Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. januar 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Enn er nakað av tíð eftir til FSF-aðalfund- in, og enn er freistin at seta uppskot um formansevni ikki runnin, men nógv talar í løtuni fyri, at talan verður um eina útskifting á postinum FSF-UPPGERÐ Jákup Mørk Hóast at kalla allir fjøl- miðlar í gjár viðgjørdu spentu støðuna, sum hevur tikið seg upp í FSF, nú for- mansval veður á skránni til komandi aðalfundin, so tykist Dánjal Andreasen í løtuni taka alt rokið um formanssessin so hampu- liga róligt. Boðini frá Dánjali eru, at tað verður aðalfundurin – og harvið feløgini – sum gera av, hvør situr í sess- inum eftir aðalfundin, men í verandi støðu tykist tað vera meira enn sannlíkt, at eitt skifti fer at henda. Eysturoyggin verður avgerandi Verður talan um stríðsval millum tveir kandidatar, so krevst ein meiriluti av teimum 22 atkvøðunum á aðalfundinum, og í løtuni bendir nógv á, at tann meirilutin ikki talar fyri Dánjali Andreasen. Sjálvt hevur FSF so eina atkvøðu, og hendan tykist so eftir øllum at døma at fara til Rúna Heinesen. Rúni verður bakkaðu upp av Karl Vidtfeldt, Christ- iani Andreasen og Niklas á Líðarenda. Karl og Niklas kunnu meira ella minni roknast sum umboð hjá ávíkavist B71 og GÍ, og tí er lítið at ivast í, at teirra atkvøða fer til Rúna, eins og atkvøðan hjá KÍ – ið jú stillaði Rúna upp til nevnd- ina á sinni – má roknast tann vegin. Tá Christian Andreasen var í uppskoti til formann, vóru tað millum annað havnarfeløgini, sum stóðu aftan fyri hetta uppskotið, sum jú var beinleiðis mót- valevni til verandi for- mannin. Og tí er tað rætti- liga sannlíkt, at atkvøð- urnar úr Havnini fara til avbjóðaran úr Klaksvík. Verður hetta so, so er talan longu um sjey at- kvøður til Rúna, og hetta er so enntá áðrenn tungvekt- arin úr Eysturoynni er taldur við. Her hevur tað ofta verið so, at feløgini ganga saman í atkvøðu- greiðslunum, og í løtuni eru ábendingar um, at ein stórur meiriluti her fer at vísa til Rúna Heinesen. Men tað skal ikki síggjast burtur frá, at Dánjal Andreasen sjálvur hevur sítt bakland í Eysturoynni, sum í hesum førinum tykist fáa avgerandi orðið at siga. Hartil talat tað eisini fyri verandi formanninum, at hann í nevndini framvegis uppbakning frá Óla Holm og Jens Erik Magnussen. Hesir eru meira ella minni at rokna sum umboðini hjá Vágoynni og Suðuroynni í landafrøðiliga puslispæl- inum, sum eisini eyðkennir valini í FSF, og so er spurn- ingurin, hvørt teir eisini megna at sannføra feløgini í sínum nærumhvørvi um, hvønn veg teirra atkvøða skal fara. Megna teir hetta, so er eingin sum helst ivi um, at tað verður Eysturoyggin, sum fær avgerandi orðið at siga, soleiðis sum hon so ofta áður hevur havt tað. Og tí er heldur einki at ivast í, at lobby-arbéiðið fer at vera sera umfatandi á næststørstu oynni hesar komandi vikurnar fram til aðalfundin. Nakrir dagar eftir Spurningurin er so, hvørt Rúni Heinesen og Dánjal Andreasen verða einastu valevnini til formanssessin. Tey 21 limafeløgini hava hvør í sínum lagi møgu- leikan at seta fram uppskot til formansevni, og er ein- asta treytin her, at upp- skotið skal vera FSF í hendi innan hósdagin í næstu viku. Hetta er ein møguleiki, sum feløgini hava nýtt fyrr, og eitt