fríggjadagur 17. juni 2011síða 50
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 69 · 17. juni 2011
10
VIKUSKIFTI
til arbeiðis
Navnið er Ása Johnsdóttir. Hon er blíð,
fyrikomandi og fryntlig sum ein hotelleiðari
eigur at vera. Hon er andlitið hjá Hotel
Tórshavn úteftir, og hon skal syrgja fyri, at alt
tað dagliga gongur, sum tað skal. Hennara
uppgávur eru soleiðis eisini fyrisitingarligar.
– Alt okkara virksemi, sum fevnir um Hotel
Tórshavn, Hvonn og útikaféina í Vágsbotni,
er til fyri viðskiftafólkini. Mín uppgáva er
at syrgja fyri, at allir okkara gestir – hvar í
húsinum tey enn eru – fáa eina góða tænastu
og kenna seg væl og vælkomnar, sigur hon.
Svimur regluliga
Hóast arbeiðsdagurin hjá einum hotelleiðara
mangan er langur, byrjar næstan hvør dagur
hjá Ásu Johnsdóttir í svimjihøllini í Havn.
– Sum oftast fari eg at svimja, tá børnini
eru farin í skúla, og síðan fari eg til arbeiðis.
Hetta ger meg nógv betri upplagda til tær
uppgávur, sum arbeiðsdagurin hevur at bjóða.
Í svimjihøllini eru nógvir nýggir tankar hugsaðir
– og eisini realiseraðir, sum hon tekur til.
Hotelleiðarin leggur aftrat, at hon serliga
seinastu trý árini hevur verið nógv upptikin av
vælveru og motión, og hetta er eisini komið
henni til góðar í starvinum á Hotel Tórshavn.
Langir dagar
Ása Johnsdóttir vísir á, at tann, sum heldur,
at arbeiðsdagurin sum hotelleiðari er millum
8 og 16, eigur ikki at fara í hesa bransjuna.
– Í slíkum virksemi, sum er hotel, matstova
og kafé, er oftast mest at gera, tá onnur hava
frí, og tí noyðist ein hotelleiðari eisini at vera
tøkur uttan fyri vanliga arbeiðstíð – og mangan
eisini í vikuskiftunum, leggur hon aftrat.
Hotel Tórshavn er eitt trý stjørnað
hotell, men Ása leggur dent á, at hetta
eru tríggjar ómetaliga góðar stjørnur.
– Vit hava eitt nútímans hotell við 43
kømrum, harav 30 dupultum kømrum. Restin
er einkultkømur. Vit hava eisini tríggjar
stórar suitur - tvey sonevnd businessrúm
við dupult song og við umstøðum til smærri
fundarvirksemi í hugnaligum umhvørvi, og
síðan hava vit eina lekra brúðarsuitu.
Ása sigur, at hornasuiturnar liggja
í útsynningshorninum á hotellinum á
trimum hæddum og hava tískil frálíkt út
sýni yvir Vágsbotn og Havnarvág.
– Vit hava eisini tvey fundarhøli,
Sigmundarstovu og Tórastovu, ið kunnu takast
saman í eitt stórt høli, sum tá rúmar umleið
80 fólkum. Hølini kunnu leigast til eitt nú
fundarvirksemi, veitslur og onnur tiltøk.
Roynd í leikum
Ása Johnsdóttir er ikki nakar ársungi
innan hotelvirksemi, men sum so mangur
annar, ið endaði á ovastu rók, byrjaði hon
á gólvinum, um vit so kunnu siga.
– Eg byrjaði á Hotel Hafnia sum
tænari í 1985. Seinni kom eg at arbeiða
í móttøkuni – og hin 1. januar í 2005
gjørdist eg stjóri á Hotel Hafnia.
Seinast í 2009 gavst hon í starvinum á
Hotel Hafnia, og hin 1. september í 2010
byrjaði hon sum hotelleiðari á Hotel Tórshavn.
Sum reseptionist á Hotel Hafnia
hevði Ása, sum hevur handilsútbúgving,
eisini lærlingar undir sær.
– Mær dámar sera væl á Hotel
Tórshavn, her eg dagliga arbeiði saman
við sera dugnaligum fólki. Fólk arbeiða
ymiskar tíðir, og tí er talið av arbeiðsfólki,
sum dagarnir ganga, rættiliga stórt.
Gongur betri
Nú summarið stundar til heldur Ása
Jonhsdóttir, at tað gongur rætta vegin
við hotel-og matstovuvirkseminum
hjá Hotel Tórshavn.
– Sjálvandi hava vit merkt búskaparligu
afturgongdina, sum hevur verið, men
nú sær hampiliga gott út aftur, bæði
við gistingum og vitjandi annars.
Matstovan á Hvonn er opin um dagarnar
frá klokkan 12-22, og her er stórt úrval á
matarskránni – alt frá indiskum mati um
búffar til fisk & ships, pasta og pizza.
– Vit koyra eisini mat út eftir bíleggingum
til viðskiftafólk í høvuðsstaðarøkinum, og
henda take away-tænasta er opin líka leingi
um dagarnar, sum matstovan er opin. Vit
hava eisini tað, vit rópa vistveiting til ymisk
tiltøk og veitslur úti í býnum, sigur Ása
Johnsdóttir, hotelleiðari á Hotel Tórshavn.
lagt til rættis: Vilmund Jacobsen, vilmund@sosialurin.fo
Ása leiðir Hotel Tórshavn
Hon er ikki nakar ársungi innan hotelvirksemi, men sum so mangur annar, ið endaði á
ovastu rók, byrjaði hon í 1985 á gólvinum sum tænari. Eftir at hava verið stjóri á Hotel
Hafnia í nøkur ár, gjørdist hon hin 1. september í 2010 hotelleiðari á Hotel Tórshavn
– Í slíkum virksemi, sum er hotel, matstova og kafé, er oftast mest at gera, tá onnur hava frí, sigur Ása Johnsdóttir, hotelleiðari á Hotel Tórshavn
Fakta
Navn: Ása Johnsdóttir
Starv: Hotelleiðari
Besta við arbeiðnum: Nøgd viðskiftafólk
Ringasta við starvinum: Eg trívist bara...
Tal av arbeiðsfólki: 12-14