Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-17, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juni 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Fríggjadagur 17. juni 2011 · Nr. 69 Sosialurin Kjak Fjølbroytni fremur framburð Føroya Gunvá við Keldu Borgarstjóri Í farnu viku hevði eg eina kronikk í Dimmalætting, har eg ávaraði um avleiðingarnar av, at vit áðrenn seinasta løgtingsval – uttan nakra fyri­reiking – brádliga mistu løgtingsval­dømini og gjørd­ ust eitt og sama valdømi. Í kronikkini staðfesti eg, at hetta hevur havt fleiri óhep­nar fylgjur, eitt nú at løgtingið hevur mist: *Virð­ ing fyri vinnuni, *Kjølfesti í landspørtunum og *Disciplin innanflokka. »Du skal ikke tro at du er noget« Hóast kronikkin ikki er vend ímóti høvuðsstaðnum ella nøkrum øðrum, men er skrivað við øllum samfelag okkara í huga, so hevur borg­arstjórin í Havn kortini fingið hana skeivt í hálsin og kemur við einum ikki sørt niðrandi, almennum svari undir tí løgna heitinum “sein­ asti dinosaururin”. Tá ið eg hevði lisið grein hansara, rann jantelógin mær í huga, har fyrsta boð er: “Du skal ikke tro du er noget”. Eingin landspartur í Føroyum uttan fyri Havnina skal tora at halda seg klára nakað og enn minni krevja nakað sum helst, tí vit eru at meta sum fornleivdir. *Føroyar eru so pinkalítlar! *Eingin kraft finst uttan fyri Havnina! *Hini vilja aftureftir, men eg vil frameftir! Tað er í stuttum tað, sum borgarstjórin í høvuðsstað­ num sigur í sínum svari til mína kronikk um mistu løg­ tingsvaldømini. Tíverri - ella kanska tí­ betur? - váttar og staðfestir hann mín illgruna um eina vandafulla tankagongd, sum bert ynskir enn meira mið­ savning og minni fjølbroytni her á landi. Einki lív uttan fyri ringvegin? Í hesi ikki sørt arrogant skriv­aðu grein verður ikki dult fyri, at nú snýr tað seg um at fáa alt vald og virksemi til Havnar. Fyri eitt land sum okkara er tað ein vandi at hava ein borgarstjóra við slík­um hugburði í sjálvum høvuðsstaðnum. Enntá fer hann so langt sum at skriva, at Klaksvík ikki verður meira høvuðsstaður av at kappast við Havnina! Eg má bara spyrja, um hann yvirhøvur hevur lisið mína kronikk, tí hon snýr seg als ikki um høvuðsstaðin sum evni, men um alt okkara land, Føroyar, sum Havnin er høvuðsstaður fyri – at vit varð­veita tað, sum gevur tí lív, framburð og dynamikk. Ella er tað so galið, at borg­ ar­stjórin í høvuðs­staðnum heldur Klaksvík nú hótta og vilja verða høvuðsstaður!?! – Tað er beinleiðis láturligt. Fjølbroytni fremur framburð Líkt er til, at borgarstjórin ikki hevur funnið útav, at all­ar Føroyar – líka av Viðar­ eiði og suður til Sumbiar – hava goldið og gjalda fyri tað virksemi, sum er í høv­ uðsstaðnum, og uttan hesar gjaldarar verður einki land at vera høvuðsstaður fyri. Um vit nú fylgja hesi nalva­skoðandi tankagongd og avtaka allar deplar kring landið, har íverksetan er partur av mentanini og lokal­samfelagnum, og ístað­ in seta alt okkara álit á høv­ uðs­staðin – hvat verður so av fjølbroytta samfelag okkara? – og hvør skal tá skapa tann útflutning, sum í dag fíggjar høvuðsstaðin? Hvat er tað í grundini, tey gera í Fuglafirði, Norð­depli, Runavík, Sørvági, Toft­um, Vági, Skála, Hvalba, Strond­ um, Miðvági, Klaksvík, Tvør­ oyri o.s.fr. o.s.fr.? Fleiri ferðir hevur søg­an staðfest hesa serligu styrki, ið samfelag okkara enn í dag hevur, har lokali kommu­nali myndugleikin, fíggingar­ stovn­ar, fakfeløg, manningar, arbeiðs­fólk og stórur partur av almenn­inginum taka lut og geva hvør sítt íkast til samfelagshjólini, bæði ment­ anarliga, sosialt og ikki minst vinnuliga. Hevur høvuðsstaðurin nú brádliga ikki brúk fyri hesum íverksetarum og vinnuligu umhvørvum kring alt landið, ið skapa útflutningsvirðini, sum vit øll liva