nú bendi alt á fyri tveimum árum síðani, at Christian Andreasen skuldi gerast nýggjur FSF-for- maður, men tann ætlanin datt so niðurfyri, tá full semja ikki var millum fe- løgini um, hvussu nevndar- býti í aðrar mátar skuldi verða. Enn hava vit her á blað- num tó ikki fingið nakrar ábendingar um, at feløgini arbeiða við øðrum evnum til formanssessin, og tí er í løtuni líkt til, at tað verður stríðsval millum tvey val- evni. Nr. 19 • hósdagur • 29. januar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Fyrrverandi verju- spælarin á besta liðnum, Jóhannus Danielsen, hevur nú ábyrgdina av venj- ingunum í øllum teimum yngru deildunum á Svangaskarði B68 UNGDÓMS- VENJARI Jóannes Hansen Tað skal dúvast meiri upp á egið tilfar. Soleiðis hevur seinastu tvey árini ljóðað úr fleiri feløgum. Orsøkin hevur verið, at tað tykist vera strevið at kappast og bjóða og yvirbjóða fyri at fáa fatur á teimum góðu og bestu spælarunum. Eitt av feløgunum, sum tey seinastu árini hevur arbeitt miðvíst við at betra um fyritreytirnar hjá yngru liðunum, er B68. Toftamenn góvu í fjør fleiri ungum spælar- um møguleikan at vísa síni evni á besta liðnum, og gongdin hesar sein- astu mánaðirnar hevur bent á, at ungir tofta- dreingir fara at fáa upp- aftur størri ábyrgd í kappingarárinum, sum liggur fyri framman. Sambært B68 heima- síðuni, b68.fo, hevur Tofta Ítróttarfelag nú tikið enn eitt stig fyri at betra um umstøðurnar hjá teimum yngru. Felag- ið hevur sett ein ung- dómsleiðara. Talan er um Jóhannus Danielsen á Toftum. Hann hevur fingið ábyrgdina av øllum ungdómsarbeið- num á Svangaskarði. Tað vil siga, at hann skal út- vega skikkaðar venjarar til yngru deildirnar, hann skal vegleiða venjarun- um og geva teimum í- blástur, og tað er eisini hansara ábyrgd at syrgja fyri, at neyðuga altíð er tøk í sambandi við ung- dómsvenjingarnar. Jóhannus Danielsen var seinnapartin av áttati og fyrrapartin av níti árunum ein av stuðlunum í B68 miðverjuni. Hann hevur verið venjari hjá B68 dreingjunum í fleiri ár, og hann hevur tikið venjaraútbúgvingarnar, sum FSF hevur boðið út, umframt at hann hevur verið uttanfyri landodd- arnar og fylgt við í venj- ingum. Eitt nú hevur hann meiri enn eina ferð verið uttanlands saman við Jann Inga Petersen, tá ið hesin hevur royndar- vant. Á b68.fo sigur Jóhann- us Danielsen, sum er 38 ára gamalur og dagliga er grannskoðari hjá Ras- mussen & Weihe, at hann longu er farin til verka. 28. februar verður venj- araskeið á Svangaskarði. Talan er um fyrsta part av trimum í grundútbúgv- ing. B68 formaðurin, Niclas Davidsen, sigur, at tey seinastu árini hevur felagið havt gott fólk at taka sær av venjingunum í yngru deildunum, og at hann sær tað, at teir nú hava sett ein ungdóms- leiðara, sum framhald í góðu gongdini, sum hev- ur verið á hesum økinum tey seinnu árini. B68 hevur sett ungdómsleiðara Barometrið peikar á Rúna Sum støðan er í løtuni, so tykjast ábendingar vera um, at tað fer at eydnast Rúna Heinesen at vinna formanssessin í FSF, tá aðalfundurin fer at greiða sínar atkvøður um góðar tvær vikur 19 18 Nr. 19 - 29. januar 2004 Tíðindaskriv 28.01.2004 Føroya Ráfiskakeyparafel- ag kom fyrr í vikuni um- vegis heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum við pástand- um um at tað als ikki hevur loyst