Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-17, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juni 2011síða 27

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Fríggjadagur 17. juni 2011 · Nr. 69 Sosialurin Ítróttur r við Margáir áleypari, men hevur verið skaddur í seinastuni. Síðani hann er komin fyri seg, hevur HB skorað tvey og trý mál í tveimum teimum seinastu dystinum. Andrew hevur skotið tvey av teimum. Nógv bendur tí á, at álopsspælið hjá HB er tengdur av at Andrew er tøkur, sigur Sigfríður Clementsen. Hans Pauli hevur munin Spurningurin er so hvør av teimum báðum kemur betri frá uppgávuni leygardakvøldið. – EB/Streymur er á heimavølli og Hans Pauli hevur spælt væl sein­astu dystirnar. HB er á útivølli og Andrew hevur verið skaddur í eina tíð. Tí er hugsandi, at Hans Pauli nokk kemur at hava munin leygarkvøldið millu teir báðar. Her skal tó havast í huga, at talan er um ymiskar leikarar á ymiskum plássum, sigur Sigfríður Clementsen. Sjálvt um Sigfríður metir, at Hans Pauli kemur at hava munin á vøll­inum, so er hann ikki vísur í, at EB/Streymur vinnur. – Talan er um ein dyst, sum bæði liðini skulu vinna, men tað er freistandi at siga at dysturin endar við javnleiki, sigur Sigfríður Clementsen. ÍF vinnur botnbrakið Á Sandi tekur B71 móti ÍF, sum týskvøldið vann seg í steypa­final­ una. B71 spældi ein góðan seinna hálvleik í Gøtu móti Víkingi, men liggur einsamalt í botninum. – Hetta er finalan hjá B71. Tær møta liðnum, sum liggur teimum næst á stigatalvuni á heimavølli. Teir vunnu seinna hálvleik móti Víkingi og við eitt sindur av hepni kundu teir fingið javnleik í dyst­ inum. Tað er tó greitt, at vinnur ÍF so verður tað torført hjá B71 at bjarga sær, sjálvt um liðið verður nógv styrkt, sigur Sigfríður. ÍF vann týskvøldið rættin at spæla í steypafinaluni, men hetta met­ir Sigfríður ikki fer at ávirka ÍF liðið so nógv. – Tað kemur kanska at merkjast eitt sindur í beininum, men teir hava havt fýra dagar at koma fyri seg kropsliga. Hinvegin so vænti eg, at úrslitið týskvøldið kemur at hava eina góða mentala ávirkan á leikararnar hjá ÍF. Samanlagt, so meti eg at ÍF er favorittur og vinnur á Sandi, sigur Sigfríður. B36 varveitur oddasessin Árstalsfelagið hevur framvegis ikki tapt í hesum kappingarárinum og teir kundu havt væl fleiri stig, um tað ikki glapp í evstu løtu sum eitt nú í Fuglafirði seinast. Tað verður heldur ikki í 12. umfarið, at B36 tapur á fyrsta sinni, sigur Sigfríður. – B36 er á heimavølli og vísur stóra styrki í løtuni, meðan KÍ eru komnir á eitt meiri realistiskt stað á stigatalvuni, eftir eina góða byrjan. Styrkin hjá KÍ liggur í um­ stillingsspælinum og mót­álop­um, tí er týdningarmikið fyr B36, at teir fáa eitt mál tíðliga í dystinum, so KÍ má koma fram á vøllin, sigur Sigfríður og leggur afturat – Tað verður ikki í hesum um­ farinum, at B36 missur oddasessin, sigur Sigfríður víðari. Hvat vil Víkingur? Á Toftum er eysturoyggja uppgerð millum B68 og Víking. Toftamenn gjørdist ov stuttir til Summar Festivalin og liðið liggur enn eitt sindur tungt í Vodafonedeildini. Men teir hava fingið stig í fýra teim­ um seinastu dystinum og tað metir Sigfríður eisini er møguligt sunnu­ dagin. – B68 hevur søguliga gott tak á Víkingi á Toftum og tað er væl hugsandi at teir fáa øll sigini hesa­ ferð. Víkingur spældi ikki væl móti B71 