fríggjadagur 17. juni 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. juni 2011 · Nr. 69
22
Sosialurin
Kjak
Einaferð marxistur, altíð liberalistur
Agga Niclasen
meining@meyl.fo
Eg vil heldur eta livandi
sniglar, grulva tvørturum
sundursoraðar ljósperur og
mussa eina krokodillu enn
supplera landið við privat
upplýsingum
Fukuyama hevði rætt —
liberalisman hevur vunnið.
Ókey, eitt blipp her, eitt blipp
har, men samanumtikið ein
endaligur sigur. Ein og hvør,
hvar enn tú ert staddur, hev
ur eitt íborið ynski um frælsi,
ið bert eitt liberalt demokrati
kann fáa frá hondini.
Men tann góði bardagin
fyri
totaliterum
frælsi,
materialistiskum og etisk
um
framburði,
ævigum
vøksturi, víðum tolsemi og
einum upplýstum anda má
halda á. Tí sum við demokra
tinum royna flagellantiskir
mannahatarir
og
sosial
demokratiskir formyndarir
sítt besta at gera seg inn á
liberalismuna og fullfíggjað
frælsi, ið er tess væna darl.
Hví siga vit tað, vit siga,
og gera tað, vit gera? Nøkur
halda, at libertianskir liberal
istar, eg uppíroknaður, siga
og meina alt møguligt bara
fyri at, ja, siga tað. Fyri at
vera øvutur. Men so er ikki.
Eginliga: hvat enn tú heldur
meg vera, tá eri eg ikki tað.
Liberalistar koma ikki við
politiskum garterilsum fyri
at irritera. Men vit skilja væl,
hví nøkur halda, av vit gera
tað. Tí liberalistar klemma
prinsippir og ideali, ið fyri
langari tíð síðani vóru ein
sjálvsagdur lutur millum tey
vinstravendu og víðgongdar
humanistar, men ikki eru
tað longur. Og tað er okkara
alskur til hesi ideali, okkara
pliktan til framsagnarfrælsi,
óásettan opinleika og manna
sentrerandi moralitet, sum
oftani merkir, at vit koma
tvørs fyri eini politiskari
mentan,
eina
tagnaðar
tyranniska elitu, ið ikki bert
hevur mist trúnna á slík virði,
men nú eisini heldur tey vera
ólagalig og óynskt. Ákæran,
at liberalistar eru Rasmus
Modsat, einans vitnar um
krympanina av, hvat “man”
kann siga og hugsa í hesum
rættvorðnu døgum.
Liberalistar eru støðu
fastir, og okkara meiningar
eru grundaðar á eina skyldu
mótvegis eini fyrimynd um
menniskjaliga frígering. Men
ídag at verja hesar grund-
reglur er tíverri at víkja frá og
vera skeptiskur um politiska
meginstreymin.
Ídag
eru
tey liberalu einsamøll um
at standa við talufrælsi,
moralskum
sjálvstýri
og
tvørvegis tolsemi.
Alt hetta ljóðar sum nakað,
vit øll somul lættliga kunnu
stuðla, men í modernaðum
kjaki verður tað í alt størri
mun fylgt við einum “men”.
“Eg eri fyri fríari talu, men
ikki fyri rasistum ella homo
fobum”; “eg eri fyri tolsemi,
men eg tolereri ikki hasi,
ið ikki trúgva uppá veður
lagsbroytingar”; “eg haldi,
at øll eiga at vera líka fyri
lógini, men ikki drotning
Margrethe”; “tað er í lagi
at vera kristin, men ikki at
manifestera sína trúgv”...
Vit liberalistar dáma betur,
at eingi “men” eru knýtt at
prinsippum. Eitt prinsipp
fylgt av einum “men” er
ikki eitt prinsipp. Og tað er
henda halgan til aðaltættir
í upplýsingartíðini, ið óivað
ger, at vit íðuliga verða hildin
at vera nøkur trek og radikal
reyvarhol.
Av hesum hoppa veruligir
liberalistar ikki uppá al
mennar
pappírsnussarar
ella sjálvstøðugar stovnar
stuðlaðir av landinum, tað
veri seg Kris, sum við at
barnakanna vaksin vilja eitra
sambandið millum vaksin og
børn, ella Fólkaheilsuráðið
í tess óliberalu krossferð at
endurgera Føroyar í síni egnu
fínligu, heilsuligu, ansaligu,
edrúu
og
ikki-roykjandi
mynd.
