Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. januar 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 19 - 29. januar 2004 Nr. 19 - 29. januar 2004 23 UTTAN ÚR HEIMI Fleiri húsagangir Ikki færri enn 2.509 danskar fyritøkur fóru á húsagang í fjør og máttu gevast við virkseminum, og tað er tað mesta seinastu átta árini. Men hóast hetta merkir, at nógv fólk hava mist ar- beiði, so er gongdin eisini eitt tekin um, at marknaðar- búskapurin virkar, sigur búskaparfrøðingurin Jørn Thulstrup, sum er stjóri á Institut for Konjunkturana- lyse. Hann sigur, at nógvar danskar fyritøkur vórðu stovnaðar í kjalarvørrinum á teirri stóru KT-menning- ini, og at tey flestu væntaðu at fáa nógv burturúr. Men hækkandi lønarlag í Danmark og onnur viðurskifti hava gjørt, at fyritøkurnar mistu kappingarførið og at enda noyddust at lata aftur. Jørn Thulstrup vísir í hesum sambandi á, at lønar- lagið í Danmark er hækkað nógv meiri enn lønarlagið í øðrum evropeiskum londum. Stevna Shell Tað kom ógvuliga óvart á olju- og fíggjarheimin, tá oljufelagið Shell fyrr í hesum mánaðinum kunngjørdi, at leiðirnar hjá felagnum hava 20 prosent minni olju enn mett frammanundan. Kunngerðin hevði alt fyri eitt við sær, at partabrøvini í Shell fullu sjey prosent í virði, og nú krevja fleiri partaeigarar endurgjald frá felagnum. Eitt amerikanskt sakføraravirki hevur stevnt Shell við kravi um, at øll, sum keyptu partabrøv í felagnum frá 3. desember í 1999 til 9. januar í ár, skulu hava rætt til endurgjald, tí grundarlagið undir partabrævakeypinum var ikki tað, sum felagið hevði upplýst. Serfrøðingar vænta kortini, at tað verður trupult hjá amerikonsku sakførarunum at fáa viðhald í rættinum. Tony Alves í bretska fíggjarfelagnum Investec sigur við BBC, at Shell hevur ikki gjørt annað at staðfesta, at íløgur, sum felagið hevur gjørt í Nigeria og Avstralia, fara neyvan at kasta tað av sær, sum felagið hevði rokn- að við, og tað er ikki annað, enn onnur oljufeløg hava gjørt fleiri ferðir, sigur hann. Microsoft fær risastóra bót ES-nevndin fer ætlandi einaferð í vár at áleggja amer- ikonsku fyritøluni Microsoft at gjalda eina risastóra bót, tí nevndin vil vera við, at fyritøkan hevur misnýtt sína støðu á marknaðinum. BBC vildi í gjár vera við, at Microsoft kann fáa eina bót upp á fleiri milliardir evrur, men onnur halda, at bótin verður einastaðni ímillum 100 og 500 milliónir evrur. Tað er tó eingin ivi um, at Microsoft fer at kæra avgerðina hjá ES-nevndini, sama hvussu stór bótin verður, men summi halda, at Bill Gates kanska fer at royna at gera eina neyð- semju við nevndina, áðrenn málið kemur so langt. Amerikanskir dómstólar hava meiri enn einaferð staðfest, at Microsoft hevur misnýtt sína marknaðar- støðu, men higartil hevur tað eydnast fyritøkuni at fáa semju í lag við saksøkjararnar. Eitt nú gjørdi felagið semju við myndugleikarnar í statinum Kalifornia í fjør, ein semja, sum kostaði Microsoft 1,1 milliard dollarar. Í øðrum líknandi málum hevur Microsoft goldið 450 milliónir dollarar í sambandi við semjur. Sendi tveir teldupostar Fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton sendi bara tveir teldupostar tey átta árini, har var