fríggjadagur 17. juni 2011síða 44
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 69 · 17. juni 2011
4
VIKUSKIFTI
Samrøða
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Í fjørheyst flutti Bjørk Herup Olsen
til USA at ganga í skúla. Hon er farin
undir at lesa lívfrøði á universiteti, og
hon hevur funnið sær skúla, har hon
eisini kann fáa góða rennivenjing.
Bjørk Herup Olsen hevur verið
fremstu kvinnuligi rennarin her á
landi seinastu árini, og ætlanin við
at flyta til USA var – umframt skúla
gongdina – at betra seg sum rennari.
At gera eitt lop rætta vegin.
Men fyrsta árið í USA hevur verið
eitt ítróttarligt vónbrot.
– Eg havi ikki betrað meg, eg
havi havt fleiri skaðar, og tað hevur
verið skuffandi, tí eg hevði vónað, at
eg skuldi taka meg nógv fram hetta
seinasta árið, sigur Bjørk Herup
Olsen.
Bjørk fór við einum skaða til USA,
og hon slapp ikki veruliga av við
skaðan aftur. Ikki fyrr enn hon tók
fýra vikur frí frá allari renning fyrst
í hesum árinum, gjørdist støðan betri,
men síðani hava onkrir aðrir smærri
skaðar argað hana.
– Summi, sum fara avstað á hend
an hátt, hava kanska eitt keðiligt ár,
gevast og koma heimaftur, men eg
gevi ikki upp. Eg ætli mær yvir aftur
til USA, og eg rokni við, at tað fer at
ganga betur, nú eg kenni umstøðurnar
og havi verið ígjøgnum venjingina
har, sum er øðrvísi, enn eg kenni
til. Eg ætli mær at geva hesum ein
ordiliga kjans, og so vóni eg, at eg fari
at betra meg, sigur Bjørk.
Krevur nógv
Tað eru liðin sjey ár, síðani Bjørk
Herup Olsen luttók í sínum fyrstu
rennikapping.
– Eg var eini 12 ára gomul, tá ið
eg fór við pápa mínum til onkrar
rennikappingar. Tað var til stuttleika
at byrja við, men eg fekk so líðandi
veruliga hug at renna. Eg spældi eisini
fótbólt og hondbólt, og eg gavst stutt
eftir tað at spæla fótbólt. Eg hevði ikki
so góðan hug at sleppa hondbóltinum,
men tá ið eg var 14 ára gomul, valdi
eg renningina fram um, sigur Bjørk.
Síðani hevur hon støðugt tikið
seg fram sum rennari, og hon hevur
vunnið nógvar kappingar her heima,
fingið góðar tíðir og eisini gjørt vart
við seg í kappingum uttanlands.
– Ein av teimum stóru løtunum var,
tá eg vann 1500 metrar renningina í
Reykjavík International í januar í fjør.
Tað var stórt.
Bjørk hevur seinnu árini livað við
renningini í miðdeplinum. Alt, sum
hon annars ger, skal passa saman
við venjingina og renningina, og tað
hevur sínar avmarkingar.
– Eg kann ikki alt tað, sum onnur
ung kunnu. Hvørki tá tað kemur til
mat ella at verða leingi úti og uppi.
Tað merkti eg serliga, tá ið eg gekk á
studentaskúla, men eg hugsi ikki so
nógv um tað longur, sigur hon.
– Eg venji hvønn dag, og alt ann
að skal passast eftir venjingini. Renn
ingin er blivin ein lívsstílur hjá mær,
og eg trívist væl við tað. Eg kann í
grundini ikki verða renningina fyri
uttan nú. Tað er mennandi at seta sær
mál, at betra seg, venja nógv og at
vinna, sigur Bjørk.
Vónbrot á vegnum
Hóast rennigleðin er stór, og Bjørk
raðfestir ítróttin fram um tað mesta,
so eru tað eisini vónbrot á vegnum.
Løtur, har hon skal liva við onkrum,
sum gekk illa ella minni væl.
– Tað er til dømis skuffandi at
koma heim aftan á eitt ár í USA, og
øll spyrja meg, hvussu tað gongur við
renningini, og um eg havi betrað meg.
Eg má bara siga nei, at tað hevur ikki
gingið so væl, og eg havi ikki betrað
meg.
– Tað var eisini eitt vónbrot, tá ið eg
rann 10.000 metrar á Oyggjaleikunum
seinast. Eg var við heilt har frammi
ein stóran part av teininum, men sein
astu løtuna steðgaði eg mest sum upp.
Tað var skuffandi, og so skuldi eg
aftaná kappingina royna at forklára
fjølmiðlunum frá, hvat tað var, sum
hendi.
Men hóast onkur vónbrot eru,
stórtrívist Bjørk sum rennari, og hon
hevur sett sær høg mál á Oyggja
leikunum. Hon er teknað til tríggjar
rennikappingar – longu teinarnir
5.000 metrar, 10.000 metrar og hálvt
maraton – og tað er serliga í kapping
ini í hálvum maratoni, at hon kann
hava ein møguleika at vinna heiðurs
merki.
– Eg havi ongantíð runnið hálvt
maraton í kapping fyri, men eg ætli
mær at royna at vinna kappingina
á Isle of Wight. Eg veit ikki, hvørjir
hinir luttakararnir eru enn, og hvussu
teir eru fyri, men eg haldi meg hava
ein kjans at vinna kappingina. Eg fari
í øllum førum eftir gullinum, og so
fáa vit at síggja, hvussu langt eg nái,
sigur Bjørk.
19 ára gamla Bjørk Herup Olsen livir lívið við renningini í
miðdeplinum. Seinasta árið hevur verið eitt ítróttarligt vónbrot,
men hon stílar høgt á Oyggjaleikunum, har hon ætlar at vinna
gull í rennikapping, sum hon ongantíð áður hevur luttikið í
Vónbrot
gera Bjørk
sterkari