fríggjadagur 17. juni 2011síða 51
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 69 · 17. juni 2011
11
VIKUSKIFTI
Listafólkini stríðast!
Nakið løgting
Føroysk tilbúgving, tá hon er
best. Betri verður hon sum skilst
ongantíð, tí hon skal eftir
metast fyrst: týsdagur: roynd
tikin av vatninum. Hósdagur
seinnapartin: kókið vatnið,
áðrenn tit drekka tað. Sunnu
dagur: vatnið skal ikki bara kóka,
men spruttkóka í tveir minuttir,
100 stig minst. Vatnið er ov skitið
at vaska hendurnar í, at vaska
klæði í kaldari enn 60 stig, men
tit kunnu vaska tykkum sjálvi,
kaffimaskinan nyttar einki til
at drepa lort, kókið vatnið í
ketlinum tvær ferðir.
Og hetta skal takast í fullum
álvara, stendur eisini.
Tíverri hevur eingin í útland
inum, heldur eingin uttan fyri
Danmark, lovað Tórshavnar
kommunu nógvar milliónir aftur
fyri at kommunan sjálv leggur
nógvar afturat í dungan til vatn
reinsiverk, sum tola føroyska
veðurlagið, sum ikki er broytt.
Og fuglaskvett og seyðasparl í
colilaka.
Tí kóka vit vatnið í eina viku
minst. Kókað vatn smakkar ikki
so væl sum rátt. Tað er nakað
sum vín, sum hevur staðið í
opnari fløsku í tveir dagar. Einki
sprell í.
Fyrr, kanska ikki so nógv í
Føroyum, her vóru keldurnar
reinar tá. Vatnið í teimum kundi
so drekkast. Men fyrr í øðrum
londum, sum eisini tá vóru fjórð
ings ljósár framman fyri okkum,
drukku fólk øl í staðin fyri vatn.
Vatnið í býunum var so skitið,
at tað var ikki drekkandi. Onkur
bleiv ivaleyst eisini sjúk/ur av
ølinum, men ráð vóru fyri tí,
meira øl, meira øl.
Um borð á skipunum hjá
bretska herflotanum, heimsins
sterkasta flota, fingu menn ein
hálvpott av rommi um dagin, so
teir ikki viknaðu í heimsveldisins
tænastu. Tað liggur altíð betur
fyri at fremja brøgd í góðari
kenning.
Ikki er neyðugt at kóka øl
fyrst. Tað kann altíð drekkast
sum tað er, eisini langa tíð eftir
best before.
Mærsk og fólkatingið góvu
føroyingum nógvar milliónir til
ein múr. Og so noyddist løgtingið
eisini. Tí danskarar søgdu tað.
Slíkt tilboð fekk Kirkjubømúr
urin ongantíð. Heldur ikki hann
verður liðugur. Ein múrur er tó
betri enn eingin, tveir eru dupult
so góðir.
Tórshavnar kommuna skal
brúka nógvar milliónir til golf
haga og tjóðarspælipláss við
øllum. Tí biðið verður um tað í
øðrum londum. Vilja vit spæla
við, eru hatta treytirnar.
Men, sum sagt, eingin útlend
ingur krevur milliónir til vatn
reinsiverk í Havn. Golfspælarar
drekka ikki kranavatn.
Góðir dagar hjá SEV, sum
ikki nýtist at kóka sínar áir, nú
hvør komfýrur í Havn, Hoyvík
og á Hvítanesi kókaði vatn í átta
dagar, og spruttkókaði í fimm.
Og í øðrum londum eru fólk
farin at doyggja av at eta grøn
meti. Av einari skyldbakteriu hjá
okkara í vatninum.
Men, hoyr annars, blivu fólk
sjúk av vatninum?
Fólk høvdu drukkið lortavatn í
tríggjar dagar, áðrenn tey fingu at
vita, at vatnið var lortavatn.
Vatnið kann hava verið
skitið síðani mikudagin í vikuni
frammanundan, tí royndir verða
tiknar hvønn týsdag.
Vit hava einki krav um reint
kranavatn, tí vatnið kostar
einki. Men vit kunnu krevja, at
føroyingar vinna á tjóðarspæli
plássinum og raka øll holini á
Glyvursnesi.
Innflutt vatn í fløskum nyttar
einki. Tað er turrgelt.
Hjá okkum hinum var øll
vatnkóking í minni enn tveir
minuttir til onga nyttu í tríggjar
dagar.
Í svimjihylinum verður vatnið
kannað tríggjar ferðir um dagin,
seks ferðir, tá hann er vorðin
langhylur.
Tað vatnið kann ivaleyst
drekkast uttan at vera sprutt
kókað. Tað smakkar sum krana
vatnið gjørdi fyrr, nógv klor í.
Spruttkókað
fuglasparl
Umafturafturum
høgni djurhuus
Ruddið forsíðuna!
Búgvin við nógvari havtasku
Dimma
Út við smiðjumonnunum!
Listakvinnur í Smiðjuni
Sosialurin
Lunkað skemt
Bakaríið fekk eina tunga byrjan
Dimma
Gekk væl at sigla heim
Kallanes sera góðan túr undan Íslandi
Norðlýsið
Og fýrakantað, tá
mann kemur út?
Nýggja svinghurðin er rund
– tá mann kemur inn
Útvarpsmaður
Kunnu tey ikki noyðast
við makrelin?
Nótaskipini drepa lundan
Norðlýsið
Ella hundi reyða klút
Hetta er sum at vísa tarvi brand
Dagur & Vika
Vælsignað, lovið
honum innaftur!
Sørmund úti í minst seks vikur
Norðlýsið
Festligt parlag!
Vitan, vinna og vøkstur
ganga hond í hond
Lesarabræv
Eitt høvd og annað?
Hann sum sum høvd
upp úr høvdatrogi
Álvaratos
ranga
í
strúpan
Nú var aftur ein grein um, at listafólk eru misnøgd, mótmæla og
stríðast – ja, altso stríðast ikki við listaverk, men stríðast í stríði.
Soleiðis sum nógv av listafólkunum uppføra seg í hesum døgum, er
spurningurin, um tey koma longur enn at skapa sær!
Í Vikuskifti í Sosialinum fyri einari viku síðani kom løgtings
maðurin – fyrrverandi landsstýrismaðurin – Jacob Vestergaard
við einum umstríddum pástandi. Hann segði í einum svari, at »vit
hava eitt løgting við berum einstaklingum«. Vit standa spyrjandi?
Hava vit veruliga eitt nakið løgting?
Skeltið boðar greitt frá, at her hava fuglar einki at
gera, men hesin framfýsni fuglurin æltar sær ikki at
fylgja nøkrum boðum frá myndugleikunum. Hann ger
akkurát, sum hann hevur hug til. Ella kanska dugir
hann bara ikki at lesa skeltið...
Tveir minnisveikir komu fram við
eini grillbar, sum eisini seldi ísar.
Annar sigur:
– Leyp nú innar og keyp okkum hvør sín
ís – men gloym ikki drúss til mín...
Hin leyp avstað. Kom aftur við tveimum
høsnarungum, men ongum kipsi.
– Eg visti altíð, at tú fór at gloyma
kipsið...
Uppreistur
Gloymska