætting?
Í Íslandi er vorðið krav,
at ALLIR møguleikar eru
royndir, áðrenn fólk fáa
møguleika fyri at koma á
røktarheim.
Haldi
hetta
ljóðar skilagott – gamaní
verður peningur spardur.
Men primera orsøkin er at
varðveita førleikarnar hjá tí
einstaka sum longst. Dømi
vóru nevnd á ráðstevnuni um
fólk, sum gjørdust óhjálpin
við rúkandi ferðskjótt, tá tey
komu á røktarheim.
Lat meg nevna eitt aftrat.
Tá eitt uppskot frá Tjóðveldi
farna ár bleiv viðgjørt á
tingi, fingu vit at vita, at
føroyingar vóru dupult so
leingi á røktarheimi, sum í
teimum londunum, okkum
dámar at samanbera okkum
við. Haldi hetta skróðar –
men kortini bleiv uppskotið
vrakað og einki broytt.
Heilsustøðan
vánaligari?
Ivist ikki í, at eisini lands
stýriskvinnan í almanna
málum vil eldru fólkunum
í Føroyum tað væl. Veit
eisini, at tað ikki bara er
hon sum eigur ábyrgdina
av, at vit ikki hava fleiri
fjølbroyttar
eldrabústaðir.
Men tá tað er sagt, hugsi
eg: tá samgongan stórt sæð
hevur sitið í 7 ár og verandi
almannamálaráðharri í smá
trý ár, so er okkurt púrasta
galið, tá einki stig verður
tikið til at bøta um støðuna
ella steðga á, undrast og
spyrja:
• Hví eru føroyingar dupult
so leingi á røktarheimi?
• Hví búgva nógv fleiri før
oyingar á stovni enn aðra
staðni?
• Hava føroyingar vánaligari
heilsu enn onnur?
• Hvørji greið kriterii skulu
vera fyri at fáa eitt røktar
heimspláss?
• Áttu vit at latið stuðul til
annað enn røktarheims
pláss?
• Áttu vit at hækka játtan til
heimahjálp og heimarøkt
munandi saman við fyri-
byrgjandi átøkum?
• Áttu vit alt fyri eitt at skapt
nøkur umlættingarpláss
fyri eldru fólkini?
Nakað av tí, vit fingu at vita,
var nýtt og frálíkur íblást
ur, men nakað vistu vit
frammanundan. Vit hava ver
ið á frálíkum borgarafundi í
Havn, áhugaverdan fyrilestur
um evnið í Hoyvíkar Kirkju,
Fysioterpifelagið
skipaði
herfyri fyri avbera áhuga
verdum degi lutvís um sama
evni, og harumframt hava
skilagóð føroysk fakfólk eis
ini gjørt vart við støðuna í
miðlunum. Mær tykir snøgt
sagt ikki, at nøkur undan
førsla kann nýtast fyri, at
støðan er sum hon er. Vit
hava fingið vitanina og ikki
nýtt hana, og peningur kann
ikki góðtakast sum umbering:
Vánaligu loysnirnar, sum
skaptar verða í dag eru tær
allar-allar-allardýrastu.
Hvørjum bíða vit eftir?
Hvør skal gjalda?
Zacharias Bech
Porkeri
Fólkaflokkurin fór burtur úr
samgonguni.
Grundgevingin fyri hetta,
var at teir kundu ikki taka
undir við fíggjarkarminum
fyri 2012, sum var borin niðan
í løgtingið. Teir vildu ikki
ganga við til, at tær almennu
útreiðslurnar hækkaðu.
Ein neyðugur tanki, nú
undirskotið á fíggjarlógini er
so stórt. Ein góður tanki, um
teir meintu ankað við tað.
Tað gjørdu teir ikki.
Tí í sama andadrátti, sum
teir siga seg ikki kunna taka
undir við, at tær almennu
útreiðslurnar hækka, leggur
Annika Olsen, landsstýris
kvinna fyri Fólkaflokkin fram
uppskot um at yvirtaka út
lendingalógina frá dønum yvir
á føroyskar hendur at umsita.
Hetta fór at kosta landskass
anum 5 mió árliga varð sagt.
Av royndum viðvíkjandi
yvirtiknum málum vita vit,
at um fá ár er henda upp
hædd bólgnað upp.
