Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-17, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juni 2011síða 42

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 69 · 17. juni 2011 2 VIKUSKIFTI Binding Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Føroyskar kvinnur hava bundið nógv gjøgnum árini, og tær hava eftir øllum at døma fingið meira enn hosur og troyggjur burtur úr bindingini. Tú gerst betri at loysa trupulleikar, skapanar­evnini blomstra, og heilin fær venjing. Tað eru nøkur av teimum jaligu árinunum sum binding hevur við sær. Tú skapar ikki bara nakað gott og vakurt – tú ger tær sjálvum eina stóra tænastu at seta teg við stokkunum eina løtu. Paula Hammerskog, sum hevur skrivað fleiri bindibøkur og eisini er veg­leiðari í kreppustøðum, heldur, at fleiri skulu finna út av, hvussu gott tað er at binda. – Stjórar í fyritøkum, sum eru í kreppu, høvdu havt gott av at tikið stokkarnar fram. Tá ein bindur, slappar kroppurin av, og tankavirksemið økist, sigur hon. So kvinnur og menn – ja eisini menn – bindið meira og fáið betri heilsu. Vikuskifti í summarfrí Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen Forsíðumynd: Bjørk Herup Olsen / Jens Kristian Vang 2 Klumma: Vikuskifti í summarfrí 2 Bind frið: Gott fyri heilsuna 4 Interview: Bjørk Herup Olsen 6 Tips: Nýtt í Danmark 8 90 sekund: Jón Brian Hvidtfeldt 10 Til arbeiðis: Ása Johnsdóttir 11 Í rangastrúpan: Ymiskt úr miðlunum 11 Umafturafturum: Høgni Djurhuus 12 Kavalkada: Tað søgdu tey í Vikuskifti 14 Reportasja: Við sínum veðri í góðum veðri 18 Bakgrund: Flótandi hotell eru størsti vandin 20 Miðlamjarr: Tað siga tey á Facebook og í miðlunum 22 Útland: Søguligur býur kann gerast bumbumál 23 Tað hendir: Konsertir, tiltøk, bøkur og annað 24 Vikumyndin: Shakira INNIHALD klumman Eyðun Klakstein Í fleiri bløðum hevur seinastu tíðina verið at lisið um, hvussu gott tað er fyri heilsuna at binda. Kanningar vísa millum annað, at pulsurin lækkar, tá ið tú bindur Bind frið Føroyska summarið kann verða óvanliga sjarmerandi – samstundis sum tað er ótrúliga irriterandi. Vit tosa næstan bara um tímar, har vit fáa hitastig, sum veruliga geva okkum summar av rætta slagnum, og regntímarnir munnu verða eins nógvir í tali sum sóltímarnir hesa ársins tíð. Men føroyska summarið hevur eis­ ini sjarmu, sum tað ikki ber til at finna allastaðni. Longu, ljósu næturnar kunnu verða framúr. Treisknið hjá fólki, sum bara vilja hugna sær og vilja hava summar, er eisini hugtakandi. Og so hava vit tey herligu føroysku gildini – alt frá ólav­søku, tónleikatiltøkum til traditionellu summar­ stevnurnar – har tað verður sjón fyri søgn, at føroyska gestablidnið er meira enn bert eitt eiti. Nú summarið av álvara er yvir okkum, fer Vikuskifti her í Sosialinum í summarfrí. Seinastu 40 vikurnar hava vit bjóðað tykkum eitt serligt vikuskiftisblað í Sosialinum fríggjadagar. Í Vikuskifti hava verið sam­ røður við øll hugsandi fólk, góð ráð um mangt og hvat, søgur um fólk til arbeiðis, bakgrundsgreinar um alt frá keypssentrum og Grand Prix til stjórnarskipan og búskap umframt alt annað, sum hevur verið meira ella minni fastur partur av Vikuskifti. Vikuskifti fer nú at hvíla seg tríggjar mánaðir, og ætlanin er, at Vikuskifti – dagført og frískt – verður aftur í Sosialinum í september. Hesa tíðina bjóðar Sosialurin í staðin eitt annað vikuskiftsblað, sum vit kalla Summar. Vit høvdu eisini Summar í Sosialinum í fjør, og nú verður tátturin tikin uppaftur. Fyrsta Summar-blaðið verður í Sosialinum komandi fríggjadag, og Summar verður fastur partur av fríggjadagsútgávuni komandi vikurnar. Vit, sum hava skrivað greinar, samrøður, klummur, reportasjur, kronikkir og annað til tykkum í Vikuskifti, takk fyri okkum í hesum samanhangi og ynskja tykkum øll eitt gott summar – líkamikið um tað verður av tí serføryska slagnum herheima, ella um tað verður av tí heitara slagnum uttan fyri landoddarnar. Tað er eftir øllum at døma gott fyri heilsuna at binda nr. 30 11. mars 2011 sosialurin lívið hevur verið torturur Victoria Wild sekund við 90 rósu samuelsen ótryggleiki skundar undir átrúnað nr. 42 8. apríl 2011 sosialurin søgdu eg var svøk at fáa mær handil Karin Meyer seKund við 90 Hera eysturlíð ein stórur trupulleiki facerape: nr. 39 1. apríl 2011 sosialurin X Factor er falskur veruleiki linda andrews sekund við 90 Hera jacobsen Peter aalbæk: nei, okkara børn duga ikki alt Várpløgg tiPs: