fríggjadagur 17. juni 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. juni 2011 · Nr. 69
26
Sosialurin
Ítróttur
Tróndur Arge
HB og EB/Streymur hava seinastu
trý árini lagt hald á fyrsta og annað
pláss í fremstu mansdeildini. Men í
morgin bresta liðin saman í einum
dysti, sum avgerð lagnuna hjá
báðum liðnum fyri kappingina í ár.
HB liggur og rótar í niðaru hálvu á
stigatalvuni, meðan EB/Streymur
við einum tapi kann detta niður
ímillum í oddastríðnum. Tapa teir
og B36 vinnur, so eru átta stig upp
til fyrsta plássið.
– Hetta er stórdysturin hetta
vikuskiftið
og
tað
góða
við
honum er, at bæði liðini skulu
vinna. Støðuna hjá HB kenna vit,
meðan EB/Streymur kann missa
sambandið við oddin um teir
tapa, sigur Sigfríður Clementsen,
viðmerkjari hjá Sosialinum.
– Annars tykist tað mær løgið, at
EB/Streymur skal spæla longu aftur
í morgin. Tað hevði sømt seg betri
um liðini, ið spældu hálvfinalur
týskvøldið, spældu sunnudag í
hesum førinum, leggur Sigfríður
afturat.
Hans Pauli vs. Andrew
Teir hava báðir ein frálíkan bólt
førleika og eru týdningarmiklir
fyri álopsspælið hjá sínum liðið.
Tann fyrri er bóltsnillingur burtur
av og heldur fyri tað mesta til á
vinstra vongi, meðan tann seinni er
framherji, ið leitar aftur á vøllin at
taka lut í uppbyggjandi spælinum.
Hvørgin hevur spælt seg fastan
á landsliðið, men báðir hava teir
havt sín stóra leiklut í føroysku
kappingini.
– Leikluturin hjá Hans Paula er
størri í morgin, tí Daniel Udsen ikki
er við. Hans Pauli hevur mangan
næstseinasta
og
triðseinasta
fótin, tá EB/Streymur skorar, sigur
Sigfríður Clementsen um 11-arin hjá
EB/Streymi.
– Andrew er hinvegin meiri ein
Lagnudystur
Vodafonedeildin Tað verður fult umfar í Vodafonedeildini
um vikuskiftið. FM vinnarnir seinastu trý árini, EB/Streymur og
HB , bresta saman í Streymnesi í einum dysti, sum hvørki HB ella
EB/Streymur hava ráð at tapa, sigur Sigfríður Clementsen, sum
ikki er í iva um, at B36 verður eisini oddalið eftir hetta umfarið
Lagnudystur
Hvørgin av FM vinnarunum seinastu trý árini, HB og EB/Streymur, hava ráð at tapa dystin við Margáir í morgin
Savnsmynd: Álvur Haraldsen
Tróndur Arge
Seinast skrivaðu vit millum
annað, at Adrian Cieslewizc
var settur í samband við B36.
Tað er partvís rætt, men tað
var fyrr í ár, at B36 skal hava
spurt seg fyri um møguleikan
at fáa Adrian hendan vegin.
Hann
hevur
fyri
stuttum
skrivað undir nýggjan sáttmála
við Wrexham, sum spælir í
fimtbestu deildini í Onglandi.
Útskifting í HB?
Tað hevur ikki gingið væl hjá
FM vinnarunum frá í fjør og
mangan hevur venjarastarvið
verið uppi at vent millum fólk.
Nú hoyrist, at HB hevur verið
í Danmark og gjørt avtalu við
danskan venjara um at taka
yvir til komandi ár, ella taka
við um ringa gongdin heldur
fram. Eisini ljóðar, at felagið
arbeiður við at fáa ein danskan
verjuleikara og ein danskan
framherja til felagið.
Heðin og EB/
Streymur skiljast?
Tað eru nógvar ymiskar søgur
um EB/Streym fyri tíðina.
Miðlarnir skriva eitt og felagið
sigur eitt annað. Felagið hevur
verið rakt av eini sak, har kassa
meistarin í felagnum hevur
stolið 5,3 milliónir til felagið.
Aganevndin hjá FSF viðgerð í
løtuni málið, um EB/Streymur
skal revsast. Um EB/Streymur
ikki megnar at finna íleggjara
ella stuðlar, ið vilja leggja áleið
somu upphædd í felagið, sum
hevur verið seinnu árini, so
kann hugsast at felagið ikki fer
at hava ráð at hava eins dýran
hóp og teir hava nú. Felagið
hevur gjørt eina avtalu við
leikararnar fyri í ár, so helst
stendur
meginparturin
av
hópurin við árið út.
Atli framvegis onga
avgerð tikið
Landsliðleikarin hevur vátt
að, at hann verður at síggja í
føroyskum fótbólti tað, ið er
eftir av kappingini. Norðlýsið
fylgir søguni tætt og hevur
keldur, ið vilja verða við, at
klaksvíkingurin velur barn
dómsfelagið frá, fyri at skifta
til oddaliðið, B36.
07 Vestur og ÍF
Tað er ikki komið navn á styrk
in, ið 07 Vestur ætlar sær í
summar. Liðskiparin í ár, Tór-
Ingar Akselsen, spældi týs
kvøldið sín seinasta dyst fyri
felagið á hesum sinni. Hann
flytur fyribils til USA við
familjuni. Hann váttaði eftir
dyst, at 07 Vestur arbeiðir við
at finna ein avloysara.
ÍF hevur váttað, at felagið
arbeiður við at fáa Øssur
Dalbúð, Boga R. Petersen og
møguliga Kaj Ennigarð til
felagið. Enn er tó einki komið
upp á pláss.
Aldursforsetin styrkir
Úr Tvøroyri frættist, at liðið
verður styrkt við trimum út
lendingum til seinnu hálvu.
Liðið hevur júst yvirhálað AB
á øðrum plássi, sum gevur
uppflyting. Talan skal vera um
millum annað tveir serbar. Tað
frættist eisini av argjum, at
helst kemur onkur styrkur til
seinnu hálvu.
Leysasøgur
Fótbóltur Tað er ikki bara í
útlondinum, at tað eru nógvar
leysasøgur um feløg, sum ætla at
styrkja seg til eftir summarsteðgin.
Tað er eisini støðan í Føroyum. Vit
hava her samlað nakrar av teimum
Heðin Askham og EB/Streymur skiljast?
Savnsmynd