Eiheldur lata vit okkum
tøla av eini sensuristisk
ari kampanju, har pseudo
liberalistarnir báðir, Annika
Olsen og Poul Michelsen,
hvør grunnari enn annar,
halda seg vita, hvør heima
síða er moralskt forkomandi
fyri meg og mína betru
helvt. Um eg havi hug at
uppliva rasismu ella aðrar
ótespiligheitir, geri eg tað, og
rakar tað ikki krukkuklóku
Anniku Olsen (ið má vera
hin
mest
yvirvurderaði
politikarin í nýføroyskari
søgu).
Gamaní,
voldi
eg
onkrum skaða ella eri ein
beinleiðis hóttan, tá skal
frú Olsen vera vælkomin at
traðka í karakter... skuldi hon
funnið hann onkustaðni á
leiðini.
Liberalistar
halda,
at
framsagnarfrælsi, at kunna
siga hvat sum helst, nær
sum helst, er tað mest týð
andi frælsið. Vit halda, at
tað er umráðandi, at sjálvt
sosialistar, nasistar og mus
limar sleppa til orðanna.
Aftaná tjúgu ár sum
natúrligur
og
ótarnaður
liberalistur, harav tey sein
astu fimm, ella so, sum liber
tianari, eri eg bara vorðin
hvaðna meiri forbistraður
inn á okkara “tú mást ikki
siga hatta har, tí so blívi eg
bara so keddur”-samfelag. Tað
er væl bert um kanningar og
avhoyringar av hugskotum
í almenna rúminum, at ein
intellektuell mentan kann
blomstra, og at Sannleikin
við einum stórum S kanska
spyrst burturúr.
“Kann man siga alt”, spyr
akademia-lite akkersfólkið í
Álvaratos, og Heri Jacobsen
og Elin Mikkelsen svara
í
miðalklassaklókum
tol
semiskóri: “Jú, talufrælsi,
men undir ábyrgd... ha-ha-
ha-ha-ha”. Man hetta vera
av tí at tey bæði hava hoyrt
onnur, líka so skikkilig og
óavbjóðandi fólk siga hetta
frammanundan... tí at onnur
høvdu
sama
óoriginala
aftursvar einaferð til totalt
talufrælsi? Eg kann ikki
annað enn spyrja, “álvara,
og ábyrgd fyri hvørjum, fyri
hvat og hví?”
Anti-diskriminasjóns
elitan veit, at 266b, ein
injurie-grein, er óbrúkilig.
Men tá er hon skjót at vísa
á “signalvirðið” sum eitt slag
av kontragrundgeving, tá
ið onki annað riggar. Og eg
sum helt, at hetta, at skyna
millum rætt og skeivt, er
nakað, vit læra heimanífrá,
og ikki frá eini betrivitandi
og uppdragandi revsilóg.
Hvat er tað eisini, vit siga
við og um samkynd? “Áh,
stakkaladýrini, tit eru so
veik, eitt sindur tollutt… men
bara rólig, vit normalu skulu
nokk verja tykkum, svara
tykkara vegna, eftirsum tit
jú ikki sjálvi eru før fyri at
svara aftur. Faktiskt, upp
aftur betur, vit fara at finna
uppá eina lóg serliga ætlað
tykkum”.
Og soleiðis er tað eisini
við feminismu, ella konufólki
og sexismu, at gert tú fyrst
damurnar til nakað serstakt,
fer við teimum, sum vóru tær
eitt sertilfeldi, íðan, tá kanst
tú líka so væl beinanvegin
leinkja tær til køksvaskið.
Liberalisturin
ásannar,
at staturin er tín vinur,
so longi sum hann er tín
tænari, men so skjótt sum
hann gerst tín harri (hvat
hann er í Skandinavia), tá
er hann tín fíggindi. Og í
hesum er upprunalig og liv
andi marxisma slettis ikki
liberalismuni ólík.
Tað er vegna áminningum
sum hesa, at sosialistiskir
“demokratar” vamlast meiri
við
radikalar
liberalistar
enn fólk á klassiska høgra
vonginum, ið jú er ein kendur
kroppur.
Sosialistar kunnu ikki
torga at verða hildnir fyri
spott og fortaldir, at teir hava
svikið bæði síni prinsippir
og øll hasi kúgaðu fólkini
undir islamskum stýri og
granskarar, ið enn trúgva
uppá opinleika, empiri og
at halda politikk uttanfyri
vísindi; og, ikki at gloyma,
fólk í menningarlondum, ið
ynskja streym, ið riggar, ikki
vindmyllur.