Alt hetta fyrikemur mær
eitt sindur óveruligt, Fólka
flokkurin vil, at danir skulu
gjalda fyri okkum. Tí verður
yvirtikið.
Men langafríggjadag sigur
Jørgen Niclasen í samørðu
við útvarpið, at Fólkaflokurin
ikki vil vera við til at leggja
fleiri byrðar á tann føroska
skattgjaldaran.
Danir skulu ikki gjalda.
Føroyski skattgjaldarin skal
ikki gjalda.
Hvør skal so gjalda?
Tað kann veruliga ikki
vera so galið við hugunar
háttinum hjá Jørgen Nicla
sen, at vit skulu ogna okkum
nakað uttan at gjalda fyri
tað?
Í seinsatuni eru fleiri
gandaorð komin inn í tað
føroyska málbrúkið.
Eitt av hesum er útreiðslu
neutralitetur. T. v. s. at um tú
áleggur landskassanum eina
eyka útreiðslu, skal tað takast
burtur av eini upphædd, sum
er har frammanundan.
Hetta gandaorðið er Fólka
flokkurin óførur at brúka.
Um tað nú verður sum
Fólkaflokkurin ynskir tað, og
vit yvirtaka útlendingalógina,
hvørjum skulu so hesar 5 mió,
sum hetta kostar takast frá.
Hvør er tað, sum hevur fingið
ov nógv frammanundan.
Er tað heilsu- ella sjúkra
húsverkið.
Er tað skúlaverkið, har
vit nú so nógv ár aftan á
yvirtøku av hesum málsøki
verða roknað millum lond
við analfabetismu.
Í bløðunum gremja teir
tríggir fólkaflokstingmenn
inir, Bjarni Djurholm, Jørgen
Niclasen og Jákup Mikkelsen
seg um tað avgjald, sum ætl
anin er at leggja á vinnuna
(makrelin)
Ein kendur fólkafloks
politikari er ofta endurgivin
fyri at hava sagt, at tað polit
iska minnið er stutt.
Hetta hevur ofta hjálpt
Fólkaflokkinum.
Fara vit nøkur ár aftur í
tíðina, og hví kunnu vit ikki
tað, so man Fólkaflokkurin
vera tann, sum hevur lagt
tær tyngstu byrðarnar á tað
føroyska vinnulívið.
Undir leiðslu av Fólka
flokkinum í landsstýrinum
bleiv blokkurin skorin niður
við 366 mió, og tað sum eftir
var bleiv fryst niður, so at tað
ikki bleiv prístalsviðgjørt.
Tá so Sambandsflokkurin
ávaraði um hendan niður
skurð við tí grundgeving, at
peningur fór at mangla í tí
føroyska samfelagnum, fekk
hann at vita, at hann var
afturhaldandi og svartskygd
ur. Nú skuldi kósin setast móti
einum sjálvberandi búskapi.
Tá
Sambandsflokkurin
spurdi, hvat ið skuldi koma í
staðin fyri hendan inntøku
miss, var svarið frá Fólka
flokkinum: »Vit skulu menna
vinnullívið til at bera hendan
inntøkumiss«.
Í grein síni sigur Bjarni
Djurholm, at vit framvegis
eru útvið 1,5 mia kr frá sjálv
berandi búskapi.
Illa er kósin hildin, og lítið
er vinnulívið ment, sjálvt
um teir ein stóran part av
hesum tíðarskeiði hava sitið
í landsstýrinum og umsitið
bæði vinnumál og fiski
vinnumál.
»Grát mítt elskaða land«,
endar hann grein sína við.
Ikki hevði verið neyðugt
at grátið, um Fólkaflokkurin
hevði verið meira ábyrgdar
fullur, enn hann hevur ver
ið.
Hendan greinin er skrivað,
tí Fólkaflokkurin líka síðani
hann fór úr samgonguni,
hevur havt ákæru móti
Sambandsflokkinum
og
hevur m. a. kallað hann fyri
avgjaldsflokk, tí hesin hev
ur roynt at finna nakrar
inntøkur
fyri
at
kunna
gjalda fyri ein lítlan part av
teimum
útreiðslum,
sum
Fólkaflokkurin púra óneyð
uga hevur lagt á tann før
oyska skattgjaldaran gjøg
num yvirtøkur og niðurskurð
av blokkinum.