seg at selja feskan fisk beinleiðis av landinum. Sum formaður í Føroya Rá- fiskaseljarafelag hevði tað frøtt meg at kunna givið teimum rætt í at tað loysir seg best at avreiða allan fisk til føroysk virkir, men eg noyðist tíverri ístaðin at koma við eini álvarsamari rættleiðing til Ráfiskakeyp- arafelagið. Ráfiskaseljarafelagið umboðar tey fiskiskip og teir útróðrarbátar hvørs fiskur hendan sokallaða kanning skal snúgva seg um. Var endamálið veruliga at finna fram til álítandi samanberingar millum søluprísir í Føroyum og uttanlands, so átti viðkom- andi at sett seg í samband við okkum, so vit í felag kundu gjørt eina veruliga kanning á økinum. Fyri at gera hesa rættleið- ing so stutta og einfalda sum møguligt, skulu vit her einans taka upp nakrar fáar spurningar í hesum høpi og nema við nøkur tøl fyri høvuðsbólkarnar av fiski- skipum. Fyrst skulu vit staðfesta at eingin vil sigla til útlendskar marknaðir við skipi og manning, um hetta ikki hevur fyrimunir við sær; í fleiri førum verður slík avgerð tikin eftir at av- tala er fingin við útlendsk- an keypara um prísir, og í øðrum førum eru góð útlit til eina frægari sølu uttan- lands enn her heima. Um hugt verður at miðal avreiðingarprísum í 2003 í mun til 2002, so er sum heild talan um príslækking- ar fyri allar bólkar uttan ein, nevniliga teir lemma- trolarar ið royna á djúpum vatni. Munurin í prosentum hjá bólkunum eru hesir: Talan er um ein greiðan mun á gongdini í miðal avreiðingarprísum hjá lemmatrolarum og hinum bólkunum av fiskiskipum; tá tosa vit um verulig tøl bygd á avrokningar fyri alt árið. Sum einasti bólkur, hava lemmatrolararnir landað so at siga alla sína veiðu beinleiðis í útlendsk- ari havn. Samanberingin hjá Rá- fiskakeyparafelagnum sig- ur tíverri einki um ta sann- roynd at tey føroysku virk- ini, serliga í seinastuni, ikki hava verið sinnað at keypa tann tosk ið føroysk skip veiða á Íslandsrygginum. Hvat gerst við hendan tosk? Enn ein spurningur sum ikki fekk rúmd er hesin: Hví eru eingi útsving í teimum føroysku upsaprís- unum í mun til útboð og eftirspurning, um vit sam- anbera við teir útlendsku prísirnar, sum flyta seg heilt frá 3 kr/kg til 12 kr/kg, alt eftir hvussu nógv er á marknaðinum? Og vit kundu spurt víðari: Hví fáa tey føroysku fiskavirkini ikki rentabilitet í raksturin við upsaprísum heilt niðri á 3 kr/kg, tá ið útlendingar, alt eftir eftirspurningi, kunnu fleirfalda henda prís? Ei heldur verður sagt eitt orð um at okkara fiskavirk- ir í veruleikanum ongan áhuga hava í ávísum upsa- støddum, hóast hesar væl kunnu umboða stórar partar av veiðuni hjá serliga par- trolarunum; og tað sama ger seg galdandi fyri ávísar hýsustøddir. Ein annar tátt- ur sum dettur niður ímillum er tann royndi lutur at tey føroysku fiskavirkini megna ikki yvirhøvur at geva nóg mikið fyri flatfisk og rud. Ráfiskakeyparar vita fullvæl, at tá ið miðal prís- urin fyri upsa seldur yvir Fiskamarknað Føroya er til dømis 1 kr/kg ella 2 kr/kg, so stendst hetta av pro- forma sølum har fiskurin skal útflytast, og hetta ávirkar hagtølini tann skeiva vegin og ger tey so- statt ónýtilig. Sum øllum kunnugt eru eisini aðrir tættir ið gera seg galdandi tá tað snýr seg um sølu av ráfiski. Nevnast kann til dømis verkfallið í fjør; tá noyddust skipini at selja