Liberalisturin
finst
at
heilavillandi
ræðuátøkum
ímóti ovurfita hjá børnum,
sum, fáa vit at vita, førir til
massadeyða millum ung við
meiri feitt enn heila. Vit eru
eisini ímóti nýligu banka
bukingini. Ikki tí eg eri ein
fjeppari av Marner Jacobsen
og øðrum samfelagssvíkjandi
bankastjórum, men av tí at
okkara pliktan til stívrenda
umráðing og menning merk
ir, at tað er nógv meiri frukt
bart at kanna strukturellu
viknanina í kapitalmarkn
aðinum enn at pota Marner
og kompaní í moralskan
gapistokk.
Tað hóvar okkum heldur
ikki at banna Olgu Hentze og
homopati, tá ið ein retorisk
yvirháling
av
hennara
energi-finnandi
Harmony,
“tað er ikki tann sjúka,
sjálvt bróstkrabbi, føroyska
náttúran og urtir ikki kann
lekja”, er nøktandi.
Og
so
frælsisstjalandi
Manntal! Eg vil heldur eta
livandi sniglar, grulva tvørtur
um sundursoraðar ljósperur
og mussa eina krokodillu enn
supplera Øssuri Winthereig
og Heina Hátún, ella nakran
annan umboðandi statsligu
Hagstovuna, við privatupp
lýsingum. Liberalistar vita, at
Manntal er ein statsfíggjað
data-neyðtøka av fólkinum
brúkt til propaganda, nýggj
an skattapolitikk og terrori
serandi tilmæli at stýra okk
um uppaftur meiri. Onki
undur, at vatnmelónirnar
í Umhvørvisstovuni elska
hesa sneytandi kortlegging
av sínum subjektum.
Men
liberalistar
finna
seg ikki í at verða viðfarnir
sum neyt á einum marknaði:
til reiðar at verða tald og
markað, vigað og mátað. Sum
Christopher Hitchens so væl
segði í einum kjakfundi í
London: “Nakað eitur privat
lív!” Rætt hevur hann. Vit eru
ikki landsins livandi ogn, og
seinast eg kekkaði, áttu vit
enn okkum sjálvi.
Liberalistar halda, at fyri
tað, at politikarir bera seg
at sum nøkur neythøvd til
tíðir, betýðir hetta ikki, at
fólkaræðið skal latast inn
ella haldast aftur av komi
teum,
deildarstjórum
og
drotningum. Fyri liberalistar
eigur demokratiið at vera
beinleiðis og mest møguligt
ófjøtrað eggjað av fólksligum
huga heldur enn hvat miðal-
klassaaktivistar á Facebook
halda vera “góðtakiligur at
burður”.
Tessvegna
kunnu
vit
ikki góðtaka flóðalduna av
sonevndum serfrøðingum,
ið verða veittir politiska tign.
Nakrir politikarir halda, at
bæði makrelurin og vælf
erðartænastur hava tað betri
hjá nøkrum alvitandi og
“uttanveltaðum” ekspertum
enn nøkrum kompromiser
andi politikarum, sum tú og
eg nú av tilvild hava valt.
Við sínum óliberalu og
ráðaríku “uppskotum” eru
Sølvi Reinert Hansen—tó
skjótt
tann
sjarmerandi
Brynhild Høgnadóttir — Pál
Weihe og Jóhanna Olsen
eins nógv ein hóttan ímóti
okkara demokratiska ræði
á føroyskum politikki sum
høvdingarnir fyrr í tíðini.
“Góður
atburður”,
halda
betursfólkini, er at vera sum
tey og sínir korrektu øko
etandi rennivinir, ið seta
firðir og flytifuglar framum
hasi dálkandi menniskjuni.
Um tú hyggur at okkum, og
liberalu søguni, látast nøkur
at halda, at vit gera alt hetta,
standa ímóti vælljóðandi
moralskum missjónum, bara
fyri at loypa øði í fólk. Passar
ikki. Líkasum armurin er
motorurin hjá violinistinum,
er tað okkara skylda mótvegis
víðgongdum mannavirðum,
ið er megin aftanfyri okkara
kritikki av einum politiskum
ráki, ið avmarkar okkara
frælsi.
Tað er okkara álit á fólksins
førleika at fata verðina, tað
er ein partur av, sum ger
tann veruliga liberalistin til
ein langrøkjutan andstøðing
til óliberalismu, sensur, van
lukkuprofeti,
elendigheit,
ávaringar, forboð og annað
høpisloysi, ið vísir seg í al
mennum kjaki ídag.
So, einans tí at frælsi,
menniskjaprísan og moralskt
sjálvstýri ikki longur er móti,
verður liberalisturin hildin at
vera ein pásetligur radikal
istur. Men fyri tað hevur
Fukuyama rætt — liberalis
man er endalig. Tað er bara
tað, at henni tørvar eina
hjálpandi hond.