forseti. Í savninum hjá Clinton Presidential Foundation eru 40 milliónir teldupostar frá forsetatíð hansara, men sjálvur hevur hann bara sent tveir teirra. Á øðrum hevur hann ikki skrivað eitt einasta orð, tí hetta var bara ein roynd at vita, um forsetin dugdi at senda ein teldupost, og um út- gerðin riggaði, sigur Skip Rutherford, sum er leiðari á Clinton Presidential Foundation. Sambært Skip Ruther- ford hevði Clinton ikki stundir til at sita og skriva teldu- brøv. Hann roknar heldur ikki við, at núverandi forsetin, George W. Bush, situr og skrivar teldubrøv um dagarnar. Hitt teldubrævið ella rættari sagt tað einasta, sum Clinton skrivaði, var til senatorin og fyrrverandi rúmd- armannin John Glenn, og hann kann tí rósa sær av at vera tann fyrsti amerikanarin, sum var úti í rúmdini, og at hann hevur tað einasta teldubrævið, sum Bill Clinton skrivaði í sínari forsetatíð. John Kerry vann aftur 16 ára gomul genta hevur røntgen-eygu Við 39 prosentum av atkvøðunum vann senatorurin John Kerry uppstillingar- valið í New Hamp- shire. Hetta var annað valið og annar sigurin hjá Kerry UPPSTILLING Árni Joensen fartekst@mail.dk Tað gongur strúkandi hjá John Kerry, sum hevur sett sær fyri at bjóða George W. Bush av á forsetavalinum í heyst. Á uppstillingarvalinum í New Hampshire fekk John Kerry 39 prosent av at- kvøðunum, meðan næsti maður, Howard Dean, fekk 26 prosent. Hini valevnini fingu munandi minni. Wesley Clark fekk 13 pros- ent, John Edwards 12, og Joseph Lieberman fekk níggju prosent. John Kerry segði í gjár, at sigrar hansara í Iowa og New Hampshire vísa, at tað ber til at koma afturíaftur. Við hesum sipaði hann til, at fyri bara einum mánað síðani var tað eingin, sum helt, at hann hevði nakran møguleika at vinna eitt uppstillingarval. Politiskir eygleiðarar í USA siga, at hóast John Kerry hevur fingið eina stak góða byrjan í uppstil- lingini hjá demokratunum, eru ikki allar súður syftar enn. Teir vísa á, at í 1992 tapti Bill Clinton uppstill- ingarvalini í júst Iowa og New Hampshire, men at hann kortini gjørdist for- setavalevni hjá demokrat- unum. Í næstu viku verður upp- stillingarval í sjey statum, og tá kemur hann veruliga royndin hjá John Kerry, siga eygleiðararnir. Russisk vísindafólk eru ørkymlað av, at ein 16 ára gomul genta eftir øllum at døma hevur evni til at síggja ígjøgnum mannakroppin SJÁLDSOM EVNI Árni Joensen fartekst@mail.dk Tá læknarnir á einum barnasjúkrahúsi í russiska býnum Saransk kannaðu ta 16 ára gomlu Natasju Dem- kina, komu teir eftir, at hon hevur eini sera ajáldsom evni. Gentan var før fyri at síggja gøgnini í einum mannakroppi uttan at nýta røntgen ella ultraljóð. Blaðið Izvestija skrivaði í síðstu viku, at aðrir læknar, sum hava kannað gentuna, eru komnir til somu niður- støðu. Sjálv sigur gentan við blaðið, at hon hevur altíð havt hesi evnini, men at fólk hava havt ilt við at trúgva hana, men nú hava læknarnir so staðfest, at tað er so. Sambært kanningun- um er tað bara í dagsljósi, at gentan hevur evni til at síggja ígjøgnum manna- kroppin. Um kanningina á barna- sjúkrahúsinum í Saransk skrivar Izvestija, at lækn- arnir lótu ta 16 ára gomlu gentuna hyggja at fólki við ymsum