av? Kappingin við London og París “Einasti veruligi føroyski kraft­depilin er í Tórshavn!”, ljóðar boð­skapurin frá borg­ ar­stjóra­n­um í høv­uðs­stað­ num. Og víðari skriv­ar hann: “Her eru neyð­ugu stovn­arnir, her eru spenn­andi vitanar­ fyri­tøkur ... her er orka at gera tað, sum krevst”. Boðskapurin tykist vera, at vit ikki longur hava brúk fyri útflutningi og inntøkum til okkara land. Ístaðin skulu vit klippa hvørjum øðrum, tí tað gongur nógv betur! Spurningurin er bara, um vit sum samfelag hava ráð til ein so stóran “dinosaur”, ið nú sigur seg vilja kappast við London og París. Tað er í øllum førum vist, at har skal nógv forbrúk til eina slíka kapping, og so er spurn­ ingurin: Hvør skal betala? Nei, latið okkum sum skjót­ast fáa bæði bein nið­ ur aftur á jørðina og fara undir at gera eina skipan av samfelag okkara, sum hósk­ar okkara stødd, og har allir partar av landinum fáa lut í sam­felagsumsitingini, so teir verða varðveittir og soleiðis kunnu halda fram at menna og skapa nýggjar vinnumøguleikar – søgan prógvar, at tað eru økini og kommunurnar kring landið, ið eru tær bestu til at fremja hesa vinnuligu menning. Lætt er helst hjá borgarstjóranum í Havn, at sláa upp í glens, minkandi landafrøðiliga fjølbroytni, sum er á veg at gerast ein vanlukka fyri alla menning Er tað so galið, at borg­ar­stjórin í høvuðs­staðnum heldur Klaksvík nú hótta og vilja verða høvuðsstaður!?! – Tað er beinleiðis láturligt Óli P hevur svarið til Una Arge Sjúrður Skaale Í fjør teknaði Óli P ein før­ oying, sum spyr ein danskan poltikara: "Hvornår får vi selvbestemmelse?" Danski politikarin svarar: "Det er noget I SELV bestemmer!" Undir tekningin stendur: "Eingin hevur forspurt seg - og tó..." Henda tekningin rann mær til hugs, tá eg í Sosial­ inum mikudagin las ein spurn­ing til mín frá Una Arge. Uni sigur, í ramasta álvara, at "Sjúrður Skaale og hinir í stjórnar­skip­anar­ nevndini, ið taka undir við hansara sjónarmiðum, hava skyldu til at siga okk­um, um vit samtykkja donsku grundlógina og heima­stýrislógina, tá vit skulu atkvøða um stjórnar­ skipanina. Teir hava eisini skyldu til at siga okkum, um ein proklamatión kem­ ur úr Danmark um, at Før­ oya fólk hevur givið seg undir donsku ríkiseindina, tá stjórnarskipanin er sam­ tykt." Hvussu í himmalsins navni kunnu vit hava "skyldu" til at fortelja Una nak­að, sum vit einki vita um? Og hví ólukkan skulu vit lata danir eiga defini­ tiónsrættin uppá hetta? Upp­skotið ásetti føroyskan sjálvs­avgerðar­rætt. Og hon­ um ráða vit yvir. Júst sum Óli P segði. Tjóðveldi garanturin fyri donskum heimastýri Uni heldur, at um uppskotið til stjórnarskipan varð sam­ tykt, høvdu vit "staðfest ta 160 ára gomlu donsku grund­lógina sum evstu lóg í Føroyum og ta 63 ára gomlu heimastýrislógina sum hægri lóg enn okkara egnu stjórnar­skipan". Skilji hetta hvør skilja kann. Eg skilji tað so ikki. Um mann so leitar við luppi gjøgnum alt uppskotið, so finnur mann einki - ikki eitt tað einasta orð - sum kann leiða til hesa niðurstøðu. Uppskotið til føroyska grundlóg ásetti hinvegin, at Føroya fólk hevur evsta valt í Føroyum, og fulla heimild at seta úr gildi tær lógir, sum Uni nevnir. Uppskotið ásetti, at vit ikki eru undirskipað Danmark, men hava sáttmála við Danmark. Men nú er alt hetta líka mikið. Vit fáa helst onga føroyska grundlóg. Ein lítil meiriluti á tingi - við Tjóð­ veldinum á odda - hevur valt at kvala hana, so hon dettur burtur á ólavsøku. Føroya fólk stendur so eftir við heimastýrislóg og danskari grundlóg. Takkað verið Tjóðveldinum. 7250 fólk valdu Tjóðveldi í 2008. Neyvan var tað hetta, tey ætlaðu sær... Donsk grundlóg og heimastýrislóg er tann rættur, Tjóðveldi borðreiðir við. Uppskotið til stjórnarskipan setti hinvegin Føroya fólk ovast