fríggjadagur 17. juni 2011síða 52
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 69 · 17. juni 2011
12
VIKUSKIFTI
Tá eg møtti Johan, tók hann 11 sløg av heiligvági fyri angist,
depressión og aðrar sjúkur, drakk illa og var provokerandi
Eg skilji ikki ordiliga, hvat tað var, sum hendi.
Rakul Dalsgaard
um mannin, Johan í Kollafirði, sum hon giftist við
Tú skalt ikki verða veik og
mást tola nógvan kritikk.
Juanita Schrøter Holm
um lívið sum modell úti í heimi
Serliga fyri familjuna, sum
einki ánaði um mín vaksandi
áhuga fyri religiónini, var
tað torført. Tey vóru øgiliga
yvirraskað og reageraðu
rættiliga harðliga.
Omar Djurhuus
fyrr Jens Hendrik,
konvertaði til islam
Eg ynski ikki at verða ein persónur,
hvørs mál er at fara ígjøgnum lívið
so snikkaleysur sum gjørligt
Martin Joensen
Tónleikar
Fólk unna mær væl, at eg eri
klænkað, og tað er ein góð kensla.
Eg fái nógvar fittar viðmerkingar,
og tað eri eg glað fyri. Men eg skal
eisini ansa eftir, at eg ikki verði
forstýrað av uppmerksomheitini.
Guðrun við Rættará
sum hevur tapt seg 50 kilo
Eg elski fantasiheimin hjá Victoriu Wild.
Eg veit væl, at míni mørk ikki eru sum hjá
øðrum, og tað er eisini tí, eg eri strippari.
Men eg elski tað.
Victoria Wild
føroyskur strippari í Danmark
Tað søgdu tey í
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Føroyar eru helst ov lítlar til
fólkaræði. Ein politikari skal
allatíðina taka atlit til, at hann vil
verða afturvaldur, og tí skal hann
ikki koma upp á tvørs av veljarunum.
Sámal Petur í Grund
fyrrverandi løgtings-
og landsstýrismaður
Vikuskifti fer nú í summarfrí. Í vetur
hava vit havt nógv áhugaverd fólk í
blaðnum. Her er okkurt av tí, tey søgdu