hósdagur 29. januar 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 19 - 29. januar 2004
Nevndin hjá FSF varð
í tvey tíggjáraskeið
mannað við at kalla
óbroyttari manning,
men seinastu árini
tykist ein miðvís
útskifting vera farin
ígongd
FSF-UPPGERÐ
Jákup Mørk
Drúgvasti formaðurin í
FSF-søguni,
Tórleif
Sigurðsson, róði longu fyri
trimum árum framundir, at
tað væl kundi vera so, at
ein tiltrongd útskifting av
nevndarlimunum stóð fyri
framman.
Longu á aðalfundinum í
2001 helt hann fyri, at tað
kundi vera sera óheppið, at
talan at kalla altíð var um
afturval av somu nevndar-
limum. Í formansfrágreið-
ingini ta ferðina helt for-
maðurin fyri at »Flestu
nevndarlimirnir í FSF hava
sitið í mong ár í nevndini.
Hetta ávirkar virkisfýsnið,
og vil eg heita á mínar
samstarvsfelagar í nevndini
um til eina og hvørja tíð at
vera kendir við støðuna«.
Tað er lítið at ivast í, at
hetta var ein beinleiðis
áheitan til bæði feløg og
nevndarlimir um, at tað
helst vildi verið upp á sítt
pláss við eini útskifting, og
at formaðurin við hesum
kanska vildi heita á nakrar
nevndarlimir um sjálvir at
finna hurðina, áðrenn onn-
ur gjørdu tað fyri teir.
Síðani hevur tað so víst
seg, at hóast hesi orðini, so
er Torleif Sigurðsson sjálv-
ur tann einasti av táverandi
nevndarlimunum,
sum
sjálvur hevur funnið hurð-
ina. Men tað merkir so á
ongan hátt, at útskiftingin
er steðgað.
Á
aðalfundinum
fyri
tveimum árum síðani varð
Jákup Simonsen at kalla
varpaður út, tá hann meira
ella minni gjørdist offur í
taktiska spælinum um, hvør
skuldi verða eftirmaðurin
hjá Tórleif Sigurðsson. Og
fyri einum ári síðani tvetti
Børge B. Hansen í seinastu
løtu handklæðið í ringin, tá
tað stóð greitt í bæði sól og
mána, at mótvalevni hans-
ara til sessin sum næstfor-
maður, Niklas á Líðarenda,
fór at fáa dygga undirtøku
frá aðalfundinum.
Miðvís útskifting
Tað vil við øðrum orðum
siga, at av teimum, sum
ígjøgnum eitt drúgt ára-
mála hava mannað nevnd-
ina í FSF, eru tað bert Jens
Erik Magnussen, Óli Holm
og núverandi formaðurin,
sum eru eftir, og í eini sjey-
manna nevnd er tað ikki
nóg mikið til at tryggja eini
innanhýsis uppbakking av
verandi formanninum.
Hetta tykist tó ikki at
nerva Dánjal Andreasen.
Her á blaðnum fingu vit
ikki orðið á formannin,
áðrenn blaðið fór til prent-
ingar í gjár, men við
Dimmalætting segði hann,
at »Tað er aðalfundurin,
sum ger av, hvør skal vera
formaður, og ikki starvs-
nevndin«, men hann við-
gekk tó samstundis, at tað
væl kundi vera, at hansara
støða var viknað nakað, tá
hansara egna nevnd ikki
tekur undir við sær.
Men stori spurningurin í
øllum hesum tykist vera,
hvørt tíðin hjá »gomlu«
nevndarlimunum ikki er
um at vera runnin. Og onk-
ursvegna tykist gongdin
síðani formansrøðuna í
2001 vera tann, at ein mið-
vís útskifting av nevndini
er í ferð við at fara fram.
Tað skerst heldur ikki
burtur, at hesa fjórðings-
øldina, sum FSF hevur
verið til, hava nevndirnar í
flestu fótbóltsfeløgunum
kring landið verið ígjøg-
num eitt ættarliðsskifti, og
tí hava teir »gomlu« kanska
ikki heilt so gott tak á
viðleikarunum longur, sum
teir áður hava havt, og
kanska verður teirra arbeiði
ikki longur virðismett eins
høgt longur, sum tað áður
hevur verið.
Tí tykist tað í løtuni
standa greitt, at tíðarskeiðið
hjá eini drúgvari nevnd í
føroyskum ítrótti er um at
vera runnið. Danin vildi
kanska sagt, at ein epoka
nú er um at vera av, og
kanska var tað hetta, sum
Torleif Sigurðsson hevði
lagt til merkis longu, tá
hann sat og skrivaði for-
mansfrágreiðingina tíðliga
í 2001. Og kanska hevði
hann eisin longu tá tikið
sína egnu avgerð um, at
hann tá fór undir sítt sein-
asta ár sum føroyski fót-
bóltsbossurin.
Miðvís útskifting
Torleif Sigurðsson varð heiðraður, sum tað sømir seg, tá hann fyri tveimum árum síðani legði frá sær sum FSF-formaður. Longu
undan hesum hevði hann givið samstarvsfeløgum sínum í nevndini eitt greitt tekin um, at eitt ættarliðsskifti stóð fyri framman
C
M
Y
K
20
Mat-
seðilin
Hósdagin 29. jan:
Bollar í karry &
Hamburgarryggur
Fríggjadagin 30. jan:
Kalkunbringa &
Entrécóte
Leygardagin 31. jan:
Svínakambur
Mánadagin 2. febr:
Milliónbúffur &
Stoktir høsnarungar
Týsdagin 3. febr:
Hakkibúffur &
Boston steik
Mikudagin 4. febr:
Kalvafrikassé &
Fiskafrikadellir
***
Seinnaparts-
TILBOÐ
frá kl. 14.00:
Juniorburgari 22,00
Maxiburgari ella
Búffsandwich 30,00
Matstovan
í Hoyvík
21
AUTO
AUTO
311234
311234
AUTO
-Dag & nátt-
Vilt tú bil hýra
- ring 311234
Nú fáast eisini
Talutíðarkkort
BENZIN
DIESEL
KIOSK
-Alt døgnið-
AUTO
311234
Føroya Tele
Kall