uttanlands; alternativ- ið hevði verið at lagt allan flotan - og hvør hevði tá goldið rokningina? Tað er ein sannroynd, at fiskavirkini eru størstu út- flytarar av feskum ísaðum fiski, uttan at bjóða hann út í Føroyum og uttan at selja hann um uppboðssøluna. Men hetta sigur tann heldur ivasama samanberingin heldur einki um. Eg vil sum formaður í Ráfiskaseljarafelagnum bjóða nevndini í Ráfiska- keyparafelagnum at sam- skifta við okkum tá talan er um at viðgera hvat sum loysir seg fyri skip og virk- ir. Tað liggur í áhuganum hjá øllum pørtum í fiski- vinnuni at royna at fáa mest møguligt burtur úr tí rávøru hetta landið eigur; kunnu vit í felag koma fram til betri hættir og prísir í opn- ari og erligari kapping, so tænir tað øllum samfelagn- um. Laksur av landinum Ofta hoyrast kritiskar rødd- ir mutla millum manna um at vit satsa ov nógv upp á fryst og ov lítið upp á feskt, vísandi til at prísirnar á tí frysta í eina tíð hildið fasta kós djúpt niður. – Í dag arbeiðir megin- parturin av okkara flaka- vinnu eftir einari strategi sum byggir á harða prís- kapping íroknað bíligt inn- keyp av føroyskum ráfiski, staðfesti ein eysturoyingur. – Í og við at hesin veru- leiki fyllir so nógv í tí før- oyska landslagnum verða føroyskir avreiðingarprísir eisini hareftir, legði hann afturat. Ein atfinning ið fiski- menn venda ímóti tí núver- andi føroysku skipanini er júst at prísirnir hava lítlan og ongan dynamikk her í mun til aðrastaðni; at prís- irnir ikki svinga í takt við hvussu nógv ið verður av- reitt; at teir hinvegin mest- sum liggja fastir. – Hetta er kanska ikki at undrast á, helt ein eystur- oyingur fyri. »Eitt er at flakavinnan leverar til stór- kundar ið krevja langtíðar avtalur og so fastar og lágar prísir sum møguligt... Hetta kann vera gott í sjálvum sær, men tá tað fær eina yvirdimensioneraða ávirk- an á fiskivinnuna í okkara lítla landi, er tað ikki gott; og afturvið tvingsli um uppboðssøluna verður tað drepandi fyri allan prísligan dynamikk her.« – Smáir aktørar eru nú alla tíðina í vanda fyri at fáa sín ætlaða fisk keyptan undan av teimum ‘stóru’… Møguleikarnir at arbeiða við smærri feskum nøgd- um, tað veri seg til heilt ella flak, eru vorðnir sera av- markaðir í Føroyum. Her fara stórir møguleikar aftur við borðinum. Nógv tykjast tilvitað um at tvingsil um uppboðssølu merkir meira møði enn føði fyri tey flestu; tað er eisini væl kent at leiðslan á Fiska- marknað Føroya ynskir ný- skipan og broytingar í lóg- ina. Tað sigst at partarnir i fiskivinnuni vilja arbeiða fyri at ávirka politikararnar til at dagføra lógina um vinnuligan fiskiskap, so- leiðis at Fiskamarknaður Føroya aftur kann gerast eitt tekin um framburð. Sum ein av huldumonn- unum tók til: Um tvingsilin er so týðandi at varðveita, hví er hann so ikki galdandi fyri alilaksin sum mestsum allur fer heilur av landin- um? Nú bendir so alt á at ítøkiligar broytingar eru á veg. Sum skilst er Fiska- marknaðurin nevniliga saman við Ráfiskaseljara- felagnum og Ráfiskakeyp- arafelagnum í ferð við at seta upp ein nýggjan og liberaliseraðan marknað ið skal arbeiða á altjóða stigi, eitt stórsligið tiltak sum tó krevur nakað av lógarligum broytingum. Umrøða nýtt Fiskivinnuting Sum skilst eru fleiri ið ynska eitt nýtt Fiskivinnu- ting har spurningar