sjúkum, og í hvørj- um einasta føri samsvaraðu upplýsingar hennara við tað, sum sjúklingunum bagdi. Vóna at finna svar á brúnni Kanska kunnu tólini á brúnni vísa, hví farma- skipið "Rocknes" holvdist Gjáramorgunin fóru fleiri sleipibátar undir at toga norska farmaskipið "Rocknes", sum holvd- ist í Vattlestraumen nær- hendis Bergen. Ætlanin er at venda skipinum aftur á rættkjøl. Enn veit eingin við vissu, hví skipið holvd- ist, men hildið verður, at tað kann hava tikið botn onkunstaðni, og at hol er komið á ein av barl- asttangunum. Norska løgreglan hevur avhoyrt loðsin, sum slapp liv- andi frá vanlukkuni, og nú vónar løgreglan, at tólini á brúnni á skipin- um kunnu loysa gátuna um vanlukkuna, sum kravdi 13 mannalív. John Kerry vann eisini í New Hampshire, men tann veruliga royndin verður í næstu viku, tá uppstillingarval verður í sjey statum Útbjóðing Við hesum verður arbeiðið í samband við gerð av eini útstykking Úti í Gerðinum á Eiði boðin út í al- menna lisitatión. Arbeiði fevnir í stuttum um gerð av einum uml. 200 m longum vegi og byggibúning av 13 grund- stykkjum. Lisitatiónin verður á kommunuskrivstovuni á Eiði hósdagin 26. februar 2004 kl. 14.00. Útbjóðingartilfarið kann bíleggjast til í seinasta lagi hósdagin 5. februar við at gjalda kr. 5.000,- í veð- haldi á konto 6460-165 7404 í Føroya Banka. Veðhaldið verður afturgoldið,um útbjóðingartilfar- ið er aftursent, í seinasta lagi eina viku eftir lisitati- ónina. Sp/f Teknistovan v/Jens Kl. Jacobsen og Henning Olsen, ráðg. Byggifrøðingar FO-510 Gøta Tel.: 442105 – Fax: 442107 email: klement@post.olivant.fo Frá Føroya Postfelag: Aðalfundur 2004 Aðalfundur felagsins verður í HB-húsinum tann 28. februar kl. 10.00. Uppskot frá limunum skulu skrivliga verða nevndini í hendi í seinasta lagi 3 vikur áðrenn aðalfundin. Limaveitsla Nevnast skal,at veitsla verður í HB-húsinum sama dagin. Tilmeldingarskriv hesum viðvíkjandi verður sent øllum limum. Nevndin Bilmekanikari Søkt verður eftir royndum bilmekanikara at byrja sum skjótast. Ringi til Heðin ella Finnboga á Tlf. 345400 Vippuvognur 3,5 T Nýttur til framsýning. Seldur við munandi avsláttri. Hansen, tlf. 218540 Bilur við skaða til sølu! Fyri P/F Trygd selja vit ein 4-hjólstrektan Toyota Rav 4 við skaða. Árg.: Januar 2003 Motorur: 2,0 Turbo Diesel Km.: 27.000 Bilurin verður seldur fyri hægsta boð yvir Kr. 40.000,- sum hann stendur við skaða. P/F Reyni Service Bilasølan Tlf. 353040 Bilar við skaða til sølu Tryggingarfelagið Føroyar hevur bilar við skaða til sølu á heimasíðuni www.trygging.fo Tel. 345600 Í løtuni kanst tú t.d. bjóða uppá ein Nissan Primera,Saab 9-5,Honda CR-V,Peugeot 307,Opel Astra, Citroën Saxo, Peugeot 306, Daihatsu Sirion og Toyota Yaris. Tel. 345600 · fax 345607 Sýnsmennirnir eru at hitta: Mána- til hósdag kl. 8.30-10.00 og 15.00-16.00 og fríggjadag frá kl. 8.30-12.00 og 13.00-16.00 Leikhúsið Gríma framførir Føroyingasøgu Leikur fyri øll Leikstjórn Ria Tórgarð á Meiarínum hósdagin 29. januar kl. 20.00 fríggjadagin 30. januar kl. 20.00 leygardagin 31. januar kl. 16.00 sunnudagin 1. februar kl. 16.00 Atgongumerki: á kr. 80,- fáast á Kunningarstovuni ella við dyrnar 1 tíma undan sýning. C M Y K 23 22