fríggjadagur 17. juni 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 17. juni 2011 · Nr. 69
Sosialurin
Atkomuvegur
til og frá
Tórshavn
Levi Mørk
valevni fyri allar Føroyar
Javnaðarflokkurin
Vit mugu eisini fáa skil
á atkomuvegnum til og
frá Tórshavn, tí hetta fer
at
lætta
munandi
um
ferðsluna, sum fer at økjast
munandi í sambandi við
nýggja
studentaskúlan
við Marknagil og kom
andi privata Skálfjarða
tunnilinum. Hetta mugu vit
myndugleikar finna útav í
góðum treysti finna útav.
Eg havi funnið fram
til, at tað koyra millum
10.000 – 11.0000 akfør inn í
høvuðsstaðnum um døgnið
og talið økist fyri hvønn
dag sum tíðin gongur.
Eg havi eisini leita meg
fram til ymiskar ætlanir um
atkomuvegir og verkætlanir
kring høvuðsstaðin.
Eitt av tí fyrsta eg kom
fram til, var um verkætl
anina “Ytri ringvegur”, sum
eg skilji á lagnum er ein
gomul 26 ára gomul verk
ætlan.
Henda
verkætlan
er
steðga upp, tí ósemja er
millum myndugleikarnar
hvat skal gerast og hvussu
tað skal gerast, hvussu og
hvør skal tað fíggja verk
ætlanina.
Sum eg havi skilt á
lagnum, er talan um at
leggja nýggja vegin gjøg-
num bygd øki ella gera
ein tunnil á sama øki, ella
møguliga finna eina heilt
aðra loysn hevur eisini
verið uppá tal, hesi seinastu
árini.
Eg fari ikki inni á nú,
hvat er tann rætta loysnin
hesum viðvíkjandi. Men
eitt er vist og tað er at land
og kommuna noyðast, at
síggja veruleikan í eyguni
og finna eina loysn á hesum
álvarsmálið.
Vit mugu taka hædd
fyri einum nýggjum kom
andi
Studentaskúla
við
Marknagil og einum kom
andi
Skálafjarðar-tunnli,
sum fer at økja ferðsluna
uppaftur meira kring høv
uðsstaðin.
Vit eru eisini vitandi
um, alla ferðsluna sum
nú er í Tórshavn, serliga
til og frá arbeiði. Røðin av
akførum á Hvítanes -veg
num, á Vegnum Langa og
í miðbýnum er óvanliga
stórar. Somuleiðis kenna
vit tíverri til fleiri ferðslu
vanlukkur á hesum økjum.
Eg fari at arbeiða hart
fyri at finna ein skila loysn
á hesum umfatandi málið,
sum rakar alla ferðslu í
okkara høvuðsstaði og økist
trýsti á ferðsluna kring
landið av hesum óloysta
ferðslu trupulleika.
Nei, vit mugu fáa skil á
okkara høvuðsveg til og
frá Tórshavn. Vit mugu og
leggja ein langtíðar fígging
frá politiskari síðu, fyri at
loysa atkomuvegum til og
frá okkara høvuðsstaði.
Við nýggjum studenta
skúli við Marknagil og
nýggjum Skálafjarðatunnli,
verður
uppaftur
meira
ferðsluruðuleiki.
Vit kunnu ikki útseta
henda ferðslu trupulleika
enn 26 ár. Lat okkum
nú finna eina loysn fyri
allar partar til frama fyri
Tórshavn og land okkara.
Børn og ung við sálarsjúku
skulu raðfestast
hægri og øðrvísi
Annika Olsen
Løgtingskvinna
Vit fegnast øll um, at nú
loksins er tikin politisk av
gerð um at byggja nýggjan
psykiatriskan
depil,
sum
kemur at verða ein inte
greraður partur av lands
sjúkrahúsinum. Karmarnir
hjá sálarsjúkum hava verið út
av lagi vánaligir og í nógvum
førum mannminkandi, og
tað er uppá hægstu tíð, at
sjøtul nú verður settur á at
byggja nýggjan depil, har
einstaki sjúklingurin verður
settur í hásæti. Somuleiðis
fegnast vit um, at nýtt heim
fyri sálarsjúk verður bygt
í Havn, og at økisdepilin
fyri sálarsjúk í Vági verður
latin upp í heyst. Bíðirøðir
nar eru ovur langar til sál
arliga viðgerð, og serliga er
tað bólkurin børn og ung,
sum tykist at vaksa støð
ugt. Í sending herfyri í sjón
varpinum kom fram, at heili
124 børn og ung hava bíðað
í 2 ár eftir viðgerð. At talið
av sálarsjúkum er vaksandi,
er alarmerandi, og sjálvsagt
skulu vit politikarar gera
karmarnar fyri sálarbót so
góðar sum yvirhøvur gjør
ligt, bæði hvat viðvíkur t.d.
