Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-17, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juni 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. juni 2011 · Nr. 69 24 Sosialurin Vit vóru fleiri, sum ávaraðu ímóti tí, og í dag er tað sjón fyri søgn, at tað var ein vanlukka, at Føroyar áðr­ enn seinasta løgtingsval vórðu skipaðar sum eitt val­ dømi, tí við hesum hava vit longu mist týðandi tjóðar­ eyðkenni, og tað fer fram­ yvir at skaða okkum enn meira sum land. Tað er sjáldan lætt at rógva ímóti streyminum, men við­hvørt kann tað gerast neyðugt, og fyri at siga sum er, so kenni eg tað í dag sum eina skyldu at tala at tí – eftir mín­um tykki – skeivu gongd, ið sam­felags­skipan okkara er fyri í løtuni. Í hesi grein vil eg geva eitt íkast til almenna kjakið um samfelagsbygnað okkara, við at siga frá míni persónligu meining, ið sostatt ikki um­ boðar onnur enn meg sjálva. Heilt frá barnsbeini av eri eg lærd, bæði heima og á skúlum, at vit, føroyingar, eru ein serstøk tjóð, eitt land, við øllum teimum eyðkennum, sum aðrar tjóðir og lond hava. Við hesum rættindum, sum vit hava fingið frá for­ fedrum okkara, fylgir ein skylda, sum vit eitt nú syngja í tjóðsangi okkara, “at eg verji Føroyar, mítt land“. Við einum valdømi misti løgtingið nógv Hóast bert nøkur ár eru frá­ liðin síðan broytingina frá fleiri løgtingsvaldømum til eitt valdømi fyri alt landið, so síggja vit tíverri longu fleiri óhepnar avleiðingar av hesi broyting. Eitt nú kann staðfestast, at Føroya Løgting við einum valdømi misti: * Virðing fyri vinnuni * Kjølfesti í landspørt­ unum * Disciplin innanflokka Tíverri er henda skeiva gongd ógvuliga týðilig, og tí harmar tað meg, at verandi løgting ikki tekur avleiðingarnar av hesum afturstigum og broyt­ ir skipanina aftur til fleiri valdømi. Serliga óvirðiligt var tað, at henda so grundleggjandi broyting av løgtingsskipanini varð framd sum eitt hissini mál uttan fyrireikingar av nøkrum slag, har tað vóru ein­staklingar heldur enn um­ hugsni, ið stýrdu til­gongd­ini og avgerðini. Ein kappbjóðing um høvuðsstaðaratkvøður At skeiva gongdin heldur fram og herðist, hava vit júst sæð enn eitt dømi um, nú fíggjarkarmarnir fyri kom­ andi árini vórðu við­gjørdir og samtyktir á Føroya Løgtingi. Her er sjón fyri søgn, at allar stórar íløgujáttanir fara til nýggjar og ver­andi verkætlanir í høvuðs­stað­ num, meðan aðrir partar av land­inum verða fyri van­ býti. Her er ein týðilig broyting farin fram í hugburði og at­ burði hjá løgtingslimum, sum nú í nógv størri mun enn áður kenna trongd til at tekkjast og stuðla høvuðsstaðnum fram um økini kring landið. Avleiðingin av hesum er, at sentraliseringin her á landi nú fær eina enn størri ferð, og eingin er at tala søk landspartanna, tí teir hava mist sín valdømisrætt og sleppa nú bert upp á list­ arnar hjá flokkunum, sum allir hava sítt høvuðssæti í høvuðsstaðnum. Tí síggi eg onga aðra leið burtur úr hesi skeivu gongd enn at ásanna mistakið og venda aftur til valdømini, so vit aftur fáa eitt løgting, har allir partar av Føroyum hava sínar lógartryggjaðu val­ dømisvaldu tinglimir. Kommunurnar lyfti um fleiri uppgávur Tá ið løgtingið samtykti at avtaka valdømini, kom tað týðiliga fram í løg­tings­ viðgerðini av málinum, at økini kring landið ístaðin skuldu styrkjast við, at kommunurnar “afturfyri” skuldu fáa fleiri uppgávur frá land­inum fyri á tann hátt at geva økj­unum framhaldandi myndug­leika og ávirkan á umsitingina og raksturin av sam­felag­num. Hesi lyfti til kommun­ ur­nar tykjast longu at vera lutvíst gloymd, tí m.a. eldra­ økið og fólkaskúlin lógu tá í kortunum at útdelegera til kommunurnar, men longu nú er henda lovaða tilgongd farin at halta. Enn er eldraøkið ikki kom­ ið á kommunalar hendur, og fólkaskúlan hava fleiri landspolitikarar longu broytt meining um. Er tað veruliga so galið, at hetta bert varð brúkt sum undanførsla fyri at