fríggjadagur 17. juni 2011síða 53
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 69 · 17. juni 2011
13
VIKUSKIFTI
Tú mást venja teg við nógvan lort fyri at
gera tað, sum tú tímur, og so er bara at
vóna, at tað góða útjavnar tað ringa.
Petur Pólson
Tónleikari
Vit vilja vísa heiminum, at vit hava valt hvørja aðra.
Kristina Maria Eliasen
og Súsanna Danielsen
sum í næstum skulu giftast í Danmark.
Eingin loftar tær eftir sendingina. Tín
persónur verður blástur upp, meðan
sendingin koyrir, men síðani verður
man sleptur uppá fjall.
Linda Andrews
vinnari av X-Factor í Danmark
Mannalyndi er ikki skapt til at hava óavmark-
aðan frían vilja, tí tað endar í totalum kaosi.
Jenis av Rana
Løgtingsmaður
Tað er gott og behagiligt at verða kendur,
og eg verði ikki bukaður av nøkrum.
Anders Lund Madsen
Sjónvarpsvertur
Eg haldi, tað vera sera ósjarmerandi, tá tvey
konufólk boksast. Men annars veit eg ikki, um
tað er nakað, sum kvinnur skulu halda seg frá.
Barbara á Tjaldrafløtti
blaðstjóri á Kvinnu
Eg mátti líka steðga á og gera upp við
meg sjálva, hvør eg eri, og hvat eg vil við
tónleikinum.
Kristel Lisberg
Songkvinnan, sum aftur
er aktuell við tónleiki
Veit tað ikki, men uttan iva er eisini ein bólkur á feysbukk, sum mótmælir
prestum, sum ikki vilja gifta skild fólk uppaftur. Alla virðing fyri teimum,
hesum prestunum. Tá fólk eru so skítbýtt at gifta seg einaferð, so er tað
pínadoyð og gudsdoy fyri neyðini, at onkur roynir at forða teimum í at
endurtaka dáragerðina.
Høgni Djurhuus
í Umafturafturum