økispsykiatri og barna- og
ungdómspsykiatri,
men
tað, sum undrar eitt sind
ur í øllum hesum er, at tað
tykist, sum um man polit
iskt rennur undan tí veru
liga trupulleikanum, nevni
liga spurninginum um, hví
tað eru so mong børn og ung,
sum hava sálarligar trupul
leikar.
Fyri mær er tað ikki gott
nokk, at vit politiskt bara
geva okkum far um bíðirøðir,
hvussu nógv sálarsjúk eru í
landinum, hvussu stórur er
tørvurin á seingjarplássum,
hvussu nógv hava tørv á
ambulantari viðgerð o.s.fr
og so byggja bygningar til
at nøkta hendan tørvin. Vit
verða eisini noydd til at taka
tann kensluborna spurningin
upp til viðgerar, um hví tað
eru so mong og serliga børn
og ung, sum fáa staðfest
sálarsjúku, soleiðis at vit
kunnu fara fyribyrgjandi
til verka og virka fyri, at
talið á sálarsjúkum minkar í
framtíðini heldur enn økist.
Tað er ein sannroynd, at
er man fyrst vorðin sálar
sjúkur/sálarsjúk, er tað oft
ani trupult at koma burtur
úr aftur sjúkuni. Vit eiga
politiskt at geva okkum
nógv størri far um hesi børn
og ungu við sálarsjúku og
kanna nærri, hvat tað eru
fyri eyðkenni í samfelagnum,
sum kunnu ávirka gongdina
við børnum og ungum við
sálarsjúku. Sum politikarar
eiga vit at ganga á odda
við at taka hesi tabuevni
upp til viðgerar, soleiðis at
hetta verður kjølfest í undir
liggjandi stovnum og mynd
ugleikum.
Sálarfrøðingar í
fólkaskúlan
At gerast sjálarsjúkur hevur
óivað nógvar orsøkir. Summi
hava
viðføddar
eginleik
ar til at gerast sjúk, onnur
gerast sjúk orsakað av ytri
umstøðum sosum siðamis
brot, happing, av ovurstórum
krøvum, sum verða sett til
teirra, og sum kunnu verða
trupul at liva upp til v.m.
Sum politikarar hava vit
eina ovurstóra ábyrgd yvir
fyri tí, sum gongur fyri seg
innan fyri eitt nú skúlans
gátt, og oftani eru tað lærarar
fólkaskúlans, ið fáa illgruna
um, at eitthvørt er galið við
tí einstaka næminginum. Tað
er tó ikki uppgávan ei heldur
førleikin hjá lærarunum at
skula virka sum sálarfrøð
ingar. Við stórari virðing fyri
teimum góðu heilsusjúkra
systrunum, sum starvast í
fólkaskúlanum, so er tað ein
sannroynd, at tær heldur
ikki altíð hava teir neyðugu
psykologisku førleikarnar at
gera eina psykologiska met
ing um tann einstaka næm
ingin og at geva honum ta
neyðugu hjálpina.
Vit eiga at hugsa fyribyrgj
andi heldur enn langtíðar
sjúkralegur, bæði fíggjarliga
fyri landið, men so sanniliga
fyri tað einstaka menniskja,
at man kann spara tað fyri
eitt lív við truplari sálarligari
sjúku. Eitt fyrsta stig kundi
verið, at sálarfrøðingar vórðu
settir í starv í fólkaskúlanum
ella í øðrum føri høvdu eitt
tætt samband til skúlan, til
tess at vita um hetta hevði
eina fyribyrgjandi ávirkan á
teir trupulleikar tey ungu eru
í, og um hetta kundi minka
um tað ovurstóra talið av
sálarsjúkum millum børn og
ung. AT hava sálarfrøðingar
í starvi í fólkaskúlanum
er ikki óvanligt aðrastaðni
og við góðum úrslitum, tí
tey ungu harvið hava ein
tey kunnu kenna seg trygg
við og greiða frá sínum
trupulleikum, og sum kann
geva teimum tey røttu am
boðini og vegleiðingina. At
tað er kostnaðarmikið at
seta sálarfrøðingar í starv
í fólkaskúlanum, eri eg full
greið yvir, men eg eri sann
førd um, at hetta eisini hevði
havt eina sparing við sær fyri
landið í síðsta enda.
Vit verða noydd til at fyri
halda okkum hesar trupul
leikar og ikki bara hugsa um
at sløkkja eldarnar, tá teir
fyrst eru farnir at brenna.
Samanumtikið er tað ikki
nokk bara at byggja bygn
ingar til tey mongu børnini
og
ungu
við
sálarsjúku.
Vit mugu sum politikarar
tora at venda ranguna út á
trupulleikunum, lata vera við
at tabusera viðbrekin viður
skifti í samfelagnum sum
eitt nú insest, sum vit vita
í mongum føri er beinleiðis
orsøkin til sálarsjúku.
Tað koyra millum 10.000 –
11.0000 akfør inn í høvuðs
staðnum um døgnið og talið
økist fyri hvønn dag