fríggjadagur 17. juni 2011síða 54
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 69 · 17. juni 2011
14
VIKUSKIFTI
Við sínum veðri
Eftir liggjandi lágætt,
var dagurin komin, tá
miðvingar umsíðir kundu
sleppa norður í Urðina
við veðrum sínum
Tekstur: Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Hetta er gamal siður, at
12 menn úr Miðvági slep
pa veðrinum í hesa urði
na um várið og fara eftir
teimum aftur um heystið.
Her ger ein serlig skip
an seg galdandi, soleiðis
at tað bert kunnu ganga
12 veðrar í urðini. Og tað
hevur tíbetur eisini víst
seg, at teir sum oftast eru
komnir aftur við øllum
12.
Skilamenn
Hann hevði nú ligið við
landsynningi í eina tíð, og
er hetta fyrsta treytin fyri
at sleppast kann á landi í
Miðvágsurð, teir siga.
Klokkan 10 henda
mikumorgunin 4. mai
var avtalað at møtast við
Oyrargjógv, har bátur
skuldi føra veðrar, menn
og annað norður um
oynna.
Menn hugdu dúgliga
norður á Streymoyar
landið, har ein rættiliga
týdningarmikil bogi er:
Brýtur um henda bogan,
kann alt gera tað sama.
Teir kundu tó stað
festa, at her var einki
brot at síggja, og tí kun
du menn leggja til brots
við góðum huga.
Teir 12 veðrarnir
vórðu fingnir umborð, og
síðani gekk leiðin í góðum
líkindum norður í Urðina.
Stuttligt var at práta við
menn, sum hava skil á
seyði og bjørgum, tí væl
lá fyri at siga frá søgum
og egnum upplivingum á
leiðini.
Komnir norður á Urð
ina var skjótt at staðfesta,
at líkindini vóru júst so
leiðis sum menn høvdu
vónað og eygleitt.
Tann lítla jollan varð
gjørd klár, og so við og
við vórðu menn, veðrar
og annað stjórað í land,
bæði skjótt og væl.
Tá teir kortini eru á
staðnum skuldu eisini
aðrar týðandi uppgávur
loysast. Við sær høvdu
teir eitur til rottuna. Með
an aðrir løgdu hetta út,
skuldu aðrir seta nakrar
konglar á einum staði,
har tað er heldur trupult
at sleppa tvørturum.
Feril av grasi
Veðrarnir hava staðið
inni fyri ein stóran part,
og tí var ikki bara sum
at siga tað at fáa teir til
beins í stóru steinunum í
urðini. Men so skjótt teir
fingu ferilin av tí góða
grasinum, var sloppið í
so máta.
Alt arbeiðið er væl
skipað, og nú skiltist at
allir vóru klárir at fara til
húsa aftur.
Og so øvugt við lítlu
jollini umborð á útróðrar
bátin, sum hevði ligið við
akkeri uttanfyri og bíðað.
Til æru fyri tíðina
tænastuna var leiðin løgd
vestur í Víkar, har onkr
ir av gestunum, ið ikki
høvdu verið har áður,
sluppu í land við jolluni.
Tað suðaði ei um
sjóvarstrond henda dag
in, og tí var einfalt at
sleppa í land og lata jollu
na liggja óbundna í fjøru
ni hesa løtuna.
Nú verður við spenn
ingi bíðað til í heyst, tá
farið verður eftir veðru
num aftur. Hetta verður
vanligt gjørt í september
ella oktober mánaði, men
er veðrið ikki til vildar,
má bíðast.
Okkurt árið bíðaðu
teir heilt til november, og
var tað í avgjørt seinasta
lagi. Í ár verður vónað,
at teir kunnu fara eftir
veðrunum í góðum veðri.
Veðrarnir hava fingið ferilin
av góðum grasi, og mugu
nú bara taka til sín og taka
uppá í vekt til seinni í heyst