um hvussu vit umsita rávøruna og fáa sum frægast burturúr kunnu verða viðgjørdir við stuðli frá kønum fólki. Ein av fortalarunum fyri einum slíkum tiltaki er for- maðurin í Føroya Ráfiska- seljarafelag, Árni Joensen. »Hetta er eitt sera stórt og umráðandi evni,« segði Árni Joensen. »Ikki minst er fiskamarknaðurin ein aktuellur spurningur, og lógin um tvungna uppboðs- sølu sum sigur at eingin fiskur kann koyrast heilur av landinum uttan fyrst at fara um uppboðssøluna. Sum er inniber lógin at mong mugu gjøgnum eina heilt óneyðuga tíðar- og orkukrevjandi myllu við stórum eyka kostnaðum bara fyri at sleppa at selja sín fisk.« »Ein annar spurningur er foredlingin, framleiðslan… Har vil eg halda at ein negativ foredling av rávør- uni kann neyvan vera mein- ingin; úrtøkutapið má vinn- ast inn. Tað er greitt at fiskivinnan hevur trupul- leikar… Men tað er ikki altíð tað loysir seg at skera í fiskin - fungerar tað ikki so mugu broytingar gerast.« Bláur útflutningur 1. Eftirsum fiskaútflytarin veit at hann illa sleppur av við upsa, má hann á knø- unum spyrja føroyskar keyparar um teir vilja taka upsa frá honum. Tað van- liga svarið er »Nei, vit fáa ikki tikið upsa.« 2. Fyri at fáa avreitt fiskin má hann seta seg í samband við útlendskar fiskakeyparar; at lata last- ina verða siglda beinleiðis til marknað í útlandinum kann kosta nógv í tíð, orku og peningi. Fiskaútflytarin fær fiskin seldan til tann útlendska keyparan út frá uppgivnum tølum frá skip- inum. 3. Fiskurin má sambært lóg um uppboðssølu; tí skal hann bjóðast út á Fiska- marknað Føroya, í prak- tikkinum umaftur til somu kundar ið longu hava takk- að nei. Fyri hetta fær Fiska- marknaður Føroya 1,5% í kommissión; samstundis gevur hetta øðrum pørtum høvi til at órógva søluna gjøgnum at til dømis keypa fiskin við at yvirbjóða fiskakeyparan, hóast somu partar framman undan hava sagt nei takk til fiskin. 4. Fer eingin annar avstað við fiskinum, kann fiskút- flytarin keypa sín fisk aftur fyri ein lágan proforma prís eftirsum eingin annar vil hava fiskin. 5. Fiskurin verður av- reiddur og vigaður. 6. Sum oftast eru størri ella minni munir á avreið- ingar tølunum og teimum metingum sum lógu til grund fyri avtaluni við fiskakeyparan; fyri at kunna útflyta fiskin krevst at Fiskamarknaðurin váttar at tølini fyri vektina eru røtt og tí má fiskaútflytarin ífylla eitt pappír og faxa til Fiskamarknaðin fyri síðani at fáa pappírið faxað aftur við stempli og undirskrift frá Fiskamarknaðinum. 7. Váttanin frá Fiska- marknaðinum, saman við tí faktura ið fiskaútfyltarin skrivar til sín fiskakeypara fyri ta aktuellu sendingina, má latast Toll- og Skatt- stovu Føroya til góðkenn- ingar; annars er ikki loyvt at avskipa fiskin; nú er van- liga væl liðið út á seinna- partin og er klokkan farin av 16:30 má fiskaútflytarin gjalda kr 500 í eyka av- gjaldi. 8. Toll- & Skatt geva sítt OK. 9. Fiskurin kann endiliga avskipast; eitt eyka kassa- gjald upp á 15 oyru per fiskakassa verður lagt á tí fiskurin skal av landinum. framhald av síðu 14 Avreiðingarprísir uttanlands Nettoprísur Nettoprísur Munur Munur 2002 2003 í Kr. í % Línuskip: 10,81 10,32 - 0,49 -4,5% Partrolarar: 5,72 4,40 -1,32 -23,1% Garnaskip: 20,91 18,18 -2,73 -13,1% Lemmatrolarar: 7,87 9,30 +1,43 +18,2% C M Y K 18