sleppa undan løgtings­val­ dømunum? Størri kommunur, men ikki avtaka landspartar Ein annar spurningur í hes­ um sambandi er, hvussu stór­ar tær ymsu kommunu­ eind­irnar skulu verða. Her er høvuðsreglan tann, at støddin skal vera nóg stór, so hon er burðardygg til at átaka sær fleiri uppgávur frá landinum, samstundis sum hon ikki er so stór, at nær­l­eikin og nær-fólkaræðið hvørva. Vit skulu við øðrum orð­ um hava færri og størri kommunueindir, ið sam­ stundis mugu vera landa­ frøði­liga samanhangandi – ella, við øðrum orðum, vit skulu varðveita nátúrligu lands­partarnar í Føroyum og samansjóða teir við komm­ unusamanleggingum, so teir mennast og gerast sterkari. Her má havast í huga, at kommunurnar ikki gerast so stórar, at ein kommuna fer at breiða seg yvir fleiri landspartar, sum harvið fara at missa sín sjálvstøðuga sam­ leika, og dynamikkurin við kapping millum lands­partar hvørvur úr samfelagnum. Tað er t.d. eingin ivi um, at tað er rætt, at eitt nú Norð­ oyggjar gerast ein komm­ unu­eind, somuleiðis Sandoy o.s.fr., men um nú t.d. Sandoy verður heilt løgd undir aðra kommunu og hvørvur sum eind og landspartur – so sum onkrar røddir hava talað fyri – meti eg, at farið verður ov langt. Hetta er sami spurningur, sum varð nógv frammi í almenna kjakinum, tá ið Kolla­ fjørður fór und­ir Havnina, sum nú hevur ta avleiðing, at Norðstreymoy ikki longur er samanhangandi sum lands­partur og fyrrverandi valdømi, og Kvívík sær tí nú út til at fara sama veg. Latið okkum ikki gloyma, at kommunureformurin hevur til endamáls at samansjóða og styrkja landspartarnar við innanhýsis kommunu­ samanleggingum – ikki at avtaka hesar, so einki nær­ fólkaræði verður í teimum, tí tað fer heilt víst at hava aðrar óhepnar avleiðingar. Missa meira enn mangur hugsar Í kommunalum samanhangi hevur Hetland ofta verið frammi í orðaskiftum sum dømi um eitt sentraliserað samfelag, har kommunurnar hava ógvuliga avmarkaðar uppgávur, og har samfelagið av tí sama manglar eina dynamiska kapping millum landspartar og eitt nær- fólkaræði, sum leggur upp til ábyrgd, íverksetan og sunna kapping kring landið. Eg vóni, at eg taki feil, men eg má heilt erliga siga, at eg óttist fyri somu skeivu gongd her heima, um okkara landspolitikarar ikki broyta hugburð til tey viðurskifti, sum eg her havi umrøtt. Landspolitiskt leyp ein stór skriða, tá ið vit mistu valdømini, samstundis sum kommunurnar enn ong­ar upp­gávur hava fingið til­førd­ar sum mótvekt til ta sen­traliseringina. Samstundis vil eg ávara ímóti, at vit fáa so stórar komm­unueindir, soleiðis at fleiri landspartar heilt og enda­liga missa sítt nær- fólka­ræði. Eitt er, at fólk í ein­um landsparti ikki longur eiga lógartryggjað umboð á løgtingi, men eg stúri fyri, at tað fer at elva til líka­sælu og virkisloysi, um tey eisini skulu missa sítt kommunu- stýri, sum eisini verður sen­ traliserað. Eingin ivi er um, at tað er neyðugt við nøkrum komm­ unusamanleggingum fyri at fáa burðardyggar kommunur til tær uppgávur, sum lagdar verða út, men í hesum kjaki eigur eisini at takast við, hvussu nógv býir og bygdir sum eitt nú Fuglafjørður, Toftir og Vestmanna hava skapt av virksemi og trivnaði. Jú, kommunurnar mugu gerast færri og størri, men vit kunnu ikki lata eyguni aftur fyri, at vit við ov stórum kommunueindum kunnu missa meira enn mangur hugs­ar. Eitt er, at kommunur kunnu verða ein felags komm­unueind í sama lands­ parti og øki, so nærleikin ikki heilt hvørvur, men um vit í framtíðini fara at avtaka heilar landspartar, so er vandi fyri, at vit kunnu missa meira fyri minni. Ein stórur skaði hendi, táið løgtingsvaldømini vórðu avtikin – eg vóni framvegis, at vit fáa tey aftur – og tí er somikið meira neyðugt, at vit gera okkum ómak at varðveita og styrkja tann kommunala geiran, tí hann er ein av sterkastu skans­ unum í okkara framúr góða samfelag. Kjak Sum eitt valdømi missa vit Føroyar sum land