og verður avrikið av sama slag, so eri eg vísur í, at menn sum Stig- Roar Søbstend, Ibrahima Camara og Ahmed Keita revsa teir harðari enn B71 gjørdi, sigur Sigfríður. Víkingur er bara tvey stig frá oddinum og líkt er til, at teir meina tað av álvara í ár. – Um Víkingur veruliga ætlar sær at vinna FM í ár, so skulu teir helst vinna dystir sum hesar. Men í hesum førinum, so rokni eg við at toftamenn verða omaná, sigur Sigfríður Clementsen at enda. trondur@sosialurin.fo nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 B36 11 7 4 0 24 9 15 25 2 Víkingur 11 7 2 2 21 12 9 23 3 EB/Streymur 11 6 2 3 27 12 15 20 4 NSÍ 11 5 4 2 30 15 15 19 5 KÍ 11 5 1 5 21 14 7 16 6 HB 11 4 2 5 19 20 -1 14 7 B68 11 3 4 4 18 16 2 13 8 07 Vestur 11 3 2 6 11 33 -22 11 9 ÍF 11 2 3 6 12 18 -6 9 10 B71 11 1 0 10 8 42 -34 3 Føroyska Vodafonedeildin Tróndur Arge Fyrr í hesum kappingarárinum fingu bæði Xabi Alonso og Sergio Rasmos hjá Real Madrid longd leikbann, tí teir við vilja fingu sær gul kort, sum viðførdu at teir mistu týdn­ ingarleysar dystin og sam­ stundis vaskaðu kort talvuna reina til Champions League enda­spælið. Undir heldur øðrvísi um­ støðum í Sørvági gjørdi Bartal Eliasen nakað tað sama. Hann fekk í fyrra hálvleiki gult kort og tað gjørdi, at hann í táverandi støðu hevði verið leikbannaður í finaluni. Tá klokkan var farin um teir 90 minuttirnar og ÍF var á odda 1-0 í dystinum og 2-0 samanlagt, fekk hann sítt seinna gula kort fyri at drála við frísparki á egnari hálvu. Í somu løtu broyttist støðan og Bartal Eliasen skal nú sita yvir ímóti B71 á Sandi í landskappingini og er tøkur til steypafinaluna. Er tað í ordan at útnytta lóggávuna upp á handan mátan og samsvarar tað við Fair Play? – Hatta er ikki fyrstu ferð at tað er hent og vit hava eisini sæð tað fleiri ferðir í eitt nú Champions League. So leingi lóggávan loyvur hesum, so er tað í ordan. Bartal hevur einki býtt gjørt, hann hevur bara gjørt hvat er best fyri liðið, sigur Sigfríður. Men burdi FSF ikki tikið eitt slíkt mál upp, tá UEFA hevur víst fordømi við tí í Champions League. – Nei, mær dámar als ikki tá einstakar støður verða tiknar burtur úr. Reglugerðin skal verða líka fyri øll, eisini Bartal. Vit hava sæð tað onkuntíð fyrr, at FSF velur eitt mál burtur úr, men teir skuldu heldur komið við einari greiðari útmelding undan einum kappingarárið um hvat verður góðtikið og ikki, sigur ein avgjørdur Sigfríður Clementsen. Ein máti at steðga slíkum kundi verið at gjørt soleiðis, at gul og reyð kort bara telja fyri tær kappingar tey verða givin í, metir Sigfríður Clementsen. Sigfríður Clementsen: Bartal einki býtt gjørt Fótbóltur ÍF miðverjin fekk sær í seinnu hálvfinaluni móti 07 Vestur eitt gult kort í yvirtíðini. Tað var hansara seinna í dystinum, men tað var vil vilja at hann fekk sær tað. Viðmerkjari heldur ikki, at Bartal hevur borðið seg skeift at Jákup á Borg var ikki við í Fuglafirði vegna leikbann, men er tøkur aftur, tá KÍ vitjar oddaliðið í Gundadali Mynd: Álvur Haraldsen Karl Løkin og steypafinalistarnir úr ÍF, leika botndyst á Sandi Mynd: Álvur Haraldsen Vodafonedeildin Leygardagin 18/6: B71 – ÍF klokkan 17:30 Eiler Rasmussen EB/Streymur – HB klokkan 19:30 Rúni Gaardbo Sunnudagin 19/6: 07 Vestur - NSÍ klokkan 15:00 Alex Troleis B68 - Víkingur klokkan 15:00 Lars Muller B36 - KÍ klokkan 15:00 Ransin N. Djurhuus